- Hátíðarhald í nýggja Húsarhaldsskúlanum – 2. okt. 2025
Hátíðarhald í nýggja Húsarhaldsskúlanum – 2. okt. 2025
Góðu tit
“Sig mær, og eg gloymi. Vís mær, og eg minnist. Inndraga meg, og eg læri.”
Hetta orðatakið er tað, sum rennur mær fyrst í hug, tá eg hugsi um Húsarhaldsskúlan.
Inndragilsi, ella viðvirkan, er jú andadrátturin í hesum skúla.Her í skúlanum lærir næmingurin at røkja og handfara okkara egna tilfeingi – bæði tá talan er um mat og handverk - og er hetta at síggja sum meir enn bara førleikar til tann einstaka næmingin, men er eisini ein íløga í framtíðar Føroyar.
Tá vit skilja virðið av tí, sum vit hava rundan um okkum, ja so veksur okkara virðing og ábyrgdarkensla eisini fyri tilfeinginum, og er hetta nakað, sum er sera týdningarmikið, eisini sæð við burðardyggum brillum. Vit vita, at handverk er meir enn bara nakrir praktiskir førleikar – handverk gevur nevniliga ró, gleði og evni til at hugsavna seg á ein serligan hátt. Og júst hetta, at hugsavna seg um nakað, er so sera umráðandi fyri okkum øll, ikki minst fyri okkara ungdóm, sum veksur upp í einum umheimi, har alt gongur við rúkandi ferð.
Ein húsarhaldsskúli er meira enn bara ein skúli – hann er tann grundvøllurin, sum langtíðar vinabond eru grundað á.Í útvarpssendingini “ Við Tórði á túri” í september mánaði í ár, varð ljós varpað á, hvussu nakrar kvinnur, sum fyri 68 árum síðani vóru á húsarhaldsskúla í Haslev, enn halda saman, hóast tær nú eru í áttati- og nítiárunum.
Hesar kvinnur máttu av landinum fyri at koma á húsarhaldsskúla, men longu miðskeiðis í 70´unum gjørdist tað møguligt at koma á húsarhaldsskúla her í Klaksvík, og hava yvir 1200 næmingar nú gingið í hesum skúla.
Nú eru fysisku umstøðurnar nógv broyttar, og tit hava fingið góð og hugnalig hølir at virka í. Sum landsstýrismaður fegnist eg yvir hetta, og eg ivist ikki í, at hesi hølir frameftir eisini fara at virka fyri, at skúlin kemur at liva upp til sítt slagorð, sum framgongur á heimasíðu tykkara, og sum eru hesi : heimligt – hugnaligt- herligt.
Eg ynski skúlanum alt tað besta og Guðs signing yvir framtíðina.
- Røða hildin 26. september 2025 í sambandi við norðurlendskan netverksfund
Røða hildin 26. september 2025 í sambandi við norðurlendskan netverksfund
Kære alle,
Det glæder mig at få lov til at stå her i dag og runde denne nordiske netværkskonference af. Jeg håber, at I har haft nogle gode og udbytterige dage sammen, og at temaerne, som I har drøftet, har givet anledning til både spændende diskussioner og værdifuld erfaringsudveksling.Konferencens temaer – “Kompetencer i praksis: fra læreplan til hverdagsliv” og “Børns forståelse af og deltagelse i demokratiske processer” – er ikke bare overskrifter. De berører helt grundlæggende spørgsmål om, hvad vi vil med vores uddannelsessystem, og hvordan vi bedst forbereder børn og unge til at tage aktivt del i samfundet. Det er store og betydningsfulde emner, som angår den enkelte elev og lærer, men som i sidste ende også former hele samfundets fremtid.
Når vi investerer i uddannelse, investerer vi i fremtiden.
I løbet af disse dage har I drøftet, hvordan vi omsætter kompetencer fra læreplanerne til børns og unges hverdag – hvordan vi gør kompetencemål levende og nærværende i undervisningen, så de bliver til virkelige færdigheder, som eleverne kan bruge i deres liv. I har også arbejdet med, hvordan vi kan styrke børn og unges forståelse af og deltagelse i demokratiske processer – en opgave, der kun er blevet mere presserende i en tid, hvor demokratiske værdier flere steder i verden er under pres.
Disse drøftelser er vigtige i en nordisk sammenhæng, men de er også helt centrale i vores egen færøske skoleudvikling.
Her på Færøerne arbejder vi løbende med at ajourføre vores studieplaner, så de bedre kan afspejle de kompetencer, børn og unge har brug for i det 21. århundrede. Vi har iværksat en ny efteruddannelsesplan for lærere, så de får endnu bedre forudsætninger for at omsætte læreplanernes mål til virkelighed i klasseværelset.
Derudover har vi valgt at samle vores forsøgs- og udviklingsarbejde i færre og større projekter, så vi kan skabe en mere mærkbar og langtidsholdbar udvikling af hele skolevæsenet. Et eksempel er projektet “Matematik i praksis”, som I allerede har hørt om fra Ingi Heinesen Højsted under konferencen.
Endelig har vi også sat fokus på at styrke børns og unges demokratiske dannelse i praksis. For nylig har vi vedtaget en ny bekendtgørelse om elevråd, som skal sikre, at alle elever får konkrete erfaringer med demokrati – ikke kun som et teoretisk emne i samfundsfag, men som en del af deres daglige skoleliv. Jeg ser det som afgørende, at børn og unge ikke blot lærer om demokrati, men også oplever det, deltager i det og dermed tager det med sig ind i voksenlivet.
Den demokratiske tilgang og medindragelse af børnene er også prioriteret højt i forbindelse med udarbejdelsen af den kommende børnelov, på Færøerne, hvor vi har taget børnene med i processen fra start af.
Kære konferencedeltagere,
Jeg ser det som en stor styrke, at vi i Norden har tradition for at dele erfaringer og lære af hinanden. Vi står over for mange af de samme udfordringer, og ved at samarbejde og inspirere hinanden kan vi stå stærkere. Jeg håber, at de samtaler, I har haft her i Tórshavn, har givet jer nye perspektiver og idéer, som kan omsættes i jeres hjemlande.At I har prioriteret at komme hertil – til vores smukke øer – viser, hvor vigtigt dette samarbejde er. Og I skal vide, at jeres viden og erfaringer ikke blot er en gave til konferencen, men også er med til at pege vejen frem for vores fælles nordiske skoleudvikling.
Afslutningsvis vil jeg gerne sige tak.
Tak for jeres indsats, for jeres engagement og for jeres vilje til at tage del i de store og nødvendige samtaler om uddannelse og demokrati. Jeg håber, at I rejser herfra med ny inspiration – og med fornyet mod til det vigtige arbejde, I gør hver dag for børn og unge.
Tak for jeres deltagelse, og tak for, at I har været med til at gøre denne konference til en værdifuld begivenhed.
- Hátíðarhald á Rásini – 5. september 2025
Hátíðarhald á Rásini – 5. september 2025
Góðu titMikudagin tann 5 juli 2023 settu vit hakan í og byrjaðu vit tá formliga at útbyggja Rásina.
Nú, gott 2 ár aftaná, kunnu vit fegnast um, at tit, næmingar og starvsfólk, sleppa at taka henda nýggja bygning í brúk.
Hesin bygningur skal stuðla upp undir tað sera týdningarmikla arbeiði, sum fer fram á Rásini, sum er at læra tey ungu um lívið sjálvt.
Her lærir tann ungi at rætta eina hond út, tá onkur hevur brúk fyri tí; her lærir næmingurin eisini týdningin at lurta eftir øðrum, og hvussu umráðandi tað er at duga at vera ósamdur, eisini í einum felagsskapi, í einum skúla ella á einum næmingaheimi.
Einhvør skúli skal birta upp undir forvitni og hugflog hjá næminginum við støði í tí einstaka næminginum. Ein skúli skal rúma hugskotum, lívligum práti og – vónandi - eisini nógvum látri, tí lívið er meir enn bara at kenna svarið upp á eina avbjóðing – lívið er eisini at duga at seta spurningar, at duga at taka ábyrgd, og at hava tað gott saman.
Hesin bygningur er stásiligur og rúmar nógvar nýggjar møguleikar fyri næmingar og starvsfólk.
Tit starvsfólk kunnu millum annað fegnast um, at undirvísingarhølini nú eru betur, tí nú skulu tit ikki, eins og áður, nýta tey somu høli til ávikavist undirvísing, matarsal og hugna. Hetta gevur tykkum betri møguleikar fyri at planleggja undirvísingina og arbeiða meir miðvíst.
Tit næmingar fáa eisini góð hølir, og onkur enntá nýtt kamar við góðum útsýni. Hetta kom týðuliga fram í Degi & Viku mánakvøldið, tá Joen Jacob vísti okkum, hvussu hann sær inn á kontórið hjá leiðaranum og starvsfólki.
Hetta, at næmingurin sær leiðaran og starvsfólk, og tað at starvsfólkini síggja næmingin er í yvirførdum týdningi eisini sera umráðandi. Tí tá vit síggja hvønn annan og koma hvørjum øðrum við, tá uppbyggja við eitt samband, sum kann skapa álit og tryggleika, og er tað júst hetta, sum fær okkum at blóma sum menniskju.
Vit hava tey seinastu árini gjørt nógvar íløgur í bygningar, tá tað snýr seg um útbúgving og skúla. Sum dømi upp á hetta kunnu nevnast íløgur í Fróðskaparsetur Føroya, í Húsarhaldsskúlan, Miðnámsskúlan á Kambsdali og harumframt hava kommunurnar eisini gjørt stórar íløgur í skúlar kring landið.
Tá vit byggja og seta nakað í verk, skulu vit hava inklusjóns tankan við, tí øll skulu rúmast. Judy Heumann, sum eisini verður rópt “ móðirin í brekrættarrørsluni” í USA hevur einaferð sagt: “ Inklusjón er ikki vælvild- tað er rættvísi”, og er hetta tað, sum eigur at sermerkja samfelagið sum heild, nevniliga rættvísi fyri øll óansæð evnir og førleikar.
Vit skulu minnast til, at tá vit byggja nýggj hølir sum her, so er ikki einans talan um eina íløgu í ein bygning; tað er talan um eina íløgu í lívsgóðsku, felagsskap og framtíð.
Lokalumhvørvið her og staðbundna skúlaumhvørvi í breiðum týdningi hevur altíð gingið undan, hvat insklusjón viðvíkur, og er hetta nakað, sum eg altíð havi verið takksamur fyri.
Tit næmingar á Rásini. Eg vóni, at tit fara at trívast og mennast ta tíð, tit ganga og búgva her í skúlanum. Tit hava ein góðan skúla, og eitt gott næmingaheim, og eg veit, at hetta er nakað, sum fer at gera tykkara gerandisdag enn betur. Tit eru øll røsk og virkin, ganga bæði til fótbólt, boccia, Ælabogan, svimjing, skótar og mangt annað, og nú kunnu tit eisini, tá tit eru móð eftir ein virknan og spennandi dag, hvíla og hugna tykkum í hesum nýggju hølunum á Rásini.
Eg veit, at tit næmingar eisini duga væl at vera hjálpsom og góð við onnur. Hetta hava arbeiðsmenninir, sum hava arbeitt her, eisini ásannað, tá teir hava fingið kaku og annað gott frá tykkum.
Til tykkum, sum hava staðið fyri arbeiðinum, vil eg bara siga takk fyri tykkara góða avrik, og eisini skal ein tøkk ljóða til grannarnar, sum hava víst tolsemi, meðan arbeiðið hevur staðið á.
Til seinast skal ein heilsan ljóða til leiðaran og starvsfólk her á Rásini. Tit gera eitt megnar arbeiði, sum er sermerkt av stórum eldhuga og orku. Eg vóni at hesi hølir gera tykkara arbeiðsdag enn betur, og at tit eisini framhaldandi fara at trívast í arbeiðinum her á Rásini; íløgan í bygningin er einki uttan tykkara fjálga og smittandi íkast.
Eg ynski Rásini, næmingum og starvsfólkum alt tað besta frameftir.
Takk fyri.
- Prógvhandan á Vinnuháskúlanum – 25. juni 2025
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum – 25. juni 2025
Góðu tit
“Ein íløga í útbúgving gevur altíð bestu rentuna”
Soleiðis segði Benjamin Franklin, amerikanskur framstandandi politikari og vísindamaður, einaferð, og hvør av okkum vil ikki gera eina góða íløgu, har rentan er góð?
Tit, sum í dag fáa eitt prógv her á Vinnuháskúlanum, hava valt at gera eina góða íløgu, við møguleika fyri góðari rentu og avkasti.
Tað, tit hava nátt í dag, er ikki bara eitt prógv. Tað er ein pallur – ein møguleiki at fara víðari, at skapa nakað størri, bæði fyri tykkum sjálv og onnur.
Tað sæst eisini aftur hjá kendum fólkum, sum byrjaðu júst við eini maritimari útbúgving. Eitt nú Captain Richard Phillips, amerikanski skipsførarin, ið gjørdist heimskendur, tá ið sjórænarar í 2009 tóku skip hansara Maersk Alabama. Við síni útbúgving sum skipsførari og við dirvi og ábyrgd megnaði hann at vera við til at verja bæði manning og skip – og hansara søga varð filmatiserað við Tom Hanks í høvuðsleiklutinum.
Søgan hjá Captain Phillips vísir okkum, at ein maritim útbúgving ikki bara førir til eitt arbeiði – men til ábyrgd, virðing og stundum søgulig størv.
