- Skúlaleiðaradagur - 24. februar 2025
Skúlaleiðaradagur - 24. februar 2025
Góðu skúlaleiðarar
Tit hava eitt ábyrgdarfult starv, sum ikki kann undirmetast og heldur ikki sammetast við onnur leiðslustørv. Tað liggur ein stór ábyrgd á tykkara herðum bæði viðvíkjandi námsfrøðiligari menning, starvsfólkaleiðslu og fyrisiting. Tað eru tit, sum taka avgerðirnar fyri starvsfólk skúlans, einstaka næmingin, felagsskapin og einstaka flokkin.Fólkaskúlaleiðari
Ein umráðandi førleiki hjá fólkaskúlaleiðarum er at duga kynstrið at leiða umvegis onnur, at leiða og gera fyriskipanir, har lærarar og ikki minst flokslærarar, taka ábyrgd og standa á odda í einstaka flokkinum, og at hesi fáa bestu umstøður og stuðul. Hetta krevur leiðsluligt hegni, empati, álit, mennandi samskifti, og at starvsfólk skúlans kenna seg vird og hoyrd.
Tykkara leiðslustarv er serstakt á so mangan hátt. Umframt, at tit eins og flestu leiðarar skulu leiða starvsfólk við ymsum førleikum og í ymsum aldri, so fata leiðslustørv í fólkaskúlanum um næmingar líka frá forskúla til 10. flokk, ein aldursspjaðing frá 6 til 17 ár. Harumframt er álagt tykkum kravt samstarv við foreldur og skúlastýri, har skúlastýrið er týðandi partur av arbeiðinum at gera meginreglur fyri virksemi skúlans, og foreldrasamstarvið er grundarlagið undir menningini hjá einstaka næminginum.
Tit hava eisini tveir yvirskipaðar myndugleikar at virka undir, myndugleikin á staðnum, sum er kommuna og skúlastýri og landsmyndugleikin, sum er Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Undirvísingarstýrið.
Tað eru helst fá, sum hugsa um og eru greið yvir tað stóra samskiftisøkið, sum tit skulu megna og skipa í gerandisdegnum. Tit skulu samstarva við Nám, Sernám og Barnavernd umframt við innanhýsis skipanir í skúlunum, Førleikastovu, námsfrøðiliga ráðið, næmingaráð, flokstoymi, lærugreinatoymi og tey fakøki, sum ikki eru beinleiðis partur av Førleikastovuni.
Tit eru bæði róðrið og nøglan. Er einki róður, so rekur skútan fyri vág og vind, og verður nøglan tikin úr bátinum, so fyllist hann og søkkur umsíðir, sjálvt um oyst verður.
Tit hava nógv ymisk mál at taka støðu til. Tit varða av øllum børnum og ungdómi okkara, sum skulu mennast til samtíðar og framtíðar samfelagið. Tey skulu megna tær avbjóðingar, sum tíðin setur, umframt at nøkur hava avbjóðingar, sum tey eru fødd við ella hava fingið ávegis í lívinum. Hetta er ein megnar uppgáva og setur krøv til nógvar av teimum spurningum, sum tit og starvsfólk skúlans dagliga skulu taka støðu til, umframt at tit skulu fjálga um trivnað, menna felagsskapin og tryggja fakliga læring og eitt fakligt og námsfrøðiligt umhvørvi í skúlanum.Fólkaskúlaleiðari í dagsins samfelagi
Sum ásett í fólkaskúlalógini, so skulu tit í skúladegnum ansa eftir, at allir næmingar, sum eru innskrivaðir í tykkara skúla, taka lut í undirvísingini, hava eftirlit við, at næmingarnir fylgja nóg væl við í undirvísingini, og at tað eru tit, sum skulu taka allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum.
Børn og ung hava í dag hava nógvar ymiskar avbjóðingar, sum kunnu hava stóran ávirkan á teirra trivnað og menning. Avbjóðingarnar eru samansettar og ofta tengdar at tøkniligu menningini, sum gongur við rúkandi ferð, krøvum frá samfelagnum, sosialum og sálarligum avbjóðingum og ikki minst at vera partur av einum felagsskapi sum skúlaflokki, vinarskara ella frítíðarítrivi.
Tað er tí eyðsæð, at um eingin er á brúnni at lofta og taka støðu til ymisku málini, so er hóttafall á. Stýringin hvørvur, og tá kann máttloysi og tilvildin skjótt fáa ræðið. Uppgávurnar eru so nógvar, og er eingin at leiða tær, ella ómegd er í leiðsluni, so rokast uppgávurnar upp, og stavnhaldið hvørvur. Báturin ella skúlin fyllist við óloystum uppgávum, og tá trupult at seta kós.
Mínar visjónir
Tit skulu vita, at mítt hægsta ynski er, at vit hava ein góðan fólkaskúla, sum tekur hædd fyri øllum næmingum, óansæð fakligar fortreytir og avbjóðingar. Tí havi eg virkað fyri, at tit fáa møguleika at seta karmarnar fyri skúlan á staðnum. Tykkara vitan og læraraførleiki á staðnum er avgerandi fyri, at tilboðið til flokkarnar og einstaka næmingin eydnast. Tað er tí so umráðandi, at tit hava frælsi til og umstøður í námsfrøðiligum og trivnaðarligum viðurskiftum at seta dagsskránna í tykkara skúla saman við starvsfólkum skúlans.
Herímillum, at tit hava møguleika at skipa skúlan, har tit í ráðlegging og undirvísing saman við starvsfólkum skúlans taka hædd fyri viðurskiftum á staðnum. Hetta kann snúgva seg um búseting, virksemi, framtíðarmøguleikar, kend støð og søgu.
Hetta havi eg lagt áherðslu á í lógarbroytingunum, sum liggja fyri framman umframt onnur námsfrøðilig og skipanarlig viðurskifti. Skjøtil er settur á at lækka floksstøddina til 22 næmingar, har byrjað verður við 1. flokki komandi skúlaár. Arbeitt verður við at stytta skúladagin, skipa skúlan í grund-, mið- og hádeild, endurskoða tíma- og lærugreinabýtið, menna inklusjónsarbeiðið, umframt at royndarverkætlanir eru skipaðar í co-teaching og støddfrøði í verki.Leiðsluserfrøðingar
Evnið á hesum skúlaleiðaradegnum snýr seg um leiðslu, lýst frá ymsum sjónarmiðum og ymsum støðum. Vit hava helst øll okkara leiðslufyrimyndir, leiðslufatan og upplivingar, bæði egnar og í teimum størvum, vit hava havt. Kendi amerikanski leiðsluserfrøðingurin John C. Maxwell hevur skrivað yvir 100 bøkur um leiðslu, har seinasta bók hansara, The Self-Aware Leader, snýr seg um sjálvsfatan sum ein grundleggjandi eginleiki fyri effektivari leiðslu. Maxwell leggur dent á, at leiðarar, sum skilja sínar egnu styrkir og veikleikar, eru betur førir fyri at leiða onnur. Hansara sjónarmið er, at alt stendur og fellur við leiðsluni. At leiðsla snýr seg ikki um heiti, vald ella leiðslustig, men um ávirkan, ábyrgd, at skapa álit, at knýta sambond, og at hjálpa øðrum at nýta teirra fulla potentiali og sjálvi taka ábyrgd. Fleiri kenna helst bók hansara, The 5 levels of leadership, sum vísir stigvísu menningjna í einum leiðslustarvi.Tykkara leiðsluleiklutur
Eg taki hetta fram, tí tit standa dagliga við ymsum leiðsluavbjóðingum og skulu nýta allar tykkara mongu førleikar. Teir menniskjansligu eginleikarnir hava so alstóran týdning í tykkara leiðslustarvi, tí tit skulu fevna so víða og rúma so nógvum ymiskum uppgávum. Tit eru fyrimyndir, vegleiðarar og ráðgevar, sum skapa karmarnar fyri dygdargóða læring, trivnaði og framtíðar møguleikum hjá okkara unga ættarliði. Tit skulu fyrisita, leggja dent á starvfólkamenning og trivnað, menna skúlan námsfrøðiliga og skipanarliga og røkja øll sambond skúlans. Hetta krevur innlivingarevni, umhugsni, viðurkennandi hugburð, evni at lurta og samskifta og ikki minst førleikan at taka avgerðir, sum gagna næmingunum og skúlans arbeiði sum heild. Herímillum eru eisini tær torføru avgerðirnar.Endi
Eg takki fyri tykkara arbeiði at leiða og menna okkara unga ættarlið. Mín vón er, at vit, allir partar í felag, kunnu virka fyri at hava ein so góðan fólkaskúla, sum til ber, har hædd verður tikin fyri felagsskapi, trivnaði og menningarmøguleikum hjá tí einstaka. Somuleiðis takki eg øllum tykkum, ið fara at hava framløgur í dag og eisini tykkum, ið hava lagt dagin til rættis.
Við hesum seti eg skúlaleiðaradagin 2025. - Røða til nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya
Innleiðandi røða frá landsstýrismanninum til nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Góðan dag og vælkomin øll somul.
Fyrst og fremst vil eg nýta høvið at takka tykkum fyri, at tit hava játtað at vera partur av nevndini fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hetta er ein sera týðandi álitisuppgáva, og tað eru stór krøv til stýrið, sum hevur ein lyklaleiklut í at stýra og menna okkara universitet. Vit eru sera fegin um, at tit hava tikið hesa avbjóðingina á tykkum, og eg ivist onga løtu í, at tit fara at gera hetta arbeiði til lítar.
Nevndin er mannað sambært seturslógini við sjey limum og sjey varalimum. Starvsfólk á Fróðskaparsetrinum hava valt nøkur av tykkum beinleiðis, tí tey hava mett tykkum at vera best skikkað til at umboða fakligu og akademisku sjónarmiðini í stýrinum. Tveir lesandi hava valt ein lim og ein varalim, soleiðis at sjónarmiðini hjá teimum, sum dagliga brúka universitetið, verða hoyrd.
Samstundis hava vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum valt fýra limir og teirra varalimir. Her hevur dentur verið lagdur á fakligar førleikar og drúgvar royndir innan:
- Universitetspolitikk og akademiskt arbeiði á altjóða støði
- Evropeiskan útbúgvingarpolitikk
- Vinnulív og íverksetan
- Leiðslu innan gransking og hægri útbúgving
- Námsfrøði og máltøkni
Við hesi samanseting hava vit tryggjað eitt fjølbroytt og sterkt stýri, sum bæði kann lofta teimum fakligu, útbúgvingarligu, vinnuligu og strategisku avbjóðingunum, sum Fróðskaparsetrið í dag hevur, og sum eru fyri framman.
Stýrið er hægsti myndugleiki á universitetinum. Tað hevur ábyrgdina av at tryggja, at Fróðskaparsetrið verður rikið á einum høgum fakligum stigi, og at strategiskar avgerðir verða tiknar við eini greiðari visjón fyri framtíðina.
Tað, at vit hava eitt vælvirkandi stýri, hevur stóran týdning fyri framtíðina hjá Fróðskaparsetrinum. Vit hava tørv á einum stýri, sum torir at seta nýggj mál, men eisini tryggjar, at vit halda altjóða standardir fyri hægri útbúgving og gransking. Tað hevur stóran týdning, at Fróðskaparsetrið er ein sterkur og sjálvstøðugur mentanar- og vitanarstovnur, sum kann lyfta føroyska samfelagið upp á hægsta fakliga stig.
Eitt, sum eg vænti, at tit sum stýri fara at arbeiða nógv við, er strategiætlanin fyri 2025-2030. Henda strategiætlanin leggur dent á:
- At styrkja granskingina og útbúgvingina við atliti at føroyska samfelagnum og vinnulívinum
- At menna eitt meira altjóða orienterað universitet
- At bjóða fleiri og meira fjølbroyttar útbúgvingar, sum kunnu draga fleiri lesandi
- At skapa eitt framkomið og dynamiskt læruumhvørvi
Við tykkara fjølbroyttu royndum og fakligu bakgrund eru tit væl bjálvað at lyfta hesi mál.
Vit vita, at karmarnir hava týdning. Tí verður stór orka løgd í at skapa betri fysiskar karmar fyri bæði starvsfólk og lesandi. Nú verður arbeitt við at dagføra og betra verandi universitetsbygningar, og fyrireikingarnar til ein stóran felagsbygning eru í gongd. Henda byggiætlan fer at savna allar deildirnar á Setrinum undir somu lon, so lesandi og starvsfólk fáa eina veruliga universitetskenslu – eitt stað har vitan, samstarv og nýhugsan blóma.
Eg eri sannførdur um, at hetta stýrið hevur røttu førleikarnar til at tryggja, at vit fáa eitt universitet, sum øll í Føroyum kunnu vera errin av.
At enda vil eg enn einaferð siga stóra takk fyri at tit vilja taka henda álitisleiklut á tykkum. Eg vóni, at tit fara at hava eitt gott og gevandi samstarv, og at tit fara at taka Fróðskaparsetrið inn í eina nýggja tíð við nýggjum visjónum og hægri málum.Góða eydnu við arbeiðinum, og eg síggi fram til eitt gott samstarv við tykkum!
- Røða til kveikingardag hjá SSP 7.februar 2025
Góðu tit øll, ið virka innan SSP samstarvið.
Tykkara arbeiði hevur alstóran týdning bæði fyribyrgjandi átøk, sum hava sum endamál at skapa trivnað og samanhald og beinleiðis hjálp, tá ið børn og ung koma í truplar støður. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at hond verður tikin um barnið frá byrjan av, og at allir avvarðandi partar standa saman um at veita ta bestu hjálpina.
