- Røða til kveikingardag hjá SSP
Kveikingardagur 2026
Góðan morgun og hjartaliga vælkomin øll somul, sum virka innan SSP-arbeiðið.
Tað krevur eina heila bygd at ala eitt barn.
Hetta orðafellið er gamalt, men tað er framvegis sera aktuelt. Tí tað minnir okkum á, at børn og ung vaksa ikki upp í einum tómrúmi. Tey vaksa upp í heimum, í skúlum, í frítíðarlívi, í felagsskapum – og í einum samfelagi, har vit øll, hvør á sín hátt, hava ávirkan.
Og júst tí passar hetta orðafellið so væl til SSP-arbeiðið. Tí SSP snýr seg um felagsskap, samstarv og samanhang. Um at vit í felag taka ábyrgd fyri at skapa eitt umhvørvi, har børn og ung kunnu trívast, mennast og megna lívið.
Evnið, ið er karmur um kveikingardagin í ár, er motivatión í roynd og veru! Her verður spurt, hvussu børn og ung kunnu menna egna drívmegi. Uttan iva eru nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi her, men tvey av teimum eru sjálvstamarhald og mótstøðuføri. Tað eru stór orð – men tey snúgva seg í grundini um heilt vanligar og gerandisligar støður.
Sjálvstamarhald snýr seg um at kunna steðga á, hugsa seg um og velja skilagóðar leiðir. Tað snýr seg um at kunna handfara kenslur, seta mørk og taka ábyrgd fyri egnum gerðum.
Mótstøðuføri snýr seg um at kunna standa í mótgongd. Um at megna og reisa seg aftur, tá ið okkurt miseydnast. Um at tora at royna aftur, eisini tá ið tað er trupult.
Vit vita, at hetta eru førleikar, sum børn og ung hava brúk fyri – bæði í dag og seinni í lívinum. Men vit vita eisini, at hetta eru førleikar, sum ikki koma av sær sjálvum. Teir verða mentir í einum umhvørvi, har børn og ung kenna seg trygg, sædd og tikin í álvara.
--
SSP-samstarvið er eitt gott dømi um, hvussu vit í Føroyum hava valt at arbeiða fyribyrgjandi. Tað er eitt samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi, sum fevnir um børn og ung. Tað er eitt breitt arbeiðsøki, og tað er eitt arbeiði, sum krevur nógv av teimum, sum eru partur av skipanini.
Men tað er eisini eitt arbeiði, sum gevur meining.Vit vita, at trivnaður er eitt lyklaorð. Eitt barn, sum trívist, hevur nógv størri møguleika at menna sjálvstamarhald og mótstøðuføri. Eitt barn, sum kennir seg part av einum felagsskapi, stendur sterkari, eisini tá ið tað fær mótgongd í lívinum.
Í hesum sambandi kann eg nevna, at barnalógin nú er klár at leggja fyri Løgtingið. Hetta er ein stór og týdningarmikil hending í arbeiðinum við børnum og ungum í Føroyum.
Barnalógin arbeiðir við nógvum av tí sama, sum SSP stendur fyri. Hon setir barnið og tann unga í miðdepilin. Hon leggur dent á fyribyrging, trivnað og at stuðul verður settur inn rættstundis. Og hon hevur eitt greitt fokus á samstarv og samanhang – serliga tá ið børn og ung hava samansettar og víttfevndar tørvir, sum krevja tænastur frá fleiri økjum samstundis.
Vit vita, at tá ið skipanir ikki hanga saman, er vandi fyri, at børn og ung detta millum stovnarnar. Barnalógin skal vera við til at minka um henda vandan. Hon skal styrkja samstarvið millum stovnar og fakøki og tryggja, at barnið og tann ungi upplivir eina samanhangandi hjálp – og ikki eina røð av sundurbýttum átøkum uttan samanhang.
Barnalógin er eitt framhald av Barnaverkætlanini, sum hevur havt eina greiða og hugtakandi visjón: “At Føroyar skulu vera tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.”
Tað er ein stór visjón. Men tað er eisini ein visjón, sum gevur kós.Barnaverkætlanin hevur lagt dent á at arbeiða heildarligt, tvørfakligt og við barninum í miðdeplinum. Og hon hevur eisini lagt dent á nakað, sum er sera umráðandi: at børnini sjálv skulu hoyrast.
Á barnaráðstevnum hava børn og ung greitt frá, hvat tey halda er týdningarmikið. Tey hava tosað um at kenna seg trygg, at hoyra til, at hava góðar relatiónir til bæði vaksin og javnaldrar. Tey hava víst á, hvussu týdningarmikið tað er at verða tikin í álvara – og at verða hoyrd, eisini tá ið tað er trupult at seta orð á tað, sum kennist.
Hetta eru sterk boð. Og tað eru boð, sum minna okkum á, at nógv av tí, vit arbeiða við, longu er væl kent av teimum, sum tað snýr seg um – børnunum og teimum ungu sjálvum.
--
Sjálvstamarhald og mótstøðuføri verða ment, tá ið børn uppliva, at tey hava vaksin rundan um tey, sum vilja teimum væl. Tað byrjar í heiminum, verður styrkt í dagstovni og skúla og heldur fram í frítíðarlívi og felagsskapum.Foreldraleikluturin er her avgerandi. Foreldur eru tey týdningarmestu í barnsins lívi. Samstundis vita vit, at tað kann vera krevjandi at vera foreldur í einum samfelagi við stórum krøvum, skjótum broytingum og einum sterkt ávirkandi miðlaumhvørvi. Tí er tað okkara felags ábyrgd at stuðla foreldrum – við ráðgeving, við lággáttartilboðum og við einum greiðum og samanhangandi stuðulskervi.
--
Tað er torført at koma uttanum snildtelefonir og sosialar miðlar í hesum døgum. Í bókini The Anxious Generation vísir Jonathan Haidt á, at vit hava latið børn alt ov tíðliga inn í eitt talgilt umhvørvi, sum teirra heili og kenslulív ikki eru búgvin at handfara. Hann mælir tí til greið aldursmørk – ikki sum revsing, men sum vernd. Sum ein hjálp til børn og foreldur í einum miðlaheimi, har trýstið ofta er stórt og støðugt.Á Ungdómstinginum, sum júst hevur verið, hava ung sjálv samtykt, at tey ynskja, at tað verður sett eitt aldursmark á 15 ár fyri sosialar miðlar og snildtelefonir. Tað er eitt sterkt signal. Tí tað vísir, at nógv ung sjálvi hava upplivað trýst, samanberingar og ávirkan, sum kann vera tungt at bera. Hetta ynskja tey ikki, at børn frameftir skulu uppliva.
Hetta fara vit politikkarar nú at viðgera nærri og taka støðu til, um vit skulu seta aldursmark og forboð, sum nógv lond hava gjørt.
Men samstundis meldar spurningurin seg: Hvussu handhevja vit eitt aldursmark í verki? Hvussu tryggja vit, at tað ikki bara verður eitt forboð á pappírinum, sum er lætt at koma uttanum?
Her er tað, at sjálvstamarhald og mótstøðuføri eisini er avgerandi. Aldursmørk og forboð kunnu vera eitt gott og neyðugt útgangspunkt. Tey kunnu skapa ein felags karm og stuðla foreldrum. Men tey kunnu ikki standa einsamøll. Tí børn og ung fara framvegis at møta sosialu miðlunum, at royna seg og tey vilja helst snáva onkuntíð – eisini, tá ið forboð eru sett.
Tí mugu vit samstundis arbeiða við at styrkja førleikarnar hjá børnum og ungum at taka skilagóðar avgerðir, at tola mótgang, at velja frá, og at handfara talgilda trýstið. Tað snýr seg um at byggja eina innaru støðu – eitt sjálvstamarhald – sum ber, eisini tá ið einki eftirlit er.
--
Dagstovnarnir eru ofta tann fyrsti felagsskapurin, barnið er partur av uttan fyri heimið. Tað er her, barnið lærir at bíða eftir túri, at deila, at siga frá og at vera saman við øðrum børnum. Tað er her, grundarlagið undir sjálvstamarhaldi verður lagt – í gerandisligum støðum, í leiki, í samveru og í tryggum relatiónum við vaksin.
Skúlin byggir víðari á hetta grundarlagið. Skúlin er ikki bara eitt stað, har vit læra at lesa og rokna. Skúlin er eisini ein sosialur pallur. Tað er her, børn og ung læra at samstarva, loysa ósemjur, handfara mótgang og finna sítt pláss í einum felagsskapi. Tað er eisini her, mótstøðuføri verður roynt – og ment – í verki.Vit vita, at ein skúli, har børn trívast, er ein skúli, har børn læra betur. Og vit vita, at trivnaður og læring ganga hond í hond. Tá ið børn kenna seg trygg, hoyrd og virðismett, hava tey nógv betri fortreytir fyri at menna bæði fakligar og sosialar førleikar.
--
Í ítróttarfelagsskapum, skótum og øðrum frítíðartilboðum læra børn og ung nógv av tí sama: at samstarva, at venja, at vinna og at tapa. At vera partur av einum liði og felagsskapi. Tað er eisini her, at mótstøðuførið verður styrkt – í praksis og í verki.Vit vita, hvussu nógv tað merkir, at ein venjari sær barnið – ikki bara sum ein leikari, men sum eitt menniskja. At har eru vaksin, sum standa fast, seta mørk og samstundis vísa umsorgan.
Hyggja vit longur fram, er tað eisini áhugavert at hugsa í meiri víttfevndum loysnum. Í Íslandi hava tey royndir við útbúnum, partvíst løntum venjarum og opnum ítróttarkørmum, har børn og ung hava lætta atgongd til virksemi stóran part av degnum. Slíkar hugsanir – opnar hallir, fleiri tímar til børn og ung og sterkari venjingarumhvørvi – kunnu vera ein týdningarmikil partur av at skapa sunna dagliga samveru.
Somuleiðis er tað vert at hugsa um frítíðarklubbar og frítíðartilboð, har børn og ung kunnu koma og fara gjøgnum dagin. Støð, sum hava opið nógv av degnum, har aldur ikki er ein forðing, og har pláss er fyri bæði samveru, leksiuhjálp ella bara at vera. Slík støð kunnu vera ein mótvekt móti einsemi – og eitt alternativ til at vera einsamallur við skíggjan.Tí nógv børn og ung siga tað sama: Tey ynskja at hoyra til. At kenna seg møtt. At vera ein partur av onkrum, har onkur leggur merki til, um tey eru har – ella mangla.
Men vit vita eisini, at ikki øll børn hava lætta atgongd til slíkar felagsskapir. Summi dragast við mistrivnaði, einsemi ella fráveru. Tað er her, at okkara arbeiði gerst serliga týdningarmikið.
Tá ið vit síggja tekin um, at eitt barn ella ein ungur er við at missa takið /fótafestið, er tað avgerandi, at vit seta inn tíðliga. At vit arbeiða saman. At vit brúka tey amboð og ta vitan, sum vit hava – og sum vit eisini fara at fáa meira av í dag.
--
Á kveikingardegnum í dag fara fyrilestrahaldararnir at varpa ljós á júst hesi evni. Tey fara at geva okkum bæði ástøðilig og praktisk perspektiv, sum kunnu styrkja okkara arbeiði. Tað er mín vón, at tit fara heim við nýggjum íblástri – og kanska eisini við nýggjum spurningum.Tí arbeiðið við børnum og ungum er ongantíð liðugt. Tað krevur støðuga menning, nýggja vitan og eitt sterkt samstarv.
Tað krevur eina heila bygd at ala eitt barn.
Eg vil takka tykkum í SSP fyri at hava fyriskipað hetta tiltakið.
Eg ynski tykkum øllum her ein kveikjandi, læruríkan og gevandi kveikingardag.
Takk fyri
- Indlæg – Åbning af Vestnordisk Råds Temakonference 2026
Indlæg – Åbning af Vestnordisk Råds Temakonference 2026
Fornyet håb for unges velfærd i Vestnorden
Kære alle,
kære kolleger og samarbejdspartnere fra Vestnorden.
Det er en stor glæde for mig at være med til at åbne denne temakonference om fornyet håb for unges velfærd i Vestnorden. Det er et emne, der ligger os dybt på sinde – og som kræver både mod, vilje og samarbejde.Da den nuværende regeringskoalition blev dannet på Færøerne for over 3 år siden, traf vi et bevidst og politisk vigtigt valg: At oprette et selvstændigt Børne- og Uddannelsesministerium. Det var ikke kun en organisatorisk beslutning, men et klart signal om, at børns og unges trivsel, udvikling og rettigheder skulle have en tydelig og samlet politisk forankring.
Siden da har arbejdet med børns og unges velfærd været en hovedopgave. Et centralt element i dette arbejde har været Barnaverkætlanin – eller Børneprojektet - en bred og tværgående indsats, hvor målet har været at se barnet som et helt menneske og styrke samarbejdet på tværs af sektorer: Skole, dagtilbud, sundhed, børneværn, socialområdet og civilsamfundet.
Barnaverkætlanin har givet os vigtig viden, bedre data og – ikke mindst – nye måder at arbejde sammen på. Den har tydeliggjort, at tidlig indsats, forebyggelse og inddragelse af børn og unge selv er afgørende, hvis vi vil skabe reel forandring.