Nú tit standa við prógvi í hond, við tøkniligum kunnleika og menniskjaligari styrki í ryggsekkinum, er tíð at hyggja frameftir. Framtíðin er ikki bara ein vegur, sum liggur frammanfyri – framtíðin er ein møguleiki, sum tit sjálv skulu skapa.
Eg vil enda við einum orði, sum eg haldi hóskar væl til í dag:
"Framtíðin er eitt óskrivað blað – og tú ert tann, sum eigur pennin."
Tað, tú skrivar – verður títt lív, tín leið og títt avrik. Kanska verður ikki alt, tú skrivar, vakurt ella fullkomið. Tað ger einki. Tí tann, sum veruliga livir og lærir, heldur áfram við at skriva, óansæð um okkurt tykist ófullkomið.
Góðu tit – farið út við dirvi, virðing og viljastyrki, og minnist til: Tit hava júst valt at gera eina góða íløgu, sum fer at vísa seg at geva eina góða rentu.Hjartaliga til lukku og blíðan byr.
- Eftirskúlin Brúgvin 5 ár – Skálavík 27. mai 2025
Eftirskúlin Brúgvin 5 ár – Skálavík 27. mai 2025
Góðu tit
Fyri okkum, sum eru komin eitt vet upp í árini, tykist 5 ár ikki at vera nógv, meðan tit ungu óivað halda, at 5 ár er eitt rættuliga langt tíðarskeið.Søguliga er tað kanska eisini soleiðis, at 5 ár ikki er so nógv, men tó kanst tú náa at flyta sera nógv upp á 5 ár.
Eg eri sannførdur um, at hjá einum eftirskúla sum tykkara, so fevna hesi 5 árini um nógv tol, áræði og stríð hjá tykkum, sum standa fyri og reka henda skúla. Umframt hetta, so veit eg eisini, at hesi 5 árini fyri tykkum øll, bæði leiðslu, starvsfólk og ikki minst næmingar, hava verið merkt av góðum upplivingum, vinabondum og virðismiklum lærdómi.
Vit kunnu seta okkum henda spurning: Hvat hevði skúlin sagt, um hann kundi tala?
Eg hugsi, at skúlin hevði boðað frá nógvum góðum løtum, alt frá andaktum til støddfrøði, frásagnir um at planleggja uttanlandsferðir og jólatiltøk, og óivað eisini frásagnir frá tí dagliga trummerumminum, sum hava elvt til látur og skemt.
Eftirskúlin her í Skálavík við tí sera góða og sigandi navninum “Brúgvin” hevur ta tíðina, skúlin hevur virkað, verið eitt stað, har ung kunnu fáa loyvi at vaksa og mennast, bæði fakliga, menniskjaliga og eisini andaliga. Júst hetta atlit til øll hesi trý umráðini hava sera stóran týdning, ikki minst tá man er tannáringur, og man kanska hevur torført við at “stýra” sjálvur.
Navnið hjá skúlanum “forpliktar” eisini eitt sindur. Tá tú skalt byggja brúgv, so skalt tú ikki bara hava sjóneykuna á at binda nakað saman, sum er skilt sundur, nei tað snýr seg um meir enn bara at skapa samband; tað snýr seg um at skapa virðing og álit og at stuðla hvørjum øðrum at mennast.
Við útgangsstøði í tí kristna lívs- og menniskjaáskoðanini vísa tit her í skúlanum, at tað at vera eitt gott menniskja, ein góður vinur, ikki bara er ein tilvild, men nakað, man velur, og sum man áhaldandi má halda fast í.
Tit velja at byggja brúgv upp á so nógvar mátar, og eru ávegis brúnni frá ungdómslívinum til vaksnamannalívið; og á hesi ferð, og á ferð tykkara víðari í lívinum, veit eg, at júst hesin eftirskúli hevur givið tykkum eina góða barlast.
Tit her í skúlanum skulu vita hetta; tit gera ein mun, og hetta skulu tit vera errin av.
Hjartaliga til lukku við 5 ára degnum, og eg ynski skúlanum Guds ríku signing frameftir.
- Ráðstevna fyri skúlastýrum 3. mai 2025
Ráðstevna fyri skúlastýrum 3. mai 2025
Góðu skúlastýrislimirGóðan morgun og vælkomin øll somul til eina styttri ráðstevnu um skúlastýrisarbeiði.
Tað, sum barnið í dag megnar at gera við at fáa hjálp, kann tað megna at gera sjálvt í morgin. Hesi orðini eigur kendi sálarfrøðingurin, Lev Vygotsky. Hann legði í sínum arbeiði dent á, at læring og menning henda í samstarvi við onnur og í sosialum samanhangi. Hansara niðurstøða vísir samstundis á tann týdning, ið samstarv millum barnið og tey vaksnu hevur, og sum eisini er grundarlagið undir samstarvinum millum skúla og heim.
Mítt ynski í dag er at koma á tal við tykkum og at varpa ljós á tykkara týdningarmikla arbeiði sum skúlastýrislimir. Tit eru saman við kommunustýrinum skúlamyndugleikin á staðnum, har tykkara leiklutur í høvuðsheitum fatar um tann undirvísingarliga partin, trivnaðin og samstarv. Hetta eru sera umráðandi øki í skúlans arbeiði, har tit virka fyri at tryggja bestu umstøður, so at næmingarnir trívast og kunnu menna sínar mongu førleikar. Menna síni fakligu evni, hugflog, forvitni, sjálvsálit og sosialan felagsskap.
Fólkaskúlin er grundarlagið undir allari útbúgving og læring. Skúlagongdin hjá næmingunum er tí ein ógvuliga týðandi partur av lívinum hjá børnum og ungdómi okkara. Uppgáva fólkaskúlans er í breiðum høpi at fyrireika tey til lívið í dagsins og framtíðarinnar samfelagi, til útbúgving, arbeiði og luttøku í samfelagslívi.
Læringin kann tó ikki standa einsamøll, tí fortreytirnar fyri læringini hjá næmingunum eru ymiskar og mugu verða til staðar í øllum skúlans arbeiði. Barnið lærir í ymsum samanhangum og ikki minst í samspæli við onnur. Barnið má eisini kenna seg trygt og virðismett. Tí er sera umráðandi hjá skúlunum at hava umstøður at skapa eitt gott læruumhvørvi, har allir næmingar trívast og fáa ment sínar fakligu og kreativu førleikar.Um skúlan skal náa hesum máli til lítar, er neyðugt, at tað er eitt tætt samstarv við foreldrini. Hetta skuldi verið sjálvsagt, tí tað eru fyrst og fremst foreldrini, ið varða av børnunum. Foreldrini ynskja børnum sínum alt tað besta, og vit mugu ikki gloyma, at tað eru foreldrini, ið hava mestu ávirkan á børnini øll barnaárini. Kanningar vísa, at 70% av tí, sum børn læra í 0 - 12 ára aldri, tað læra tey av foreldrunum. Og kanningar vísa eisini, at tað bæði mennir læring og trivnað, tá ið foreldrini vísa áhuga fyri skúlans arbeiði, fyri tí børnini gera, og at foreldrini taka lut í tiltøkum, sum skúlin skipar fyri.
Tað nyttar tí ikki nógv, um skúlin einsamallur leggur til rættis, setur mál og krøv sum t.d., at næmingarnir skulu megna at lesa ein tekst, tá ið teir eru í 2.flokki. Ein fortreyt fyri hesum og øllum øðrum málum, ið sett verða, er, at foreldrini taka undir við arbeiði skúlans, verða tikin við upp á ráð og hjálpa til. Samarbeiði og samskifti millum skúla og heim er tí umráðandi fyri allar partar, bæði barn, skúla og heim.
Trivnaður og læring eiga at ganga hond í hond og stuðla hvørt undir annað, so barnið bæði fær hóskandi avbjóðingar og er í einum góðum sosialum felagsskapi. Hetta hevur nógv at siga í allari floksundirvísing, soleiðis sum skúlin er skipaður. Tað krevur samstundis nógv av okkum øllum, ið varða av fólkaskúlanum, men við felags stevi, har rúm er fyri ymiskleika, har røkka vit langt. Vit mugu duga at samskifta og at virða hugsanir hjá hvørjum øðrum, hóast vit ikki altíð eru samd.
Skúlastýrini hava eina týdningarmikla uppgávu at náa hesum máli og eiga ein stóran leiklut í arbeiðinum at tryggja bestu undirvísingarumstøður í skúlanum á staðnum. Tað eru tit, skúlastýrið í einstaka skúlanum, sum hevur eftirlit við virksemi skúlans, sum gera atferðarreglur skúlans umframt meginreglur fyri skúlans arbeiði m.a. viðvíkjandi trivnaði. Hesi viðurskifti kring arbeiði tykkara eru beinleiðis ásett í fólkaskúlalógini. Eg fari seinni í dag at koma nærri inn á atferðarreglur skúlans og trivnað í sambandi við fartelefonnýtslu í skúlatíð.
Tykkara leiklutur hevur stóran týdning. Tit eru samstarvspartur hjá skúlastjórunum í teirra arbeiði at leiða og fáa skúlans arbeiði at virka á fullgóðan hátt, at lyfta í felag og skapa góðar umstøður og virðing fyri skúlans arbeiði.Tit eru bindilið millum skúla og heim, har tit sum myndugleiki á staðnum skapa undirtøku hjá foreldrum um, at samstarvið millum skúla og heim er ein virðismikil partur í skúlagongdini hjá næmingunum.
Saman við leiðslu skúlans áseta tit trivnaðarætlan, sum skal slóða fyri við einum góðum skúlaumhvørvi, sum skapar tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.
Sum Vygotsky vísir á, so megnar barnið ikki uppgávurnar einsamalt. Tað skal hava hjálp og vegleiðing frá lærarum, foreldrum og við stuðli í felagsskapinum. Verður hetta gjørt við umhugsni og nærlagni, so kann tann ungi fara úr fólkaskúlanum við góðum førningi og sjálvur megna uppgávurnar í einum fjøltáttaðum samfelagi. Tað er hesum arbeiði, tit, skúlin og vit sum myndugleiki varða av. - Røða – Aðalfundur Føroya Lærarafelags 26. apríl 2025
Røða – Aðalfundur Føroya Lærarafelags 26. apríl 2025
Góðu lærarar, skúlaleiðarar og øll tit, sum brenna fyri føroyska fólkaskúlanum.
Takk fyri, at tit hava bjóðað mær at bera tykkum eina heilsan henda týdningarmikla dag, har tit lærarar fáa høvi at savnast - fyri at hyggja aftur, men enn meira fyri at líta framá og taka ábyrgd við at mynda framtíðina í føroyska fólkaskúlanum.
Eg ímyndi mær, at tit øll av og á minnast aftur á tykkara tíð sum læraralesandi.
Eg giti, at tey flestu av tykkum longu frá fyrsta degi møttu við spenningi, áhuga og forvitni, tá tit byrjaðu sum læraralesandi. Tey elstu av tykkum møttu kanska í einum flokki á Námsvísindadeildini – við blýanti og blokki, meðan tey yngru av tykkum nokk møttu við farteldu, teldli – ja ella møguliga við snildtelefon.
Men eg trúgvi, at tit øll hava tað til felags, at tit ikki hava valt lærarayrkið orsakað av pensum, próvtøkum og próvtølum. Tí tað snýr seg fyrst og fremst um menniskju.
Eg eri sannførdur um, at tykkara val at gerast lærari onkursvegna er neyvt knýtt at einum vilja at gera tað besta fyri næmingin.
Eg trúgvi, at ein tann størsta gleðin við at verða lærari, er tá tit veruliga kenna á tykkum, at tit hava ment eitt sterkt tilknýti til næmingin, har næmingurin hevur fult álit á tykkum og tykkara undirvísing og vegleiðing.
Í fyrstu starvslæruni fingu nøkur tykkara møguliga ein praksis-skelk, men eg trúgvi tann lærdómurin kann hava havt stórt virði, tí tá lærdu tit, at tað ikki er nokk bert við VITAN um námsfrøði, frálærufrøði og undirvísing.
Tá fingu tit høvi at royna tykkum í veruligum undirvísingarstøðum við kanska 26 næmingum í eini floksstovu. Tá fingu tit møguleika at praktisera tað ástøði, sum tit høvdu lært á skúlabeinkinum.
Vit kunnu siga, at tykkara vitan tá meira gjørdist til vísdóm. Ein munur á vitan og vísdómi er nevniliga, at við vísdómi verður røtt vitan praktiserað á rættan hátt. Við øðrum orðum er hetta, tá tit í verki útinna lærarayrkið á fyrimyndarligan hátt.
Ein undirvísari á læraraskúlanum segði einaferð, at: «útlærdur lærari ert tú ikki, fyrr enn tú hevur undirvíst í minsta lagi 5 ár». Í dag kunnu vit spyrja, um vit nakrantíð verða útlærd?
Møguliga er tað júst, tá vit føla okkum útlærd, at vit hava brúk fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan?
Í øllum førum mugu vit ongantíð heilt gevast við at reflektera, fundera og undrast.
Tí hóast tit hava tykkara læraraútbúgving og eru liðugt útbúgvin sum lærarar, so verða vit ongantíð liðugt búgvin sum menniskju. Í tykkara interaktión, relatión og samskifti við næmingarnar er tað altíð týdningarmikið at vera opin fyri, um onkur støða kundi verið handfarin øðrvísi.
Hetta er serliga týdningarmikið, tá vit hava upplivað keðiligar støður við næmingum, at vit tora at hyggja inneftir og spyrja okkum sjálvi, er tað okkurt, sum vit kundu havt gjørt øðrvísi, sum eg kann læra av til eina aðru ferð?