SSP samstarvið
SSP samstarvið, sum er ein felagsskapur millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi, hevur ein stóran leiklut í hesum arbeiði. Hetta eru myndugleikar og stovnar, sum virka millum børn og ung, tó í ymsum vavi og í ymsum viðurskiftum. Sosialir myndugleikar og Løgregla møta ofta børnum og ungum, tá ið barnið mistrívist ella kemur í truplar støður, meðan Fólkaskúlin er tann stovnurin, har øll børn og ung hava sína dagligu gongd stóran part av teirra barna- og ungdómslívi.Vit mugu heldur ikki gloyma, at tað eisini eru aðrir stovnar, sum møta flest øllum børnum, dagstovnar, frítíðarskúlar og Gigni, har Gigni er tann stovnurin, sum møtir barninum frá føðing av, og regluliga vitjar í heimunum fyrstu tvey barnaárini. Harumframt eru tað øll tit, ið skipa fyri, at børn og ung hava eitt mennandi frítíðarlív, kommunur, ítróttafeløgini kring landið, musikkskúlin, skótar, kvøldskúlin og onnur frítíðartilboð.
Tað er so umráðandi, at vit standa saman, so at øll børn og ung, eisini tey, ið bera brek, tey, sum hava sálarligar avbjóðingar, tey, sum kenna seg einsamøll og tey, sum ikki megna at luttaka í einum skúlaflokki, fáa hjálp og stuðul bæði við atliti at persónligu avbjóðingunum og við ávísum tillagingum at megna at vera saman við sínum floksfeløgum. Tað er so sera umráðandi, at eingin dettur niðurímillum.Kveikingardagurin
Á hesum SSP kveikingardegi verður fokus serliga sett á tað góða ungdómslívið, og hvussu allir partar, ið varða av ungdómi, kunnu samvirka, so tey ungu kunnu vera í tryggum, rúsfríum felagsskapum. Hetta er eitt evni, sum hevur stóran týdning fyri okkara samfelag og okkara framtíð. Samstarvið millum foreldur, frítíðarlív, kommunur og skúlar er grundarlagið fyri at tryggja eitt gott og rúsfrítt ungdómslív.
Charles Everett Koop, sum var almennur heilsustjóri í Amerika í áttati árunum, er kendur fyri orðini, Lívið gevur onga størri ábyrgd, ongan størri heiður, enn at uppala næsta ættarliðið. Henda lívsáskoðan leggur áherðslu á týdningin at taka ábyrgd fyri uppalingini av okkara børnum og ungdómi, og at tað eigur at vera okkara fremsta mál í tilgongdini at byggja framtíðarsamfelagið. Tað er júst hetta, vit eru saman um í SSP samstarvinum at geva børnum og ungdómi okkara bestu uppvakstrarumstøður. Og eg veit, at tit fegnast, tá ið hetta eydnast, og ikki minst at fáa tey, ið hava avbjóðingar, at fóta sær.Barnaráðstevna
Tað kann stundum vera ein torgongd leið, men við hvørt, so verður tú tikin á bóli, tá ið svarið kemur frá teimum, sum standa mitt í lívsins blóma. Vit hava júst havt eina Barnaráðstevnu, har tey ungu sluppu til orðanna. Tað var hugvekjandi at síggja, hvussu áhugað og tilvitað, tey ungu vóru at lýsa, hvat tey halda vera eitt gott barna- og ungdómslív, og hvat vit eiga at gera fyri at náa hesum máli. Vit politikkarar fingu eitt tilmæli við fleiri átøkum, har tey ungu m.a. siga: Setið rammurnar greiðari í teimum fyriskipanum, tit gera, havið eina smidliga tilgongd í átøkum, sum verða sett í verk, leggið dent á inklusjón, so at so nógv sum til ber eru partur av felagsskapinum og hjálpið foreldrum so tíðliga sum til ber, so børnini fáa bestu umstøður.Mín fatan er, at vit sum heild hava ein góðan og sunnan ungdóm, sum ikki er sjálvsøkin, men sum veruliga hugsar um sínar javnlíkar og floksfelagar. Hetta er eitt virðismikið grundarlag, sum vit sum samfelag hava at byggja á.
Tað er so ómetaliga umráðandi, at øll, ið varða av børnum og ungum standa saman at skapa bestu menningarmøguleikar, trivnað og felagsskap fyri okkara unga ættarlið.
Barnaverkætlanin
Nú eru tvey ár liðin síðan Barna- og útbúgvingarmálaráðið varð skipað. Eg havi í hesum tíðarskeiði tikið stig til, at eitt skipað samstarv er sett í verk á barna- og ungdómsøkinum, og at ítøkiligar fyriskipanir verða gjørdar á økinum.Fyrsta stigið var at skipa Barnaverkætlanina, sum er eitt tvørgangandi samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið um vælferð og trivnað hjá børnum og ungum. Harumframt luttaka fleiri felagsskapir bæði almennir og privatir í hugskotsmenningini og samstarvinum at skapa bestu karmar fyri eitt trygt og gott barna- og ungdómslív. Dentur verður lagdur á fyribyrging, og at partarnir í felag royna at finna loysnir, sum kunnu samansjóða og samskipa almennar tænastur fyri børn og ung, tvørtur um geirar.
Familjutænastan
Sum tey ungu vístu á, so er umráðandi at seta inn tíðliga. Eg havi saman við Kommunufelagnum arbeitt fyri at skipa eitt lággáttartilboð, har foreldur og børn fáa skjóta og munagóða hjálp. Vit hava undirskrivað eina avtalu um Familjutænastuna, sum er ein tríára royndarverkætlan, sum verður rikin sum ein felags kommunalur stovnur undir Kommunufelagnum.Familjutænastan er ein fyribyrgjandi tænasta, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar. Tænastan skal bjóða familjuviðgerð, har møguleiki er fyri bæði døgn- og dagviðgerð, sum kann fara fram á Familjutænastuni og í heimunum. Fólk eru sett í starv, og Familjutænastan er farin til verka.
Depil fyri Barna- og ungdómsgransking
Í heyst var Depil fyri barna- og ungdómsgransking settur á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við Barnaverkætlanini fyrireikað ein tvørvísindaligan depil fyri barna- og ungdómsgransking.Í tøttum samstarvi við Barnaverkætlanina er ein av fyrstu uppgávunum at gera eina føroyska kanning, sum gevur grundleggjandi vitan um støðuna hjá børnum og ungum, við atliti at trivnaði, menning, heilsu og øðrum viðurskiftum.
Henda vitan er ein fyritreyt fyri at skilja og skapa grundarlag fyri dygdargóðum avgerðum. Málið er, at granskingarúrslitini skulu geva samstarvspørtunum á barna- og ungdómsøkinum betri vitan til at raðfesta og seta í verk munagóð átøk til frama fyri børn og ung.
Luttøka hjá børnum og ungum
Eg havi eisini lagt dent á at menna næmingaluttøku, at næmingarnir verða hoyrdir um tey viðurskifti, sum ávirka teirra skúlagongd, og at teir kunnu koma við hugskotum og greiða frá sínum sjónarmiðum. Sum liður í hesum arbeiði er dentur lagdur á, at næmingaráð verða stovnað í øllum skúlum. Skeið eru fyriskipað kring landið um næmingaráðsarbeiði, bæði viðvíkjandi luttøku, rættindum hjá børnum at verða hoyrd, og hvussu stóran mun, næmingaráðini kunnu gera. Á ST Barnarættindadegnum vórðu umboð fyri øll næmingaráð í fólkaskúlanum boðin til eina verkætlan um barnarættindi, har næmingaráðsumboðini luttóku í ymsum verkstovum. Høvuðsevnið var at kunna um og arbeiða við barnarættindum, serliga við atliti at grein 12.Tað er umráðandi, at næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í dagsins samfelagi. Eisini er neyðugt, næmingaráðini hava fyriskipanir, sum bæði seta karmarnar og vísa møguleikarnar kring næmingaráðsarbeiðið. Í hesum sambandi havi eg gjørt uppskot til kunngerð um næmingaráð, sum er sent øllum avvarðandi pørtum til viðmerkingar.
Í døgunum 21. – 23. januar varð skipað fyri Barnaráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Umboð fyri øll næmingaráðini í skúlunum kring landið frá fólkaskúla til og við miðnám luttóku. Endamálið var, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til eina komandi barnalóg fyri Føroyar. Fyrireikingar verða gjørdar til eina barnalóg, sum skal tryggja øllum børnum og ungum í Føroyum grundleggjandi rættindini, ið eru nevnd í Barnarættindasáttmálanum og sí Brekrættindasáttmálanum.
Ráðstevnan var eitt samstarv millum Barnaverkætlanina, Barnabata, Undirvísingarstýrið, Nám, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið. Eisini var ráðstevnan fyrireikað í góðum samstarvi við skúlaleiðslurnar, lærararnar og næmingarnar kring landið.
Fartelefon og virðiligt samskifti
Eitt annað átak, sum júst er sett í verk er at avmarka nýtsluna av fartelefonum í fólkaskúlum. Ásetingar eru gjørdar í kunngerðini um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini, har tað verður álagt skúlastýrunum at áseta reglur fyri fartelefonnýtslu í skúladegnum. Tað er umráðandi, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum. Hetta hevur stóran týdning bæði fyri næmingar og lærarar, og kann hava týðandi ávirkan á samskifti í flokkinum, og hvat næmingarnir fáa burturúr bæði undirvísingarliga og trivnaðarliga.Harumframt er ásett, at átøk verða gjørd at virka fyri, at nýtt verður eitt virðiligt samskifti, sum hevur stóran týdning bæði sum amboð í læring og sosiala trivnaðinum at skapa gott samband millum næmingar og lærarar og millum næmingar sínámillum. Samskifti í breiðum týdningi bæði í orðum, verumáta og uppmerksemi er ein týðandi liður í arbeiðinum at skapa relatónir millum menniskju, og er sera umráðandi í skúlans arbeiði.
Foreldraleiklutur og tvørfakligt samstarv
Foreldur hava ein avgerandi leiklut í lívinum hjá børnunum. Tað er heima, at børnini fáa teirra fyrstu upplivingar, knýta sambond og læra grundleggjandi virðir. Foreldur eru fyrimyndir, og tað er umráðandi, at foreldur vísa áhuga í teimum ymsu viðurskiftum, har børn teirra luttaka, at tey lurta, stuðla og hjálpa børnum sínum at taka røttu avgerðirnar.
Harumframt er tað sera umráðandi, at tað er eitt skipað samstarv millum myndugleikar, sum varða av økinum og stovnar og felagsskapir, sum arbeiða við børnum og ungum, og at foreldur hava ein virknan leiklut. Her er talan um landsmyndugleikar, kommunur, skúlaverk, ítróttafeløg, musikkskúla, ungdómshús og onnur frítíðartilboð.Samstarv er lyklaorðið, men eisini, at vit hava felags meginreglur, sum tryggja, at børn og ung eru í tryggum, mennandi, og rúsfríum umhvørvi. Hetta er sera umráðandi eisini í øllum ungdómsarbeiði, sum fokus verður sett á her í dag. Við at arbeiða saman kunnu vit skapa eitt sterkt netverk, sum stuðlar og vegleiðir okkara ungdóm. Vit kunnu hjálpa teimum at finna viðkomandi ítrív og at taka røttu avgerðirnar, so tey kunnu vaksa upp í einum tryggum og sunnum umhvørvi.
Latið okkum øll, sum samstarva kring børn og ung, taka ábyrgd, og at drívmegin í okkara arbeiði verður at virka fyri at geva børnunum og ungdómi okkara bestu umstøður at vaksa upp í. Vit kunnu tá sanna, at tað, sum vigar mest, og sum gevur lívsvirði er at uppala næsta ættarliðið.
Eg takki fyriskiparunum og tykkum øllum, sum samstarva innan SSP fyri tykkara stóra og viðkomandi arbeiði. Eisini takki eg øllum fyrilesarum, sum í dag fara at leggja fram og greiða frá teirra arbeiði. Jeg vil også rette en tak og en hjertelig velkomsthilsen til vore udlandske gæster. Jeg håber at kunne være med til jeres forelæsninger.
Við hesum seti eg SSP kveikingardagin 2025 og takki fyri høvið at bera fram eina heilsan. Góðan Kveikingardag.
- Barnarøddin – nútíð og framtíð – Hotel Hafnia 5. feb. 2025
Tað er Løgtingið, sum skipar fyri hesum evnisdegi, og tað er eisini í Løgtinginum, vit samtykkja lógir og reglur, sum skulu vera við til at broyta nøkur ting, og aftanfyri hvørja samtykt av nýggjum lógum og reglum, liggur eitt ynski um at broyta nakað; eitt ynski um at flyta nakað longur fram á leið.
Heilt yvirskipað kunnu vit tó seta okkum henda spurning: Ynskja vit at broyta nakað hvat børnum viðvíkur, ella er alt gott, sum tað er?
Hugsi tey flestu av okkum er samd um, at svarið til henda spurning er eitt rungandi ja, vit ynskja at broyta nakað.
Vit eru óivað øll samd um, at tað framvegis kunnu og mugu gerast ábøtur, hvat fortreytum hjá børnum viðvíkur, hóast vit ásanna, at nógvar ábøtur longu eru framdar.
Tá vit hyggja upp gjøgnum søguna, tá síggja vit, hvussu børn í byrjanini av 20. øld vóru sædd sum ein ogn ella” lítil- vaksin” , og sum longu frá barnsbeini fingu stóra og tunga ábyrgd og skyldu til at geva íkast til familju og samfelag. Tá varð ikki nógv tosað um barnarødd ella rættindi hjá børnum.