Et vigtigt resultat af dette arbejde er, at vi nu forventer at fremlægge et lovforslag til en Barnelov for Lagtinget. En lov, som skal samle rettigheder, ansvar og forpligtelser – og som skal sikre, at barnets tarv altid står i centrum, og at tjenesterne er integrede på tværs af alle sektorer. Det er et stort skridt, og det er et skridt, vi tager på baggrund af fælles viden og fælles erfaringer.
Men hvis der er ét hovedbudskab, jeg gerne vil fremhæve i dag, så er det dette: Vi kan ikke løfte unges velfærd alene. Vi er nødt til at arbejde sammen, hvis det skal lykkes.
Da denne regeringskoalition netop var blevet dannet, underskrev 4 ministerier og Kommuneforeningen en fælles politisk samarbejdsaftale – et slags værdikompas – som understregede, at arbejdet for børn og unge kræver tillid, fælles ansvar og langsigtet tænkning. Den aftale har haft reel betydning for måden, vi arbejder på i dag.
I den sammenhæng vil jeg også fremhæve det tætte og meget værdifulde samarbejde, vi har haft med Island. Vi har lært meget af hinanden – ikke mindst gennem Islands arbejde med børns velfærd og helhedsorienterede indsatser. Det såkaldte “Prosperity Act”. Samarbejdet har været præget af åbenhed, faglig generøsitet og fælles ambitioner, og det har været til stor inspiration for os på Færøerne.
Vestnorden står over for mange af de samme udfordringer: Små samfund, store forventninger, og unge, der navigerer i en kompleks verden. Netop derfor er denne konference så vigtig. Den minder os om, at håb ikke opstår af sig selv – det skabes gennem fælles handling.
Jeg ser frem til dagens drøftelser og til at få bedre indsigt i, hvad de unge selv siger i Vestnorden. For hvis vi vil skabe fornyet håb for unges velfærd i Vestnorden, må vi både lytte mere – og handle klogere, sammen.
Tak for ordet – og god konference. - Røða hildin 26.januar 2026 - Reisigildi í Tekniska skúla í Klaksvík
Góða dagin øll somul – og takk fyri, at eg eri boðin at vera við her saman við tykkum í dag.
Reisigildi er altíð ein serlig gleðilig hending. Eitt høvi, har vit kunnu hyggja upp og staðfesta, at arbeiðið er komið væl áleiðis, og at tað, sum byrjaði sum ein ætlan í hugaheiminum og so á pappírinum, nú er reist sum veruleiki.
Aulan, sum verður bygd her í Tekniska skúla í Klaksvík, er ikki bara ein bygningur. Hon er eitt savningarstað – eitt felags rúm, sum skúlin leingi hevur havt tørv á. Eitt stað, har næmingar, lærarar og starvsfólk kunnu savnast til prógvhandanir, fyrilestrar, felags tiltøk og aðrar løtur, sum eru við til at skapa felagsskap og samanhald í skúlanum.
Við auluni fær Tekniski skúli eitt hjarta, eitt stað, har lívið í skúlanum kann samlast og síggjast. Tað styrkir ikki bara gerandisdagin í skúlanum, men allar útbúgvingarnar, sum eru her. Hetta er ein íløga í næmingarnar, í fakligheit og í framtíðina hjá Klaksvík og øllum Føroyum.
Her í norður- eysturøkinum er hetta tann fjórða stóra skúlabyggiverkætlanin: Húsarhaldsskúlin (Rótin), Rásin, Miðnám á Kambsdali og nú Aulan í Tekniska skúla í Klaksvík. Bæði tíðarætlan og fíggjarætlan hava hildið, hóast tað ofta ikki ger tað. Hetta prógvar, at tit megna væl slíkar byggiverkætlanir, og hava tískil rós uppiborið.
Tað er eisini ein gleði at síggja, at arbeiðið higartil hevur gingið væl. Tað er týðiligt, at nógv dugnalig fakfólk hava lagt nógv arbeiði í hesa verkætlanina, og tað er nakað, sum vit øll kunnu fegnast um.
Eg vil tí fegin takka handverkarunum, ráðgevunum, Landsverki og øllum starvsfólkunum, sum á ein ella annan hátt eru partur av hesum arbeiði. Takk fyri gott samstarv og fyri tað arbeiði, sum longu er gjørt.
At enda vil eg ynskja tykkum bestu eydnu við víðari arbeiðinum, so aulan kann verða liðug sum ætlað og koma til fulla nyttu og gleði fyri skúlan og øll, sum hava sína gongd her.
Við hesum vil eg ynskja okkum øllum eitt gott reisigildi – og takk fyri.
- Røða til heildartiltak í fólkaskúlunum í viku 5 og 6 í 2026
Góðu tit
“Skúlin er eitt stað, har ein lærir at liva, við at læra, hvussu ein ger.”
Henda orðing fangar væl sjónarmiðini hjá Albert Einstein um, at verulig læra hendir í gerningi og sjálvstøðugari hugsan.
Skúlin er jú nógv meira enn bara eitt stað, har barnið ella tann ungi skal læra nakað um fakta, tí skúlin eigur at vera sæddur meira sum eitt lívsrúm, har næmingurin mennist á nógvar ymiskar mátar - og ikki bara sum eitt vitanarrúm.
Men hvat skal til fyri at tryggja, at næmingurin mennist? Og hvat skal hann mennast til?
Vit liva í einum samfelag, sum er sera ólíkt tí samfelagnum, sum bæði vit sjálvi og okkara foreldur livdu í, tá vit gingu í skúla. Børnini í dag og komandi ættarlið uppliva kanska meir enn nakað annað ættarlið broytingar innan allar geirar, sum ávirka teirra gerandisdag, eitt nú menning, læring og trivnað.
Henda broyting í samfelagnum er áhaldandi og hendir sera skjótt, og krøvini til tann einstaka, t.d. til børnini og okkara ungu eru eisini skiftandi.
Ásannandi at samfelagið broytist, kunnu vit kanska seta spurningin, um næmingurin sjálvur er broyttur nakað?
Svarið til hetta er bæði ja og nei.
Næmingurin í dag er í grundini tann sami sum altíð. Tað eru framvegis børn og ung við forvitni, kenslum, dreymum og tørvi á at hoyra til. Men fortreytirnar, møguleikarnir og avbjóðingarnar, sum næmingurin møtir, hava broytt seg munandi. Tí kann man siga, at næmingurin er tann sami – men í einum broyttum lærurúmi.
Henda broyting í fortreytunum hjá næminginum setur onnur krøv enn fyrr, bæði til næmingin sjálvan, men eisini til tykkum, sum eru um næmingarnar, og her er tað, at fakligheitin hevur so sera nógv at siga, tí hon skal jú endurspegla tann tørv, sum er í skúlanum.Fakligheit í dag snýr seg ikki bara um at duga sítt fak, men at skilja og møta næminginum í einum broyttum heimi. Lærarin skal duga at umseta fakligt innihald til ein veruleika, sum næmingurin kennir. Talan er her um ein samansettan veruleika, har nógv hendir, og júst tí kann lærarin ikki standa einsamallur; neyðugt er at styrkja samstarvið millum øll, sum hava við læringsumhvørvið at gera, bæði leiðslur, gransking og ikki minst tykkum, sum undirvísa í okkara fólkaskúla.
Tit sum møta næminginum í dag, hava krav upp á at fáa áhaldandi og neyðuga menning, soleiðis at tit eisini alla tíðina hava nøktandi amboð at arbeið við, tá tað kemur til at læra næmingin, og at stuðla bæði menning og trivnaði hjá okkara komandi ættarliði.
Hetta krav kann einans verða gingið á møti, um vit, sum varða av skúlaverkinum, lyfta í felag, og er nýggja eftirútbúgvingarskipanin, sum eg vóni nógv av tykkum velja at nýta, eitt dømi uppá, hvussu vit ið varða av skúlaøkinum, nettupp hava lyft í felag, fyri at gera umstøðurnar hjá tykkum fyri eftirútbúgving enn betri.
Harnæst hava NÁM og Námsvísindadeildin nú tikið stig til hesa fakligu rundferð við yvirskriftini “ Tann professionelli í skúlanum í dag”, har tit sum luttaka, millum annað fáa møguleika fyri at velja ímillum 4 verkstovur, sum fevna um ymisk viðurskiftir, so sum inkluderandi sernámsfrøði, co-teaching, relatiónsførleikar, og har tit eisini kunnu hoyra meira um, hvørjar tær størstu avbjóðingarnar eru á fólkaskúlaøkinum í dag.Sum landsstýrismaður eri eg glaður fyri at síggja, hvussu stovnar og deildir soleiðis í felag taka ábyrgd at flyta førleikarnar hjá tykkum, sum eru um børnini, enn longur fram á leið.
NÁM, Násmvísindadeildin og øll tit, sum luttaka á hesum heildartiltaki, læra tískil tað, sum var í andanum í sjónarmiðinum hjá Albert Einstein: tit læra meir um, hvussu ein ger, fyri at næmingurin kann læra at liva.
Ynski tykkum ein góðan og læruríkan dag.
Takk fyri.
- Røða til tiltakið "Øll við" hjá Parasport Føroyar 12. januar 2026
Góðu tit
"Ítróttur hevur máttin til at broyta heimin. Hann hevur máttin til at geva íblástur. Hann hevur máttin til at sameina fólk á ein hátt, sum næstan einki annað kann.”
Soleiðis segði Nelson Mandela í einari røðu í Monto Carlo í 2000 í sambandi við at ítróttafólk um allan heim, og innan ymiskar geirar, eitt nú eisini parasport, vóru heiðrað fyri teirra avrik.
Sitatið hjá Nelson Mandela er sera beinrakið, tí tað vísir nevniliga týdningin av tí, sum ein felagsskapur og avrikið hjá tí einkulta kann flyta og skapa, óansæð útgangsstøði hjá tí einstaka, tí ítróttur snýr seg jú ikki um avmarkingar, men um møguleikar.
Eg var so heppin at vera við til Special Olympics World Games í Berlin í 2023, og var hetta ein av teimum mest lívsjáttandi upplivingunum, eg havi havt í lívinum. Luttakararnir, bæði føroyingar og øll hini við, kundu við teirra áræði, dirvi og gleði gera júst tað, sum Nelson Mandela vísti á: tey megnaðu at sameina eina stóra fjøld av menniskjum, uttan mun til avbjóðingar og uppruna, samstundis sum tey góvu og framhaldandi geva stóran íblástur til okkum øll, tá tað kemur til at gera okkara besta. Og á henda hátt vóru tey øll, so ella so, við til at broyta heimin til nakað betri, tí góður íblastur setir jú eina røð av broytingum í gongd.
Boðskapurin frá kappingini í Berlin var, at man ongantíð orduliga er komin á mál við at fáa øll við, men at vit støðugt royna at toyggja hugtakið um luttøku, soleiðis at enn fleiri kunnu vera við.
Parasport Føroyar fer nú undir verkætlanina “ Øll við”, og tit, sum eru samlað her í dag, fara at hoyra og hugsavna tykkum um týdningin av inklusjón av børnum og ungum, sum bera brek, ella hava serligan tørv, í ítrótti.
Sum landsstýrismaður í barnamálum gjørdist eg glaður fyri innbjóðingina til í dag, og ikki minst, tá eg læs um endamálið við sjálvari verkætlanini, og sá tey punkt, sum eru sett á skrá fyri dagin í dag, nevniliga inklusjón og tvørfakligt samstarv. Júst hesi bæði evni er nakað, sum eg eisini havi raðfest høgt innan mítt málsøki, tí eg eri sannførdur um, at inklusjón og tvørfakligt samstarv er ein góð íløga í barnið, í framtíð tess, og harvið eisini samfelagið sum heild.
Inklusjón í ítrótti er so sera týdningarmikið, tí ítróttur er nakað serligt. Her er ikki einans talan um rørslur og kapping, men um gleði og tilknýti, sum er nakað, vit øll tráa eftir og hava brúk fyri. Inklusjón í ítrótti snýr seg tí ikki bara um at luttaka, men um at skapa vinaløg, byggja relatiónir og kenna seg heima í einum felagsskapi, har man kann mennast sum menniskja.
Fyri at hetta skal eydnast væl, er tað neyðugt við góðum tvørfakligum samstarvi, tí tá foreldur, lærarar, venjarar, heilsufólk og onnur fakfólk standa saman, ber til at fáa eina betri heildarmynd av einstaka barninum, soleiðis at man ikki einans sær avrikini, men eisini trivnaðin, menningina og tørvin.
Umframt gleði og felagskap, kann ítróttur geva børnum og ungum ein góðan førning til vaksnamannalívið. Í ítróttinum fáa tey møguleika fyri at læra týdningin av samstarvi við onnur og at menna dirvið til at flyta egin mørk. Samstarv og persónligur vøkstur hanga tætt saman, tí ofta vísir tað seg, at gott samstarv við onnur kann kveikja sjálvsálit og dirvi til at tora at traðka út um egnu forðingar.