Í hesum sambandi er tað av stórum týdningi, at lærari ikki stendur einsamallur við møguligum avbjóðingum og truplum støðum. Tað er umráðandi, at lærarar kunnu reflektera, ráðleggja og eftirmeta SAMAN eitt nú í flokstoymum.
Tað er eisini í samsvari við hetta, at eg fegin vil, at lærarar fáa betri møguleikar at samstarva, og eisini tí vil eg styrkja og víðka um tvílæraraskipanina. Hervið fær næmingurin eisini meira tíð saman við sínum lærara, samstundis sum lærarin fær meira tíð saman við næminginunum.
Vit hava samtykt at minka næmingatalið til í mesta lagi 22 næmingar í hvørjum flokki, og við lægra næmingatalinum í hvørjum flokki, og við fleiri lærarakreftum í kraft av styrktari tvílæraraskipan snýr hetta seg eisini um, hvussu vit best megna at røkka næmingunum.
Við smærri flokkum og við øktari tvílæraraskipan gerst undirvísingin - alt annað líka - meira inkluderandi og betri tillagað. Samstundis skal hetta verða við til økja um orkuna, bindindini og arbeiðsgleðina hjá næmingunum.
Vit skulu betra um dygdina av tvílæraraskipanini við Co-teaching, og við samlæring fáa lærarar saman høvi at fyrireika, útinna, eftirmeta og samstarva um undirvísingina, har málið er at styrkja fakligu úrtøkuna, trivnaðin og inklusjónina.
Eg havi játtað pening til tríggjar verkætlanir í sambandi við samlæring bæði í Stranda skúla, á Skúlatrøð og í Eysturskúlanum, og eg eri sera spentur at frætta, hvussu hetta fer at hilnast. Arbeiði er ígongd við førleikamenning og at fyrireika komandi skúlaár, leggja tíðarætlan v.m.
Apropos royndar- og menningarvirksemi, so eri eg eisini ógvuliga spentur at frætta frá royndarverkætlanini við styttum skúladegi í Skúlanum á Fløtum, hvat tey hava lært og fingið burturúr.
Vit mugu tillagað skúlan til samtíðina og framtíðina.
Føroyski fólkaskúlin stendur í dag á einum sterkum grundarlagi, men hann hevur brúk fyri varandi menning.
Hann hevur brúk fyri politiskum dirvi, fakligum innliti og praktiskum vilja til bæði at lofta og lyfta øll børn – ikki bert á pappírinum, men í flokshølum kring alt landið.
Vit mugu viðurkenna, at tíðin er farin frá skúlanum vit høvdu í ídnaðarsamfelagnum, tá ein lærari var einsamallur uppi við pultin við fleiri eini 24 næmingum í flokkinum, sum passivt lurtaðu og móttóku undirvísing.
Tað krevur meir enn bert fakligt innlit at vera lærari í dag.
Vit hava ein broyttan veruleika, har samfelagið, næmingar, tøknin og undirvísingin er broytt. Lærarin í dag arbeiðir í einum floksrúmi, har næmingarnir skulu hoyrast, síggjast – og takast við upp á ráð. Tey skulu ikki bara læra – tey skulu læra at skapa saman við øðrum, har tey kunnu verða við til at mynda undirvísingina og harvið sína egnu læring.
Hetta hevur sett nýggj, størri og øðrvísi krøv til læraran, og hetta krevur, at eg sum landsstýrismaður og vit sum myndugleikar gera okkara til at stuðla hesum læraraleiklutinum.
At vit tryggja karmarnar fyri trivnaði, fyri námsfrøðiligari menning, fyri samstarvi og fakligheit.
Ein lærari skal ikki bara verða dugnaligur – hann skal eisini trívast.
Góður trivnaður smittar, og ein dugnaligur lærari, sum sjálvur útstrálar gleði, orku og íblástur, hann kann smitta næmingarnar við orku og íblástri.
Í hesum sambandi vil eg nevna ein, sum livdi, undirvísti og lærdi við hesi sannføring.
Frits Johannesen – lærarin, listamaðurin, kórleiðarin og menniskjað.
Hann var lærari í 41 ár í Fuglafirði, men hann var eisini nakað meira - hann var ein skapari. Hann segði einaferð:
“Tað týdningarmesta er ikki, at næmingurin lærir tað, eg vil læra hann. Tað er, at hann upplivir at fáa lut í læringini sjálvur.”
Hetta er kjarnin. Ein skúli, har læringin ikki bert er fyrilestur, men samskapan. Har børnini hava tíð og umstøður at fordjúpa seg – at spæla við tónar og litir og tankar.
Hetta er í samsvari við skúlan eg droymi um, har næmingarnir við stórum áhuga kunnu menna síni skapandi evnir, tá teir sum virknir luttakarar uppliva læringina sum eina livandi, spennandi og skapandi prosess. Har lærarin er vegleiðari og viðspælari, og ikki bert ein miðlari.
Og í so máta var Frits ein fyrimynd. Hann vísti okkum, hvat tað merkir at vera lærari í djúpastu merking – og vit skulu hava dirvi at halda áfram, har hann slepti.
Vit kunnu tó ikki leggja alla ábyrgdina av at bera eina fjølbroytta og krevjandi skúlauppgávu eina og aleina á læraran. Um vit veruliga vilja hava ein inkluderandi, góðan og fjøltáttaðan fólkaskúla, so krevst, at tit lærarar fáa tryggar, varandi og skipaðar karmar, har faklig menning og eftirútbúgving er sjálvsagdur partur av tykkara arbeiði.
Vit mugu raðfesta at bjóða tykkum møguleikar at menna tykkum fakliga, bæði innan inklusjón, samlæring, tvørfakligt samstarv og námsfrøðiligar hættir til at handfara ein fjøltáttaðan veruleika.
Tað er ikki bara ein rættur tit hava krav til, men ein íløga, sum alt samfelagið fær ágóðan av.
Tørvurin á eftirútbúgving er ikki nýggjur, hinvegin er tað alsamt meira greitt, at tørvurin á eftirútbúgving er djúpt rótfastur og alneyðugur fyri at møta teimum fakligu og námsfrøðiligu avbjóðingum, sum nútíðar skúlin og næmingar krevja.
Serliga nú tit lærarar møta nýggjum og fjøltáttaðum avbjóðingum, sum krevja dagførda vitan og øðrvísi námsfrøðiligar førleikar eitt nú við fleiri tvímæltum næmingum.
Í nøkur ár hevur skipanin av eftirútbúgving hjá tykkum lærarum verið ov tilvildarlig og ov avmarkað.
Hetta kann hava havt við sær, at fjarstøðan er vaksin millum gerandisdagin í skúlastovuni og ta vitan, sum krevst fyri at liva upp til dagsins og framtíðar krøv í fólkaskúlanum.
Hetta hava vit gjørt nakað við, og nú eru betri tídir á veg.
Nýggjur leistur fyri at skipa skeið og eftirútbúgving er mentur í tøttum samstarvi millum Nám, Undirvísingarstýrið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Sernám og Námsvísindadeildina v.fl., har endamálið er at skapa eina greiða, samanhangandi og samskapandi skipan av eftirútbúgving, sum er lagað til samtíðarinnar tørv og krøv.
Nú tá lærarar fáa bjóðað tey røttu viðkomandi skeið og eftirútbúgvingar gerast teir virknir partar í einum lærandi skúla, har teir mennast og fáa íblástur og hugskot frá hvørjum øðrum, har netverk og fakligir felagsskapir vaksa.
Skipanin er bygd á fýra leiðir, sum eru heildartiltøk til allar lærarar, tiltøk fyri einstakar skúlar, styttri faklig skeið og longri formellar eftirútbúgvingar.
Skipanin tekur atlit at veruliga tørvinum á fakligari førleikamenning og er liður í eini burðardyggari visjón fyri fólkaskúlan, har lærarar, leiðarar og námsfrøðingar verða virknir luttakarar í at menna sítt egna fak.
Hetta er eitt stig móti einum lærandi skúla, har førleikamenning ikki verður mett sum eyka átak, men sum ein sjálvsagdur og integreraður partur av arbeiðinum.
Hetta snýr seg ikki bara um vitan og førleikar, men eisini um tykkara fakliga tryggleika, starvstign og tykkara møguleika at menna tykkum, so tykkara kensla av at kunna gera mun verður økt.
Ein góð eftirútbúgvingarskipan er ein fortreyt fyri einum veruliga inkluderandi og góðum læruríkum skúla, har børn og ung fáa ta bestu undirvísing frá teimum bestu lærararunum.
Ein lærari, sum støðugt fær møguleika at mennast, hjálpir næmingum at vaksa.
Vit mugu saman tryggja, at fólkaskúlin ikki stendur í stað – men livir og mennist við tíðini.
Tað krevur, at vit seta orku í trivnað, lærarasamskapan, samlæring og førleikamenning.
Vit liva í eini tíð við samfelagsligum fjølbroytni, tøkniligum frambrotum og altjóðagerð í einum støðugt broytiligum heimi, sum kunnu seta nýggj og øðrvísi krøv til skúlan.
Tí er alneyðugt, at vit eru før fyri at tillaga skúlan, har vit megna at skapa læringsumhvørvi, har øll børn kunnu menna seg. Vit mugu tora at menna, umskipa og taka ábyrgd av okkara framtíðar skúla. Eg droymi um ein skúla, har øll børn kenna seg virdan sum ein veruligan part av einum læringsfelagsskapi, sum gevur teimum rúmd, tíð og umstøður at blóma.
Takk fyri tykkara eldhuga, tykkara dirvi. Og takk fyri, at tit krevja og virka fyri, at hvør næmingur – og hvør lærari – fær møguleikan at trívast og mennast í einum livandi læringsumhvørvi.
Tá lærarin trívist – trívist næmingurin eisini.
Takk fyri!
- Ungt Virki – Glasir, 28. mars 2025
Ungt Virki – Glasir, 28. mars 2025
Góðu tit øll – og serliga tit ungu, sum í dag fara at vísa okkum tykkara hugflog og dirvi.
Eg vil byrja við hesum setningi: Áhaldni vinnur, har viljin vil.
Í dag, tá man kemur inn her, so merkir man, at nakað serligt er í luftini; her rørist okkurt, okkurt, sum er spennandi og mennandi.
Um eina løtu fara tit, 108 næmingar, umboðandi 29 bólkar at vísa okkum, hvussu nógva orku og íblástur tit hava lagt í júst tykkara hugskot. Tit hava arbeitt hart, lært nógv og fara nú at traðka fram og vísa okkum, hvussu tit síggja eina møguliga nýggja fyritøku.
Eg veit, at tit ungu hava fingið góða hjálp frá fólkum rundan um tykkum, og tí vil eg eisini takka tykkum, sum hava vegleitt og stuðlað - lærarum, dómarum og fyriskiparum - fyri tykkara íkast.
Ungt Virki er ein heilt serlig kapping, tí hon gevur tykkum møguleikan at royna tykkara hugskot í verki. Og tað krevur dirvi at koma við nýggjum tankum, at tora at feila, og at tora at trýsta gjøgnum.
Men tað er eisini møguligt at eydnast. Tað hava vit sæð áður.Eitt dømi er fyritøkan Navia, hvørs stjóri og stovnari, Óli Kristian á Torkilsheyggi, í nógv ár hevur verið dómari til Ungt Virki.
NAVIA byrjaði nevniliga sum ein bólkauppgáva til Ungt Virki. Fyritøkan var stovnað sum partur av eini handilsskúlaverkætlan og byrjaði sum eitt lítið virki við tveimum túsundkrónuseðlum í eginpeningi.
Í dag er Navia ein av leiðandi fyritøkunum innan tógv- og ullavinnu í Føroyum, eins og hon er kend á útlendska marknaðinum - í fleiri londum.
Hetta er tað, vit meina við íverksetan – at síggja eitt hugskot, men eisini at arbeiða fyri at gera tað til veruleika. Og tað duga tit ungu sera væl, og hvør veit, um ikki okkurt av teimum spennandi hugskotunum, vit fara at síggja í dag, ein dag gerst til veruleika, har tú kanska verður stovnari og stjóri í egnari fyritøku.
Tit, sum kappast í dag, kappast um at fáa loyvi at luttaka í DM í Danmark, sum verður 29. apríl. Her hevur Føroyar roynt seg væl, og eitt nú vann føroyski bólkurin “ Havsalt” í 2013 kappingina, og fekk bólkurin til EM eisini ein prís fyri mest burðardyggu ætlan.
Eg vóni, at tit ungu halda áfram. At tit ikki geva upp, sjálvt um alt ikki riggar beinanvegin. Tí sum sagt, kanska ert tú tann næsti, sum skapar eitt virki, sum kann vaksa og blóma her heima, og sum eisini kann røkka langt út um landoddarnar. Føroyar hava brúk fyri tykkum ungu – vit hava brúk fyri tykkara hugflogi, tykkara áræði og tykkara arbeiði.
Og minnist til, um tað ikki riggar fyrstu ferð, so halt áfram, tí sum sagt í byrjanini: áhaldni vinnur, har viljin vil.
Takk fyri – og góða eydnu!