Prátið um barnasýn og menning íkom í 1950-1970’unum, har ávísir sálarfrøðingar, sum t.d. Erik Erikson, fóru undir at lýsa menningina hjá børnum og teirra tørv fyri kærleika og nærveru, og varð tað eisini í hesum tíðarskeiðinum, at man spakuliga byrjaði at tosa um rættindi hjá børnum.
Í 1980’unum varð tað stóra stigið tikið, har barnarættindasáttmálin varð samtyktur í 1989, og sum Føroyar skrivaðu undir í 1992. Ein sáttmáli, sum veruliga setur sjóneykuna á rættindini hjá børnunum, eitt nú teirra rættindi til at verða hoyrd, og fyri fyrstu ferð í søguni, vóru rættindini hjá børnum viðurkend sum grundleggjandi mannarættindi.
Men tíbetur steðgaði tað ikki her.
Vit hava sæð, hvussu børnini upp gjøgnum 90’ini og 00’ini alsamt gjørdust meir og meir sjónlig í samfelagnum, og er hetta bara voksið alsamt meir tey seinasta tvey áratíggjuni gjøgnum talgildan og alheimsgerð.
Talgildir pallar geva børnunum í dag høvi til at siga sína meining um ymisk viðurskiftir, og vit síggja eisini, hvussu børn hava ávirkað eitt nú umhvørvispolitikkin o.a. Tey hava rópt og rópa framvegis varskó, og vit eldru, og ikki minst vit, sum eru sett til at stýra og ráða, mugu og skulu leggja oyra til, tá børnini og tey ungu hava okkurt upp á hjarta.
Tað hevur verið sagt soleiðis : “ Formålet med livet, er et liv med formål”.
Nógv børn í dag hava ymiskt at stríðast við og stríðast til tíðir við at síggja endamálið við tí, sum fer fram, tað veri seg í skúlanum, í heiminum ella í samfelagnum sum heild.
Fortreytin fyri, at menniskju og harvið børn og ung skulu kunna skilja, er, at tey verða tikin við upp á ráð.
Hetta er nakað, vit sum tjóð hava átikið okkum at gera, tá vit hava tikið undir við barnarættindasáttmálanum, sum m.a. sigur, at børn hava rætt til at hava sína meining, og hana skulu vit vaksnu virða.Fortreytin fyri at lyfta hesa skyldu, sum okkum her er áløgd, er at hoyra, hvat tað er, børnini siga. Við at hoyra tey, kunnu vit hjálpa teimum at skilja betur tað, sum fer fram.
Sum landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum meti eg tað hava stóran týdning, at hetta er nakað, sum vit veruliga gera í verki, og ikki við orðum og lyftum aleina.
Vit mugu hoyra børnini og tey ungu, og vit skulu lurta og virða teirra meining, og er hetta eisini nakað, sum vit ítøkiliga hava gjørt í ráðnum, tá vit hava viðgjørt viðurskiftir, sum viðvíkja børnum og ungum.
Sum dømi kann eg nevna, at tá vetrarferian skuldi ásetast, og áðrenn kunngerðin um skildhaldsreglar um fartelefonir varð broytt, tryggjaðu vit okkum, at næmingaráðini vóru hoyrd.Í løtuni er kunngerð um næmingaráð til hoyringar, og eisini her velja vit at hoyra børnini og tey ungu, og tá vit í næstum fara at víðka um hesa kunngerð við einum landsdekkandi næmingaráði, fara vit sjálvandi aftur at hoyra tey, áðrenn avgerð verður tikin.
Umframt hetta, so er ætlanin eisini at fara undir at smíða eina barnalóg. Áðrenn fyrsta ítøkiliga stigið til sjálvt lógararbeiðið fer í gongd, hava vit longu tryggjað okkum, at børnini eru tikin við. Hetta gjørdu vit m.a. á tí stóru barnaráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum í januar, har 99% av øllum børnum og ungum í fólkaskúlanum og uml. 90% av næmingum á miðnámi vóru umboðað. Henda ráðstevna gav okkum eina góða mynd av, hvat børnini halda vera umráðandi at taka við og hava í huga, tá farið verður undir at gera eina barnalóg.
Umráðandi er tó, at ØLL børn og ung verða tikin við; eisini tey, sum kanska ikki hava orku ella evni til at siga sína hugsan í einari stórari fjøld, sum t.d. undir eini ráðstevnu, umframt tey, sum kanska eru undir serligum umstøðum í heiminum, og har tey føla, at avgerðir verða tiknar, uttan at tey vóru tikin við upp á ráð. Avgerðir, sum kunnu hava stór inntriv í teirra gerandisdag og framtíð.
Vit ynskja at gera tað, sum Sokrates segði; vit ynskja at broyta heimin til eitt enn betur stað, og vit ynskja at flyta heimin longur fram á kós.
Fyri at hetta skal eydnast okkum, so mugu vit støðugt broyta okkum sjálvi, tí mátin, man hoyrdi eitt barn upp á í 70’unum, er ikki tann sami sum í dag, og heldur ikki eru tey evni, tú skalt hoyra barnið um í dag, tey somu, sum tey vóru fyri 50 árum síðani. Sjálvur haldi eg eisini, at vit skulu tora at taka prátið um, í hvønn mun vit umframt at hoyra barnið, áttu at givið teimum eitt barnatalsfólk, sum av sínum eintingum kann fara inn og viðmerkja mál, sum viðvíkja viðurskifti hjá børnum.
Til seinast: Latið okkum minnast til, at røddin hjá børnum og ungum í dag gevur afturljóð hjá komandi ættarliði, og barnið, sum verður hoyrt í dag, verður tann vaksni um nøkur ár, sum tá hevur lært týdningin av, hvat eitt gott barnasýni er. Takk fyri.
- Røða til próvhandan á Vinnuháskúlanum
Góðu tit
Skaldið Hesiod, sum livdi í Grikkalandi fleiri hundrað ár áðrenn okkara tíðarrokning, segði einaferð nakað soeiðis: ” Útbúgving hjálpir einum persóni til at vera alt tað, hann er førur fyri at vera”.
Sum børn høvdu nógv okkara dreymar um, hvat vit vildu vera; hjá onkrum gjørdist tað ein beinleiðis leið til ta yrksileið, vit droymdu um, meðan onnur tóku ein umveg, har man upplivdi ymist annað, áðrenn man í dag stendur við próvnum.
Tit, sum standa her í dag, eru komin eitt stig longri á tykkara yrkisleið; nøkur tykkara kunnu bókstaviliga føra eitt skip ta leið, man ynskir skipið skal fara, bæði í góðum so væl sum ringum veðri, og øll hava tit fingið eitt amboð afturat, sum tit kunnu nýta til at føra tykkara egna skip ta leið, tit vilja.Sagt verður, at vit kunnu ikki broyta hvønn veg vindurin blæsir, men vit kunnu seta seglini soleiðis, at vit koma fram á mál.
Og soleiðis er tað mangan í lívinum; tað er ikki alt vit ráða yvir, men undir flestu umstøðum ber til at seta seglini soleiðis, at vit koma eitt stig longur fram á leiðini, so ella so, hóast tað er eitt sindur torførari, tá hart leikar á.
Tit, sum standa við einum prógvi í dag, hava lagað tykkum eftir vindinum, sum kanska hevur verið skiftandi, meðan tit hava lisið; kanska var lesnaðurin og skúlagongdin serliga torfør onkuntíð, meðan tað til aðrar tíðir føldist lættari; men nú standa tit her í dag, og tit hava nátt eitt av nógvum málum á yrkisleiðs tykkara, tí kanska skulu vit tora at seta spurningin, um tit eru liðug við at læra? Nær er man tað?
Hesiod segði, at vit gjøgnum útbúgving verða hjálpt til at vera tað, vit eru før fyri at vera.
Hetta førir til spurningin um, hvat vit kunnu verða? Er nakað mark fyri tí, ella sagt á annan hátt, nær eru vit komin á mál, tá útbúgving og menning viðvíkur.Her hugsi eg, at svarið er, at vit læra og mennast so leingi vit liva. Prógvið, tit í dag hava í hondini, kunnu tit nýta, tá tit nú fara víðari á yrkisleið tykkara, men meðan tit starvast í einum maskinrúmi ella á brúnni á einum skipi, ella hvar tykkara yrkisleið so leiðir tykkum, so hugsi eg, at tað framvegis bíðar tykkum nógvur góður lærdómur, tí vit læra so leingi vit liva.
Vit menniskju eru ikki bara okkurt, vit eru øll nakað; og vit eru sjálvandi øll meir enn bara, hvat eitt prógv sigur. Prógvið í dag sigur eitt sindur, men ikki alt; pógvið sigur kanska eitt sindur um, hvat tú ert, men ikki hvør tú ert, tí vit eru jú so nógv meir enn bert eitt prógv.
Eg vil tí ynskja tykkum blíðan byr á yrkis- og lívsleið tykkara. Tað kann vera, at brotasjógvar koma av og á, og her er tað hvør tú ert, sum telur, og prógvið í dag hjálpir tær eitt stig nærri á ferðini til at vera alt tað tú ert førur fyri. Hjartaliga til lukku øll somul.
- Røða til Barnaráðstevnuna 21. januar 2025
Ímynda tær, at eg í dag fari at fyrireika eina ferð til tað staðið, tú hevur droymt um at sleppa at vitja ordiliga leingi.
Tað kann vera, tað er ein oyggj langt burtur her frá, ein høvuðsstaður, tú heldur hevði verið spennandi at vitja, ein fóltbóltstúrur í Englandi ella kanska ein spennandi túrur til eina oyggj í Føroyum, har vit skuldu roynt alt møguligt ymiskt í náttúruni, at síga, rógva kajak ella okkurt annað.
Ímynda tær at fyrireika hesa ferð, og so kemur tað: eg bjóði tær við !
Tað er júst tað, sum vit faktisk ynskja at gera í dag.
Vit ynskja at bjóða tykkum børnum við á eina ferð, sum skal føra okkum fram til eitt stað, sum vit øll, børn og vaksin droyma um; einar enn betur Føroyar hjá børnum at vaksa upp í.
Endamálið í dag er nevniliga, at tit sleppa at ferðast í hugaheimi tykkara og gera tykkum hugsanir um, hvussu Føroyar kunnu gerast enn betur; og tað endar ikki her.
Tí tá vit hoyra, hvat tit hugsa hesum viðvíkjandi, so vilja vit taka tað við okkum í fyrireikingini av hesi ferð, og soleiðis eru vit øll longu byrjað upp á at flyta okkum fram móti málinum í felag.
Vit bjóða tykkum børnum og ungum sum tey fyrstu í samfelagnum at koma við tykkara íkasti til eina barnalóg – tann fyrsta í Føroyum yvirhøvur. Tað er søguligt. Tað er stórt.
Tit sleppa í dag við tykkara egnu rødd, sum er alt avgerandi, at fortelja okkum, hvussu tit hugsa tykkum, at Føroyar kundu sæð út, soleiðis at tað gerst enn betur hjá øllum børnum at búgva her.
Tit eru kul. Tit skulu hugsa stórt og vítt, og ver endiliga ikki bangin fyri at siga tína hugsan, tí hon er so sera týdningarmikil.
Eg ynski tykkum ein góðan, gevandi og stuttligan dag, og eg gleði meg at hoyra seinni í vikuni, hvat tað er, tit hugsa um júst hetta evni. - Heilsan til Hildu Viderø úr Felagsskapinum Mirjam, Varpið – 11. januar 2025
”Lívið er ikki ein dansur á rósum”; soleiðis verður mangan tikið til, og hetta er nakað, sum vit øll, so ella so, hava ásannað.
Dansur á rósum er her at síggja sum tær góðu løturnar, og nei, lívið er ikki bara altíð lætt, tvørturímóti. Tó er tað so umráðandi og gott við teimum góðu løtunum, tí tær kunnu hava jaliga ávirkan á kringumstøðurnar, bæði fyri nútíð og framtíð.
Alt snýr seg um at gera mun, ein góðan mun, og hetta er nakað, sum tú Hilda so sanniliga hevur gjørt.
Fyri 40 árum síðani tóku tú og maður tín Johannes fyrsta stig út í heimin, tá tit valdu at gerast trúboðarar fyrst í Liberia og síðan í Botsvana, og fluttu so heim aftur á klettarnar í 1996.Hóast heimkomin á klettarnar, so hevur títt hjarta altíð bankað fyri teimum neyðstøddu úti í heimi, og ger tað tað enn. Tú hevur við einum heilt serligum eldhuga, ótroyttandi arbeitt fyri, at kvinnur og børn fáa betur sømdir, eitt nú útbúgving og lærdóm, soleiðis at tey kunnu fóta sær, og vera við til at skapa sær eitt gott lív við fleiri góðum løtum.
Fyri nógv av okkum ert tú í dag ímyndin av tí arbeiði, sum felagsskapurin Mirjam ger í Liberia og Kenja. Um man fylgir við á FaceBook, so sær man týðuliga, hvussu sera aktivur hesin felagsskapur er, tí tað er við jøvnum millumbili, onkuntíð bara nakrir dagar ímillum, at frásagnir og kunning verða løgd út.
Sjálvur gjørdist eg serliga glaður, tá eg sá myndina, tit løgdu út tann 12 desembur, har tit vístu á tann skara av børnum, sum í ár sleppa at ganga í skúla. Hesin dreymur um skúlagongd, sum vit her heima taka fyri givið, verður gjørdur til veruleika fyri hesi børn, tí tit í ”Mirjam” ótroyttandi samla pening inn, fyri at hetta kann gerast veruligt.
Felagsskapurin Mirjam er uppkallaður eftir kvinnuni Mirjam í Gamla Testamenti í bíbliuni, sum var ein kvinna, sum longu tá hon var heilt ung, tók um endan og veitti eina hjálandi hond.