Vit í Føroyum eru von við at síggja okkum sum eitt lítið land, har man kennir hvønn annan eitt sindur betri enn í teimum stóru londunum rundan um okkum, og vit eru errin av tí felagsskapi, sum er í okkara samfelag. Men hesin felagsskapur kemur bara, um eingin verður settur uttanfyri.
Fyri børn og ung, ið bera brek, er ítróttur kanska ikki altíð ein sjálvfylgja, tí tað kunnu verða ymiskar forðingar, so sum manglandi atgongd til ta einstøku ítróttagreinina, ella vantandi vitan hjá teimum, sum skulu venja, um hvussu man kann hjálpa fólkum, ið bera brek, at íðka. Um so er, so verður barnið ella tann ungi settur uttanfyri, og tá er ikki talan um ein sannan felagsskap.
Tí mugu vit øll, bæði land og kommunur, einstaklingar og fakbólkar, og ikki minst tit innan ítróttasambondini, áhaldandi stremba eftir at skapa enn betur atgongd til tær einstøku ítrottagreinarnar, og upplýsa teimum, sum venja, um, hvussu tey kunnu virka fyri inklusjóin innan ítróttin.
Í vælkenda sanginum hjá Martini Joensen “ Morgun”, ljóðar tað soleiðis í 2. versi : “Viljin er sterkasta svørðið, bítur á harðasta stál. Vónin er bjartasti brandur, lýsir tær veg fram á mál.”
Fyri mær eru íðkararnir innan Parasport og tey, sum eru um hesi, sermerkt av hesum: einum vilja av svørði, sum ferð eftir ferð hevur víst seg at bíta á harðasta stálið. Hesi menniskju vísa á ein heilt serligan hátt, hvat sannur vilji og dirvi er, og siga hvør sína søgu um, hvussu tað loysir seg at hava eina vón fyri framman, eina vón um, at tað veruliga ber til at náa málinum, óansæð brek ella avbjóðingar.
Vit eiga nógv dømi upp á ung, sum nýliga hava víst júst hetta, eitt nú Oddvu Sedea Nattestad, sum í november 2025 í Íslandi smildraði eitt heimsmet innan 100 metra bringu, samstundis sum Andrias Mellemgaard megnaði at taka eitt ordans hál í 50 m. frí.
At hoyra og lesa um hesi brøgd gevur okkum øllum, eisini komandi íðkarum, áræði til at hvessa viljan, sum er okkara svørð, soleiðis at mørk verða flutt og fleiri mál vera nádd.
Við hesum orðum ynski eg tykkum í Parasport Føroyar alt tað besta frameftir, og bestu eydnu við verkætlanini “ Øll við”.
Takk fyri.
- Fosturforeldrafelagið 25 ár – 25. november 2025
Fosturforeldrafelagið 25 ár – 25. november 2025
Góðu tit.
Tað at føla seg elskaðan er nakað, sum vit øll tráa eftir, tí tað er júst kærleikin, sum vísir okkum okkara egna virði eins væl og virðið hjá øðrum.Orðið “kærleiki” kann tykjast eitt sindur hugfloygt, men hetta orðið er tó í praksis ein samanrenning av tryggleika og umsorgan; og tað er júst hetta, sum tit í Fosturforeldrafelagnum nú ígjøgnum 25 ár hava víst og útint yvirfyri teimum børnum, sum hava havt brúk fyri hesum á ein serligan hátt.
Sum fosturforeldur stillar tú ikki einans teg sjálvan til taks, nei tað er bæði tú og tíni nærmastu, eitt nú tykkara biologisku børn, sum viðvirka og stuðla upp undir hesa uppgávu, nevniliga at geva øðrum børnum eitt gott og trygt heim at búgva í.
Eitt heim er jú ikki bara veggir og vindeygu; nei eitt heim eru tey menniskju, sum búgva handan veggirnar, og tað eru tit. Heimið, sum tit stilla fram, eru tit sjálvi og tykkara familjur.
Tit gera ikki einans børnum og teimum ungu eina stóra tænastu, nei tit gera av sonnum eina stóru tænastu fyri alt landið, og fyri samfelagið sum heild.
Tit hava tí eisini krav upp á so góðar karmar sum møguligt at virka undir og út frá. Tí er tað eisini týdningarmikið, at vit í politisku skipanini tora at hyggja eftir, hvat møguliga kann broytast til tað betra. Her hugsi eg serliga um at tryggja tykkum, ið ynskja tað, nøktandi umlætting, og harnæst eisini tryggja, at lóggávan, sum nú hevur nøkur ár á baki, verður eftirhugt og broytt í tann mun, sum samfelagið í dag krevur.
Hetta arbeiðið fer í gongd í næstum, og vera tit eisini tikin við í hetta, tí tykkara rødd er sera umráðandi, tí tit eru tey, sum vita, hvørjar ábøtur kunnu gerast og hvussu.Eg vil ynskja Fosturforeldrafelagnum hjartaliga til lukku við hesum merkisdegi, nú tit runda tey 25 árini sum felag, og ynskja felagnum blíðan byr.
Til seinast vil eg eisini senda eina heilsan til tykkum sum fosturforeldur hvør sær: Takk fyri tykkum og takk fyri, at tit vilja virka fyri, at hvør dagur gerst ein merkisdagur fyri ta barnið, sum tit hava tikið inn í tykkara heim.
- Takk fyri.
- Røða – 10-ára føðingardagur hjá Serbreytini á Kambsdali
Røða – 10-ára føðingardagur hjá Serbreytini á Kambsdali
Góðu næmingar
Góðu lærarar og starvsfólk
Góðu gestir – og serliga tit, núverandi og fyrrverandi næmingar á serbreytini.
Takk fyri, at eg sleppi at vera við til henda serliga dag. Tað er ein stórur heiður at fáa loyvi at halda hesa røðu. Í dag hátíðarhalda vit, at serbreytin á Kambsdali fyllir 10 ár. Hjartaliga tillukku!
Serbreytin byrjaði í 2015 sum tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Tað var eitt stórt stig fyri føroyska skúlaverkið og fyri okkara felagsskap sum heild. Endamálið var greitt - at geva ungum við serligum tørvi møguleika at menna førleikar og skapa sær eitt innihaldsríkt og virkisført lív. Serbreytir eru ikki stovnsettar av tilvild – tær eru ein týðandi og sjálvsagdur partur av okkara útbúgvingarskipan. Ein góður skúli er ein skúli, sum rúmar øllum, og tað er júst tað, serbreytirnar gera.
Síðani byrjanina hava fleiri miðnám fylgt eftir. Tað er millum annað tykkum at takka – tit, sum hava bygt serbreytina upp, og tit, sum dag eftir dag arbeiða við hesum ungu. Tit hava víst vegin og gjørt eitt megnar arbeiði. Og vit mugu vera erlig: - fyri nógv av hesum ungu hevði alternativið verið at sitið heima. Akkurát tí er hetta arbeiðið so ómetaliga týdningarmikið.
Serbreytin er nógv meira enn bara ein breyt. Hon er eitt stað, har næmingar fáa mót, læra at tora, og mennast bæði fakliga og menniskjansliga. Og ikki minst fáa tey ta heilt serligu kensluna av at megna. Mær dámar væl eitt orðafelli, sum hóskar so væl til júst henda dagin:
“Eingin kann alt, men øll kunnu nakað”
Tað er júst hetta, tit á serbreytini vísa í verki hvønn einasta dag. Her verður ikki spurt: “Hví dugir tú ikki hetta?”, men heldur: “Hvat dugir tú – og hvussu kunnu vit hjálpa tær at brúka tað?” Tað er ein av størstu gávunum, ein skúli kann geva einum ungum menniskja.
Latið meg geva tykkum eina rødd úr serbreytini – eina søgu, sum sigur meira enn nógv orð. Ein genta á serbreytini segði soleiðis:
“Á serbreytini havi eg fingið vinir og lært nógv nýtt. Eg dámdi ongantíð at rokna, men við einum so fittum lærara dugi eg tað nú. Eg havi fingið vinir fyri lívið – og eg droymi um at fáa mær eitt arbeiði, tá ið eg eri liðug her.”
Hetta er júst tað, serbreytin snýr seg um: at menna, at læra, at gerast trygg, og at fáa vón og møguleikar fyri framtíðina.
Serbreytin er eisini ein samfelagslig íløga. Hvørja ferð vit geva einum ungum menniskja møguleikar, minkar tørvurin á hjálp seinni. Fleiri gerast sjálvstøðug, fleiri koma í starvsvenjing, og nógv geva aftur til samfelagið bæði í arbeiði og í virðisøking. Tá vit stuðla einum ungum menniskja rætt, so er tað ikki ein útreiðsla – tað er ein íløga.
Serbreytin kann vera lopfjølin, sum ger munin. Her kunnu næmingarnir fáa styrkina, trúnna og áræði, sum skal til fyri at liva eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Tað er júst her, at dreymar fáa røtur.
Og so eri eg noyddur at venda mær til tykkum, allar tykkum umleið 500 næmingar, sum eru her í dag. Tit kunnu eisini vera takksom fyri at ganga í skúla saman við næmingunum á serbreytini. Tað er ein styrki fyri tykkum øll, at tit læra at vera saman í einum felagsskapi, har ymisleiki er ein sjálvsagdur partur av gerandisdegnum. Tað lærir tykkum tolsemi, virðing – og ikki minst at síggja styrkirnar hjá hvørjum øðrum.
Eg gekk sjálvur í einum rúmligum skúla á Glyvrum. Eg sat í flokki saman við børnum, sum høvdu ymiskar avbjóðingar. Tað havi eg verið sera takksamur fyri seinni í lívinum – tað hevur merkt meg sum menniskja, og tað taki eg við mær í øllum lívsins viðurskiftum, eisini í politikki.Eg hevði ikki viljað verið ta tíðina fyriuttan. Tað hevði verið ein stórur missur fyri meg, um eg ikki hevði havt møguleikan at ganga saman við børnum, sum høvdu ymiskar avbjóðingar og ymiskar fortreytir. Tey lærdu meg tolsemi, tey lærdu meg at síggja styrkirnar hjá øllum, og tey gjørdu meg betri. Tað hevði verið nógv fátækari – bæði skúlagongdin og lívið – um hesi børnini ikki høvdu verið har.
Ein vitugur maður segði einaferð:
“Samfeløg verða mátað eftir, hvussu tey taka sær av teimum, sum hava størstu avbjóðingarnar”
Serbreytin er júst hetta í praksis. Hon ger Føroyar meira rúmligar, meira rættvísar og meira menniskjansligar.
Kæru næmingar á serbreytini – tit kunnu vera errin av tykkum sjálvum. Vit hava brúk fyri tykkum og tykkara styrkjum.Góðu starvsfólk – takk fyri tykkara trúgva arbeiði og fyri tey lív, tit hava verið við til at menna. Og til Kambsdal sum heild: takk fyri at taka ábyrgd, geva rúm og taka væl ímóti øllum.
Hjartaliga til lukku við 10 ára degnum.
Og latið meg siga tað soleiðis: Í mínum eygum eru tit øll stjørnur.
Takk fyri.
- Børn og ung handa hoyringarsvar til fyrstu føroysku barnalógina – Norðurlandahúsið, 20. nov. 2025
Børn og ung handa hoyringarsvar til fyrstu føroysku barnalógina – Norðurlandahúsið, 20. nov. 2025
Góðu øll, góðu børn og góðu ungdómar
Í dag er ein heilt serligur dagur. Tað er nevniliga dagurin, har tit — børn og ung í Føroyum — standa mitt í eini heilt serstakari løtu í føroysku fólkaræðis- og lógarsøgu.Tit eru tey fyrstu børn og ungu í søgu okkara, sum hava verið beinleiðis við til at skapa eina lóg, sum snýr seg um tykkara lív og rættindi. Og tað hava tit gjørt á ein hátt, sum vit helst eru tey fyrstu í heiminum at hava roynt.
Tit hava bæði verið við at skapa innihaldið, og tit eru eisini tey fyrstu, sum koma við tykkara hoyringarsvari. Tit hava fingið sama fólkaræðisliga leiklut og ávirkan sum tey vaksnu — júst soleiðis sum tað eigur at vera, tá ið týðandi avgerðir um tykkara lív verða tiknar.
Uttan tykkum og tykkara avgerandi íkast, høvdu vit ikki rokkið hesum.
Fyrst í hesum ári spurdu vit tykkum:
Hvat er eitt gott barnalív?Tit svaraðu við eldhuga og opinleika - ógvuliga beinrakið, hvat skal til fyri at gera Føroyar enn betri.
Tit tosaðu um vinalag, tryggleika, rættvísi, góðan inkluderandi felagsskap, tørvin á at hava týðilig vaksin kring tykkum, umframt týdningin at verða sædd og hoyrd.Tit saknaðu, at vit vaksnu lurta eftir tykkum, og royna veruliga at skilja tykkum. Tit vilja hava, at vit vaksnu arbeiða meira og betri saman, tá ið vit skulu hjálpa tykkum. Tit vilja verða tikin meira við upp á ráð og hava møguleikan at siga tykkara hugsan. Tit halda, at vit gagnnýta føroysku náttúruna alt ov lítið – boðini vóru, latið okkum brúka hana meira til gagns fyri trivnað, heilsu og menning.
Øll svarini vóru síðani savnað í eina stórari barnagreining, sum gjørdist fyrsta íkastið til arbeiðið við barnalógini.