- Røða til PANGEA-kapping – 22. mars 2025
PANGEA-kapping – 22. mars 2025
Góðu næmingar, lærarar og fyriskiparar
Eg ivist ikki í, at tit eru rættiliga spent øll somul til finaluúrslitið í dag. Eg vóni, at hetta hevur verið ein spennandi tíð, síðani kappingin byrjaði í januar, og at tit bæði hava lært nógv og havt nógvar góðar upplivingar. Endamálið við kappingini er at kveikja áhugan fyri støddfrøði, men eisini at skapa felagsskap millum tykkum, sum luttaka og vísa á, at støddfrøði er spennandi og eitt hent amboð í nógvum ymiskum viðurskiftum.
Pangea-kappingin byrjaði í Týsklandi í 2007, og verður nú hildin í nógvum evropeiskum londum. Hetta vísir, at skúlar og fyriskiparar hava megnað at gjørt kappingina bæði viðkomandi og spennandi. Eg má sanna, at undirtøkan í Føroyum hevur verið sera góð. Í ár vóru 1949 næmingar úr 21 skúlum tilmeldaðir, tá ið kappingin byrjaði. Hetta er eitt herðaklapp bæði til tykkum, sum skipa fyri og ikki minst skúlarnar, at tit megna at fáa so stóra undirtøku frá næmingunum, eisini tá ið vit hugsa um breiddina, at kappingin fatar um næmingar frá 3. til og við 9. flokk.
Støddfrøði er kravd lærugrein í fólkaskúlanum øll skúlaárini frá 1. - 9. flokk, og tí er hon ein av okkara høvuðslærugreinum. Tað eru tó ikki allir næmingar, sum halda, at støddfrøði er spennandi og heldur ikki, at tað er so lætt at læra ymisku roknihættirnar og hugtøkini. Vit eru so ymisk, og tað skulu vit hava loyvi til at vera.
Vit hava ymiskar førleikar og ymisk áhugamál. Onkur er dugnaligur í ítrótti, onnur í máli, onkur er kreativur, og summum dáma best støddfrøði. Soleiðis kann samansetingin vera í einum flokki, men tað eru lærugreinir, sum allir næmingar skulu læra m.a. støddfrøði. Tað er tí so umráðandi, at vit sum skúli duga at seta støddfrøðina í ein samanhang, har næmingarnir læra bæði at finna kreativar loysnir, og hvussu teir kunnu nýta støddfrøði í praksis. At gera støddfrøðina áhugaverda og spennandi er eitt kynstur, og her kann Pangea - kappingin vissuliga hava ein týðandi leiklut.
Tað er heldur ikki øllum næmingum, sum dáma at luttaka í kappingum. Summi halda seg ikki framat og halda, at tað eru so nógv onnur, sum duga betur. Duga kanska heldur ikki at síggja týdningin av kappingum, sjálvt um børnum ofta dáma væl at kappast, hugsið bara um øll telduspølini. Tað er tí umráðandi, at Pangea kappingin ikki er bara við tí fyri eyga at kappast, men at hon er liður í læringini, at kveikja og seta orð á støddfrøðina og at menna felagsskap millum næmingar.
Í Pangea - kappingini finna næmingar sínar líkar, sum hava somu áhugamál. Teimum, sum dáma væl støddfrøði, hava her ein gyltan møguleika at savna seg um sítt yndisfak. Men tað eru ikki bara tey, sum dagliga klára seg væl í støddfrøði, sum koma langt í kappingini. Tað eru eisini tey, sum í dagligu undirvísingini ikki hava havt so lætt við at nýta síni kreativu evni í roknitímunum.
Í Pangea - kappingini síggja tey nýggjar møguleikar í støddfrøði, tí uppgávurnar í Pangea eru ofta øðrvísi, sum at loysa gátur og finna nýggjar leiðir at loysa spurningar. Eg fari í hesum sambandi at fortelja eina søgu, sum eru um afturmeldingar, eg havi fingið, og sum vísir okkum, hvønn týdning, Pangea - kappingin kann hava fyri ein næming.
Søgan um Petur og Pangea - kappingina
Petur var 12 ára gamal og hevði altíð hildið, at tað var heldur torført at læra støddfrøði. Hóast honum dámdi at loysa uppgávur, so gav hann ofta upp, tá uppgávurnar gjørdust ov truplar. Hann hugsaði mangan, at støddfrøði var bara fyri tey, sum vóru serliga dugnalig, og at hann ongantíð fór at vera fremstur í hesari lærugrein.Ein dagin bjóðaði lærarin næmingunum at luttaka í Pangea-støddfrøðikappingini. Petur ivaðist, um hann skuldi luttaka, hvat um hann bara kláraði at loysa nakrar fáa uppgávur, hvat fóru hini at siga? Men við eitt sindur av treiskni og stuðli frá læraranum, so avgjørdi hann at royna.
Skjótt varnaðist Petur, at uppgávurnar vóru spennandi. Tað vóru ikki bara vanligar rokniuppgávur – tær vóru sum gátur, sum skuldu loysast. Peturi dámdi eisini at royna nýggjar loysnir og uppdagaði, at hann í roynd og veru dugdi betur, enn hann hevði hildið. Hann kom í semifinaluna, og tað var nakað, sum hann ongantíð hevði ímyndað sær.
Her møtti hann næmingum úr øðrum skúlum. Summi høvdu altíð dugað væl í støddfrøði, meðan onnur, eins og hann sjálvur, høvdu verið meira ivasom, men sum í Pangea kappingini høvdu sæð nýggjar møguleikar í støddfrøði, og at tað var spennandi at loysa uppgávurnar. Tey stuðlaðu hvør øðrum, prátaðu um loysnir og funnu nýggjar mátar at skilja uppgávurnar.
Hóast Petur ikki kom í finaluna, so hevði hann fingið ein virðismiklan førning. Hann hevði lært nógv, honum dámdi at loysa støddfrøðiligar uppgávur, sjálvsálitið var størri. Nú tordi hann at luttaka og vísa, hvat hann dugdi, og harumframt hevði hann fingið nýggjar vinir, sum vóru í líknandi støðu, sum hann sjálvur. Í Pangea - kappingini hevði hann lært, at tað týdningarmesta var ikki at vera bestur, men at tora at royna, hugsa og finna loysnir og læra av øðrum.
Nógv børn og ung hava havt somu ella líknandi upplivingar sum Petur. Tað er umráðandi, at vit sum skúlaverk megna at geva børnum og ungdómi okkara læruríkar og spennandi upplivingar í teirra skúlagongd. Tað er umráðandi, at vit seta okkum sum mál og sum grundleggjandi eginleikar at kveikja forvitni, menna sjálvsálit og felagsskap í øllum virksemi í skúla og frítíðarlívi.
Eg takki tykkum næmingum fyri tykkara luttøku og áhaldni. Tit skulu vera fegin um tey úrslit, tit hava nátt. Um tykkara avrik í dag, ikki rakk tí, sum tit høvdu vónað, so fegnist um, at tit hava nátt so langt í kappingini. At koma í finaluna er ein heiður. Hugsi um tað. Eg ynski tykkum alt tað besta, eina góða skúlagongd og framhaldandi áhuga í støddfrøði.
Somuleiðis takki eg tykkum, sum fyriskipa Pangea - kappingina og skúlunum fyri tykkara stóra arbeiði at fyriskipa átakið og menna bæði støddfrøðiundirvísingina og støddfrøðifatanina.
Tøkk øll somul.
- Barnaráðstevna í NLH – 19. mars 2025
Barnaráðstevna í NLH – 19. mars 2025
"Vaiana, Maui og ferðin út í ókenda"
Góðu børn, góðu vaksin!
Hava tit hoyrt um Vaianu og Maui?
Vaiana er djørv, klók og fylgir hjartanum. Maui er sterkur, eitt sindur stoltur – men eisini ein góður vinur, tá tað veruliga ræður um. Saman hava tey longu verið á stórum ævintýrum.
Men í Vaiana 2 hendir nakað nýtt: Vaiana hoyrir eina rødd, sum kallar á hana. Hennara forfedrar senda henni ein boðskap – hon má sigla longur, heilt út, har eingin hevur verið fyrr!
Men hon klárar tað ikki einsamøll. Hon hevur brúk fyri hjálp. Og tíbetur er Maui har! Hann er eitt sindur stuttligur, eitt sindur reypandi, men hann er eisini óførur og vil fegin hjálpa.
So saman fara tey út á eina nýggja, spennandi ferð – við einum toymi av djarvum sjófararum. Tey skulu finna svar. Tey skulu lurta eftir hvørjum øðrum. Tey skulu taka hond um hvønn annan. Og tey skulu finna vegin til eina betri framtíð fyri alt sítt fólk.
Og vita tit hvat? Í dag eru tit eisini ein partur av júst slíkari ferð!
Vit, tey vaksnu, vilja fegin vita: Hvussu sær eitt gott barnalív út? Hvussu skal ein familja vera? Hvat ger ein dag í barnagarðinum stuttligan? Hvat dámar tykkum best at gera, tá tit hava frí?
Líkasum Vaiana og Maui skulu tit í dag hjálpa okkum at finna svarini. Vit klára tað ikki uttan tykkum! Vit skulu lurta eftir tykkum, tí tað eru tit, sum best vita, hvat skal til fyri at hava eitt gott barnalív.
Og tað, sum tit siga í dag, verður ikki gloymt. Orðini, sum tit deila, verða ein partur av Føroya fyrstu barnalóg. Tað merkir, at tit hjálpa øllum børnum – ikki bara tykkum sjálvum, men eisini øllum teimum, sum vaksa upp aftaná tykkum.
So takk fyri, at tit eru her. Takk fyri, at tit vilja siga okkum tykkara tankar. Og takk fyri, at tit eru við á hesi stóru ferð.
Tí sum Vaiana og Maui lærdu okkum: Tá vit lurta eftir hvørjum øðrum – og hjálpa hvørjum øðrum – so finna vit vegin til eina betri framtíð!
- SkúlaFM finalan á Giljanesi - 7. mars 2025
SkúlaFM finalan á Giljanesi - 7. mars 2025
Góðu næmingar, lærarar og fyriskiparar, góðu tit øll, sum eru her í dag
Tað er mær ein stór gleði at standa her saman við tykkum til hesa finaluna í SkúlaFM 2025. Ein kapping, ið hevur víst seg at vera ein fantastiskur pallur fyri tykkum ungu at royna tykkum sum íverksetarar. Í dag fara vit at síggja og hoyra um tykkara hugskot – hugskot, ið kunnu skapa broytingar, menna samfelagið og kanska enntá verða til framtíðar fyritøkur, ið koma at veita tænastur, sum fólk fáa gleði av.At vera íverksetari krevur dirvi, ágrýtni og áhaldni. Tað eru júst hesir eginleikar, sum eg veit, at tit øll hava lagt í tykkara verkætlanir, nú tit eru komin til finaluna.
Tað, sum tit læra gjøgnum SkúlaFM, er ikki bert ein kapping – tað er ein lívsroynd, sum kann brúkast bæði í skúlanum, í vinnuni og í øllum øðrum, tit koma út fyri í framtíðini.Eg vil fegin fortelja tykkum eina sanna søgu um tveir ungar føroyingar, sum eins og tit byrjaðu við einum hugskoti. Tór og Jákup gingu í fólkaskúla, eins og tit gera nú.
Teir høvdu báðir eina sterka tráan eftir at stovnseta sítt egna. Í sínum ungdómsárum byrjaðu teir í tí smáa við fyritøkuni Góðs, har teir bjóðaðu seg fram til ymiskt fyrifallandi arbeiði so sum at mála, selja pylsur v.m.Teir prógvaðu alt fyri eitt, at teir høvdu dirvi til at taka av teimum møguleikum, teir fingu. Tá Glasir skuldi gerast liðugt, tá bjóðaðu teir seg fram at hjálpa við at rudda, og teir báðir fingu fatur á 40 ungum røskum monnum, sum teir so løntu, og við drívmegi eydnaðist tað so teimum báðum at tjena út við eina hálva millión krónur – sum heilt ungir menn! Hetta gav teimum blóð upp á tonnina.
Tá teir skuldu í starvslæru spurdu teir, um tað lat seg gera at fara í starvslæru í síni egnu fyritøku, men svarið teir fingu frá vegleiðaranum var, at tað bar als ikki til!
Góðtóku teir bara so hetta svarið og fóru í starvslæru hjá onkrari aðrari fyritøku ella almennum stovni? Nei, teir leitaðu eftir øðrum møguleikum og funnu eina aðra loysn, har teir kundu menna seg sjálvar, sína fyritøku og síni hugskot.
Teir spurdu so vegleiðaran, um teir so í staðin kundu koma í starvslæru hjá Hugskotinum, og tá fingu teir so játtandi svar....Og í starvslæru hjá Hugskotinum opnaðu fleiri hurðar seg, har teir fingu nýggja fríska luft undir veingirnar, eins og teir fingu íblástur til heilt nýggj og betri hugskot.
Teir sóu møguleikar í øktu ferðavinnuni og serliga í tí trupulleika, at tað var trupult hjá ferðafólkum at leiga ein bil í Føroyum, har tað manglaðu bilar, tí tørvurin var væl størri enn útboðið.
Í staðin fyri at bíða eftir, at onkur annar loysti trupulleikan, settu teir sær fyri at loysa hann sjálvir. Teir brúktu allar pengarnar teir higartil høvdu forvunnið til at keypa tveir bilar kontant, og teir tóku sítt fyrsta lán fyri at fáa fleiri bilar, uttan at hava útleigað ein einasta bil. Hetta var ein váði, tí høvdu teir nakran møguleika ímóti royndu kappingarneytunum á marknaðinum, sum ígjøgnum nógv ár høvdu ognað sær nógva vitan og royndir?