Mær dámar so væl málningin, sum Frits Johannesen, sáli, hevur málað av Mirjam, og sum er vorðin tykkara kápumynd, har hann lýsir, hvussu Mirjam dansar av frøði eftir at fólk hennara varð bjargað. Málningurin vísir við løttum og vøkrum litum ta gleði, sum er, tá lívið gerst lættari, ja málningurin vísir okkum eina mynd av tí góðu løtuni, har tað bókstaviliga var dansur.
Vit vita øll, at øllum untist ikki at byrja lívið við nógvum góðum løtum og gleðidansi yvir lívið. Hjá mongun kom dansurin ongantíð í lag ella steðgaði upp vegna vánaligar kringumstøður, tað veri seg ófrið, sjúku, kríggj ella annað. Tá er gott við felagsskapum sum Mirjam, sum virkar fyri, at fleiri kunnu fáa fleiri góðar løtur.
Góða Hilda, hjartaliga til lukku við degnum og Guðs ríku signing yvir framtíð tína. Halt áfram við tí gevandi og hjálpandi arbeiði tú gert, og sum vit øll, privat sum landsstýrisfólk eru so sera, sera, takksom fyri. Takk fyri títt ótroyttandi íkast í arbeiðnum fyri, at eisini fólk fjart frá hesum klettum kunnu fáa góðar løtur og vónandi nakrir gleðidansir í lívinum.
- Røða í Tvøroyrar skúla 13. desember 2024
Góðan morgun, tit øll á Tvøroyrar skúla
Takk fyri, at eg eri boðin suður at vitja. Eg eri ordiliga glaður fyri at vera her saman við tykkum.
Eg eiti Djóni Nolsøe Joensen, og eg eri landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.Eg fari at byrja við at seta tykkum onkrar spurningar.
Tá ið onkur hevur vald, merkir tað, at tey kunnu bestemma og ráða yvir hinum. Vit bestemma øll yvir okkum sjálvum. Men so eru tað summi, sum bestemma og hava vald yvir øðrum. Tað, sum tey gera og siga, ávirkar onnur.
Kunnu tit nevna onkran, sum hevur vald? Tit kunnu bara rætta fingurin upp, um tit vita. Tað hevur politiið til dømis. Og Løgtingið. Og løgmaður. Og presidentar. Og venjarar. Og landsstýrisfólk – sum eg. Eg kann til dømis bestemma nokkso nógv í sambandi við skúlar og barnagarðar – og so ávirkar tað tykkum.
Og vissi vit hugsa um, hvussu tað er har heima. Hvør hevur so valdið har heima hjá tykkum? Hvør er tað, sum bestemmar har heima? Tað eru mamma og babba.Og hvussu er í skúlanum? Hvør hevur valdið í skúlanum? Hvør bestemmar her? tað eru lærararnir. Og Jón – skúlastjórin.
Men hvussu er so við tykkum? Hava tit nakað vald? Kunnu børn bestemma nakað? Tað kunnu tit faktiskt.
Tit kunnu ikki bestemma, hvat tit skulu læra í skúlanum. Ella nær tit fáa frí, ella nær tit fáa feriu. Tí tað bestemmi eg.
Men hvat er tað so, sum tit kunnu bestemma her í skúlanum?
Jú, tit kunnu faktiskt bestemma, hvussu hini hava tað. Tit hava faktiskt valdið yvir hinum og kunnu gera av, um tey eru glað – ella um tey eru kedd. Um tey hava gott sjálvsálit – ella ikki. Tit hava ávirkan á, um hini børnini vakna um morgunin og gleða seg at sleppa í skúla. Ella um tey stúra fyri tí og ikki vilja vera her.
Hava tit nakrantíð hugsað um, at tit hava so nógv vald?
Og øll vit, sum bestemma og hava vald – vit mugu hugsa okkum væl um, hvussu vit brúka tað valdið, vit hava.
Vit mugu brúka valdið til at gera góð ting. Tað mugu politistar. Tað mugu tingfólk. Og løgmaður. Og eg sum landsstýrismaður.
Og tað mugu tit eisini, tá ið tit eru her í skúlanum á Tvøroyri. Tit mugu hvønn dag spyrja tykkum sjálvi: Hvussu kann eg fáa hini at føla seg væl? Hvussu kann eg verða fittur ella fitt? Hvussu kann eg hjálpa? Hvussu kann eg gera Tvøroyrar skúla til eitt gott stað at vera?
Tað eru tit – øll tit – sum bestemma tað.
Tað handlar øgiliga nógv um mátan, tit tosa við hvønn annan og við lærararnar. Hvørji orð brúka tit? Eru tað orð, sum fáa hini at føla seg væl? Ella orð, sum fáa hini at føla seg illa? Tosa tit róliga og blídliga? Ella rópa og skelda tit? Tað ger eisini mun.
Og nú skal eg siga tykkum eitt. Eg havi faktiskt ikki sagt hetta við nakran fyrr.
Men tá ið eg bleiv politikari, so uppdagaði eg, at fólk skrivaðu alt møguligt um meg á sosialum miðlum.
Summi vóru fitt. Søgdu, at eg var ein góður politikari, og at eg var skilagóður. At eg hevði hjartað á røttum stað, var fittur og dugnaligur.Hvussu halda tit, at eg hevði tað, tá ið eg læs tað? Eg bleiv glaður. Eg fekk ordiliga hug at gera enn og meir – og eg fekk hug at skriva okkurt pent aftur til tey.
Men summi vóru øgiliga ljót. Onkur skrivaði, at eg var óbrúkiligur. At eg var býttur og ljótur. At eg ikki dugdi at hugsa. At tey ikki tímdu at lurta eftir tí, sum eg segði.
Hvussu halda tit, at eg hevði tað, tá ið eg hevði lisið tað? Eg bleiv øgiliga keddur. Sjálvt um eg eri vaksin. Og eg fekk ordiliga góðan hug at vera ljótur við tey aftur.
Tí tað er so, at tann mátin, vit tosa uppá, smittar. Viss onkur er fittur við meg, so fái eg hug at vera fittur aftur. Men tá ið onkur er ljótur við meg, so fái eg eisini hug at vera ljótur aftur.
Vit ávirka hvønn annan við tí, sum vit siga, og tí, sum vit skriva.
Í Løgtinginum eru vit politikarar ofta rúkandi ósamdir. Men har situr altíð ein persónur, løgtingsforkvinnan ella -formaðurin, og ansar eftir, at vit tosa hampuliga við hvønn annan. Sjálvt um vit eru so ósamd, at vit hava hug at skeldast, skulu vit tosa hampuliga. Og um vit gloyma tað, so fáa vit tað beinanvegin at vita. ”HÓV HÓV, soleiðis kunnu vit ikki tosa við hvønn annan.” og um vit so gloyma tað aftur, ja, so sleppa vit ikki at siga meir.
Tí man skal tosa pent í Løgtinginum – og man skal eisini tosa pent í Tvøroyrar skúla.
Vit skulu ansa eftir, hvat vit siga, ti orð kunnu brúkast sum vápn til at særa og pína onnur - og gera, so at hini fáa tað ringt.
Men tey kunnu eisini brúkast sum medisin og plástur – og gera, so at hini fáa tað gott.
So.., tá ið tit nú vita, at tit hava vald til at bestemma, um hini børnini hava tað gott ella ringt, ja, so vóni eg, at tit velja tað góða. Tí tá ið man hevur vald – ja, so hevur man eisini ábyrgd.
Tað, vit siga, smittar. Sama um tað er gott ella ringt. Og eg biði tykkum um at velja tað góða.
Kunnu tit lova mær, at tit fara at hugsa um hetta frameftir? Um tað stóra valdið, sum tit hava?
Og at tað altíð er upp til tykkum at velja, um tykkara orð skulu gera onnur glað ella kedd. Um tykkara orð skulu vera vápn ella medisin.
Takk fyri, tit.
Havi tað nú so gott, øll somul. Og gleðilig jól. - Røða til handan at Kærleikskúluni 26.11.2024
Góðu tit
Um nakrar dagar seta vit hol á jólamánaðin; ein tíð sum flest øll seta í samband við gávur og hugna, og har bæði einstaklingar og felagsskapir royna at gera sítt til, at so nógv sum møguligt fáa eina góða og hugnaliga jólatíð.
Jólamánaðurin er á ein heilt serligan hátt merktur av kensluni av gleði við at geva og gera okkurt fyri onnur.
Ikki allar gávur nýtast at kosta nógvan pening, og nógvar av teim allar virðismiklastu gávunum finnast ikki til sølu í nøkrum av lýsingarbløðunum, sum detta inn um gátt komandi tíðina; ein av hesum gávunum er tað vinarliga orðið, tú kanst geva einum øðrum menniskja.
Hóast henda gávan, ikki fæst til sølu, so hevur hon so alstóran týdning.
Ein hevur sagt tað soleiðis, at vinarlig orð eru stutt og løtt at siga, men teirra afturljóð eru óendalig.
Tað eru nú sekstan ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út, og verður tað um eina løtu almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2024, og fáa vit eisini at vita, hvør fær fyrstu Kærleikskúluna 2024.
Í ár, eins og undanfarin ár, verður Kærleikskúlan givin onkrum, sum á ein ella annan hátt, hevur valt at brúka tíð og orku upp á at gera lívið eitt sindur lættari fyri onnur. Hetta kann vera ígjøgnum átøk innan arbeisðmarknaðin, við at varpa ljós á lívsins skuggasíður ella við einum virðiligum tóna at betra um lívsgóðskuna hjá onkrum, sum ber brek.
Sjálv Kærleikskúlan verður millum annað lýst soleiðis: tað er ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag, og ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst sum hvør menniskja á jørð.
Sum menniskja eru vit øll nakað heilt serstakt, og sum mennsikja tørvar okkum øllum hesi virðini, hesar gávur: kærleika og vinalag.
Hugsanin handan kærleikskúluna, sum er at varpa ljós á at gera nakað serstakt fyri onnur, er tískil nakað, sum vit øll eiga at taka til okkum, ikki bara nú jólatíðin stundar til, men eisini í okkara gerandisdegi, har vit ferðast og virka, tí tað er júst í gerandisdegnum hesar gávur prógva sítt sanna virðið.
Kjarnuvirksemið hjá tykkum í Dugna er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiðið, sum hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og arbeiða tit miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá viðkomandi. Tykkara kjarnuvirksemi tekur tí støði í tørvinum hjá tí einstaka, og duga tit at seta sjóneykuna á tann einstaka, á serstøku dygdirnar og avbjóðingar hjá viðkomandi, og við støði í hesum, eru tit við til at lætta um gerandisdegnum hjá mongum menniskjum.
Mín áheitan her til seinast skal tí vera henda: at vit øll taka hugsanina handan Kærleikskúluni til okkum, og eggja hvønn annan at síggja tørvin hjá øðrum og taka stigið til at gera nakað við tað; tað kann byrja við bara einum vinarligum orði og smíli, men minst til, at júst hetta kann vera tað sum skapar eitt stórt afturljóð.
Takk fyri. - Barnarættindadagur 20. november 2024
Góðu tit.....
Eg elski at hava rætt ! Onkuntíð tá eg og vinmenninir tosa um fótbólt, so veit eg eisini, at eg havi rætt, tá eg sigi, at NSÍ er best; soleiðis er tað bara .... ella eg haldi í hvørt fall, at eg havi rætt.
At hava rætt og at hava rættindi er ikki tað sama, men tað hongur allíkavæl saman.
Vit liva í einum friðarligum landi, har vit øll hava rætt til at siga okkara meining, tað veri seg um NSÍ ella HB, ella um ræstur fiskur smakkar væl ella ikki, uttan at nakar av okkum hevur meira rætt enn hin.
Okkum nýtist ikki altíð at hava rætt, men vit hava altíð rættindi til at siga, hvat vit halda.
Í februar í 2025 fara tit sum teir fyrstu næmingarnir í Føroyum at hava vetrarferiu. Áðrenn avgerð varð tikin um hetta, sluppu tit í næmingaráðunum at siga tykkara hugsan um hetta evni. Hetta var eitt ítøkiligt tekin uppá, hvussu tit kundu brúka tykkara rættindi til at siga tykkara hugsan um nakað, sum viðvíkur tykkum.
Í næstum fara vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum undir at smíða eina barnalóg, sum skal vísa á tey rættindi, sum øll børn í Føroyum hava. Eisini her er ætlanin at taka tykkum við og hoyra tykkara hugsan um, hvat skal við í hesa lóg, og eg gleði meg til at hoyra tykkara meining um hetta.
Ein ung genta hevur sagt tað soleiðis á enskum: Let us make our voices heard, and let us use this voice to bring about positive change in our society.
Stutt umsett til føroyskt kundi man sagt tað nakað soleiðis: lat okkum brúka okkara rødd til at skapa eitt betur samfelag.
Gentan, sum segði hetta, var Malala, sum nógv tykkara óivað hava lisið um, og sum heilt frá barnsbeini við sínari rødd hevur strítt fyri einum betri samfelagi í heimlandi sínum, Pakistan.
Sjálvt um vit í Føroyum hava tað so gott á nógvar mátar, so skulu vit øll gera okkara til, at vit fáa tað enn betur; vit øll hava rættin at siga okkara hugsan, og vit kunnu øll vera við til at skapa ein enn betur gerandisdag fyri øll, sum búgva her í Føroyum.
Tí skal mín áheitan til tykkara vera henda: verið ikki bangin at siga tykkara meining, men minnist samstundis til altíð at virða hugsanina hjá øðrum.
Og til seinast: brúka tína rødd og tíni rættindi til at siga tína hugsan, til at gera Føroyar til eitt enn betur stað at búgva í.