Og nú eru vit aftur í Norðurlandahúsinum í dag — tí nú hava tit lisið lógaruppskotið og mett, um tað svarar til tað, tit søgdu okkum frá í byrjanini. Tit hava átikið tykkum hesa ábyrgdarfullu uppgávu við álvara og virðing. Hetta er fólkaræði í verki — og tit útinna tað av sonnum.
Persónliga má eg siga, at eg viðhvørt ivaðist í, um vit fóru at megna hetta stóra mál, sum vit settu okkum:
- at røkka fyrstu føroysku barnalógini sum grundarlag fyri at skapa tað besta samfelagið fyri øll børn í Føroyum.Tí eri eg sera fegin og rørdur av at kunna standa her í dag og um eina løtu taka ímóti tykkara hoyringarsvarum — saman við Súsannu Bertholdsen, komandi landsstýriskvinnu í barna- og útbúgvingarmálum. Vil eisini nýta høvið at takka Súsonnu fyri sera gott samstarv sum partur av eigarabólkinum í Barnaverkætlanini og ynskja henni alt tað besta sum komandi landsstýriskvinnu í barna- og útbúgvingarmálum.
Somuleiðis ein hjartans tøkk til Barnaverkætlanarbólkin og øllum teimum mongu, sum hava stuðlað, lagt orku, arbeiði og tíð í at fáa verkætlanina so langt fram á leið. Uttan tykkum hevði hetta ikki borið til. Og tøkk til øll tey starvsfólk í skúlunum, sum hava hjálpt næmingaráðunum í hesi tilgongdini.
Ein serlig tøkk til tykkum í eigarabólkinum (Kommunufelagið og landsstýrisfólk) og stýrisbólkinum fyri gott samstarv – uttan okkara felags lógvatak um eina sera framsøkna visjón, bar hetta ikki til.
Og fram um alt: Takk til tykkum børn og ungu.
Takk fyri tykkara tíð, tykkara orku, tykkara hugsanir og tykkara dirvi. Tit hava lært okkum øllum, hvussu týdningarmikið tað er at lurta eftir tykkum — veruliga lurta.
Tit hava ikki bert verið við at smíða fyrstu føroysku barnalógina.
Tit hava eisini tikið eitt stórt fet inn í føroyska fólkaræðið. Tit hava prógvað, at børn og ung kunnu — og skulu — vera virknir luttakarar, tá ið viðurskifti hjá teimum verða viðgjørd og avgjørd. Hetta fer at seta spor langt út í framtíðina.
Vit fara nú at lurta eftir tykkara hoyringarsvari við opnum sinni og stórari virðing. Tað er júst soleiðis, sum tað eigur at vera — tí hetta er tykkara lóg, tykkara rættur og tykkara framtíð.
Takk fyri.
- Markleys Útbúgving 2025 – Norðurlandahúsið 19. nov. 2025
Markleys Útbúgving 2025 – Norðurlandahúsið 19. nov. 2025
Góðu tit
“It’s not about the destination; it’s about the journey”, ella “tað snýr seg ikki um málið, men um sjálva ferðina” verður ofta tikið til. Ella: ”Ferðin er sjálvt endamálið” er kanska ein annar háttur at siga tað. Tí vit eru so ella so altíð á eini ferð og røkka vit einum máli, ja so er aloftast eitt nýtt mál í eygsjón.
Og á ferðini eru góðar og minni góðar løtur, har eru bæði dalar og fjøll. Og har eru nógv vegamót, har vit skulu velja, hvønn veg vit vilja fara. Og standa tit í næstum við eitt slíkt vegamót, har tit nú fáa høvið til at velja, hvørja útbúgvingarleið tit vilja fara. Tiltakið markleys útbúgving hevur nú í meiri enn 20 ár varpað ljós á teir nógvu møguleikarnar, ja næstan markleysu møguleikarnar, sum tit ungu hava fyri at útbúgva tykkum.
Men til ber at fara enn longri aftur; til eina tíð, har møguleikarnir ikki vóru so nógvir. Tí fyri meiri enn 100 árum síðani, í 1923, so fór ein 17 ára gomul genta úr Havn, Bergithe Johannesen, á sína ferð. Einsamøll fór hon til London fyri at ganga á listaskúla.
Og síðani fór hon sum 19 ára gomul til Keypmannahavnar at nema sær listaútbúgving. Hetta hevur verið ógvuliga óvanligt tá í tíðini, ikki minst fyri eina unga kvinnu úr Havn, og hevur hon veruliga verið undangongufólk og slóðað fyri í einari tíð, har umstøðurnar hava verið nógv øðrvísi enn tær eru í dag. Sagt verður, at hon í roynd og veru er Føroya fyrsta yrkislærda listafólk. Í hesum døgum kemur bók út, sum varpar ljós á hesa merkisverdu kvinnu og hennara listaverk, og eru fleiri av verkum hennara við á føstu framsýningini á Listsavni Føroya.
Umstøðurnar eru nógv broyttar og betraðar síðani Bergithe fór sína lestrarferð fyri meiri enn 100 árum síðani. Men hennara søga kann kanska geva fleiri av tykkum íblástur. Tí fyri summi stendur sólarklárt, hvønn veg tey vilja fara, meðan onnur eru nógv meiri ivandi og afturhaldin. Og tað er í lagi at ivast, tað er ein partur av ferðini. Og hóast tit hava eina stóra ábyrgd fyri tykkara útbúgvingarferð, so er tað mín sannføring, at vit sum samfelag eiga at hjálpa tykkum so nógv og væl sum møguligt ferðini. Sum landsstýrismaður havi eg tí arbeitt miðvíst fyri at betra um lestrarumstøðurnar og gera flytføri millum útbúgvingar so gott sum møguligt. Og havi eg hug at nevna onkur dømir.
Vit vita, at tað kann vera fíggjarliga tungt at vera lesandi, men frá komandi lestrarári hækkar lestrarstuðulin við 1.000 kr. um mánaðin og verður eftir skatt á sama støði sum stuðulin í Danmark, soleiðis at fíggjarliga byrðan gerst lættari, tá tit lesa í Føroyum.
Eisini eru vit væl ávegis at menna eitt rættuligt fakligt og sosialt lestrarumhvørvi fyri okkara lesandi á Fróðskaparsetrinum. Og komandi ár verður eftir ætlan farið undir at byggja kampus felagsbygningin - og kann hetta eggja enn fleiri at fara undir hægri lesnað í Føroyum. Harumframt er ætlanin at útvega fleiri bústaðir til lesandi; og her kann ætlanin at umskipa bygningin á Eirargarði í Havn til lestraríbúðir nevnast.
Tá tað snýr seg um at byggja brýr og taka burtur óneyðugar forðingar, so havi eg hug at nevna, at í verandi løtu verður brúgv bygd millum Heilsuskúla Føroya og Fróðskaparsetrið, soleiðis at tað nú ber til at byrja á Heilsuskúlanum og fáa atgongd til ávísar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum eftir lokna útbúgving.
Námsfrøðihjálpari kann geva atgongd til Bachelor í námsfrøði, og heilsurøktari kann geva atgongd til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði, tó undir ávísum treytum.
Harumframt hava vit samtykt lógina um føroyskan førleikakarm, soleiðis at føroyskar útbúgvingar í framtíðini betri kunnu samanberast við útbúgvingar uttanlands og skapa størri samanhang millum tær útbúgvingar, ið vit hava í Føroyum. Endamálið er eisini at tryggja, at næmingar á einari givnari útbúgving ikki skulu taka fak, sum teir longu hava fullført á einum øðrum stigi í útbúgvingarskipanini, og at skapa betri møguleikar fyri lívlangari læru.
At enda havi eg hug at nevna Erasmus +, ið er ein ES skipan, ið rúmar nógvum møguleikum. Arbeitt verður við at fyrireika føroyskan limaskap í Erasmus +. Skipanin fer at eitt nú at geva føroyskum lesandi møguleika at fara eitt semestur ella starvsvenjing uttanlands og fer at stuðla undir, at fakfólk fara á skeið, starvsvenjing ella á eftirútbúgving, umframt at geva stovnum, lesandi og øðrum møguleika at luttaka í altjóða samstørvum.
Góðu tit. Tykkara ferð byrjar her í Føroyum. Summi tykkara fara at halda áfram á ferð tykkara her heima, meðan onnur fara at leita sær burtur til onnur lond eins og Bergithe gjørdi. Men tit skulu vita, at fyri okkum sum samfelag, so hava tit og tann lærdómur tit vinna á ferðini ófatiliga stóran týdning.
At enda fari eg tí at ynskja tykkum blíðan byr á lestrarferðini - minnist til at njóta ferðina - og vóni eg, at hesin dagurin kann geva tykkum íblástur víðari á ferðini!
Takk fyri!
- Røða til ráðstevnu um fakligan trivnað 22. oktobur 2025
Góðu lærarar, leiðarar og fakfólk á miðnámi og á yrkisnámi
Tað er mær ein stórur heiður at standa her í dag og seta hetta heildartiltakið, sum savnar tykkum øll – fakliga sterku og eldhugaðu fólkini, sum dagliga mynda og menna okkara ungdóm. Evnið í dag er fakligur trivnaður, og tað er ikki tilvildarligt. Tað er eitt evni, sum rakar kjarnuna í tí, vit gera – og í tí, vit ynskja at byggja upp.
Fakligur trivnaður er ikki bert ein kensla av at trívast í einum faki. Hann er eitt samansett fyribrigdi, sum snýr seg um at kenna meining, at hava møguleika at mennast, og at vera partur av einum fakligum felagsskapi, har vit kenna okkum virðismett og hoyrd. Hann snýr seg um at hava dirvi til at læra, at tora at gera mistøk, og at kenna seg tryggan í einum umhvørvi, har læring er ein felags ferð.
Sum Ane Qvortrup lýsir tað, er fakligur trivnaður ein javnvág millum kenslur – bæði tær, sum geva íblástur og gleði, og tær, sum kunnu vera avbjóðandi. Tað er ein støða, sum broytist yvir tíð, og sum er tongd at okkara møguleika at virka og mennast fakliga. Tað merkir, at fakligur trivnaður ikki kann skiljast frá undirvísingini sjálvari – frá tí, vit gera í flokkinum, í kjakinum og í samstarvinum við næmingar og starvsfelagar.
Men vit vita eisini, at treytirnar fyri undirvísing eru broyttar. Sum Steen Beck vísir á, eru ungdómsárini í dag merkt av skundi, av krøvum um at vera perfektur, og av eini individualisering, sum kann gera tað trupult at finna felagsskap og meining. Hetta setur stór krøv til okkum sum lærarar og leiðarar. Vit skulu ikki bert undirvísa – vit skulu eisini skapa rammur fyri fakligari menning og trivnaði.
Tí er tað so týdningarmikið, at vit taka fakligan trivnað í stórum álvara. Tað snýr seg um at seta orð á, hvat fakligur trivnaður er – og hvussu vit kunnu arbeiða við honum í gerandisdegnum. Tað snýr seg um at skapa umstøður, har næmingar kenna seg fakliga tryggar, har tey tora at ivast og spyrja, og har tey tora at luttaka.
Hetta tiltak er ein gyltur møguleiki at arbeiða við hesum evninum. Í verkstovunum fara tit at fáa íblástur og amboð til at styrkja fakliga trivnaðin – bæði hjá næmingum og hjá tykkum sjálvum. Tit fara at arbeiða við trúnni á egnan førleika, við fakligan felagsskap, við talgildisbúgving og við fakligan trivnað hjá fleirmæltum næmingum. Hetta eru øll viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri, hvussu næmingar uppliva sína læring og sín skúla.Men fakligur trivnaður snýr seg eisini um okkum sum fakfólk. Um okkara egnu kenslu av at trívast í tí, vit gera. Um okkara møguleika at menna okkum, at fáa íblástur, og at vera partur av einum fakligum felagsskapi, har vit kenna okkum hoyrd og virðismett. Tað er ikki bert næmingurin, sum skal trívast – tað skal lærarin eisini.
Tí vil eg eisini nýta høvið at takka tykkum øllum. Tit, sum dagliga arbeiða við okkara ungdómi – sum undirvísa, vegleiða, stuðla og menna. Tit eru grundarsteinurin í fakliga trivnaðinum. Tað er tykkara eldhugi, tykkara fakligheit og tykkara umsorgan, sum ger mun. Og tað er tykkara dirvi at taka fakligar avbjóðingar og at menna tykkara undirvísing, sum skapar eitt skúlaverk, vit kunnu vera errin av.
Somuleiðis vil eg takka Námi fyri at skipa fyri hesum tiltakinum og eisini Miðnámi á Kambsdali fyri at hýsa tiltakinum í hesum nýggju og glæsiligu hølunum.
Latið okkum saman arbeiða fyri einum skúlaverki, har fakligur trivnaður er ein sjálvsagdur partur av gerandisdegnum. Ein skúli, har næmingar ikki bert læra, men eisini trívast – fakliga, sosialt og mentalt. Ein skúli, har lærarar kenna seg fakliga tryggar og hava møguleika at menna seg. Ein skúli, har vit saman skapa meining og framtíð.