Tað ráddi um at halda fokus og finna fram til sínar egnu styrkir, sum m.a. var á tí tøknliga økinum. So teir upprættaðu sær eina fína heimasíðu, og 2 dagar eftir kom gongd á at leiga bilar út, og nú fá ár seinni hava teir ment fyritøkuna Rent Your Car við yvir 200 bilum og út við 11 starvsfólkum.
Henda søgan er eitt prógv um, at við dirvi, ágrýtni og áhaldni ber til at fara frá einum hugskoti til eina veruliga fyritøku. Og tit, sum eru her í dag, hava júst hesar eginleikarnar. Kanska er tað júst nøkur av tykkum, sum fara at stovna eitt nýtt føroyskt vinnuævintýr í framtíðini!
Tit skulu minnast til, at tað er altíð lættast at fylgja streyminum og gera tað, sum øll hini gera. Men veruligur íverksetari er tann, sum sær møguleikar, har onnur síggja forðingar. Ein íverksetari er ikki bert ein, sum stovnar fyritøku. Ein íverksetari er ein, sum torir at hugsa øðrvísi, dugir at finna nýggjar loysnir og at skapa virði fyri onnur. Tað kunnu vera stórar vinnuligar broytingar, men tað kunnu eisini vera smáar broytingar, sum gera gerandisdagin hjá fólkum lættari.
Tit hava arbeitt við at menna tykkara egnu hugskot, og tað í sær sjálvum er eitt bragd. Tað, sum hevur týdning, er ikki bert úrslitið í dag, men tann lærdómur, tit hava fingið á leiðini. Tit hava lært at samstarva, hugsa kreativt og at arbeiða miðvíst við tykkara ætlan. Alt hetta eru førleikar, sum fara at gagna tykkum, uttan mun til um tit blíva íverksetarar ella velja aðrar leiðir í lívinum.
Í Føroyum síggja vit eina alsamt vaksandi menning innan nýhugsan og íverksetan. Íverksetarahúsið, Hugskotið, FabLab og fleiri onnur arbeiða hvønn dag fyri at menna eitt umhvørvi, har hugskot kunnu blóma.
Eisini politiskt leggja vit stóran dent á at stuðla íverksetan. Tí tað eru júst nýggj hugskot, ið kunnu tryggja okkara vælferð í framtíðini.
SkúlaFM er ein týdningarmikil partur av hesum – at menna tykkum ungu til at tora, til at royna, og til at skapa.Míni boð til tykkum í dag er: Lat ongar forðingar steðga tykkum!
Havið dirvi til at hugsa stórt, trúgvið upp á tykkum sjálvi, og minnist til, at tit hava allar fortreytir fyri at gera tykkara dreymar til veruleika.Eg vil takka tykkum lærarum fyri tykkara íkast til at stimbra, kveikja og stuðla tykkara næmingum.
Takk til Íverksetarahúsið og øll tykkum, sum hava fyrireikað og samskipað hetta megnar tiltak!Tit ungu, eg gleði meg til tykkara framløgur. Eg veit, at tit hava arbeitt við hugskotum, sum kunnu gera mun. Kanska eitt av tykkara hugskotum verður næsta vinnuævintýrið í Føroyum – hvør veit?
Góða eydnu øll somul og takk fyri!
- Móttøka – Netsamskipari settur – Suðuroy, 3. mars 2025
Móttøka – Netsamskipari settur – Suðuroy, 3. mars 2025
Góðu tit øllTað er mær ein stór gleði at vera her í dag til hesa hátíðarløtu, sum hevur eitt serliga týdningarmikið endamál – at fagna Vágs kommunu fyri at taka eitt framskygt og ítøkiligt stig í arbeiðinum fyri børn og ung við at seta ein netsamskipara í starv sum liður í Barnaverkætlanini.
Landsstýrið og Kommunufelagið hava í felag tikið stig til Barnaverkætlanina. Hetta er eitt prógv um, at vit raðfesta trivnað og menning hjá børnum og ungum – ikki bara í orði, men eisini í verki.
Barnaverkætlanin hevur ta framsøknu visjón, at Føroyar skulu vera tað besta samfelagið hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í – eitt samfelag, har øll børn hava møguleika at trívast, mennast og búgvast. Tað er ein visjón, sum krevur ítøkilig stig, og tað er júst tað, tit í Vágs kommunu hava gjørt við hesi avgerð.
Barnaverkætlanin snýr seg grundleggjandi um, hvussu vit í verki skapa betri umstøður fyri øll børn, óansæð bakgrund, støðu og fortreytir. Tað snýr seg um at bróta niður forðingar, byggja brýr og tryggja, at øll børn í Føroyum hava somu møguleikar at mennast og trívast.
Ein av okkara størstu styrkjum sum samfelag er, at vit eru eitt lítið samfelag og hava møguleika at byggja upp samstørv skjótt og tætt. Tað merkir, at vit kunnu sameina royndir, vitan og orku tvørturum geirar, stovnar, fakmørk og borgarar - fyri at tryggja eitt enn sterkari og rúmligari samfelag fyri øll børn.
Tað krevur arbeiði, tað krevur samstarv, og tað krevur, at vit øll – politikarar, stovnar, skúlar, kommunur, foreldur, áhugabólkar og samfelagið sum heild – hava somu visjón: at eingin skal detta niðurímillum, og at øll børn skulu hava ein góðan og virðiligan uppvøkstur í Føroyum.
Síðani Barnaverkætlanin byrjaði í 2023 er arbeitt miðvíst við at byggja upp eitt sterkt vitanargrundarlag og at menna eina verkætlanarorganisatión, ið kann stuðla øllum viðkomandi pørtum at skapa betri karmar fyri børn og ung. Í hesum sambandi hevur Barnaverkætlanin framt fleiri týðandi pilotverkætlanir og arbeitt við strategi- og førleikamenning innan felags almenna leiðslu. Barnaverkætlanin er skipað og virkar eftir einum samskapandi og fimun arbeiðshátti, ið gevur øllum viðkomandi pørtum lut í menningartilgongdini - ein leistur, ið hevur víst seg í verki at virka væl og fær góða undirtøku. Umráðandi er, at børnini eisini fáa eina rødd og møguleikan at siga sína hugsan um teirra viðurskifti – og fáa veruliga ávirkan í tilgongdini, og tað hevur Barnaverkætlanin m.a. gjørt í tilgongdini at fyrireika eina føroyska barnalóg – tann fyrsta í Føroyum.
Arbeiðið í Barnverkætlanini er nú komið so mikið áleiðis, at farast kann undir royndarverksetan saman við kommunum, sum hava víst ætlanini áhugað.
Tí eru vit sera fegin um samstarvið við Vágs kommunu, og at vit nú eru komin hertil í verkætlanini, at Vágs kommuna hevur tikið avgerðina at seta ein netsamskipara í starv. Hetta er eitt stórt stig í menningartilgongdini fyri børn og ung í kommununi og eitt ítøkiligt dømi um, hvussu Barnaverkætlanin verður sett í verk í praksis.
Vágs kommuna hevur við hesi avgerð víst, at tit vilja gera mun, og at tit taka ítøkiliga ábyrgd av trivnaðinum og menningini hjá tykkara børnum og ungu. Nú verður farið undir at gera eina meira ítøkiliga avtalu um, hvussu samstarvið millum Vágs kommunu og Barnaverkætlanin verður skipað.
Eg vil tí nýta høvið at takka tykkum í Vágs kommunu fyri tykkara eldhuga og vilja at fara undir hetta arbeiði. Tit ganga undan og fara uttan iva at gera tykkum virðismiklar royndir, sum aðrar kommunur kunnu læra av.
Eisini vil eg fegin ynskja tær, Sunrid Hansyardóttir Olsen, hjartaliga til lukku og góðan byr í nýggja starvinum sum netsamskipari. Hetta er ein týðandi og spennandi uppgáva, sum uttan iva fer at hava eina jaliga ávirkan á børn og ung í kommununi.Vit í landsstýrinum, saman við Barnaverkætlanini, gleða okkum til framhaldandi samstarvið við Vágs kommunu og at fylgja við í menningini av hesum týdningarmikla arbeiði.
Børnini og tey ungu eru okkara framtíð. Tað er okkara felags ábyrgd at tryggja, at tey fáa eitt trygt lív, har tey trívast, mennast og hava allar møguleikar fyri at blóma – bæði sum einstaklingar og sum virkin partur av góðum inkluderandi felagsskapum.
Takk fyri, og enn einaferð hjartaliga til lukku og góða eydnu!
- Við Tjarnir – 1. mars 2025
Við Tjarnir – 1. mars 2025
Edith Piaf, Dolly Parton, og Ariana Grande. Ella Prince, Bruno Mars og Freddie Mercury.
Hvat hava hesi til felags?
Jú, hesi hava tað til felags, at tey við sínum evnum hava ávirkað bæði tónleikaverðina og heimssøguna yvirhøvur.
Eitt annað, sum hesi hava til felags, er tað, at tey øll vóru lág í vøkstri. Bara ein av teimum var yvir 170 cm, so her er talan um menniskju, sum við fyrsta eygnabrá tyktust smá, men sum vístu seg at vera stór upp á aðrar mátar.
Tað sama er galdandi innan ítrótt. Her hava vit dømir uppá, hvussu persónar, sum at síggja til vóru lítlir, rukku altjóða hæddir, og kundu vit nevnt Diego Maradona, sum við sínum 165 cm óivað hevur verið ein tann besti fótbóltsspælarin.
Hóast vit sum tjóð eru lítlar, so hava vit eisini víst, at vit eru stór, ja enntá kempir. Hetta varð prógvað í 2023, har okkara U21 hondbóltslandslið endaði á einum imponerandi 7. plássi í HM- endaspælinum, og eisini hava vit ferð eftir ferð (vakt ans) skarað framúr í sangkappingum uttanlands við okkara framúr dugnaligu tónleikafólkum. Og júst í kvøld, meðan vit eru við Tjarnir, luttekur aftur ein føroyingur í sangkappingini Melodi Gran Prix í Danmark.
Tá hetta er sagt, so mugu vit eisini minnast til, at tey góðu avrikini seta krøv til hølisviðurskiftir, og er við Tjarnir eitt tekin upp á hetta, eins og Tórsvøllur og 50 m svimjubanarnir eru tað.
Nógv í lívinum er eitt sindur mótsigandi (paradoksalt), og kanska er tað eisini soleiðis við okkum føroyingum; tí hóast smáir, so roynast vit knáir. Vit hava víst øðrum, at vit ikki altíð skulu vera realistisk ella jarðbundin, nei, vit skulu hugsa størri enn bara tað realistiska, serliga tá tað viðvíkur ítróttalig, listalig og mentanarlig avrik yvirhøvur.
Vit skulu áhaldandi vísa øðrum, at ein lítil tjóð saktans kann vera eitt stórt fólk.
Vit skulu vísa okkara komandi ættarliðnum og umheiminum, at tá tað snýr seg um tónleik, ítrótt og mentan, so nýtist okkum ikki at vera jarðbundin, nei, vit vilja slíta tað, sum bindur okkum niður, vit vilja droyma stórt, tí vit hava ásannað, at avrikið verður bara avmarkað av dreyminum.
Vit eru í kvøld stødd her við Tjarnir. Um onkur fyri 6-7 árum síðani hevði sagt við meg, at eg í dag fór at kunna koyra frá heimbygd míni - frá Glyvrum undir Tangafjørð, fyri síðan at koma upp á Hvítanesi og koyra beina leið niðan á Tjarnir til eina stórhøll, sum kann brúkast til bæði altjóða hondbóltsdystir og stórkonsertir, ja, so hevði eg kanska himprast…og ivast.
Men her eru vit so í dag, og vit sita við kensluni av, at vit enn einaferð hava avrikað nakað stórt, og skal eg vegna Landsstýrið takka øllum tykkum, sum hava gjørt henda dreym til veruleika.
- FM fyri handverkslærlingar – Glasir, 27. februar 2025
FM fyri handverkslærlingar – Glasir, 27. februar 2025
Góðu tit
Eg hugsi at byrja við hesum setningi, sum vónandi er tann, sum tit taka við tykkum, ikki bara eftir at henda kapping er liðug, men eisini, tá tit standa við tykkara prógvi í hondini, og tað er hetta: Ein lærlingur í dag er ein meistari í morgin.
Tað er bæði gleðiligt og stuttligt at síggja tykkum øll her í dag, og sum landsstýrismaður kann eg ikki annað enn at fegnast um, at vit í Føroyum hava so nógv dugnalig fólk, sum ynskja at taka eina yrkisútbúgving. Harnæst vænti eg, at vit øll eru samd um, at karmarnir, vit hava úti á Glasi til hetta, eru framúr. Her hava vit eitt útbúgvingarstað, sum vísir, hvussu tað teoretiska og praktiska eiga og kunnu ganga upp í eina hægri eind.
Tit, sum nú fara at kappast, eru á mongum økjum ymisk, men sum lærlingar hava tit kortini nakað til felags.
Tit arbeiða øll við hondunum, har tað krevst góðir praktiskir førleikar og handalag, og í tykkara yrki hevur tað stóran týdning at duga at vera neyvur ella præcisur. Ein lítil feilur kann hava við sær eina skeiva frisýru, ein óstøðugan bygning, ein streymskaða, eina óvirkna maskinu ella eina vandamikla bil-viðgerð.Tit hava øll tykkara egnu seramboð, alt frá saksum til loddiamboð og hamara, og nýta tit hetta til at skapa, byggja ella umvæla nakað, tað veri seg hár, træ, el-innleggingar, maskinur ella bilar.