Eg ynski tykkum øllum ein góðan barnarættindadag. - Markleys útbúgving 2024 í Norðurlandahúsinum – 6. nov. 2024
Markleys útbúgving 2024 í Norðurlandahúsinum – 6. nov. 2024
Góðu tit
“Útbúgving er tað sterkasta vápnið, sum tú kanst brúka, um tú ynskir at broyta heimin”
Nakað soleiðis segði Nelson Mandela einaferð. Mandela droymdi um ein betri heim við størri fríheit, meir rættvísi og minni rasismu, og gjørdist hann kanska ein tann kendasta ímyndin av stríðnum fyri einum meir rættvísum heimi.
Um eg spurdi teg, um tað er nakað í heiminum í dag, sum tú heldur kundi ella átti at verið annarleiðis, so vænti eg, at tú hevði svarað ja.
Hvønn dag verða tú og eg, umvegis talgildu miðlarnar, áhaldandi kunnað um, hvussu ring støðan er ymsastaðni í heiminum bæði við atliti at ófriði og veðurlagsbroytingum, sum á hvør sín hátt hava lagt fleiri lond undir trýst, og øll eru vit samd um, at nógv kundi verið betur í heiminum í dag.
Næsta ár standa tit við húgvu á høvdinum og prógvi í hondini, og tá, ella kanska áðrenn tað, seta tit spurningin, “hvat skal eg so aftaná.”
At velja er ikki altíð lætt, men tað at sleppa at velja, tað er ein gáva í sjálvum sær.
Síðsta ár, tá eg luttók til henda dag, segði eg søguna um drongin, sum droymdi um at gerast fótbóltsstjørna ella flogskipari. Hetta má sigast at vera tvær yrkisleiðir, sum eru rættuliga ymiskar, men báðar hava sínar egnu veingir at flúgva við.
Drongurin vaks upp, og nú hann er 52 ár, er hann ikki flogskipari, og bara fótbóltsstjørna, tá hann av og á spælir innandura fótbólt við “old boys”, har hann í 60 minuttir kann látast at vera fótbóltsstjørna.
Tá hesin ungi maðurin stóð framman fyri hillini av útbúgvingartilboðum, var nógv at velja ímillum.
Eftir umhugsnartíð valdi hann at taka útbúgving innan námsfrøði, tí hann ynskti at arbeiða við menniskjum, børnum og familjum.
Kanska tit longu hava gitt, hvør hesin ungi maðurin, ella fótbóltsstjørnan er: Tað var eg.
Í dag standi eg her framman fyri tykkum, ikki sum námsfrøðingur, men sum landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, og er hetta eisini í sjálvum sær ein søga um, hvussu ein yrkisleið kann broytast.
Sum landsstýrismaður eri eg errin av, at vit her heima í Føroyum hava eina góða útbúgvingarskipan, har vit hava miðnámsskúlar, sum kunnu vera við til at leggja støði til eina víðari útbúgving.
Eg eri eisini so sera fegin og stoltur av, at vit í Føroyum hava tykkum; ein góðan og forvitnan ungdóm. Og tá eg fekk at vita, at her í dag skuldu samlast 553 miðnámsnæmingar, sum næsta ár fáa prógv, so var tað fyrsta eg hugsaði, at vónin fyri framman er bjørt.
Vónin hjá tykkum er bjørt; tit kunnu fáa eina miðnámsútbúgving, og við henni í hondini kunnu tit velja at fara víðari á útbúgvingarleið tykkara.
Tit fara í dag at hoyra um ymiskar útbúgvingarmøguleikar, ikki bara her heima, men eisini úti í heim; fyrilestrar um, hvussu tað er at lesa í t.d. Skotlandi, Bretlandi, Danmark, Fraklandi og aðrastaðni við.
Tit fara eisini m.a. at hoyra fyrilestur um, hvussu tú í USA kanst taka útbúgving og íðka tín ítrótt samstundis, og um møguleikar at fara í læru hjá onkrari fyritøku og fáa eina yrkisútbúgving.
Og hevur tú kanska ikki hug at lesa víðari beint eftir tú hevur fingið títt prógv, ja so ber eisini til at taka eitt ár frí og kanska fara á háskúla og ferðast við øðrum ungum í bólkum.
Møguleikarnir eru nógvir, men valið er títt
Eg veit, at tá man stendur framman fyri nógvum valmøguleikum kann tað eisini gerast ein tung uppgáva at skula velja; gávan, sum liggur í sjálvum valinum, gerst til eina tunga uppgávu.
Sum landsstýrismaður í útbúgvingarmálum havi eg hesa heilsan til tín: Gev tær tíð at velja.
Tær nýtist ikki at “sweipa” beinleiðis frá miðnámi yvir á eitt universitet ella annað. Tit vaksa upp í einum heimi, har alt gongur við fúkandi ferð, og hetta kann eisini leggja trýst á tykkum, men gev ikki eftir trýstinum, men hugsa teg um og anda djúpt inn.
Søk tær vegleiðing, eisini her í dag, men minst til, at valið er títt, og gev tær tíð til at velja
Nelson Mandela hugleiddi um at broyta heimin, og vísti á, hvussu umráðandi útbúgving er í hesum samanhangi.
Men, hvar er heimurin, og hvussu kann ein miðnámsnæmingur í Føroyum hava hesi orð í huga, tá hann ella hon skal velja sær útbúgving ?
Jú tí heimurin er har, ið tú ert; tú ert við til at broyta heimin, har tú ferðast, óansæð hvørja útbúgvingarleið tú velur.
Um tú velur eina útbúgving sum t.d. verkfrøðingur, so kanst tú vera við til at menna infrakervið og flyta samfelagið longur fram á leið. Hevur tú hug á gransking, so kanska tú velur eina granskingarleið, har tú kanst vera við til at brynja okkum til framtíðar avbjóðingar innan fyri t.d. burðardygd og umhvørvi. Ella kanska tú velur eina útbúgving, har tú kanst virka innan fyri okkara vælferðarsamfelag við at taka tær av menniskjum, børnum, ungum ella eldri.
Við tínari útbúgving fert tú tí at vera við til at seta tíni fingramerki, ikki bara á tilveruna hjá tær sjálvum, men hjá øðrum við.
Men í síðsta enda, so er umráðandi at minnast til, at ein útbúgving er ikki bert eitt prógv, men nakað, sum kann vera við til at gera teg til eina enn betri útgávu av tær sjálvum, og er hetta tað, sum er mest umráðandi at hava í huga, nevniliga at óansæð útbúgving ella starv, so finst bara ein av tær.
Tískil skal heilsan mín til tín vera henda: vel ta útbúgving og yrkisleið, sum kann vera við til at fremja ta besta í tær, tí í síðsta enda er spurningurin ikki, hvat tú ert, men hvør tú velur at vera sum menniskja.
Eg ynski tykkum ein góðan og gevandi dag.
Takk fyri. - Granskingardepil fyri børn og ung stovnaður, 30. oktober 2024
Granskingardepil fyri Børn og ung stovnaður, 30. oktober 2024
Góðan morgun
“Vit skulu vita og ikki gita” er ein av grundsetningunum í okkara vitanarsamfelagi.
Vit skulu grunda okkara avgerðir á vitan og fylgja við, at úrslitið av tí, sum vit seta í verk, er tað, sum vit høvdu ætlað.
Tí fegnist eg almikið um, at Fróðskaparsetur Føroya í góðum samstarvi við Barnaverkætlanina í dag kann boða frá, at ein depil fyri barna- og ungdómsgransking er skipaður á Setrinum.
Ein depil, sum umfatar allar tær 5 deildirnar á lærustovninum, so til ber at fáa tvørgangandi gransking av barna- og ungdómsøkinum í Føroyum.
Visjónin fyri barnaverkætlanina, sum 4 landsstýrisfólk og 2 borgarstjórar umboðandi Kommunufelagið skrivaðu undir í marsmánaði í fjør var, at “Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í”.
Saman lovaðu vit hvør øðrum, at vit skuldu virka fyri øktum samstarvi, sum tryggjar, at børn og ung verða sett fremst og at vit støðugt hava eitt barnavinarligt samfelag.
Fyribyrgjandi átøk og heilsufremandi tiltøk skulu verða partar í tilgongdini fyri at røkka málinum.
Saman hava vit sett Barnaverkætlanina í verk, sum er staðsett her hjá mær í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Men talan er um eitt felags átak hjá øllum teimum luttakandi pørtunum.
Tað er umráðandi, at allir partar eru við, fyri at kunna samskapa nýggjar loysnir á teimum samansettu avbjóðingunum, sum okkara børn og ung møta í dagsins samfelagi.
Tað eru samansettar ella villar avbjóðingar, sum eingin fær loyst einsamallur. Vit mugu gera tað í felag.
Hetta sama verður nú endurspeglað inni á Setrinum, har tað verður ein tvørgangandi tilgongd til granskingarøkið fyri børn og ung.
Tann góða menningin og læringin er treytað av trivnaðinum, sum aftur er partur av heilsustøðuni, bæði kropsliga og andaliga. Samfelagsligu umstøðurnar hjá børnum og ungum, saman við familjum teirra, spæla avgerandi inn eisini. Alt hongur saman, og vit mugu fata tað sum eina heild.
Eitt tað fyrsta, sum liggur fyri framman, er at fáa gjørt eina sokallaða base-line kanning, ið lýsir umstøðurnar hjá børnum og ungum í okkara samfelagi. Eina kanning, sum kann verða endurtikin við jøvnum millumbilum. Á henda hátt kunnu vit fylgja við, hvønn virknað átøkini hava, sum verða sett í verk.
Tað uppvaksandi ættarliðið er tað dýrabarasta tilfeingið okkara samfelag eigur. Við at taka røttu avgerðirnar og fremja røttu átøkini, fyri tey, gera vit tað bestu íløguna í framtíðina. Bæði teirra og fyri okkara samfelag sum heild.
Tí er tað so týdningarmikið, at vit vita og ikki bara gita.
Hetta fer granskingardepilin fyri barna- og ungdómsgransking á Setrinum at hjálpa við til.
Takk fyri og góða eydnu við átakinum. - Húsarhaldsskúli Føroya 50 ár – 25. oktober 2024
Húsarhaldsskúli Føroya 50 ár – 25. oktober 2024
Góðu tit
Fyri 50 árum síðani, í 1974, hendi mangt og hvat, bæði her heima og úti í heimi, sum gav eftirljóð um allan heim.
Á politiska pallinum gav tað eftirljóð, tá Richard Nixon, sum tann fyrsti presidenturin nakrantíð, mátti siga frá sær embætið í úrtíð vegna Watergate-gøluna.
Meðan rumbul sýntist at vera á politiska pallinum úti í heim, kundu vit tó í Føroyum í 1974 enn einaferð fegnast um at liva í einum demokratiskum samfelagi, tá føroyingar tann 7. novembur hetta ár enn einaferð sluppu at seta sín kross á einum løgtingsvali.
Á listarliga pallinum var 1974 tað árið, har tann enn í dag sera kendi bólkurin «ABBA» gjørdist heimskendur, tá tey við sanginum «Waterloo» vunnu Eurovision (evropeisk sangkapping). Tónleikurin hjá teimum hoyrist enn sum ekkó inn í okkara tíð.
Tað var eisin í 1974, at Steve Wozniak og Steve Jobs hittust fyri fyrstu ferð, og fekk hetta stóra avleiðing fyri alla heim, tá teir seinni, saman við Ronald Wayne grundløgdu IT-fyritøkuna Apple í 1976.
Alt hetta vóru hendingar, sum skaptu eftirljóð, sum vit enn í dag minnast og kunnu læra av.
Men her heima, her norðuri í Klaksvík, var 1974 eisini eitt heilt serligt ár, sum so sanniliga enn tann dag í dag skapar eitt jaligt og gevandi eftirljóð.
Tann 17. oktober 1974 var Húsarhaldskúlin stovnaður; skúlin sá sítt ljós her í Klaksvík, og hevur síðani tá verið staðsettur her, og fer í næstum at flyta inn í nýggj og meira tíðarhóskandi hølir her í Klaksvík.
Í hesum skúla hava nógvir næmingar nomið sær góðar, kreativar og hollar førleikar, tað veri seg innan matlæru, samfelags- og brúkaralæru, glaslist og mangt annað.
Í skúlanum rúmast í dag 21 vistarhaldsnæmingar, og er tað at gleðast um, at eftirspurningurin er so mikið stórur, at vit í nærmastu framtíð fara at kunna taka 35 vistarhaldsnæmingar inn, tá nýggi bygningurin fer at standa klárur - vónandi til várs. Umframt hetta, so fer tann nýggi bygningurin eisini at kunna rúma enn fleiri til tey styttru skeiðini, og er tað eisini at gleðast um.
Í hesum skúla hava mong nomið sær førleikar, sum tey enn tann dag í dag, minnast og brúka. Eg veit, at tit um eina løtu fara at hoyra frá fyrrverandi næmingi, sum gekk her í skúlanum fyri, ja eg tori at siga nokk so nógvum árum síðan (Sirið Stenberg), umframt frá foreldrum hjá næmingum, um, hvussu Húsarhaldsskúlin hevur verið við til at menna ein næming, eitt menniskja, upp á so nógvar mátar.
Og tað er hetta, ein skúli skal gera: vera við til at menna ta einstaka menniskja.
«Fyri at menna seg, krevst áhaldandi forvitni»; okkurt soleiðis málbar kendi Walt Disney seg einaferð; ein maður, hvørs avrik eisini tann dag í dag gevur eftirljóð.