Takk fyri, og góða eydnu við tiltakinum!
- Tala á Kambsdali 20/10
Tala á Kambsdali 20/10
Góðu tit øll,Hjartaliga til lukku við nýggju kørmunum um virksemið her á Miðnámi á Kambsdali. Nú er stóra tilbyggingin komin á mál í øllum góðum, og tað fegnast vit øll almikið um.
Danski professarin, Bent Flyvbjerg, sum er blivin víða kendur fyri at kanna byggiverkætlanir kring allan heimin, sigur, at týdningarmesti spurningurin, sum eigur at verða settur, tá farið verður undir eina nýggja byggingverkætlan, er “Hví?”. Hvat er grundleggjandi meiningin og málið við ætlanini. Hvat skal byggiætlanin loysa?
Í hesi verkætlanini á Kambsdali hevur hesin spurningurin eisini verið settur. Tað hava verið stór og greið mál fyri hesa byggingina. Nú vit standa her í dag, kunnu vit fegnast um, at hesi mál eru rokkin. Tit hava fingið ein samanbygdan skúla, sum hevur savnað eindirnar, sum vóru her á Kambsdali frammanundan. Organisatoriskt vóru skúlarnir lagdir saman fyri skjótt 10 árum síðani, men tað er ikki fyrr enn nú, at alt er savnað í eina eind við einum felagsøki, sum rúmar øllum.
Sum landsstýrismaður havi eg lagt stóran dent á at skapa karmar fyri, hvussu børnini og tey ungu kunnu fáa størri møguleika at gera sínar hugsanir og meiningar galdandi. At røddin hjá teimum verður tikin við, tá lagt verður til rættis, tá eitt nú barnalógin verður evnað til, og at næmingaráð verða skipað, har næmingarnir koma til orðanna.
Eitt av svarunum upp á Hví-spurningin í hesi verkætlanini eri eg serstakliga glaður fyri. Tað er, at næmingarnir á Kambsdali nú fáa betri møguleikar at savnast og fjølgast. At tað verður skipað eitt speakers corner, eitt stað, har næmingarnir kunnu tosa og kjakast fólkaræðinum at frama. At næmingarnir tora at kjakast. At lurta og standa við sítt og verða opin fyri øðrum. Við hesi byggingini hava tit á Kambsdali fingið hesar karmarnar, og tað gleðist eg um. Nú skulu tit fylla teir út.
Harafturat hava tit fingið framúr karmar til náttúruvísindaliga lærugreinarnar lívfrøði, evnafrøði, alisfrøði og lívtøknifrøði. Við hesum kørmunum verða tit í fremsti røð, tá tað ræður um undirvísing innan hesi økini.
Henda byggingin er komin á mál, og hon er gjørd innan fyri fíggjarligu karmarnar, sum politiska skipanin hevur ásett. Tað er sera óvanligt, sambært Bent Flyvbjerg. Tað er nevniliga soleiðis, at í umleið 99,5% av ferðunum eydnast tað ikki at røkka ætlaða úrslitinum innan fyri ta ætlaðu tíðina, til tann ætlaða kostnaðin. Tað er tað avgjørda undantakið, at hetta eydnast. Men tað hevur í stóran mun eydnast her, og tað fegnist eg um.Hetta er faktiskt triðja byggiverkætlanin innan fyri ein mánaða, har eg sum landsstýrismaður standi og fegnist um tað sama. At byggingin er gjørd innan fyri ásettu karmarnar. Tað er Húsarhaldskúlin í Klaksvík, sum nú eitur Rótin, og Rásin á Glyvrum. Eisini framúr góðar verkætlanir.
Eg veit ikki, um tað er nakað serligt við norður-eystur økinum í Føroyum? Kanska, er tað ein partur av frágreiðingini.
Men tað er eisini tí hesar tríggjar verkætlanirnar eru sera væl fyrireikaðar frammanundan, áðrenn farið var undir sjálva byggingina. Tað hevur verið ein long tilgongd, og øll ivamál eru loftað og svarað.
Síðani 2017, tá farið varð undir at fyrireika hesa verkætlan, er hon steðgað tvær ferðir, tí fortreytirnar ikki hildu. Neyðugt hevur verið við nýggjari politiskari viðgerð. Ikki fyrr enn í 2023 kundi byggingin byrja (hakin var settur í), og síðani tá hevur gingið skjótt. Hetta er eisini í samsvari við okkara góða Bent Flyvbjerg, sum sigur, at vit hugsa seint og handla skjótt. Tað skal fyrireikast væl og byggjast skjótt.
At tað hevur gingið so væl í hond, eru tað nógv, sum eiga tøkkina fyri: Byggiharri, ráðgevarar, byggivirki, byggileiðsla, hondverkarar, arbeiðsfólk, bygginevnd, byggieftirlit og fleiri.
Men í hesi byggingini eru tað eisini øll tit, sum dagliga virka á skúlanum: næmingar og starvsfólk. Henda byggingin hevur verið serliga avbjóðandi, tí hon er farin fram inni í hjartanum á bygninginum, og nógvar tillagingar skulu gerast í tí dagliga. Tað hevur kravt gott samstarv og tolsemi fyri at fáa alt at eydnast.
Takk fyri øll somul og hjartaliga til lukku við úrslitinum.
- Hátíðarhald í nýggja Húsarhaldsskúlanum – 2. okt. 2025
Hátíðarhald í nýggja Húsarhaldsskúlanum – 2. okt. 2025
Góðu tit
“Sig mær, og eg gloymi. Vís mær, og eg minnist. Inndraga meg, og eg læri.”
Hetta orðatakið er tað, sum rennur mær fyrst í hug, tá eg hugsi um Húsarhaldsskúlan.
Inndragilsi, ella viðvirkan, er jú andadrátturin í hesum skúla.Her í skúlanum lærir næmingurin at røkja og handfara okkara egna tilfeingi – bæði tá talan er um mat og handverk - og er hetta at síggja sum meir enn bara førleikar til tann einstaka næmingin, men er eisini ein íløga í framtíðar Føroyar.
Tá vit skilja virðið av tí, sum vit hava rundan um okkum, ja so veksur okkara virðing og ábyrgdarkensla eisini fyri tilfeinginum, og er hetta nakað, sum er sera týdningarmikið, eisini sæð við burðardyggum brillum. Vit vita, at handverk er meir enn bara nakrir praktiskir førleikar – handverk gevur nevniliga ró, gleði og evni til at hugsavna seg á ein serligan hátt. Og júst hetta, at hugsavna seg um nakað, er so sera umráðandi fyri okkum øll, ikki minst fyri okkara ungdóm, sum veksur upp í einum umheimi, har alt gongur við rúkandi ferð.
Ein húsarhaldsskúli er meira enn bara ein skúli – hann er tann grundvøllurin, sum langtíðar vinabond eru grundað á.Í útvarpssendingini “ Við Tórði á túri” í september mánaði í ár, varð ljós varpað á, hvussu nakrar kvinnur, sum fyri 68 árum síðani vóru á húsarhaldsskúla í Haslev, enn halda saman, hóast tær nú eru í áttati- og nítiárunum.
Hesar kvinnur máttu av landinum fyri at koma á húsarhaldsskúla, men longu miðskeiðis í 70´unum gjørdist tað møguligt at koma á húsarhaldsskúla her í Klaksvík, og hava yvir 1200 næmingar nú gingið í hesum skúla.
Nú eru fysisku umstøðurnar nógv broyttar, og tit hava fingið góð og hugnalig hølir at virka í. Sum landsstýrismaður fegnist eg yvir hetta, og eg ivist ikki í, at hesi hølir frameftir eisini fara at virka fyri, at skúlin kemur at liva upp til sítt slagorð, sum framgongur á heimasíðu tykkara, og sum eru hesi : heimligt – hugnaligt- herligt.
Eg ynski skúlanum alt tað besta og Guðs signing yvir framtíðina.
- Røða hildin 26. september 2025 í sambandi við norðurlendskan netverksfund
Røða hildin 26. september 2025 í sambandi við norðurlendskan netverksfund
Kære alle,
Det glæder mig at få lov til at stå her i dag og runde denne nordiske netværkskonference af. Jeg håber, at I har haft nogle gode og udbytterige dage sammen, og at temaerne, som I har drøftet, har givet anledning til både spændende diskussioner og værdifuld erfaringsudveksling.Konferencens temaer – “Kompetencer i praksis: fra læreplan til hverdagsliv” og “Børns forståelse af og deltagelse i demokratiske processer” – er ikke bare overskrifter. De berører helt grundlæggende spørgsmål om, hvad vi vil med vores uddannelsessystem, og hvordan vi bedst forbereder børn og unge til at tage aktivt del i samfundet. Det er store og betydningsfulde emner, som angår den enkelte elev og lærer, men som i sidste ende også former hele samfundets fremtid.
Når vi investerer i uddannelse, investerer vi i fremtiden.
I løbet af disse dage har I drøftet, hvordan vi omsætter kompetencer fra læreplanerne til børns og unges hverdag – hvordan vi gør kompetencemål levende og nærværende i undervisningen, så de bliver til virkelige færdigheder, som eleverne kan bruge i deres liv. I har også arbejdet med, hvordan vi kan styrke børn og unges forståelse af og deltagelse i demokratiske processer – en opgave, der kun er blevet mere presserende i en tid, hvor demokratiske værdier flere steder i verden er under pres.
Disse drøftelser er vigtige i en nordisk sammenhæng, men de er også helt centrale i vores egen færøske skoleudvikling.
Her på Færøerne arbejder vi løbende med at ajourføre vores studieplaner, så de bedre kan afspejle de kompetencer, børn og unge har brug for i det 21. århundrede. Vi har iværksat en ny efteruddannelsesplan for lærere, så de får endnu bedre forudsætninger for at omsætte læreplanernes mål til virkelighed i klasseværelset.
Derudover har vi valgt at samle vores forsøgs- og udviklingsarbejde i færre og større projekter, så vi kan skabe en mere mærkbar og langtidsholdbar udvikling af hele skolevæsenet. Et eksempel er projektet “Matematik i praksis”, som I allerede har hørt om fra Ingi Heinesen Højsted under konferencen.
Endelig har vi også sat fokus på at styrke børns og unges demokratiske dannelse i praksis. For nylig har vi vedtaget en ny bekendtgørelse om elevråd, som skal sikre, at alle elever får konkrete erfaringer med demokrati – ikke kun som et teoretisk emne i samfundsfag, men som en del af deres daglige skoleliv. Jeg ser det som afgørende, at børn og unge ikke blot lærer om demokrati, men også oplever det, deltager i det og dermed tager det med sig ind i voksenlivet.
Den demokratiske tilgang og medindragelse af børnene er også prioriteret højt i forbindelse med udarbejdelsen af den kommende børnelov, på Færøerne, hvor vi har taget børnene med i processen fra start af.
Kære konferencedeltagere,
Jeg ser det som en stor styrke, at vi i Norden har tradition for at dele erfaringer og lære af hinanden. Vi står over for mange af de samme udfordringer, og ved at samarbejde og inspirere hinanden kan vi stå stærkere. Jeg håber, at de samtaler, I har haft her i Tórshavn, har givet jer nye perspektiver og idéer, som kan omsættes i jeres hjemlande.At I har prioriteret at komme hertil – til vores smukke øer – viser, hvor vigtigt dette samarbejde er. Og I skal vide, at jeres viden og erfaringer ikke blot er en gave til konferencen, men også er med til at pege vejen frem for vores fælles nordiske skoleudvikling.
Afslutningsvis vil jeg gerne sige tak.
Tak for jeres indsats, for jeres engagement og for jeres vilje til at tage del i de store og nødvendige samtaler om uddannelse og demokrati. Jeg håber, at I rejser herfra med ny inspiration – og med fornyet mod til det vigtige arbejde, I gør hver dag for børn og unge.
Tak for jeres deltagelse, og tak for, at I har været med til at gøre denne konference til en værdifuld begivenhed.
- Hátíðarhald á Rásini – 5. september 2025
Hátíðarhald á Rásini – 5. september 2025
Góðu titMikudagin tann 5 juli 2023 settu vit hakan í og byrjaðu vit tá formliga at útbyggja Rásina.
Nú, gott 2 ár aftaná, kunnu vit fegnast um, at tit, næmingar og starvsfólk, sleppa at taka henda nýggja bygning í brúk.
Hesin bygningur skal stuðla upp undir tað sera týdningarmikla arbeiði, sum fer fram á Rásini, sum er at læra tey ungu um lívið sjálvt.
Her lærir tann ungi at rætta eina hond út, tá onkur hevur brúk fyri tí; her lærir næmingurin eisini týdningin at lurta eftir øðrum, og hvussu umráðandi tað er at duga at vera ósamdur, eisini í einum felagsskapi, í einum skúla ella á einum næmingaheimi.
Einhvør skúli skal birta upp undir forvitni og hugflog hjá næminginum við støði í tí einstaka næminginum. Ein skúli skal rúma hugskotum, lívligum práti og – vónandi - eisini nógvum látri, tí lívið er meir enn bara at kenna svarið upp á eina avbjóðing – lívið er eisini at duga at seta spurningar, at duga at taka ábyrgd, og at hava tað gott saman.