Ígjøgnum tykkara yrki fara tit at ávirka og gera lívið lættari hjá so nógvum av okkum, og lat meg bara siga tað hart beinanvegin, tað sum nógv av tykkum hugsa beint nú: tað er ikki akkurát tit frisørar, sum fáa so nógva ávirkan á mín gerandisdag, men sama ger.
Tit hava óivað øll hava havt onkra fyrimynd, kanska innan tykkara yrki ella á øðrum økjum, sum hevur vakt tykkara áhuga. Ein fyrimynd er ein, sum hevur gjørt sítt allar ítasta, og harvið avrikað væl.
Tit kunnu eisini vera fyrimyndir, um tit bara altíð hava hetta fyri eyga: at vera vælgjørdur.
Óansæð um man velur sína yrkisleið innan handverk ella skrivstovu, á sjógvi ella landi, so er hetta eina, tað at vera vælgjørdur, so sera umráðandi.
Ein hevur sagt tað soleiðis : "To give anything less than your best, is to sacrifice the gift”, ella umsett til føroyskt: At geva nakað minni enn títt besta, er at ofra ta gávu tú hevur” . So legg tær eina við at vera vælgjørdur.
Nú fara tit at kappast; tað at kappast er nakað, sum eg kenni nógv til, tí eg eri bókstavliga ein “gamal” fótbóltsspælari. Kappingin mennir okkum, motiverar okkum og fær okkum at hugsa kreativt, og hetta er gott, tí hetta er nakað, sum flytur okkum persónliga, men eisini nakað, sum flytur okkara yrki longur fram á leið.
Eg ynski tykkum eina góða og læruríka kapping við hesari heilsan: tað kann vera, at bara ein tykkara vinnur FM-heitið, men minnist til, at FM ikki bara stendur fyri Føroya Meistari, men FM merkir eisini “ FyriMynd”, og tað kunnu tit øll vera.
- Skúlaleiðaradagur - 24. februar 2025
Skúlaleiðaradagur - 24. februar 2025
Góðu skúlaleiðarar
Tit hava eitt ábyrgdarfult starv, sum ikki kann undirmetast og heldur ikki sammetast við onnur leiðslustørv. Tað liggur ein stór ábyrgd á tykkara herðum bæði viðvíkjandi námsfrøðiligari menning, starvsfólkaleiðslu og fyrisiting. Tað eru tit, sum taka avgerðirnar fyri starvsfólk skúlans, einstaka næmingin, felagsskapin og einstaka flokkin.Fólkaskúlaleiðari
Ein umráðandi førleiki hjá fólkaskúlaleiðarum er at duga kynstrið at leiða umvegis onnur, at leiða og gera fyriskipanir, har lærarar og ikki minst flokslærarar, taka ábyrgd og standa á odda í einstaka flokkinum, og at hesi fáa bestu umstøður og stuðul. Hetta krevur leiðsluligt hegni, empati, álit, mennandi samskifti, og at starvsfólk skúlans kenna seg vird og hoyrd.
Tykkara leiðslustarv er serstakt á so mangan hátt. Umframt, at tit eins og flestu leiðarar skulu leiða starvsfólk við ymsum førleikum og í ymsum aldri, so fata leiðslustørv í fólkaskúlanum um næmingar líka frá forskúla til 10. flokk, ein aldursspjaðing frá 6 til 17 ár. Harumframt er álagt tykkum kravt samstarv við foreldur og skúlastýri, har skúlastýrið er týðandi partur av arbeiðinum at gera meginreglur fyri virksemi skúlans, og foreldrasamstarvið er grundarlagið undir menningini hjá einstaka næminginum.
Tit hava eisini tveir yvirskipaðar myndugleikar at virka undir, myndugleikin á staðnum, sum er kommuna og skúlastýri og landsmyndugleikin, sum er Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Undirvísingarstýrið.
Tað eru helst fá, sum hugsa um og eru greið yvir tað stóra samskiftisøkið, sum tit skulu megna og skipa í gerandisdegnum. Tit skulu samstarva við Nám, Sernám og Barnavernd umframt við innanhýsis skipanir í skúlunum, Førleikastovu, námsfrøðiliga ráðið, næmingaráð, flokstoymi, lærugreinatoymi og tey fakøki, sum ikki eru beinleiðis partur av Førleikastovuni.
Tit eru bæði róðrið og nøglan. Er einki róður, so rekur skútan fyri vág og vind, og verður nøglan tikin úr bátinum, so fyllist hann og søkkur umsíðir, sjálvt um oyst verður.
Tit hava nógv ymisk mál at taka støðu til. Tit varða av øllum børnum og ungdómi okkara, sum skulu mennast til samtíðar og framtíðar samfelagið. Tey skulu megna tær avbjóðingar, sum tíðin setur, umframt at nøkur hava avbjóðingar, sum tey eru fødd við ella hava fingið ávegis í lívinum. Hetta er ein megnar uppgáva og setur krøv til nógvar av teimum spurningum, sum tit og starvsfólk skúlans dagliga skulu taka støðu til, umframt at tit skulu fjálga um trivnað, menna felagsskapin og tryggja fakliga læring og eitt fakligt og námsfrøðiligt umhvørvi í skúlanum.Fólkaskúlaleiðari í dagsins samfelagi
Sum ásett í fólkaskúlalógini, so skulu tit í skúladegnum ansa eftir, at allir næmingar, sum eru innskrivaðir í tykkara skúla, taka lut í undirvísingini, hava eftirlit við, at næmingarnir fylgja nóg væl við í undirvísingini, og at tað eru tit, sum skulu taka allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum.
Børn og ung hava í dag hava nógvar ymiskar avbjóðingar, sum kunnu hava stóran ávirkan á teirra trivnað og menning. Avbjóðingarnar eru samansettar og ofta tengdar at tøkniligu menningini, sum gongur við rúkandi ferð, krøvum frá samfelagnum, sosialum og sálarligum avbjóðingum og ikki minst at vera partur av einum felagsskapi sum skúlaflokki, vinarskara ella frítíðarítrivi.
Tað er tí eyðsæð, at um eingin er á brúnni at lofta og taka støðu til ymisku málini, so er hóttafall á. Stýringin hvørvur, og tá kann máttloysi og tilvildin skjótt fáa ræðið. Uppgávurnar eru so nógvar, og er eingin at leiða tær, ella ómegd er í leiðsluni, so rokast uppgávurnar upp, og stavnhaldið hvørvur. Báturin ella skúlin fyllist við óloystum uppgávum, og tá trupult at seta kós.
Mínar visjónir
Tit skulu vita, at mítt hægsta ynski er, at vit hava ein góðan fólkaskúla, sum tekur hædd fyri øllum næmingum, óansæð fakligar fortreytir og avbjóðingar. Tí havi eg virkað fyri, at tit fáa møguleika at seta karmarnar fyri skúlan á staðnum. Tykkara vitan og læraraførleiki á staðnum er avgerandi fyri, at tilboðið til flokkarnar og einstaka næmingin eydnast. Tað er tí so umráðandi, at tit hava frælsi til og umstøður í námsfrøðiligum og trivnaðarligum viðurskiftum at seta dagsskránna í tykkara skúla saman við starvsfólkum skúlans.
Herímillum, at tit hava møguleika at skipa skúlan, har tit í ráðlegging og undirvísing saman við starvsfólkum skúlans taka hædd fyri viðurskiftum á staðnum. Hetta kann snúgva seg um búseting, virksemi, framtíðarmøguleikar, kend støð og søgu.
Hetta havi eg lagt áherðslu á í lógarbroytingunum, sum liggja fyri framman umframt onnur námsfrøðilig og skipanarlig viðurskifti. Skjøtil er settur á at lækka floksstøddina til 22 næmingar, har byrjað verður við 1. flokki komandi skúlaár. Arbeitt verður við at stytta skúladagin, skipa skúlan í grund-, mið- og hádeild, endurskoða tíma- og lærugreinabýtið, menna inklusjónsarbeiðið, umframt at royndarverkætlanir eru skipaðar í co-teaching og støddfrøði í verki.Leiðsluserfrøðingar
Evnið á hesum skúlaleiðaradegnum snýr seg um leiðslu, lýst frá ymsum sjónarmiðum og ymsum støðum. Vit hava helst øll okkara leiðslufyrimyndir, leiðslufatan og upplivingar, bæði egnar og í teimum størvum, vit hava havt. Kendi amerikanski leiðsluserfrøðingurin John C. Maxwell hevur skrivað yvir 100 bøkur um leiðslu, har seinasta bók hansara, The Self-Aware Leader, snýr seg um sjálvsfatan sum ein grundleggjandi eginleiki fyri effektivari leiðslu. Maxwell leggur dent á, at leiðarar, sum skilja sínar egnu styrkir og veikleikar, eru betur førir fyri at leiða onnur. Hansara sjónarmið er, at alt stendur og fellur við leiðsluni. At leiðsla snýr seg ikki um heiti, vald ella leiðslustig, men um ávirkan, ábyrgd, at skapa álit, at knýta sambond, og at hjálpa øðrum at nýta teirra fulla potentiali og sjálvi taka ábyrgd. Fleiri kenna helst bók hansara, The 5 levels of leadership, sum vísir stigvísu menningjna í einum leiðslustarvi.Tykkara leiðsluleiklutur
Eg taki hetta fram, tí tit standa dagliga við ymsum leiðsluavbjóðingum og skulu nýta allar tykkara mongu førleikar. Teir menniskjansligu eginleikarnir hava so alstóran týdning í tykkara leiðslustarvi, tí tit skulu fevna so víða og rúma so nógvum ymiskum uppgávum. Tit eru fyrimyndir, vegleiðarar og ráðgevar, sum skapa karmarnar fyri dygdargóða læring, trivnaði og framtíðar møguleikum hjá okkara unga ættarliði. Tit skulu fyrisita, leggja dent á starvfólkamenning og trivnað, menna skúlan námsfrøðiliga og skipanarliga og røkja øll sambond skúlans. Hetta krevur innlivingarevni, umhugsni, viðurkennandi hugburð, evni at lurta og samskifta og ikki minst førleikan at taka avgerðir, sum gagna næmingunum og skúlans arbeiði sum heild. Herímillum eru eisini tær torføru avgerðirnar.Endi
Eg takki fyri tykkara arbeiði at leiða og menna okkara unga ættarlið. Mín vón er, at vit, allir partar í felag, kunnu virka fyri at hava ein so góðan fólkaskúla, sum til ber, har hædd verður tikin fyri felagsskapi, trivnaði og menningarmøguleikum hjá tí einstaka. Somuleiðis takki eg øllum tykkum, ið fara at hava framløgur í dag og eisini tykkum, ið hava lagt dagin til rættis.
Við hesum seti eg skúlaleiðaradagin 2025. - Røða til nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya
Innleiðandi røða frá landsstýrismanninum til nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Góðan dag og vælkomin øll somul.
Fyrst og fremst vil eg nýta høvið at takka tykkum fyri, at tit hava játtað at vera partur av nevndini fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hetta er ein sera týðandi álitisuppgáva, og tað eru stór krøv til stýrið, sum hevur ein lyklaleiklut í at stýra og menna okkara universitet. Vit eru sera fegin um, at tit hava tikið hesa avbjóðingina á tykkum, og eg ivist onga løtu í, at tit fara at gera hetta arbeiði til lítar.
Nevndin er mannað sambært seturslógini við sjey limum og sjey varalimum. Starvsfólk á Fróðskaparsetrinum hava valt nøkur av tykkum beinleiðis, tí tey hava mett tykkum at vera best skikkað til at umboða fakligu og akademisku sjónarmiðini í stýrinum. Tveir lesandi hava valt ein lim og ein varalim, soleiðis at sjónarmiðini hjá teimum, sum dagliga brúka universitetið, verða hoyrd.
Samstundis hava vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum valt fýra limir og teirra varalimir. Her hevur dentur verið lagdur á fakligar førleikar og drúgvar royndir innan:
- Universitetspolitikk og akademiskt arbeiði á altjóða støði
- Evropeiskan útbúgvingarpolitikk
- Vinnulív og íverksetan
- Leiðslu innan gransking og hægri útbúgving
- Námsfrøði og máltøkni
Við hesi samanseting hava vit tryggjað eitt fjølbroytt og sterkt stýri, sum bæði kann lofta teimum fakligu, útbúgvingarligu, vinnuligu og strategisku avbjóðingunum, sum Fróðskaparsetrið í dag hevur, og sum eru fyri framman.
Stýrið er hægsti myndugleiki á universitetinum. Tað hevur ábyrgdina av at tryggja, at Fróðskaparsetrið verður rikið á einum høgum fakligum stigi, og at strategiskar avgerðir verða tiknar við eini greiðari visjón fyri framtíðina.
Tað, at vit hava eitt vælvirkandi stýri, hevur stóran týdning fyri framtíðina hjá Fróðskaparsetrinum. Vit hava tørv á einum stýri, sum torir at seta nýggj mál, men eisini tryggjar, at vit halda altjóða standardir fyri hægri útbúgving og gransking. Tað hevur stóran týdning, at Fróðskaparsetrið er ein sterkur og sjálvstøðugur mentanar- og vitanarstovnur, sum kann lyfta føroyska samfelagið upp á hægsta fakliga stig.