Forvitni er fortreytin fyri menning, og er hetta nakað, sum hevur merkt henda skúlan gjøgnum árini. Hesin skúli varð skipaður undir øðrum fortreytum í 1974, men er framvegis í dag, 50 ár seinni, ein sera væl umtóktur skúli í Føroyum. Eg eri sannførdur um, at orsøkin til hetta er tí at tit í skúlanum hava megnað at hildið fast í tí gamla, samstundis sum tit hava verið forvitin upp á tað nýggja.
Menning er ikki nakað, sum bara hendir, men nakað vit skapa, og til hetta krevst eitt málrættað arbeiði og eldhugi.
Hetta er nakað, sum tit, sum virka og ikki minst leiða henda skúla, hava víst; tit eru fyrimyndir upp á málrættað arbeiðið og ikki minst ein heilt serstakan eldhuga, og vil eg nýta høvið at siga tykkum hjartans tøkk fyri tað !
Nixon, ABBA og Steve Jobs hava givið og geva eftirljóð, men hesin skúli gevur so sanniliga eisini eitt gott og jaligt eftirljóð.
Storm P. hevur einaferð sagt tað soleiðis: en lille mand kan kaste en stor skygge.
Eg vil enda við at siga, at ein í heimshøpi lítil skúli, kann so sanniliga kasta ein stóra skugga frá sær.
Hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum, og vil eg til seinast ynskja Húsarhaldsskúla Føroya blíðan byr. - Heilsan frá landsstýrismanninum í sambandi við at grabbin varð settur í – Aula til Tekninska skúla í Klaksvík – 14. oktober 2024
Heilsan frá landsstýrismanninum í sambandi við at grabbin varð settur í – Aula til Tekninska skúla í Klaksvík – 14. oktober 2024
Góðu tit
Ja, nú upprann dagurin, har vit skulu seta spakan í, ella rættari sagt grabban í, til eina nýggja aulu til skúlan her í Klaksvík.
Tað var í 2021, at farið var undir at fyrireika og prosjektera aulu til skúlan, og í dag skal so jørð-, lendis- og kloakkarbeiðið setast í gongd. Hetta arbeiði verður væntandi liðugt tíðliga í 2025, og síðani verður bygningsarbeiðið boðið út.Eftir ætlan, so stendur bygningurin klárur um tvey ár, og hava vit tá ein nýggjan bygning, har eitt nú loftið er sermerkt og kann verða við til at kveikja lív í dygdargott handverk, og har takkonstruktiónin fer at sýnast heit og innbjóðandi um kvøldarnar, og sum fer at geva skúlanum eitt serligt eyðkenni; Harnæst fáa vit eisini ein bygning, sum við sínum skapi fer at geva útsýni til høgu fjøllini kring fjørðin.
Hetta er ein serligur dagur, tí hetta er ikki bara byrjanin upp á ein nýggjan bygning, men er talan her um, at vit í dag taka enn eitt stig á vegnum at betra um møguleikarnar hjá okkara ungu at nema sær útbúgving her heima í Føroyum.
Skúlin her í Klaksvík hevur brúk fyri einum staði, har øll tey, sum virka í skúlanum, tað veri seg næmingar, lærarar og onnur, kunnu samlast, bæði tá talan er um hátíðardagar sum prógvhandanir, men eisini í tí dagliga, har skipast skal fyri t.d. áhugaverdum fyrilestrum ella øðrum, har nógv fólk kunnu samlast og lýða á.
Sum landsstýrismaður haldi eg tað hava stóran týdning alla tíð at minnast til, at ein hvør íløga á útbúgvingarøkinum, tað veri seg játtan til tímar ella játtan til bygning, er at síggja sum ein íløga í tann einstaka næmingin; ein íløga, sum í síðsta enda verður næminginum at frama, og harvið øllum samfelagnum at frama.
Tá vit byggja út ella byggja nýtt, so eru vit við til at flyta bæði samfelagið, skúlan sum heild og tann einkulta næmingin longur fram á vegnum, og hugsi eg, at hetta er nakað, vit øll ynskja.
Eg eri fegin um, at eg kann vera við í dag og ynski tykkum bestu eydnu við arbeiðinum víðari. - Ráðstevna um “Stríðið um uppmerksemi” – 11. oktober 2024
Ráðstevna um “Stríðið um uppmerksemi” – 11. oktober 2024
Góðan morgun og vælkomin øll somul til hesa ráðstevnu við evninum, “Stríðið um uppmerksemi”. Og, sum tað stendur á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, “Uppmerksemi, bardagin um tína tíð. Ein ráðstevna um avbjóðingar og loysnir í talgildað meldrinum.” Jeg vil samtidig række en særlig velkomsthilsen til vore udenlandske gæster og forelæsere og byde jer hjertelig velkommen.
Tíð og tøkni
Samanhangur og samskipan millum “Tíð og Tøkni” er ein samansettur og fjølbroyttur pallur, sum vit øll eru partur av so ella so. Tøknin og sosialu miðlarnir hava stóra ávirkan á okkara tíð og lív. Her eru bæði fyrimunir og vansar, alt eftir í hvørjum samanhangi vit nýta tøkniligu amboðini og sosialu samskiftispallarnar, umframt hvørjar fakligar førleikar vit hava at meta um og nýta tøknina.Tøknin er eitt hent amboð, sum kann økja okkara virkisførileikar bæði við atliti at samskifti, læring, dygd og skjótleika. Hon kann lætta um bæði arbeiðsuppgávur, lestur og geva okkum tíð til annað virksemi, men hon kann sanniliga eisini elva til strongd og ikki minst kensluna av altíð at vera til taks. Sambandið millum “Tøkni og Tíð” er vorðin ein samansettur veruleiki í okkara lívi, tí at tøkniligu amboðini sum snildtelefon, teldil og telda fylla so nógv í gerandisdegnum hjá teimum flestu, bæði ungum og gomlum, at vit gáa ikki eftir, hvar tíðin fer, og um samskiftið er viðkomandi.
Og tað, sum eisini kann vera ein avbjóðing, er, at eftirkanna, um upplýsingarnar eru álítandi, og hvørt talgildu pallarnir stýra tær ella ikki. Vit hava eisini alsamt samband á sosialu miðlunum, alt samdøgrið, og hvar vit eru stødd.
Hetta er ein stór avbjóðing hjá okkum øllum og ikki minst hjá okkara unga ættarliði, sum veksur upp í einum alsamt øktum talgildum heimi. Vit eiga at geva okkum far um, hvussu og hvar vit øll, bæði børn, ung og vaksin, nýta tíðina og okkara orku, hvørjum vit geva gætur, hvat tað er, sum fangar okkara uppmerksemi og forvitni, sum skapar felagsskap, og sum er við til at mynda okkara samleika.
Talgildu miðlarnir kunnu skjótt fara við stórum parti av okkara frítíð, um vit ikki ansa eftir. Vit eiga tí at leggja dent á okkara siðmenning og felagsskapin (alment dannilsi). Tað at vera saman, úti sum heima, práta saman og geva hvør øðrum ans, fara til ítriv, spæla borðspøl ella hava onkur tiltøk saman sum familja ella vinir, so at ikki hvør situr í sínum lagi við einari snildfon ella skermi.
Skúlaverkið og tøkniligu avbjóðingarnar
Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum varði eg av skúlaverkinum, og her hava vit eina stóra uppgávu at menna okkara unga ættarlið at verða tilvitað um bæði avbjóðingar og týdningin, ið talgildu miðlarnir hava.Sosialu miðlarnir eru ein veruleiki í okkara samtíð, og tøkniligir førleikar ein fortreyt.
Skúlin skal saman við foreldrunum búgva næmingarnar til lívið, veita teimum førleikar, sum stuðla læringini og persónligu menningini, so teir verða førir fyri at nýta síni evni til sjálvstøðuga meting og støðutakan, umframt siðmenning og at luttøka í einum fólkaræðisligum samfelag.
Í hesum liggur eisini okkara ábyrgd sum samfelag at gera fyriskipanir, sum brynja barnið og tann unga til talgildu avbjóðingarnar. Vit hava luttikið í arbeiðinum at útvega skúlunum tøknilig amboð sum teldur, samvirknar talvur og talgildar undirvísingarmiðlar, umframt at trygdarkrøv eru sett til talgildu skipanirnar.
Eitt eru amboð og skipanir, men tað, sum mest ræður um, er førningurin hjá tí einstaka næminginum, sum dagliga fær alskyns avbjóðingar á sosialu miðlunum, sum júst eru gjørdir við tí fyri eyga at fáa brúkaran í tal. Eg havi tikið stig til fleiri átøk, men talgildisbúgving er eitt arbeiði, sum áhaldandi má halda fram.
Í sambandi við arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar í fólka- og miðnámsskúlum havi eg lagt áherðslu á tann talgildað partin. Gjørd er ein støðis námsætlan, sum er yvirskipað fyri allar námsætlanirnar. Ein av støðisførleikunum er Kt-førleikar og talgildisbúgving, sum skal verða raðfest bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsútbúgvingunum. Málið er: “at búgva næmingarnar til at vera virknar, sjálvstøðugar, kritiskar og fólkaræðisligar borgarar í einum talgildum samfelag”.
Arbeitt eigur at verða við talgildisbúgving í øllum lærugreinum frá byrjan í fólkaskúla til lokið miðnám ella yrkisnám. Talgildisbúgving og albúgving hanga eisini saman, so at tá ið arbeitt verður við albúgving m.a. í teimum yngru flokkunum, so verður eisini arbeitt við talgildisbúgving. Tað er alneyðugt, at næmingarnir læra at nýta tøknina skynsamt, at fáa førleikar at brúka ítøkilig, viðkomandi kt-amboð, at skilja amboðini og í hvørjum samanhangi tey kunnu nýtast. Samstundis skulu næmingarnir fáa innlit í góða atferð á talgildum miðlum og keldukritiska viðgerð av talgildum tilfari.
Nám, sum er stovnur undir ráðnum, og sum bæði gevur út undirvísingarmiðlar, veitir Kt- ráðgeving og fakliga og námfrøðilga kunning í undirvísingarmiðlum, skipar fyri skeiðum í Kunningartøkni og talgildisbúgving.
SSP er ein samskipan millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi. Sum landsstýrismaður umboði eg bæði skúla og sosiala partin, og eisini hevur Kommunufelagið ein stóran leiklut í SSP samstarvinum. SSP skipar fyri fleiri afturvendandi átøkum innan talgildar miðlar, t.d. Knýta bond og skíggjanýtsla, Góðir miðlavanar, At ferðast á netinum og Talgilt samskifti í skúlanum.
Í fjør var eisini eitt átak, har Nám í samstarvi við SSP helt skeið kring landið fyri lærarum í miðdeild fólkaskúlans. Endamálið var at fremja talgildisbúgving ímillum næmingar í miðdeild fólkaskúlans. Og í oktober í ár skipaði SSP fyri kunningarskeiði um vitlíki fyri næmingum í hádeild, har 730 ung savnast í høllini á Hálsi fyri at læra um vitlíki.
Snildfon
Í trivnaðarkanningini frá 2023, sum var gjørd millum næmingar í 5., 7. og 9. flokki, sæst, at níggju av tíggju næmingum í 5. flokki, eiga snildfon. Helvtin av næmingunum í kanningini hava sjónvarp í kamarinum, umframt at tey eiga aðrar snildar tøknilutir, so sum snild ur, virtual reality tól og spælistøðir.Snildfonin er ikki eitt kravt undirvísingaramboð, men eitt amboð, sum næmingurin hevur við í skúla. Snildfonin er uttan iva ein trygd hjá foreldrunum, so at báðir partar, barn og foreldur kunna boða frá, um onkrar broytingar eru í gerandisdegnum. Snildfonin er eisini tað amboðið, har lættast er at fáa samband við onnur og ferðast á sosialu miðlunum. Hon er við hondina og kann altíð takast fram.
Snildfonin er í mongum førum eitt hent amboð, men í skúlanum kann hon eisini órógva og ávirka bæði undirvísingarstøðuna og bindindi hjá næmingum at hugsavna seg um læringina.
Harumframt er happing eisini í ávísan mun knýtt at snildfonini við møguleikum fyri særandi boðum og myndum. Seinasta trivnaðarkanningin vísir, at happing á netinum ikki er minkað, men framvegis er ein trupulleiki millum børn og ung. Tey, sum í kanningini, vóru happað á netinum, søgdu tað vera í snildfon, á sosialum miðlum og í online spølum.
Eg havi tikið stig til at tálma snildfonnýtsluna í skúlunum, so hon órógvar sum minst, men kann verða nýtt í sambandi við undirvísingarátøk, har lærarin metir, at snildfonin er eitt gott amboð og í sambandi við støður hjá næmingum, ið hava ávísar avbjóðingar.Reglurnar verða ásettar í samstarvi við skúlastýrini, sum við støði í kunngerð, sum landsstýrimaðurin hevur sett í verk, gera atferðarreglur skúlans og reglur um umsjónina við næmingunum í skúlatíðini, har telefonnýtsla verður ein partur.
Niðurstøða
Næmingarnir eru væl útgjørdir tøkniliga, men sum gamla orðatakið sigur, so er vandi í hvørjari vælferð. Tøkniligu amboðini og sosialu miðlarnir hava sína ávirkan, og skermnýtslan kann taka ræðið, um ongar fyriskipanir eru. Børn duga ikki at skilja ímillum, hvat er satt og ikki, hvørjum tey skulu svara og ikki, hvat er óhóskandi fyri teirra aldur, hvussu nógva tíð er ráðiligt at brúka á sosialu miðlunum o.s.fr.Neyðugt er tí, at bæði foreldur og samfelag hava fyriskipanir, sum tálma skíggjanýtsluni og fram um alt ítøkiliga leiðbeining og undirvísing, har veitt verður børnum og ungum innlit og vegleiðing um talgildisbúgving í breiðum týdningi.