Hesin bygningur er stásiligur og rúmar nógvar nýggjar møguleikar fyri næmingar og starvsfólk.
Tit starvsfólk kunnu millum annað fegnast um, at undirvísingarhølini nú eru betur, tí nú skulu tit ikki, eins og áður, nýta tey somu høli til ávikavist undirvísing, matarsal og hugna. Hetta gevur tykkum betri møguleikar fyri at planleggja undirvísingina og arbeiða meir miðvíst.
Tit næmingar fáa eisini góð hølir, og onkur enntá nýtt kamar við góðum útsýni. Hetta kom týðuliga fram í Degi & Viku mánakvøldið, tá Joen Jacob vísti okkum, hvussu hann sær inn á kontórið hjá leiðaranum og starvsfólki.
Hetta, at næmingurin sær leiðaran og starvsfólk, og tað at starvsfólkini síggja næmingin er í yvirførdum týdningi eisini sera umráðandi. Tí tá vit síggja hvønn annan og koma hvørjum øðrum við, tá uppbyggja við eitt samband, sum kann skapa álit og tryggleika, og er tað júst hetta, sum fær okkum at blóma sum menniskju.
Vit hava tey seinastu árini gjørt nógvar íløgur í bygningar, tá tað snýr seg um útbúgving og skúla. Sum dømi upp á hetta kunnu nevnast íløgur í Fróðskaparsetur Føroya, í Húsarhaldsskúlan, Miðnámsskúlan á Kambsdali og harumframt hava kommunurnar eisini gjørt stórar íløgur í skúlar kring landið.
Tá vit byggja og seta nakað í verk, skulu vit hava inklusjóns tankan við, tí øll skulu rúmast. Judy Heumann, sum eisini verður rópt “ móðirin í brekrættarrørsluni” í USA hevur einaferð sagt: “ Inklusjón er ikki vælvild- tað er rættvísi”, og er hetta tað, sum eigur at sermerkja samfelagið sum heild, nevniliga rættvísi fyri øll óansæð evnir og førleikar.
Vit skulu minnast til, at tá vit byggja nýggj hølir sum her, so er ikki einans talan um eina íløgu í ein bygning; tað er talan um eina íløgu í lívsgóðsku, felagsskap og framtíð.
Lokalumhvørvið her og staðbundna skúlaumhvørvi í breiðum týdningi hevur altíð gingið undan, hvat insklusjón viðvíkur, og er hetta nakað, sum eg altíð havi verið takksamur fyri.
Tit næmingar á Rásini. Eg vóni, at tit fara at trívast og mennast ta tíð, tit ganga og búgva her í skúlanum. Tit hava ein góðan skúla, og eitt gott næmingaheim, og eg veit, at hetta er nakað, sum fer at gera tykkara gerandisdag enn betur. Tit eru øll røsk og virkin, ganga bæði til fótbólt, boccia, Ælabogan, svimjing, skótar og mangt annað, og nú kunnu tit eisini, tá tit eru móð eftir ein virknan og spennandi dag, hvíla og hugna tykkum í hesum nýggju hølunum á Rásini.
Eg veit, at tit næmingar eisini duga væl at vera hjálpsom og góð við onnur. Hetta hava arbeiðsmenninir, sum hava arbeitt her, eisini ásannað, tá teir hava fingið kaku og annað gott frá tykkum.
Til tykkum, sum hava staðið fyri arbeiðinum, vil eg bara siga takk fyri tykkara góða avrik, og eisini skal ein tøkk ljóða til grannarnar, sum hava víst tolsemi, meðan arbeiðið hevur staðið á.
Til seinast skal ein heilsan ljóða til leiðaran og starvsfólk her á Rásini. Tit gera eitt megnar arbeiði, sum er sermerkt av stórum eldhuga og orku. Eg vóni at hesi hølir gera tykkara arbeiðsdag enn betur, og at tit eisini framhaldandi fara at trívast í arbeiðinum her á Rásini; íløgan í bygningin er einki uttan tykkara fjálga og smittandi íkast.
Eg ynski Rásini, næmingum og starvsfólkum alt tað besta frameftir.
Takk fyri.
- Prógvhandan á Vinnuháskúlanum – 25. juni 2025
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum – 25. juni 2025
Góðu tit
“Ein íløga í útbúgving gevur altíð bestu rentuna”
Soleiðis segði Benjamin Franklin, amerikanskur framstandandi politikari og vísindamaður, einaferð, og hvør av okkum vil ikki gera eina góða íløgu, har rentan er góð?
Tit, sum í dag fáa eitt prógv her á Vinnuháskúlanum, hava valt at gera eina góða íløgu, við møguleika fyri góðari rentu og avkasti.
Tað, tit hava nátt í dag, er ikki bara eitt prógv. Tað er ein pallur – ein møguleiki at fara víðari, at skapa nakað størri, bæði fyri tykkum sjálv og onnur.
Tað sæst eisini aftur hjá kendum fólkum, sum byrjaðu júst við eini maritimari útbúgving. Eitt nú Captain Richard Phillips, amerikanski skipsførarin, ið gjørdist heimskendur, tá ið sjórænarar í 2009 tóku skip hansara Maersk Alabama. Við síni útbúgving sum skipsførari og við dirvi og ábyrgd megnaði hann at vera við til at verja bæði manning og skip – og hansara søga varð filmatiserað við Tom Hanks í høvuðsleiklutinum.
Søgan hjá Captain Phillips vísir okkum, at ein maritim útbúgving ikki bara førir til eitt arbeiði – men til ábyrgd, virðing og stundum søgulig størv.
Nú tit standa við prógvi í hond, við tøkniligum kunnleika og menniskjaligari styrki í ryggsekkinum, er tíð at hyggja frameftir. Framtíðin er ikki bara ein vegur, sum liggur frammanfyri – framtíðin er ein møguleiki, sum tit sjálv skulu skapa.
Eg vil enda við einum orði, sum eg haldi hóskar væl til í dag:
"Framtíðin er eitt óskrivað blað – og tú ert tann, sum eigur pennin."
Tað, tú skrivar – verður títt lív, tín leið og títt avrik. Kanska verður ikki alt, tú skrivar, vakurt ella fullkomið. Tað ger einki. Tí tann, sum veruliga livir og lærir, heldur áfram við at skriva, óansæð um okkurt tykist ófullkomið.
Góðu tit – farið út við dirvi, virðing og viljastyrki, og minnist til: Tit hava júst valt at gera eina góða íløgu, sum fer at vísa seg at geva eina góða rentu.Hjartaliga til lukku og blíðan byr.
- Eftirskúlin Brúgvin 5 ár – Skálavík 27. mai 2025
Eftirskúlin Brúgvin 5 ár – Skálavík 27. mai 2025
Góðu tit
Fyri okkum, sum eru komin eitt vet upp í árini, tykist 5 ár ikki at vera nógv, meðan tit ungu óivað halda, at 5 ár er eitt rættuliga langt tíðarskeið.Søguliga er tað kanska eisini soleiðis, at 5 ár ikki er so nógv, men tó kanst tú náa at flyta sera nógv upp á 5 ár.
Eg eri sannførdur um, at hjá einum eftirskúla sum tykkara, so fevna hesi 5 árini um nógv tol, áræði og stríð hjá tykkum, sum standa fyri og reka henda skúla. Umframt hetta, so veit eg eisini, at hesi 5 árini fyri tykkum øll, bæði leiðslu, starvsfólk og ikki minst næmingar, hava verið merkt av góðum upplivingum, vinabondum og virðismiklum lærdómi.
Vit kunnu seta okkum henda spurning: Hvat hevði skúlin sagt, um hann kundi tala?
Eg hugsi, at skúlin hevði boðað frá nógvum góðum løtum, alt frá andaktum til støddfrøði, frásagnir um at planleggja uttanlandsferðir og jólatiltøk, og óivað eisini frásagnir frá tí dagliga trummerumminum, sum hava elvt til látur og skemt.
Eftirskúlin her í Skálavík við tí sera góða og sigandi navninum “Brúgvin” hevur ta tíðina, skúlin hevur virkað, verið eitt stað, har ung kunnu fáa loyvi at vaksa og mennast, bæði fakliga, menniskjaliga og eisini andaliga. Júst hetta atlit til øll hesi trý umráðini hava sera stóran týdning, ikki minst tá man er tannáringur, og man kanska hevur torført við at “stýra” sjálvur.
Navnið hjá skúlanum “forpliktar” eisini eitt sindur. Tá tú skalt byggja brúgv, so skalt tú ikki bara hava sjóneykuna á at binda nakað saman, sum er skilt sundur, nei tað snýr seg um meir enn bara at skapa samband; tað snýr seg um at skapa virðing og álit og at stuðla hvørjum øðrum at mennast.
Við útgangsstøði í tí kristna lívs- og menniskjaáskoðanini vísa tit her í skúlanum, at tað at vera eitt gott menniskja, ein góður vinur, ikki bara er ein tilvild, men nakað, man velur, og sum man áhaldandi má halda fast í.
Tit velja at byggja brúgv upp á so nógvar mátar, og eru ávegis brúnni frá ungdómslívinum til vaksnamannalívið; og á hesi ferð, og á ferð tykkara víðari í lívinum, veit eg, at júst hesin eftirskúli hevur givið tykkum eina góða barlast.
Tit her í skúlanum skulu vita hetta; tit gera ein mun, og hetta skulu tit vera errin av.
Hjartaliga til lukku við 5 ára degnum, og eg ynski skúlanum Guds ríku signing frameftir.
- Ráðstevna fyri skúlastýrum 3. mai 2025
Ráðstevna fyri skúlastýrum 3. mai 2025
Góðu skúlastýrislimirGóðan morgun og vælkomin øll somul til eina styttri ráðstevnu um skúlastýrisarbeiði.
Tað, sum barnið í dag megnar at gera við at fáa hjálp, kann tað megna at gera sjálvt í morgin. Hesi orðini eigur kendi sálarfrøðingurin, Lev Vygotsky. Hann legði í sínum arbeiði dent á, at læring og menning henda í samstarvi við onnur og í sosialum samanhangi. Hansara niðurstøða vísir samstundis á tann týdning, ið samstarv millum barnið og tey vaksnu hevur, og sum eisini er grundarlagið undir samstarvinum millum skúla og heim.
Mítt ynski í dag er at koma á tal við tykkum og at varpa ljós á tykkara týdningarmikla arbeiði sum skúlastýrislimir. Tit eru saman við kommunustýrinum skúlamyndugleikin á staðnum, har tykkara leiklutur í høvuðsheitum fatar um tann undirvísingarliga partin, trivnaðin og samstarv. Hetta eru sera umráðandi øki í skúlans arbeiði, har tit virka fyri at tryggja bestu umstøður, so at næmingarnir trívast og kunnu menna sínar mongu førleikar. Menna síni fakligu evni, hugflog, forvitni, sjálvsálit og sosialan felagsskap.
Fólkaskúlin er grundarlagið undir allari útbúgving og læring. Skúlagongdin hjá næmingunum er tí ein ógvuliga týðandi partur av lívinum hjá børnum og ungdómi okkara. Uppgáva fólkaskúlans er í breiðum høpi at fyrireika tey til lívið í dagsins og framtíðarinnar samfelagi, til útbúgving, arbeiði og luttøku í samfelagslívi.
Læringin kann tó ikki standa einsamøll, tí fortreytirnar fyri læringini hjá næmingunum eru ymiskar og mugu verða til staðar í øllum skúlans arbeiði. Barnið lærir í ymsum samanhangum og ikki minst í samspæli við onnur. Barnið má eisini kenna seg trygt og virðismett. Tí er sera umráðandi hjá skúlunum at hava umstøður at skapa eitt gott læruumhvørvi, har allir næmingar trívast og fáa ment sínar fakligu og kreativu førleikar.Um skúlan skal náa hesum máli til lítar, er neyðugt, at tað er eitt tætt samstarv við foreldrini. Hetta skuldi verið sjálvsagt, tí tað eru fyrst og fremst foreldrini, ið varða av børnunum. Foreldrini ynskja børnum sínum alt tað besta, og vit mugu ikki gloyma, at tað eru foreldrini, ið hava mestu ávirkan á børnini øll barnaárini. Kanningar vísa, at 70% av tí, sum børn læra í 0 - 12 ára aldri, tað læra tey av foreldrunum. Og kanningar vísa eisini, at tað bæði mennir læring og trivnað, tá ið foreldrini vísa áhuga fyri skúlans arbeiði, fyri tí børnini gera, og at foreldrini taka lut í tiltøkum, sum skúlin skipar fyri.
Tað nyttar tí ikki nógv, um skúlin einsamallur leggur til rættis, setur mál og krøv sum t.d., at næmingarnir skulu megna at lesa ein tekst, tá ið teir eru í 2.flokki. Ein fortreyt fyri hesum og øllum øðrum málum, ið sett verða, er, at foreldrini taka undir við arbeiði skúlans, verða tikin við upp á ráð og hjálpa til. Samarbeiði og samskifti millum skúla og heim er tí umráðandi fyri allar partar, bæði barn, skúla og heim.