Eitt, sum eg vænti, at tit sum stýri fara at arbeiða nógv við, er strategiætlanin fyri 2025-2030. Henda strategiætlanin leggur dent á:
- At styrkja granskingina og útbúgvingina við atliti at føroyska samfelagnum og vinnulívinum
- At menna eitt meira altjóða orienterað universitet
- At bjóða fleiri og meira fjølbroyttar útbúgvingar, sum kunnu draga fleiri lesandi
- At skapa eitt framkomið og dynamiskt læruumhvørvi
Við tykkara fjølbroyttu royndum og fakligu bakgrund eru tit væl bjálvað at lyfta hesi mál.
Vit vita, at karmarnir hava týdning. Tí verður stór orka løgd í at skapa betri fysiskar karmar fyri bæði starvsfólk og lesandi. Nú verður arbeitt við at dagføra og betra verandi universitetsbygningar, og fyrireikingarnar til ein stóran felagsbygning eru í gongd. Henda byggiætlan fer at savna allar deildirnar á Setrinum undir somu lon, so lesandi og starvsfólk fáa eina veruliga universitetskenslu – eitt stað har vitan, samstarv og nýhugsan blóma.
Eg eri sannførdur um, at hetta stýrið hevur røttu førleikarnar til at tryggja, at vit fáa eitt universitet, sum øll í Føroyum kunnu vera errin av.
At enda vil eg enn einaferð siga stóra takk fyri at tit vilja taka henda álitisleiklut á tykkum. Eg vóni, at tit fara at hava eitt gott og gevandi samstarv, og at tit fara at taka Fróðskaparsetrið inn í eina nýggja tíð við nýggjum visjónum og hægri málum.Góða eydnu við arbeiðinum, og eg síggi fram til eitt gott samstarv við tykkum!
- Røða til kveikingardag hjá SSP 7.februar 2025
Góðu tit øll, ið virka innan SSP samstarvið.
Tykkara arbeiði hevur alstóran týdning bæði fyribyrgjandi átøk, sum hava sum endamál at skapa trivnað og samanhald og beinleiðis hjálp, tá ið børn og ung koma í truplar støður. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at hond verður tikin um barnið frá byrjan av, og at allir avvarðandi partar standa saman um at veita ta bestu hjálpina.
SSP samstarvið
SSP samstarvið, sum er ein felagsskapur millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi, hevur ein stóran leiklut í hesum arbeiði. Hetta eru myndugleikar og stovnar, sum virka millum børn og ung, tó í ymsum vavi og í ymsum viðurskiftum. Sosialir myndugleikar og Løgregla møta ofta børnum og ungum, tá ið barnið mistrívist ella kemur í truplar støður, meðan Fólkaskúlin er tann stovnurin, har øll børn og ung hava sína dagligu gongd stóran part av teirra barna- og ungdómslívi.Vit mugu heldur ikki gloyma, at tað eisini eru aðrir stovnar, sum møta flest øllum børnum, dagstovnar, frítíðarskúlar og Gigni, har Gigni er tann stovnurin, sum møtir barninum frá føðing av, og regluliga vitjar í heimunum fyrstu tvey barnaárini. Harumframt eru tað øll tit, ið skipa fyri, at børn og ung hava eitt mennandi frítíðarlív, kommunur, ítróttafeløgini kring landið, musikkskúlin, skótar, kvøldskúlin og onnur frítíðartilboð.
Tað er so umráðandi, at vit standa saman, so at øll børn og ung, eisini tey, ið bera brek, tey, sum hava sálarligar avbjóðingar, tey, sum kenna seg einsamøll og tey, sum ikki megna at luttaka í einum skúlaflokki, fáa hjálp og stuðul bæði við atliti at persónligu avbjóðingunum og við ávísum tillagingum at megna at vera saman við sínum floksfeløgum. Tað er so sera umráðandi, at eingin dettur niðurímillum.Kveikingardagurin
Á hesum SSP kveikingardegi verður fokus serliga sett á tað góða ungdómslívið, og hvussu allir partar, ið varða av ungdómi, kunnu samvirka, so tey ungu kunnu vera í tryggum, rúsfríum felagsskapum. Hetta er eitt evni, sum hevur stóran týdning fyri okkara samfelag og okkara framtíð. Samstarvið millum foreldur, frítíðarlív, kommunur og skúlar er grundarlagið fyri at tryggja eitt gott og rúsfrítt ungdómslív.
Charles Everett Koop, sum var almennur heilsustjóri í Amerika í áttati árunum, er kendur fyri orðini, Lívið gevur onga størri ábyrgd, ongan størri heiður, enn at uppala næsta ættarliðið. Henda lívsáskoðan leggur áherðslu á týdningin at taka ábyrgd fyri uppalingini av okkara børnum og ungdómi, og at tað eigur at vera okkara fremsta mál í tilgongdini at byggja framtíðarsamfelagið. Tað er júst hetta, vit eru saman um í SSP samstarvinum at geva børnum og ungdómi okkara bestu uppvakstrarumstøður. Og eg veit, at tit fegnast, tá ið hetta eydnast, og ikki minst at fáa tey, ið hava avbjóðingar, at fóta sær.Barnaráðstevna
Tað kann stundum vera ein torgongd leið, men við hvørt, so verður tú tikin á bóli, tá ið svarið kemur frá teimum, sum standa mitt í lívsins blóma. Vit hava júst havt eina Barnaráðstevnu, har tey ungu sluppu til orðanna. Tað var hugvekjandi at síggja, hvussu áhugað og tilvitað, tey ungu vóru at lýsa, hvat tey halda vera eitt gott barna- og ungdómslív, og hvat vit eiga at gera fyri at náa hesum máli. Vit politikkarar fingu eitt tilmæli við fleiri átøkum, har tey ungu m.a. siga: Setið rammurnar greiðari í teimum fyriskipanum, tit gera, havið eina smidliga tilgongd í átøkum, sum verða sett í verk, leggið dent á inklusjón, so at so nógv sum til ber eru partur av felagsskapinum og hjálpið foreldrum so tíðliga sum til ber, so børnini fáa bestu umstøður.Mín fatan er, at vit sum heild hava ein góðan og sunnan ungdóm, sum ikki er sjálvsøkin, men sum veruliga hugsar um sínar javnlíkar og floksfelagar. Hetta er eitt virðismikið grundarlag, sum vit sum samfelag hava at byggja á.
Tað er so ómetaliga umráðandi, at øll, ið varða av børnum og ungum standa saman at skapa bestu menningarmøguleikar, trivnað og felagsskap fyri okkara unga ættarlið.
Barnaverkætlanin
Nú eru tvey ár liðin síðan Barna- og útbúgvingarmálaráðið varð skipað. Eg havi í hesum tíðarskeiði tikið stig til, at eitt skipað samstarv er sett í verk á barna- og ungdómsøkinum, og at ítøkiligar fyriskipanir verða gjørdar á økinum.Fyrsta stigið var at skipa Barnaverkætlanina, sum er eitt tvørgangandi samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið um vælferð og trivnað hjá børnum og ungum. Harumframt luttaka fleiri felagsskapir bæði almennir og privatir í hugskotsmenningini og samstarvinum at skapa bestu karmar fyri eitt trygt og gott barna- og ungdómslív. Dentur verður lagdur á fyribyrging, og at partarnir í felag royna at finna loysnir, sum kunnu samansjóða og samskipa almennar tænastur fyri børn og ung, tvørtur um geirar.
Familjutænastan
Sum tey ungu vístu á, so er umráðandi at seta inn tíðliga. Eg havi saman við Kommunufelagnum arbeitt fyri at skipa eitt lággáttartilboð, har foreldur og børn fáa skjóta og munagóða hjálp. Vit hava undirskrivað eina avtalu um Familjutænastuna, sum er ein tríára royndarverkætlan, sum verður rikin sum ein felags kommunalur stovnur undir Kommunufelagnum.Familjutænastan er ein fyribyrgjandi tænasta, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar. Tænastan skal bjóða familjuviðgerð, har møguleiki er fyri bæði døgn- og dagviðgerð, sum kann fara fram á Familjutænastuni og í heimunum. Fólk eru sett í starv, og Familjutænastan er farin til verka.
Depil fyri Barna- og ungdómsgransking
Í heyst var Depil fyri barna- og ungdómsgransking settur á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við Barnaverkætlanini fyrireikað ein tvørvísindaligan depil fyri barna- og ungdómsgransking.Í tøttum samstarvi við Barnaverkætlanina er ein av fyrstu uppgávunum at gera eina føroyska kanning, sum gevur grundleggjandi vitan um støðuna hjá børnum og ungum, við atliti at trivnaði, menning, heilsu og øðrum viðurskiftum.
Henda vitan er ein fyritreyt fyri at skilja og skapa grundarlag fyri dygdargóðum avgerðum. Málið er, at granskingarúrslitini skulu geva samstarvspørtunum á barna- og ungdómsøkinum betri vitan til at raðfesta og seta í verk munagóð átøk til frama fyri børn og ung.
Luttøka hjá børnum og ungum
Eg havi eisini lagt dent á at menna næmingaluttøku, at næmingarnir verða hoyrdir um tey viðurskifti, sum ávirka teirra skúlagongd, og at teir kunnu koma við hugskotum og greiða frá sínum sjónarmiðum. Sum liður í hesum arbeiði er dentur lagdur á, at næmingaráð verða stovnað í øllum skúlum. Skeið eru fyriskipað kring landið um næmingaráðsarbeiði, bæði viðvíkjandi luttøku, rættindum hjá børnum at verða hoyrd, og hvussu stóran mun, næmingaráðini kunnu gera. Á ST Barnarættindadegnum vórðu umboð fyri øll næmingaráð í fólkaskúlanum boðin til eina verkætlan um barnarættindi, har næmingaráðsumboðini luttóku í ymsum verkstovum. Høvuðsevnið var at kunna um og arbeiða við barnarættindum, serliga við atliti at grein 12.Tað er umráðandi, at næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í dagsins samfelagi. Eisini er neyðugt, næmingaráðini hava fyriskipanir, sum bæði seta karmarnar og vísa møguleikarnar kring næmingaráðsarbeiðið. Í hesum sambandi havi eg gjørt uppskot til kunngerð um næmingaráð, sum er sent øllum avvarðandi pørtum til viðmerkingar.
Í døgunum 21. – 23. januar varð skipað fyri Barnaráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Umboð fyri øll næmingaráðini í skúlunum kring landið frá fólkaskúla til og við miðnám luttóku. Endamálið var, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til eina komandi barnalóg fyri Føroyar. Fyrireikingar verða gjørdar til eina barnalóg, sum skal tryggja øllum børnum og ungum í Føroyum grundleggjandi rættindini, ið eru nevnd í Barnarættindasáttmálanum og sí Brekrættindasáttmálanum.
Ráðstevnan var eitt samstarv millum Barnaverkætlanina, Barnabata, Undirvísingarstýrið, Nám, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið. Eisini var ráðstevnan fyrireikað í góðum samstarvi við skúlaleiðslurnar, lærararnar og næmingarnar kring landið.
Fartelefon og virðiligt samskifti
Eitt annað átak, sum júst er sett í verk er at avmarka nýtsluna av fartelefonum í fólkaskúlum. Ásetingar eru gjørdar í kunngerðini um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini, har tað verður álagt skúlastýrunum at áseta reglur fyri fartelefonnýtslu í skúladegnum. Tað er umráðandi, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum. Hetta hevur stóran týdning bæði fyri næmingar og lærarar, og kann hava týðandi ávirkan á samskifti í flokkinum, og hvat næmingarnir fáa burturúr bæði undirvísingarliga og trivnaðarliga.Harumframt er ásett, at átøk verða gjørd at virka fyri, at nýtt verður eitt virðiligt samskifti, sum hevur stóran týdning bæði sum amboð í læring og sosiala trivnaðinum at skapa gott samband millum næmingar og lærarar og millum næmingar sínámillum. Samskifti í breiðum týdningi bæði í orðum, verumáta og uppmerksemi er ein týðandi liður í arbeiðinum at skapa relatónir millum menniskju, og er sera umráðandi í skúlans arbeiði.
Foreldraleiklutur og tvørfakligt samstarv
Foreldur hava ein avgerandi leiklut í lívinum hjá børnunum. Tað er heima, at børnini fáa teirra fyrstu upplivingar, knýta sambond og læra grundleggjandi virðir. Foreldur eru fyrimyndir, og tað er umráðandi, at foreldur vísa áhuga í teimum ymsu viðurskiftum, har børn teirra luttaka, at tey lurta, stuðla og hjálpa børnum sínum at taka røttu avgerðirnar.
Harumframt er tað sera umráðandi, at tað er eitt skipað samstarv millum myndugleikar, sum varða av økinum og stovnar og felagsskapir, sum arbeiða við børnum og ungum, og at foreldur hava ein virknan leiklut. Her er talan um landsmyndugleikar, kommunur, skúlaverk, ítróttafeløg, musikkskúla, ungdómshús og onnur frítíðartilboð.Samstarv er lyklaorðið, men eisini, at vit hava felags meginreglur, sum tryggja, at børn og ung eru í tryggum, mennandi, og rúsfríum umhvørvi. Hetta er sera umráðandi eisini í øllum ungdómsarbeiði, sum fokus verður sett á her í dag. Við at arbeiða saman kunnu vit skapa eitt sterkt netverk, sum stuðlar og vegleiðir okkara ungdóm. Vit kunnu hjálpa teimum at finna viðkomandi ítrív og at taka røttu avgerðirnar, so tey kunnu vaksa upp í einum tryggum og sunnum umhvørvi.