Tað er ein stór ábyrgd hjá foreldrunum, at javnvág er í lívinum hjá barninum millum skúla, ítriv, spæl og svøvn. Her kann fartelefonin verða ein rættiligur snýkur, tí tað er skjótt, at hon avloysir bæði fysiskt spæl og órógvar svøvnin, Tað er eingin sjálvfylgja, at barnið skal hava telefonina við, tá ið farið verður til songar. Tað er uppgáva og ábyrgdin hjá foreldrunum at seta mørk og verða greið í sínum fyriskipanum, sum eisini skapar tryggleika hjá barninum.
Vit hava skíggjaráð, sum ítøkiliga vísa á skermtíð hjá børnum, ungum og vaksnum, og nær hildið verður, at børn og ung eiga at fáa fartelefon. Skíggjaráðini áttu at verið ein partur av arbeiðinum við talgildisbúgving. Eg fari tí at mæla til, at ein eftirmeting verður gjørd í samstarvi við avvarðandi partar, ið varða av børnum og ungum.Við hesum seti eg ráðstevnuna um “Stríðið um uppmerksemi”, takki fyri høvið at bera fram eina heilsan og ynski øllum eina góða ráðstevnu.
- Altjóða sálarheilsudagur – Smæran 10. oktober 2024
Altjóða sálarheilsudagur – Smæran 10. oktober 2024
Røða hjá landsstýrismanninum
«Lat okkum taka eitt prát um tað»; soleiðis siga vit mangan, tá okkurt er áfatt.
Samtalan, har vit lurta eftir hvørjum øðrum og brúka tíð og orð upp á at nærkast og hjálpa hvørjum øðrum, er umráðandi í øllum lívsins viðurskiftum.
Vit eiga og mugu kunna tosa um alt; eisini um tað, sum nívir, og sum kann vera við til at gera lívið svárt.
Eg eri av tí sannføring, at lekingin byrjar spakuliga, ta løtu vit byrja at seta orð á tað, sum bagir.
Herfyri sóu vit eina so framúr góða sending í Sjónvarpinum, sum kallaðist « Bass Elvis og Jesus á Mallorka»; sjálvur helt eg, at heitið á hesari sending var for gott til at man ikki hugdi eftir sendingini, tí yvirskriftin var serlig og lokkandi.
Sendingin var upp á allar mátar góð, og vísti, hvussu Jóannes Joensen, sum framførdi her fyri løtu síðani, opið segði frá teimum avbjóðingum, sum lívið hevði, og hvussu hann, hóast eina sálarliga sjúku, megnaði at skapa lív og tónleik, og ikki minst gleði umkring seg.
Við at seta orð á, eru vit við til at bróta niður stigma, og tað er umráðandi. Einki menniskja er bara ein sjúka ella ein diagnosa. Nei eitt hvørt menniskja er fyrst og fremst hetta: eitt menniskja.
Tað, sum er í ryggsekkinum, er ymiskt, men tann, ið ber ryggsekkin er eitt menniskja eins og eg og tú.
Lat okkum tí framvegis tora at taka eitt prát um tað, og í felag vera við til at bróta niður stigma enn meira.
Sálarheilsuvirðislønin í ár fer til 2 persónar, sum í hvør sínum lagi virka sum gerandishetjur í sínum dagliga yrki á Psykiatriska deplinum.
Talan er her um 2 persónar, sum í ávikavist 24 og 14 ár hava starvast sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og fysioterapeutur í deplinum, og hava tær í hvør sínum lagi, verið við til at stríðast fyri at gera ein mun í lívinum hjá teimum, sum stríðast sálarliga.
Virðislønin í dag verður givin Lív Egholm, sum tey seinastu 14 árini í sínum starvi sum fysioterapeutur á Psykiatriska deplinum, ikki bara er nærverandi, men sum umframt at virka sum ein fysioterapeutur megnar at lurta, vísa samkenslu og bara vera har, tá brúk er fyri tí.
Virðilønin verður eisini givin Óluvu Poulsen, sum eftir 24 árum sum sjúrkarøktarfrøðingur framvegis megnar at vera nærløgd og umfevnandi, og ikki minst sum við sínum positiva og vinarliga sinnalagi, á ein heilt serligan hátt dugir at fáa tað besta burturúr sínum medmenniskjum.
Hjartaliga til lukku tit báðar, Lív og Óluva, og hjartans tøkk fyri tykkara stóra og virðismikla arbeiði, sum tit í tí dagliga standa í og fullføra so væl.
- Ráðstevna um talgilda inklusjón og førleikamenning (lívlanga læring) Varpið í Klaksvík – 18. september 2024
God morgen alle sammen og hjertelig velkommen til denne nordiske konference om Digitale færdigheder, inklusion og livslang læring.
En særlig velkomsthilsen til de Nordiske deltagere og vores foredragsholdere.
Læring er ikke en fritidsaktivitet, det er en livsstil, siger den kendte amerikanske forfatter og ekspert indenfor ledelse, John C. Maxwell, som har skrevet over hundrede bøger, bl.a. De 21 uomtvistelige love om ledelse og De 21 uundværlige kvaliteter af en leder.
Dette citat understreger vigtigheden af, at kontinuerlig læring og personlig udvikling hænger sammen og bliver en integreret del af vores daglige liv.Selvfølgelig lærer vi også i fritiden, men citatet er samtidig en konstatering af, at læring ikke et et kapitel for sig selv, men en del af livet.
I vores alt mere digitaliserede samfund er der behov for, at vi er bevidste om, at der er en tæt sammenhæng mellem digitale kompetencer, inklusion og livslang læring. Det er meget vigtige emner, der sættes fokus på både på konferencen i dag og på seminariet i morgen.
Digitale færdigheder er på mange måder afgørende for at kunne deltage fuldt ud i samfundets og livets mangeartede opgaver. Det omfatter et bredt spektrum alt fra grundlæggende computerfærdigheder som tekstbehandling, internetbrug, app- og filhåndtering, sosciale medier, regneark, sikkerhed, excel, til avanceret teknologiforståelse.
Hvilke færdigheder den enkelte medarbejder på arbejdspladsen skal kunne mestre beror på, hvilke digitale kompetencer er forudætninger for at mestre arbejdet. Privat er digitale færdigheder også en forudsætning for at udføre dagligdags opgaver og kunne deltage og følge med i samfundsdebatten.
De fleste medier ligger på en digital portal. Desuden bruger både kommuner og institutioner på Færøerne “Mínboks,” og det kan være en udfordring, især for ældre mennesker. Foruden brugernavn, så skal man også oprette og huske adgangskoder. Et godt eksempel er visakortet, hvor du skal bruge to adgangskoder og samtigdig skifte mellem sms og betalingssti.
Vi kender helst alle eksempler på, hvor svært det kan være for ældre, men også yngre, som ikke til daglig gør brug af nettet, mens det for os andre er et fint og effektivt redskab til at håndtere vores finansielle transaktioner.
De digitale platforme kan både være et redskab til at skabe inklusion, men er samtidig en faktor, som er med til at ekskludere dem, som ikke har de nødvendige forudsætninger for at bruge de digitale platforme.
Den store udfordring både for arbejdspladser, institutioner og samfundet som helhed er, at ingen bliver efterladt i den digitale udvikling.
Spøgsmålet til os alle, både til undervisningssektoren, arbejdspladser og offentlige institutioner er derfor, hvor stor vægt lægger vi på disse forhold, og hvordan bestræber vi os på adgang for alle, og at alle får den nødvendige oplæring, som skal til for just deres brug af digitale værktøjer.Jo, flere mennesker, der har adgang til og kan bruge digitale værktøjer, så mindskes kløften mellem forskellige samfundsgrupper i den digitale udvikling. Samtidig må vi være opmærksomme på, at den digitale deltagelse også i væsentlig grad påvirker menneskers muligheder og deltagelse både personligt, samfundsmæssigt og i arbejdslivet.
I denne sammenhæng har livslang læring en central funktion. Den hurtige teknologiske udvikling gør, at det er nødvendigt at lære nye færdigheder gennem hele livet. Systematisk livslang læring sikrer, at folk kan opdatere deres kompetencer, at de følger med i udviklingen og kan omstille sig og deltage på arbejdsmarkedet. Dette er især vigtigt i en digital kontekst, hvor teknologier og arbejdsmetoder konstant ændrer sig.
Hvordan medvirker vi så til livslang læring, som har så stor betydning for samfundsudviklingen og den enkelte, for vi har om nogensinde brug for menneskelige ressourcer og kompetencer.
Forudsætningen for at etablere livslang læring beror i høj grad både på udvikling, menneskesyn og kultur. Det kræver en kombination af strategier og kontinuerlige tiltag både offentlige og på den enkelte arbejdsplads. Det er desuden vigtigt, at vi skaber en forståelse og kultur omkring nødvendigheden af læring gennem hele livet.
Det er både lederne og den enkelte medarbejder, som har et ansvar for processen. Det er vigtigt at skabe en arbejdspladskultur, der værdsætter og fremmer læring, hvor man motiverer, diskuterer udviklingsmuligheder og klarlægger, hvad der skal til for at fremme forbedring og at optimere arbejdsopgaver både på individuelt og organisatorisk niveau. Lederne har et stort ansvar at skabe en dynamisk og læringsorienteret arbejdsplads, der understøtter livslang læring.
Der er mange metoder at etablere læring på arbejdspladsen. Det kan være interne kurser, efteruddannelse med lokale kurser elle e-læring, mentorordninger, tiltag, som integrerer kompetenceudvikling i daglige arbejdsopgaver og projekter, hvor medarbejdere lærer af hinanden og har mulighed for faglig hjælp, sparring og rådgivning.
Realkompetencevurdering har stor betydning i livslang læring og i henhold til omstillingsparathed i forbindelse med ændrede arbejdsmetoder, mobilitet og at kunne kunne skifte til andet arbejde. Realkompetencesystemet, hvor man vurderer og anerkender færdigheder og kompetencer, som en person har opnået gennem uddannelse, arbejde, fritidsaktiviteter og i dagligdags erfaringer, som både kan være formelle og uformelle færdigheder, har stor betydning især for dem, som har kortere uddannelsesforløb, har mange praktiske arbejdserfaringer eller dem, som skal opgradere sin uddannelse.
Det er denne dokumentation som vedkommende kan bruge videre for at opnå merit, adgang til uddannelse og at sikre, at man ikke behøver at lære færdigheder, man allerede har tilegnet sig.
Voksnes kompetencebehov kan i perspektiv af livslang læring både ses i forhold til eventuel mangelfuld grunduddannelse, så vel som ny og oppdatert kundskab som følge af samfundsændringer, teknologisk udvikling og nye faglige krav.
På Færøerne har vi i mange år arbejdet med livslang læring og kompetenceudvikling for dem, der ikke har en grunduddannelse efter endt folkeskole. Arbejdet med fokus på realkompetencevurdering begyndte tilbage i 2007, og i 2014 fik vi lagtingsloven om kompetencevurdering.
Kompetencevurderingerne har hidtil mest været inden for erhvervsuddannelserne. Årsagen er, at netop disse uddannelser har en tæt tilknytning til arbejdsmarkedet, og formålet har været, at ufaglærte, der har arbejdet i et erhverv i en periode uden formel uddannelse, kan få deres kompetencer vurderet i forhold til kravene i en specifik uddannelse.
I mange tilfælde har det været muligt at godskrive deres kompetencer inden for eksisterende uddannelser, samtidig med, at de har fået mulighed for at tage uddannelsen på meget kortere tid.
Voksenundervisning på Færøerne er ikke en samlet enhed, men den foregår på flere arenaer, i erhvervsuddannelserne, på de gymnasiale ungdomsuddannelser, i fritidsundervisningen, hvor der har været grundlæggende undervisning for voksne, som ikke har afsluttet folkeskolens afgangseksamener, enkeltfagstilbud på HF og gymnasialt niveau, som især de vælger, som vil søge ind på en bacheloruddannelse, grundlæggende og videregående kurser i færøsk for tilflyttere, undervisning for ordblinde og læse- og skrivesvage, erhvervsrelaterede uddannelser indenfor landbrug og det maritime område, som fiskeskipper og motorpasser foruden mange kortere kurser indenfor kunst og håndværk, brugen af computer i hverdagen og sprogkurser.
Desuden SOSU uddannelser på Heilsuskúla Føroya, maritime uddannelser på Vinnuháskúlanum og uddannelser på det færøske universitet.
Som jeg indledte med, Læring er en livsstil, en del af vores dagligdag. Kan vi opnå dette mål, så når vi langt, for uddannelse er en grundlæggende forudsætning for den enkeltes liv og virke i et moderne digitaliseret samfund. Livslang læring er uden tvivl den vigtigste faktor i videnssamfundet. Læring spiller også en central rolle i at opretholde vores livskvalitet.
Det er så hurtigt at føle sig udenfor, hvis man ikke mestrer grundlæggende kompetencer til at kunne bruge de systemer, som samfundet etablerer til kommunikation og samarbejde. Det omfatter en række teknologier og platforme, der letter informationsudveksling og koordinering i det daglige.
Digitale redskaber er en enorm ressource i hverdagen, men den kan samtidig føre til digital eksklusion, hvis man ikke har de nødvendige færdigheder eller redskaber.
Der er derfor et stort behov for solid uddannelse, men ikke mindre kontinuerlig læring på arbejdspladsen, kompetencevurdering og efteruddannelse for at undgå, at vi får to typer borgere, som er væsentligt forskelligt stillede i henhold til digitale kompetencer og at anvende digitale platforme. Der må også være en politik på ældreområdet, at der tilbydes it-kurser i grundlæggende computerfærdigheder, brug af smartphones og digitale tjenester som “Mínboks.”