Trivnaður og læring eiga at ganga hond í hond og stuðla hvørt undir annað, so barnið bæði fær hóskandi avbjóðingar og er í einum góðum sosialum felagsskapi. Hetta hevur nógv at siga í allari floksundirvísing, soleiðis sum skúlin er skipaður. Tað krevur samstundis nógv av okkum øllum, ið varða av fólkaskúlanum, men við felags stevi, har rúm er fyri ymiskleika, har røkka vit langt. Vit mugu duga at samskifta og at virða hugsanir hjá hvørjum øðrum, hóast vit ikki altíð eru samd.
Skúlastýrini hava eina týdningarmikla uppgávu at náa hesum máli og eiga ein stóran leiklut í arbeiðinum at tryggja bestu undirvísingarumstøður í skúlanum á staðnum. Tað eru tit, skúlastýrið í einstaka skúlanum, sum hevur eftirlit við virksemi skúlans, sum gera atferðarreglur skúlans umframt meginreglur fyri skúlans arbeiði m.a. viðvíkjandi trivnaði. Hesi viðurskifti kring arbeiði tykkara eru beinleiðis ásett í fólkaskúlalógini. Eg fari seinni í dag at koma nærri inn á atferðarreglur skúlans og trivnað í sambandi við fartelefonnýtslu í skúlatíð.
Tykkara leiklutur hevur stóran týdning. Tit eru samstarvspartur hjá skúlastjórunum í teirra arbeiði at leiða og fáa skúlans arbeiði at virka á fullgóðan hátt, at lyfta í felag og skapa góðar umstøður og virðing fyri skúlans arbeiði.Tit eru bindilið millum skúla og heim, har tit sum myndugleiki á staðnum skapa undirtøku hjá foreldrum um, at samstarvið millum skúla og heim er ein virðismikil partur í skúlagongdini hjá næmingunum.
Saman við leiðslu skúlans áseta tit trivnaðarætlan, sum skal slóða fyri við einum góðum skúlaumhvørvi, sum skapar tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.
Sum Vygotsky vísir á, so megnar barnið ikki uppgávurnar einsamalt. Tað skal hava hjálp og vegleiðing frá lærarum, foreldrum og við stuðli í felagsskapinum. Verður hetta gjørt við umhugsni og nærlagni, so kann tann ungi fara úr fólkaskúlanum við góðum førningi og sjálvur megna uppgávurnar í einum fjøltáttaðum samfelagi. Tað er hesum arbeiði, tit, skúlin og vit sum myndugleiki varða av. - Røða – Aðalfundur Føroya Lærarafelags 26. apríl 2025
Røða – Aðalfundur Føroya Lærarafelags 26. apríl 2025
Góðu lærarar, skúlaleiðarar og øll tit, sum brenna fyri føroyska fólkaskúlanum.
Takk fyri, at tit hava bjóðað mær at bera tykkum eina heilsan henda týdningarmikla dag, har tit lærarar fáa høvi at savnast - fyri at hyggja aftur, men enn meira fyri at líta framá og taka ábyrgd við at mynda framtíðina í føroyska fólkaskúlanum.
Eg ímyndi mær, at tit øll av og á minnast aftur á tykkara tíð sum læraralesandi.
Eg giti, at tey flestu av tykkum longu frá fyrsta degi møttu við spenningi, áhuga og forvitni, tá tit byrjaðu sum læraralesandi. Tey elstu av tykkum møttu kanska í einum flokki á Námsvísindadeildini – við blýanti og blokki, meðan tey yngru av tykkum nokk møttu við farteldu, teldli – ja ella møguliga við snildtelefon.
Men eg trúgvi, at tit øll hava tað til felags, at tit ikki hava valt lærarayrkið orsakað av pensum, próvtøkum og próvtølum. Tí tað snýr seg fyrst og fremst um menniskju.
Eg eri sannførdur um, at tykkara val at gerast lærari onkursvegna er neyvt knýtt at einum vilja at gera tað besta fyri næmingin.
Eg trúgvi, at ein tann størsta gleðin við at verða lærari, er tá tit veruliga kenna á tykkum, at tit hava ment eitt sterkt tilknýti til næmingin, har næmingurin hevur fult álit á tykkum og tykkara undirvísing og vegleiðing.
Í fyrstu starvslæruni fingu nøkur tykkara møguliga ein praksis-skelk, men eg trúgvi tann lærdómurin kann hava havt stórt virði, tí tá lærdu tit, at tað ikki er nokk bert við VITAN um námsfrøði, frálærufrøði og undirvísing.
Tá fingu tit høvi at royna tykkum í veruligum undirvísingarstøðum við kanska 26 næmingum í eini floksstovu. Tá fingu tit møguleika at praktisera tað ástøði, sum tit høvdu lært á skúlabeinkinum.
Vit kunnu siga, at tykkara vitan tá meira gjørdist til vísdóm. Ein munur á vitan og vísdómi er nevniliga, at við vísdómi verður røtt vitan praktiserað á rættan hátt. Við øðrum orðum er hetta, tá tit í verki útinna lærarayrkið á fyrimyndarligan hátt.
Ein undirvísari á læraraskúlanum segði einaferð, at: «útlærdur lærari ert tú ikki, fyrr enn tú hevur undirvíst í minsta lagi 5 ár». Í dag kunnu vit spyrja, um vit nakrantíð verða útlærd?
Møguliga er tað júst, tá vit føla okkum útlærd, at vit hava brúk fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan?
Í øllum førum mugu vit ongantíð heilt gevast við at reflektera, fundera og undrast.
Tí hóast tit hava tykkara læraraútbúgving og eru liðugt útbúgvin sum lærarar, so verða vit ongantíð liðugt búgvin sum menniskju. Í tykkara interaktión, relatión og samskifti við næmingarnar er tað altíð týdningarmikið at vera opin fyri, um onkur støða kundi verið handfarin øðrvísi.
Hetta er serliga týdningarmikið, tá vit hava upplivað keðiligar støður við næmingum, at vit tora at hyggja inneftir og spyrja okkum sjálvi, er tað okkurt, sum vit kundu havt gjørt øðrvísi, sum eg kann læra av til eina aðru ferð?
Í hesum sambandi er tað av stórum týdningi, at lærari ikki stendur einsamallur við møguligum avbjóðingum og truplum støðum. Tað er umráðandi, at lærarar kunnu reflektera, ráðleggja og eftirmeta SAMAN eitt nú í flokstoymum.
Tað er eisini í samsvari við hetta, at eg fegin vil, at lærarar fáa betri møguleikar at samstarva, og eisini tí vil eg styrkja og víðka um tvílæraraskipanina. Hervið fær næmingurin eisini meira tíð saman við sínum lærara, samstundis sum lærarin fær meira tíð saman við næminginunum.
Vit hava samtykt at minka næmingatalið til í mesta lagi 22 næmingar í hvørjum flokki, og við lægra næmingatalinum í hvørjum flokki, og við fleiri lærarakreftum í kraft av styrktari tvílæraraskipan snýr hetta seg eisini um, hvussu vit best megna at røkka næmingunum.
Við smærri flokkum og við øktari tvílæraraskipan gerst undirvísingin - alt annað líka - meira inkluderandi og betri tillagað. Samstundis skal hetta verða við til økja um orkuna, bindindini og arbeiðsgleðina hjá næmingunum.
Vit skulu betra um dygdina av tvílæraraskipanini við Co-teaching, og við samlæring fáa lærarar saman høvi at fyrireika, útinna, eftirmeta og samstarva um undirvísingina, har málið er at styrkja fakligu úrtøkuna, trivnaðin og inklusjónina.
Eg havi játtað pening til tríggjar verkætlanir í sambandi við samlæring bæði í Stranda skúla, á Skúlatrøð og í Eysturskúlanum, og eg eri sera spentur at frætta, hvussu hetta fer at hilnast. Arbeiði er ígongd við førleikamenning og at fyrireika komandi skúlaár, leggja tíðarætlan v.m.
Apropos royndar- og menningarvirksemi, so eri eg eisini ógvuliga spentur at frætta frá royndarverkætlanini við styttum skúladegi í Skúlanum á Fløtum, hvat tey hava lært og fingið burturúr.
Vit mugu tillagað skúlan til samtíðina og framtíðina.
Føroyski fólkaskúlin stendur í dag á einum sterkum grundarlagi, men hann hevur brúk fyri varandi menning.
Hann hevur brúk fyri politiskum dirvi, fakligum innliti og praktiskum vilja til bæði at lofta og lyfta øll børn – ikki bert á pappírinum, men í flokshølum kring alt landið.
Vit mugu viðurkenna, at tíðin er farin frá skúlanum vit høvdu í ídnaðarsamfelagnum, tá ein lærari var einsamallur uppi við pultin við fleiri eini 24 næmingum í flokkinum, sum passivt lurtaðu og móttóku undirvísing.
Tað krevur meir enn bert fakligt innlit at vera lærari í dag.
Vit hava ein broyttan veruleika, har samfelagið, næmingar, tøknin og undirvísingin er broytt. Lærarin í dag arbeiðir í einum floksrúmi, har næmingarnir skulu hoyrast, síggjast – og takast við upp á ráð. Tey skulu ikki bara læra – tey skulu læra at skapa saman við øðrum, har tey kunnu verða við til at mynda undirvísingina og harvið sína egnu læring.
Hetta hevur sett nýggj, størri og øðrvísi krøv til læraran, og hetta krevur, at eg sum landsstýrismaður og vit sum myndugleikar gera okkara til at stuðla hesum læraraleiklutinum.
At vit tryggja karmarnar fyri trivnaði, fyri námsfrøðiligari menning, fyri samstarvi og fakligheit.
Ein lærari skal ikki bara verða dugnaligur – hann skal eisini trívast.
Góður trivnaður smittar, og ein dugnaligur lærari, sum sjálvur útstrálar gleði, orku og íblástur, hann kann smitta næmingarnar við orku og íblástri.
Í hesum sambandi vil eg nevna ein, sum livdi, undirvísti og lærdi við hesi sannføring.
Frits Johannesen – lærarin, listamaðurin, kórleiðarin og menniskjað.
Hann var lærari í 41 ár í Fuglafirði, men hann var eisini nakað meira - hann var ein skapari. Hann segði einaferð:
“Tað týdningarmesta er ikki, at næmingurin lærir tað, eg vil læra hann. Tað er, at hann upplivir at fáa lut í læringini sjálvur.”
Hetta er kjarnin. Ein skúli, har læringin ikki bert er fyrilestur, men samskapan. Har børnini hava tíð og umstøður at fordjúpa seg – at spæla við tónar og litir og tankar.
Hetta er í samsvari við skúlan eg droymi um, har næmingarnir við stórum áhuga kunnu menna síni skapandi evnir, tá teir sum virknir luttakarar uppliva læringina sum eina livandi, spennandi og skapandi prosess. Har lærarin er vegleiðari og viðspælari, og ikki bert ein miðlari.
Og í so máta var Frits ein fyrimynd. Hann vísti okkum, hvat tað merkir at vera lærari í djúpastu merking – og vit skulu hava dirvi at halda áfram, har hann slepti.
Vit kunnu tó ikki leggja alla ábyrgdina av at bera eina fjølbroytta og krevjandi skúlauppgávu eina og aleina á læraran. Um vit veruliga vilja hava ein inkluderandi, góðan og fjøltáttaðan fólkaskúla, so krevst, at tit lærarar fáa tryggar, varandi og skipaðar karmar, har faklig menning og eftirútbúgving er sjálvsagdur partur av tykkara arbeiði.
Vit mugu raðfesta at bjóða tykkum møguleikar at menna tykkum fakliga, bæði innan inklusjón, samlæring, tvørfakligt samstarv og námsfrøðiligar hættir til at handfara ein fjøltáttaðan veruleika.
Tað er ikki bara ein rættur tit hava krav til, men ein íløga, sum alt samfelagið fær ágóðan av.
Tørvurin á eftirútbúgving er ikki nýggjur, hinvegin er tað alsamt meira greitt, at tørvurin á eftirútbúgving er djúpt rótfastur og alneyðugur fyri at møta teimum fakligu og námsfrøðiligu avbjóðingum, sum nútíðar skúlin og næmingar krevja.
Serliga nú tit lærarar møta nýggjum og fjøltáttaðum avbjóðingum, sum krevja dagførda vitan og øðrvísi námsfrøðiligar førleikar eitt nú við fleiri tvímæltum næmingum.
Í nøkur ár hevur skipanin av eftirútbúgving hjá tykkum lærarum verið ov tilvildarlig og ov avmarkað.
Hetta kann hava havt við sær, at fjarstøðan er vaksin millum gerandisdagin í skúlastovuni og ta vitan, sum krevst fyri at liva upp til dagsins og framtíðar krøv í fólkaskúlanum.
Hetta hava vit gjørt nakað við, og nú eru betri tídir á veg.
Nýggjur leistur fyri at skipa skeið og eftirútbúgving er mentur í tøttum samstarvi millum Nám, Undirvísingarstýrið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Sernám og Námsvísindadeildina v.fl., har endamálið er at skapa eina greiða, samanhangandi og samskapandi skipan av eftirútbúgving, sum er lagað til samtíðarinnar tørv og krøv.
Nú tá lærarar fáa bjóðað tey røttu viðkomandi skeið og eftirútbúgvingar gerast teir virknir partar í einum lærandi skúla, har teir mennast og fáa íblástur og hugskot frá hvørjum øðrum, har netverk og fakligir felagsskapir vaksa.