Latið okkum øll, sum samstarva kring børn og ung, taka ábyrgd, og at drívmegin í okkara arbeiði verður at virka fyri at geva børnunum og ungdómi okkara bestu umstøður at vaksa upp í. Vit kunnu tá sanna, at tað, sum vigar mest, og sum gevur lívsvirði er at uppala næsta ættarliðið.
Eg takki fyriskiparunum og tykkum øllum, sum samstarva innan SSP fyri tykkara stóra og viðkomandi arbeiði. Eisini takki eg øllum fyrilesarum, sum í dag fara at leggja fram og greiða frá teirra arbeiði. Jeg vil også rette en tak og en hjertelig velkomsthilsen til vore udlandske gæster. Jeg håber at kunne være med til jeres forelæsninger.
Við hesum seti eg SSP kveikingardagin 2025 og takki fyri høvið at bera fram eina heilsan. Góðan Kveikingardag.
- Barnarøddin – nútíð og framtíð – Hotel Hafnia 5. feb. 2025
Tað er Løgtingið, sum skipar fyri hesum evnisdegi, og tað er eisini í Løgtinginum, vit samtykkja lógir og reglur, sum skulu vera við til at broyta nøkur ting, og aftanfyri hvørja samtykt av nýggjum lógum og reglum, liggur eitt ynski um at broyta nakað; eitt ynski um at flyta nakað longur fram á leið.
Heilt yvirskipað kunnu vit tó seta okkum henda spurning: Ynskja vit at broyta nakað hvat børnum viðvíkur, ella er alt gott, sum tað er?
Hugsi tey flestu av okkum er samd um, at svarið til henda spurning er eitt rungandi ja, vit ynskja at broyta nakað.
Vit eru óivað øll samd um, at tað framvegis kunnu og mugu gerast ábøtur, hvat fortreytum hjá børnum viðvíkur, hóast vit ásanna, at nógvar ábøtur longu eru framdar.
Tá vit hyggja upp gjøgnum søguna, tá síggja vit, hvussu børn í byrjanini av 20. øld vóru sædd sum ein ogn ella” lítil- vaksin” , og sum longu frá barnsbeini fingu stóra og tunga ábyrgd og skyldu til at geva íkast til familju og samfelag. Tá varð ikki nógv tosað um barnarødd ella rættindi hjá børnum.
Prátið um barnasýn og menning íkom í 1950-1970’unum, har ávísir sálarfrøðingar, sum t.d. Erik Erikson, fóru undir at lýsa menningina hjá børnum og teirra tørv fyri kærleika og nærveru, og varð tað eisini í hesum tíðarskeiðinum, at man spakuliga byrjaði at tosa um rættindi hjá børnum.
Í 1980’unum varð tað stóra stigið tikið, har barnarættindasáttmálin varð samtyktur í 1989, og sum Føroyar skrivaðu undir í 1992. Ein sáttmáli, sum veruliga setur sjóneykuna á rættindini hjá børnunum, eitt nú teirra rættindi til at verða hoyrd, og fyri fyrstu ferð í søguni, vóru rættindini hjá børnum viðurkend sum grundleggjandi mannarættindi.
Men tíbetur steðgaði tað ikki her.
Vit hava sæð, hvussu børnini upp gjøgnum 90’ini og 00’ini alsamt gjørdust meir og meir sjónlig í samfelagnum, og er hetta bara voksið alsamt meir tey seinasta tvey áratíggjuni gjøgnum talgildan og alheimsgerð.
Talgildir pallar geva børnunum í dag høvi til at siga sína meining um ymisk viðurskiftir, og vit síggja eisini, hvussu børn hava ávirkað eitt nú umhvørvispolitikkin o.a. Tey hava rópt og rópa framvegis varskó, og vit eldru, og ikki minst vit, sum eru sett til at stýra og ráða, mugu og skulu leggja oyra til, tá børnini og tey ungu hava okkurt upp á hjarta.
Tað hevur verið sagt soleiðis : “ Formålet med livet, er et liv med formål”.
Nógv børn í dag hava ymiskt at stríðast við og stríðast til tíðir við at síggja endamálið við tí, sum fer fram, tað veri seg í skúlanum, í heiminum ella í samfelagnum sum heild.
Fortreytin fyri, at menniskju og harvið børn og ung skulu kunna skilja, er, at tey verða tikin við upp á ráð.
Hetta er nakað, vit sum tjóð hava átikið okkum at gera, tá vit hava tikið undir við barnarættindasáttmálanum, sum m.a. sigur, at børn hava rætt til at hava sína meining, og hana skulu vit vaksnu virða.Fortreytin fyri at lyfta hesa skyldu, sum okkum her er áløgd, er at hoyra, hvat tað er, børnini siga. Við at hoyra tey, kunnu vit hjálpa teimum at skilja betur tað, sum fer fram.
Sum landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum meti eg tað hava stóran týdning, at hetta er nakað, sum vit veruliga gera í verki, og ikki við orðum og lyftum aleina.
Vit mugu hoyra børnini og tey ungu, og vit skulu lurta og virða teirra meining, og er hetta eisini nakað, sum vit ítøkiliga hava gjørt í ráðnum, tá vit hava viðgjørt viðurskiftir, sum viðvíkja børnum og ungum.
Sum dømi kann eg nevna, at tá vetrarferian skuldi ásetast, og áðrenn kunngerðin um skildhaldsreglar um fartelefonir varð broytt, tryggjaðu vit okkum, at næmingaráðini vóru hoyrd.Í løtuni er kunngerð um næmingaráð til hoyringar, og eisini her velja vit at hoyra børnini og tey ungu, og tá vit í næstum fara at víðka um hesa kunngerð við einum landsdekkandi næmingaráði, fara vit sjálvandi aftur at hoyra tey, áðrenn avgerð verður tikin.
Umframt hetta, so er ætlanin eisini at fara undir at smíða eina barnalóg. Áðrenn fyrsta ítøkiliga stigið til sjálvt lógararbeiðið fer í gongd, hava vit longu tryggjað okkum, at børnini eru tikin við. Hetta gjørdu vit m.a. á tí stóru barnaráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum í januar, har 99% av øllum børnum og ungum í fólkaskúlanum og uml. 90% av næmingum á miðnámi vóru umboðað. Henda ráðstevna gav okkum eina góða mynd av, hvat børnini halda vera umráðandi at taka við og hava í huga, tá farið verður undir at gera eina barnalóg.
Umráðandi er tó, at ØLL børn og ung verða tikin við; eisini tey, sum kanska ikki hava orku ella evni til at siga sína hugsan í einari stórari fjøld, sum t.d. undir eini ráðstevnu, umframt tey, sum kanska eru undir serligum umstøðum í heiminum, og har tey føla, at avgerðir verða tiknar, uttan at tey vóru tikin við upp á ráð. Avgerðir, sum kunnu hava stór inntriv í teirra gerandisdag og framtíð.
Vit ynskja at gera tað, sum Sokrates segði; vit ynskja at broyta heimin til eitt enn betur stað, og vit ynskja at flyta heimin longur fram á kós.
Fyri at hetta skal eydnast okkum, so mugu vit støðugt broyta okkum sjálvi, tí mátin, man hoyrdi eitt barn upp á í 70’unum, er ikki tann sami sum í dag, og heldur ikki eru tey evni, tú skalt hoyra barnið um í dag, tey somu, sum tey vóru fyri 50 árum síðani. Sjálvur haldi eg eisini, at vit skulu tora at taka prátið um, í hvønn mun vit umframt at hoyra barnið, áttu at givið teimum eitt barnatalsfólk, sum av sínum eintingum kann fara inn og viðmerkja mál, sum viðvíkja viðurskifti hjá børnum.
Til seinast: Latið okkum minnast til, at røddin hjá børnum og ungum í dag gevur afturljóð hjá komandi ættarliði, og barnið, sum verður hoyrt í dag, verður tann vaksni um nøkur ár, sum tá hevur lært týdningin av, hvat eitt gott barnasýni er. Takk fyri.
- Røða til próvhandan á Vinnuháskúlanum
Góðu tit
Skaldið Hesiod, sum livdi í Grikkalandi fleiri hundrað ár áðrenn okkara tíðarrokning, segði einaferð nakað soeiðis: ” Útbúgving hjálpir einum persóni til at vera alt tað, hann er førur fyri at vera”.
Sum børn høvdu nógv okkara dreymar um, hvat vit vildu vera; hjá onkrum gjørdist tað ein beinleiðis leið til ta yrksileið, vit droymdu um, meðan onnur tóku ein umveg, har man upplivdi ymist annað, áðrenn man í dag stendur við próvnum.
Tit, sum standa her í dag, eru komin eitt stig longri á tykkara yrkisleið; nøkur tykkara kunnu bókstaviliga føra eitt skip ta leið, man ynskir skipið skal fara, bæði í góðum so væl sum ringum veðri, og øll hava tit fingið eitt amboð afturat, sum tit kunnu nýta til at føra tykkara egna skip ta leið, tit vilja.Sagt verður, at vit kunnu ikki broyta hvønn veg vindurin blæsir, men vit kunnu seta seglini soleiðis, at vit koma fram á mál.
Og soleiðis er tað mangan í lívinum; tað er ikki alt vit ráða yvir, men undir flestu umstøðum ber til at seta seglini soleiðis, at vit koma eitt stig longur fram á leiðini, so ella so, hóast tað er eitt sindur torførari, tá hart leikar á.
Tit, sum standa við einum prógvi í dag, hava lagað tykkum eftir vindinum, sum kanska hevur verið skiftandi, meðan tit hava lisið; kanska var lesnaðurin og skúlagongdin serliga torfør onkuntíð, meðan tað til aðrar tíðir føldist lættari; men nú standa tit her í dag, og tit hava nátt eitt av nógvum málum á yrkisleiðs tykkara, tí kanska skulu vit tora at seta spurningin, um tit eru liðug við at læra? Nær er man tað?
Hesiod segði, at vit gjøgnum útbúgving verða hjálpt til at vera tað, vit eru før fyri at vera.
Hetta førir til spurningin um, hvat vit kunnu verða? Er nakað mark fyri tí, ella sagt á annan hátt, nær eru vit komin á mál, tá útbúgving og menning viðvíkur.Her hugsi eg, at svarið er, at vit læra og mennast so leingi vit liva. Prógvið, tit í dag hava í hondini, kunnu tit nýta, tá tit nú fara víðari á yrkisleið tykkara, men meðan tit starvast í einum maskinrúmi ella á brúnni á einum skipi, ella hvar tykkara yrkisleið so leiðir tykkum, so hugsi eg, at tað framvegis bíðar tykkum nógvur góður lærdómur, tí vit læra so leingi vit liva.
Vit menniskju eru ikki bara okkurt, vit eru øll nakað; og vit eru sjálvandi øll meir enn bara, hvat eitt prógv sigur. Prógvið í dag sigur eitt sindur, men ikki alt; pógvið sigur kanska eitt sindur um, hvat tú ert, men ikki hvør tú ert, tí vit eru jú so nógv meir enn bert eitt prógv.
Eg vil tí ynskja tykkum blíðan byr á yrkis- og lívsleið tykkara. Tað kann vera, at brotasjógvar koma av og á, og her er tað hvør tú ert, sum telur, og prógvið í dag hjálpir tær eitt stig nærri á ferðini til at vera alt tað tú ert førur fyri. Hjartaliga til lukku øll somul.
- Røða til Barnaráðstevnuna 21. januar 2025
Ímynda tær, at eg í dag fari at fyrireika eina ferð til tað staðið, tú hevur droymt um at sleppa at vitja ordiliga leingi.
Tað kann vera, tað er ein oyggj langt burtur her frá, ein høvuðsstaður, tú heldur hevði verið spennandi at vitja, ein fóltbóltstúrur í Englandi ella kanska ein spennandi túrur til eina oyggj í Føroyum, har vit skuldu roynt alt møguligt ymiskt í náttúruni, at síga, rógva kajak ella okkurt annað.
Ímynda tær at fyrireika hesa ferð, og so kemur tað: eg bjóði tær við !
Tað er júst tað, sum vit faktisk ynskja at gera í dag.
Vit ynskja at bjóða tykkum børnum við á eina ferð, sum skal føra okkum fram til eitt stað, sum vit øll, børn og vaksin droyma um; einar enn betur Føroyar hjá børnum at vaksa upp í.
Endamálið í dag er nevniliga, at tit sleppa at ferðast í hugaheimi tykkara og gera tykkum hugsanir um, hvussu Føroyar kunnu gerast enn betur; og tað endar ikki her.
Tí tá vit hoyra, hvat tit hugsa hesum viðvíkjandi, so vilja vit taka tað við okkum í fyrireikingini av hesi ferð, og soleiðis eru vit øll longu byrjað upp á at flyta okkum fram móti málinum í felag.
Vit bjóða tykkum børnum og ungum sum tey fyrstu í samfelagnum at koma við tykkara íkasti til eina barnalóg – tann fyrsta í Føroyum yvirhøvur. Tað er søguligt. Tað er stórt.
Tit sleppa í dag við tykkara egnu rødd, sum er alt avgerandi, at fortelja okkum, hvussu tit hugsa tykkum, at Føroyar kundu sæð út, soleiðis at tað gerst enn betur hjá øllum børnum at búgva her.
Tit eru kul. Tit skulu hugsa stórt og vítt, og ver endiliga ikki bangin fyri at siga tína hugsan, tí hon er so sera týdningarmikil.
Eg ynski tykkum ein góðan, gevandi og stuttligan dag, og eg gleði meg at hoyra seinni í vikuni, hvat tað er, tit hugsa um júst hetta evni.