Skipanin er bygd á fýra leiðir, sum eru heildartiltøk til allar lærarar, tiltøk fyri einstakar skúlar, styttri faklig skeið og longri formellar eftirútbúgvingar.
Skipanin tekur atlit at veruliga tørvinum á fakligari førleikamenning og er liður í eini burðardyggari visjón fyri fólkaskúlan, har lærarar, leiðarar og námsfrøðingar verða virknir luttakarar í at menna sítt egna fak.
Hetta er eitt stig móti einum lærandi skúla, har førleikamenning ikki verður mett sum eyka átak, men sum ein sjálvsagdur og integreraður partur av arbeiðinum.
Hetta snýr seg ikki bara um vitan og førleikar, men eisini um tykkara fakliga tryggleika, starvstign og tykkara møguleika at menna tykkum, so tykkara kensla av at kunna gera mun verður økt.
Ein góð eftirútbúgvingarskipan er ein fortreyt fyri einum veruliga inkluderandi og góðum læruríkum skúla, har børn og ung fáa ta bestu undirvísing frá teimum bestu lærararunum.
Ein lærari, sum støðugt fær møguleika at mennast, hjálpir næmingum at vaksa.
Vit mugu saman tryggja, at fólkaskúlin ikki stendur í stað – men livir og mennist við tíðini.
Tað krevur, at vit seta orku í trivnað, lærarasamskapan, samlæring og førleikamenning.
Vit liva í eini tíð við samfelagsligum fjølbroytni, tøkniligum frambrotum og altjóðagerð í einum støðugt broytiligum heimi, sum kunnu seta nýggj og øðrvísi krøv til skúlan.
Tí er alneyðugt, at vit eru før fyri at tillaga skúlan, har vit megna at skapa læringsumhvørvi, har øll børn kunnu menna seg. Vit mugu tora at menna, umskipa og taka ábyrgd av okkara framtíðar skúla. Eg droymi um ein skúla, har øll børn kenna seg virdan sum ein veruligan part av einum læringsfelagsskapi, sum gevur teimum rúmd, tíð og umstøður at blóma.
Takk fyri tykkara eldhuga, tykkara dirvi. Og takk fyri, at tit krevja og virka fyri, at hvør næmingur – og hvør lærari – fær møguleikan at trívast og mennast í einum livandi læringsumhvørvi.
Tá lærarin trívist – trívist næmingurin eisini.
Takk fyri!
- Ungt Virki – Glasir, 28. mars 2025
Ungt Virki – Glasir, 28. mars 2025
Góðu tit øll – og serliga tit ungu, sum í dag fara at vísa okkum tykkara hugflog og dirvi.
Eg vil byrja við hesum setningi: Áhaldni vinnur, har viljin vil.
Í dag, tá man kemur inn her, so merkir man, at nakað serligt er í luftini; her rørist okkurt, okkurt, sum er spennandi og mennandi.
Um eina løtu fara tit, 108 næmingar, umboðandi 29 bólkar at vísa okkum, hvussu nógva orku og íblástur tit hava lagt í júst tykkara hugskot. Tit hava arbeitt hart, lært nógv og fara nú at traðka fram og vísa okkum, hvussu tit síggja eina møguliga nýggja fyritøku.
Eg veit, at tit ungu hava fingið góða hjálp frá fólkum rundan um tykkum, og tí vil eg eisini takka tykkum, sum hava vegleitt og stuðlað - lærarum, dómarum og fyriskiparum - fyri tykkara íkast.
Ungt Virki er ein heilt serlig kapping, tí hon gevur tykkum møguleikan at royna tykkara hugskot í verki. Og tað krevur dirvi at koma við nýggjum tankum, at tora at feila, og at tora at trýsta gjøgnum.
Men tað er eisini møguligt at eydnast. Tað hava vit sæð áður.Eitt dømi er fyritøkan Navia, hvørs stjóri og stovnari, Óli Kristian á Torkilsheyggi, í nógv ár hevur verið dómari til Ungt Virki.
NAVIA byrjaði nevniliga sum ein bólkauppgáva til Ungt Virki. Fyritøkan var stovnað sum partur av eini handilsskúlaverkætlan og byrjaði sum eitt lítið virki við tveimum túsundkrónuseðlum í eginpeningi.
Í dag er Navia ein av leiðandi fyritøkunum innan tógv- og ullavinnu í Føroyum, eins og hon er kend á útlendska marknaðinum - í fleiri londum.
Hetta er tað, vit meina við íverksetan – at síggja eitt hugskot, men eisini at arbeiða fyri at gera tað til veruleika. Og tað duga tit ungu sera væl, og hvør veit, um ikki okkurt av teimum spennandi hugskotunum, vit fara at síggja í dag, ein dag gerst til veruleika, har tú kanska verður stovnari og stjóri í egnari fyritøku.
Tit, sum kappast í dag, kappast um at fáa loyvi at luttaka í DM í Danmark, sum verður 29. apríl. Her hevur Føroyar roynt seg væl, og eitt nú vann føroyski bólkurin “ Havsalt” í 2013 kappingina, og fekk bólkurin til EM eisini ein prís fyri mest burðardyggu ætlan.
Eg vóni, at tit ungu halda áfram. At tit ikki geva upp, sjálvt um alt ikki riggar beinanvegin. Tí sum sagt, kanska ert tú tann næsti, sum skapar eitt virki, sum kann vaksa og blóma her heima, og sum eisini kann røkka langt út um landoddarnar. Føroyar hava brúk fyri tykkum ungu – vit hava brúk fyri tykkara hugflogi, tykkara áræði og tykkara arbeiði.
Og minnist til, um tað ikki riggar fyrstu ferð, so halt áfram, tí sum sagt í byrjanini: áhaldni vinnur, har viljin vil.
Takk fyri – og góða eydnu!
- Røða til PANGEA-kapping – 22. mars 2025
PANGEA-kapping – 22. mars 2025
Góðu næmingar, lærarar og fyriskiparar
Eg ivist ikki í, at tit eru rættiliga spent øll somul til finaluúrslitið í dag. Eg vóni, at hetta hevur verið ein spennandi tíð, síðani kappingin byrjaði í januar, og at tit bæði hava lært nógv og havt nógvar góðar upplivingar. Endamálið við kappingini er at kveikja áhugan fyri støddfrøði, men eisini at skapa felagsskap millum tykkum, sum luttaka og vísa á, at støddfrøði er spennandi og eitt hent amboð í nógvum ymiskum viðurskiftum.
Pangea-kappingin byrjaði í Týsklandi í 2007, og verður nú hildin í nógvum evropeiskum londum. Hetta vísir, at skúlar og fyriskiparar hava megnað at gjørt kappingina bæði viðkomandi og spennandi. Eg má sanna, at undirtøkan í Føroyum hevur verið sera góð. Í ár vóru 1949 næmingar úr 21 skúlum tilmeldaðir, tá ið kappingin byrjaði. Hetta er eitt herðaklapp bæði til tykkum, sum skipa fyri og ikki minst skúlarnar, at tit megna at fáa so stóra undirtøku frá næmingunum, eisini tá ið vit hugsa um breiddina, at kappingin fatar um næmingar frá 3. til og við 9. flokk.
Støddfrøði er kravd lærugrein í fólkaskúlanum øll skúlaárini frá 1. - 9. flokk, og tí er hon ein av okkara høvuðslærugreinum. Tað eru tó ikki allir næmingar, sum halda, at støddfrøði er spennandi og heldur ikki, at tað er so lætt at læra ymisku roknihættirnar og hugtøkini. Vit eru so ymisk, og tað skulu vit hava loyvi til at vera.
Vit hava ymiskar førleikar og ymisk áhugamál. Onkur er dugnaligur í ítrótti, onnur í máli, onkur er kreativur, og summum dáma best støddfrøði. Soleiðis kann samansetingin vera í einum flokki, men tað eru lærugreinir, sum allir næmingar skulu læra m.a. støddfrøði. Tað er tí so umráðandi, at vit sum skúli duga at seta støddfrøðina í ein samanhang, har næmingarnir læra bæði at finna kreativar loysnir, og hvussu teir kunnu nýta støddfrøði í praksis. At gera støddfrøðina áhugaverda og spennandi er eitt kynstur, og her kann Pangea - kappingin vissuliga hava ein týðandi leiklut.
Tað er heldur ikki øllum næmingum, sum dáma at luttaka í kappingum. Summi halda seg ikki framat og halda, at tað eru so nógv onnur, sum duga betur. Duga kanska heldur ikki at síggja týdningin av kappingum, sjálvt um børnum ofta dáma væl at kappast, hugsið bara um øll telduspølini. Tað er tí umráðandi, at Pangea kappingin ikki er bara við tí fyri eyga at kappast, men at hon er liður í læringini, at kveikja og seta orð á støddfrøðina og at menna felagsskap millum næmingar.
Í Pangea - kappingini finna næmingar sínar líkar, sum hava somu áhugamál. Teimum, sum dáma væl støddfrøði, hava her ein gyltan møguleika at savna seg um sítt yndisfak. Men tað eru ikki bara tey, sum dagliga klára seg væl í støddfrøði, sum koma langt í kappingini. Tað eru eisini tey, sum í dagligu undirvísingini ikki hava havt so lætt við at nýta síni kreativu evni í roknitímunum.
Í Pangea - kappingini síggja tey nýggjar møguleikar í støddfrøði, tí uppgávurnar í Pangea eru ofta øðrvísi, sum at loysa gátur og finna nýggjar leiðir at loysa spurningar. Eg fari í hesum sambandi at fortelja eina søgu, sum eru um afturmeldingar, eg havi fingið, og sum vísir okkum, hvønn týdning, Pangea - kappingin kann hava fyri ein næming.
Søgan um Petur og Pangea - kappingina
Petur var 12 ára gamal og hevði altíð hildið, at tað var heldur torført at læra støddfrøði. Hóast honum dámdi at loysa uppgávur, so gav hann ofta upp, tá uppgávurnar gjørdust ov truplar. Hann hugsaði mangan, at støddfrøði var bara fyri tey, sum vóru serliga dugnalig, og at hann ongantíð fór at vera fremstur í hesari lærugrein.Ein dagin bjóðaði lærarin næmingunum at luttaka í Pangea-støddfrøðikappingini. Petur ivaðist, um hann skuldi luttaka, hvat um hann bara kláraði at loysa nakrar fáa uppgávur, hvat fóru hini at siga? Men við eitt sindur av treiskni og stuðli frá læraranum, so avgjørdi hann at royna.
Skjótt varnaðist Petur, at uppgávurnar vóru spennandi. Tað vóru ikki bara vanligar rokniuppgávur – tær vóru sum gátur, sum skuldu loysast. Peturi dámdi eisini at royna nýggjar loysnir og uppdagaði, at hann í roynd og veru dugdi betur, enn hann hevði hildið. Hann kom í semifinaluna, og tað var nakað, sum hann ongantíð hevði ímyndað sær.
Her møtti hann næmingum úr øðrum skúlum. Summi høvdu altíð dugað væl í støddfrøði, meðan onnur, eins og hann sjálvur, høvdu verið meira ivasom, men sum í Pangea kappingini høvdu sæð nýggjar møguleikar í støddfrøði, og at tað var spennandi at loysa uppgávurnar. Tey stuðlaðu hvør øðrum, prátaðu um loysnir og funnu nýggjar mátar at skilja uppgávurnar.
Hóast Petur ikki kom í finaluna, so hevði hann fingið ein virðismiklan førning. Hann hevði lært nógv, honum dámdi at loysa støddfrøðiligar uppgávur, sjálvsálitið var størri. Nú tordi hann at luttaka og vísa, hvat hann dugdi, og harumframt hevði hann fingið nýggjar vinir, sum vóru í líknandi støðu, sum hann sjálvur. Í Pangea - kappingini hevði hann lært, at tað týdningarmesta var ikki at vera bestur, men at tora at royna, hugsa og finna loysnir og læra av øðrum.
Nógv børn og ung hava havt somu ella líknandi upplivingar sum Petur. Tað er umráðandi, at vit sum skúlaverk megna at geva børnum og ungdómi okkara læruríkar og spennandi upplivingar í teirra skúlagongd. Tað er umráðandi, at vit seta okkum sum mál og sum grundleggjandi eginleikar at kveikja forvitni, menna sjálvsálit og felagsskap í øllum virksemi í skúla og frítíðarlívi.
Eg takki tykkum næmingum fyri tykkara luttøku og áhaldni. Tit skulu vera fegin um tey úrslit, tit hava nátt. Um tykkara avrik í dag, ikki rakk tí, sum tit høvdu vónað, so fegnist um, at tit hava nátt so langt í kappingini. At koma í finaluna er ein heiður. Hugsi um tað. Eg ynski tykkum alt tað besta, eina góða skúlagongd og framhaldandi áhuga í støddfrøði.
Somuleiðis takki eg tykkum, sum fyriskipa Pangea - kappingina og skúlunum fyri tykkara stóra arbeiði at fyriskipa átakið og menna bæði støddfrøðiundirvísingina og støddfrøðifatanina.
Tøkk øll somul.