Ny teknologi, ny viden, ændrede arbejdsopgaver og nye erhverv er udfordringer, som vi skal forholde os til både privat, som skolevæsen, i det offentlige og i erhvervslivet.
Det er af stor betydning både personligt, politiskt, og i professionel samfundsudvikling, at NVL i denne konference og på seminariet i morgen sætter fokus på digitalisering, inklusion og livslang læring.
Vi sætter stor pris på NVL´s arbejde og for den færøske deltagelse i flere af NVL´s netværker, som har givet os inspiration, ideer og gode råd i vores arbejde både på det digitale område og i forhold til livslang læring og systematisk voksenundervisning.
Jeg takker for jeres deltagelse og ønsker os alle en god konference samt et godt seminar fyldt med faglig inspiration, erfaringsudveksling og nye ideer, som vi kan bruge videre i vores arbejde i henhold til digital kompetenceudvikling, inklusion og livslang læring.
“Hermed åbner jeg konferencen om digitale færdigheder, inklusion og livslang læring.”
- Røða hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 10. august 2024
Góðu tit øll,
Eg hoyrdi einaferð eina søgu um 3 málarar, sum høvdu fingið til uppgávu at gera ein málning sum ímyndaði frið.
Tveir av teimum málaðu friðarlig landsløg, har myndin leiddi tankarnar út á stórar friðarligar fløtur og eingir; alt summaði av friði, tá tú hugdi at listaverkum teirra.
Tann triði valdi ein heilt annan framferðarhátt. Hann málaði ein fugl, sum sat mítt undir einum brúsandi fossi.
Fossurin var SO veruleikakendur, at man nærum merkti brúsið av honum, tá ein hugdi at listaverkinum.
Men har, undir fossinum, sat hesin lítli fuglur, og so skjótt, tú bar eyga við hann, so fór larmurin av tí brúsandi fossinum í bakgrundina, og tú sást bara hetta eina: frið.
Vit eru í dag stødd á Lítlu Dímun, sum er ein sonn náttúruperla framum aðrar. Eg hugsi, at um hesin málarin hevði kent Lítla Dímun, so kundi hann eisini, ístaðin fyri fuglin undir fossinum, valt at mála hesa oyggj, sum jú javnan er umringað av brúsandi aldum og larmi, men sum eisini ein dag sum í dag, gevur eina so góða mynd av friði og samljóði.
Eisini nú vit brádliga eru mong, ið vitja oynna í dag.
Á oynni her er friðsælt og gott; á oynni finnur tú fótafesti, eisini um tað er brúsandi larmur umkring.
Hetta er mín fyrsta vitjan á oynni, og kenni eg meg hepnan at vera her saman við tykkum. Oyggin er vøkur á at líta úr ymiskum sjónarhornum. Minnist til dømis væl mína altíð støðugu undran, at líta at henni, tá eg í mínum uppvøkstri sat umborð á Smyrli og silgdi framvið, á ferð, at vitja ommur og abbar mínar í Vági og í Porkeri. Í dag kann eg eisini staðfesta, at hon er serstøk og vøkur at vera á.
Føroyar sum land eru smáar samanborið við fleiri onnur lond. Soleiðis er eisini oyggin ein av teimum smáu, samanborið við fleiri aðrar oyggjar, ja minst av okkara 18 oyggjum. Men Føroyar hava, eins og Lítla Dímun eina so sera stóra atdráttarmegi. Geva vit okkum far um tað, so kunnu vit, ið eru hiðani støðugt hugtakast, bergtakast og undrast um tað, náttúran gevur okkum, eisini í mun til frið í sál og sinni. Í skjóttgangandi nútíðarheiminum kann føroyska náttúran fáa okkum at seta ferðina niður. Eisini tey, ið vitja okkum og eru nýggj í okkara landi, kunnu sanna hetta.
Eins og Lítla Dímun dregur, soleiðis draga Føroyar eisini.
Vit føroyingar eru ernir av oyggjum okkara og náttúruni, vit her hava.
Samstundis sum vit breggja okkum av okkara vøkru náttúru, so vita vit eisini, náttúran bæði her hjá okkum eins og aðrastaðni setur krøv og avmarkingar.
Júst av tí sama, so hava vit føroyingar, líka frá barnsbeini fingið lagt í okkum týdningin av, at hava virðing fyri náttúruni og teim kreftum, sum í henni eru.
At kreftirnar í náttúruni eru stórar og máttmiklar, tað kenna tit, sum fyriskipa fólkafundin á oynni og tílíkar túrar sum hendan.
Eg hugsi, at vit kanska kunnu venda tí soleiðis og siga, at tað ikki eru tit hvalbingar ella onnur, ið avgera, nær og hvør sleppur at vitja hesa oyggj. Nei, Lítla Dímun og kreftirnar í okkara náttúru, setur sjálv avmarking á, og tískil ber einans til at sleppa út á oynna, tá náttúran loyvir tí, og kent fólk slóðar fyri.
Ella sum tað so rámandi verður tikið til í triðja ørindi í Brestis-kvæðnum:
´Lít tær út á Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur
bjargaseyð at fanga`
Tað, at náttúran soleiðis setur avmarkingar og krøv til, hvussu ferðast kann, krevur eisini gott fyrilit og hegni til at stíla fyri, og hava tit, sum hava fyriskipað fólkafundin og túrin í dag, víst tykkara dygdir innan júst hetta, og tøkk skulu tit hava fyri tað.
Aftur til málningin og fuglin.
Tá eg nú standi her á oynni og haldi hesa røðu, so kenni eg meg sum lítla fuglin undir fossinum.
Ikki tí, at tað er nógv brim og stór alda rundanum okkum í dag beint her vit standa á Lítlu Dímun, men tí eg veit, at í tí stóru myndini eru vit føroyingar staddir eins og fuglurin undir fossinum. Tað er jú so nógvur larmur og ófriður rundanum okkum í dag. Vit hoyra javnan um kríggj og ófrið, um hungursneyð og atsóknir.... men her undir fossinum, her í Føroyum, hava vit enn megnað at hava frið.
Vit skulu verja um hetta.
Vit skulu verja um alt tað vakra okkum varð givið í hendi at umsita, og vit skulu verja um tann tryggleika, sum vit enn hava í tí føroyska samfelagnum.
Vit skulu og mugu minnast til okkara røtur, minnast til tað, sum var við til at byggja hetta land og hesar oyggjar, og ábyrgdin hjá okkum er nú, at halda á fram við at byggja og tryggja eitt gott land fyri ein og hvønn, ið velur at búleikast her.
Vit skulu tó eisini tora at ganga nýggjar leiðir; vit hava 18 oyggjar, og í løtuni búgva fólk á 17 av hesum, spjatt út yvir 29 kommunur.
Spurningurin um tal av kommunum hevur javnan verið uppi at venda, og tit her suðuri í norðari helvt hava tikið fyrstu stigini viðvíkjandi møguligari kommunusamanlegging, sum nokk einaferð í framtíðini fer at bera á mál.
Tað at vera ein lítil oyggj merkir ikki, at man onga atdráttarmegi hevur; tvørturímóti sigur Lítla Dímun okkum júst tað øvugta.
Tað, at vera ein lítil kommuna kann tó kanska elva til avbjóðing hvat atdráttarmegi viðvíkur, tí samfelagið broytist, og tískil er tað sunt og gott at tora at taka prátið um, í hvønn mun tað ber til at skipa seg annaðleiðis, øllum borgarunum, bæði eldri sum yngri, børn sum gomul, at frama.
Ein fólkafundur sum hesin og ein vitjan sum henda, hevur við sær, at takksemi fyri at búgva í hesum landi bara gerst enn størri.
Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum er tað eisini mín skylda og mín tráan, at gera mítt til, at eisini okkara komandi ættarlið lærir at:
- virða og virðismeta okkara náttúru
- at læra at finna friðin í náttúruni í spæli, lærdómi og ja beinleiðis njótan og undran av friðinum, hon gevur
- at tey eisini fáa lagt gott í beini, tá viðvíkur hvussu ein ferðast í okkara náttúru
Tá eg frameftir hoyri um ófrið og kríggj og annað neiligt, sum fer fram úti í heimi, so stendur Lítla Dímun so sólarklár fyri mær, sum frí-staðurin undir fossinum.
Eg eri Guði takksamur fyri tað land og náttúru okkum er givið.
Fari at enda við at lesa tvey ørindi úr sálmi hjá Mikkjal á Ryggi:
´Vár Guð, sum lívgar fjøll og fjørð,
o, verj tú vára ættarjørð,
ver skjøldur vár í frið og stríð,
í sorgum sum í fagnartíð.`
`Og vári børn, tey skulu tá
her somu gøtum ganga á
og hava tað, vit høvdu her
við bøn til hans sum bestur er.` (sálmur 589 í sálmabókini)
TAKK FYRI
- Heilsan frá landsstýrismanninum - Prógvhandan á Vinnuháskúlanum 25. juni 2024
Góðu tit
Eg vil sum landsstýrismaður ynskja tykkum hjartaliga til lukku við próvnum, sum tit í dag hava fingið.
Tað eru nógvir dagar í einum lívi, sum eru sermerktir, og hesin dagur, har tit eftir at hava arbeitt hart fáa eitt væl uppiborið prógv í hondina, er heilt avgjørt ein av teim heilt stóru døgunum í tykkara lívi, sum tit fara at minnast aftur á við gleði.
Við einum prógvi í hondini sum skipari, skipsførari ella maskinmeistari hava tit nú fingið atgongd inn í eitt spennandi øki, sum bókstavliga kann vera við til at flyta sjónarringin hjá tykkum; eg ivist ikki í, at tað fyri framman hjá tykkum liggja nógvir spennandi møguleikar, tað veri seg á sjógvi ella landi.
Útbúgvingarnar, sum tit í dag fáa prógv uppá, liggja innan eitt øki, sum hevur verið við til at leggja lunnar undir okkara høvuðsvinnu í mong á, nevniliga sjóvinnan. Júst sjóvinnan er nakað, sum vit føroyingar altíð hava verið góð við, hava virðismett, og sum hevur verið berandi fyri alt samfelagið.
Henda vinna broytist alt meir og meir, og tískil er tað eisini sera umráðandi, at vit alla tíðina tryggja, at vit hava eitt væl útbúgvið fólk á økinum. Júst hetta var nakað av tí, sum eisin var frammi, tá maritima útbúgvingarráðstevnan varð hildin tann 6. mars í ár. Her vóru umboð frá bæði vinnuni, fakfeløgum, føroyingar og útlendingar, og vóru øll á einum máli um, hvussu týdningarmikið tað er støðugt at tryggja at hava eitt væl útbúgvið fólk á økinum.
Tit hava í dag fingið eina sera viðkomandi útbúgving á einum góðum og haldgóðum útbúgvingarstovni í Føroyum, nevniliga á Vinnuháskúlanum. Visiónin hjá Vinnuháskúlanum er at útbúgva maritimar leiðarar í heimsklassa og at útbúgva fólk til leiðslu bæði á landi og sjógvi. Í dag hava tit so finigð prógv uppá, at tit kunnu roknast við í henda hóp.
Um tit velja tykkara yrkisleið á landi ella á sjógvi, so ynski eg tykkum blíðan byr.
Mær er fortalt, at tit í aldri eru millum 22 – 34 ára gomul, so nógvir av tykkum halda kanska, at nú skal ikki so nógv útbúgving til afturat, og nú er sloppið; og tað er tað kanska í so máta eisini.
Eg vil tó bara til seinast minna tykkum á, at hóast prógvið er í hond, so er útbúgving nakað áhaldandi, tí sum onkur hevur sagt:
”uddannelse er ikke forberedelsen til livet; uddannelse er selve livet”.So hóast prógvið er í hond og útbúgvingin er lokin, so ivist eg ikki í, at tykkara læring og menning fer at verða støðug.
Hjartaliga til lukku enn einaferð.
- Røða í sambandi við Pangea Føroyar 27. apríl 2024
Finala í støddfrøðikapping í Norðurlandahúsinum
Góðu næmingar, lærarar, foreldur og onnur, sum hava stuðlað og hjálpt til og ikki minst tit, sum skipa fyri kappingini, Pangea Føroyar. Tykkara arbeiði hevur stóran týdning. Tit gera eitt stórt arbeiði at menna áhugan hjá næmingunum fyri støddfrøði. Eg takki fyri høvið at bera næmingunum og tykkum øllum eina heilsan her í dag, nú kappingin endar.
Pangea er heitið á heiminum, sum vísindafólk halda var til fyri 300 milliónum árum síðani. Eitt risastórt land, sum rakk heilt frá Evropa til Australia, og sum merkir allur heimurin. Hetta er so langt síðani í okkara tíðarrokning, at vit hava ilt við at skilja, at broytingarnar hava tikið so langa tíð til tann heimin og teir heimspartar, sum vit hava í dag.
Albert Einstein, sum enn í dag er ein tann mest viðurkendi granskarin innan alisfrøði og nútíðar vísindasøgu, hevur víst á tann stóra týdning, ið støddfrøðin hevur. Hann fekk m.a. nobelvirðisløn í alisfrøði, serliga við atliti at relativitetsteoriini umframt fleiri aðrar virðislønir. Sagt verður, at hann hevði ein serligan áhuga og tokka til støddfrøðina og hevur sagt, at støddfrøði er tað mál ella amboð, sum Várharra hevur nýtt til at skapa alheimin. So stóran týdning helt hann støddfrøðina hava.
Allar lærugreinir hava sín serliga týdning bæði handverks- og listarligar lærugreinir, náttúruvísindaligar, málsligar og samfelagsligar. Vit menniskju eru so ymisk, og tí er tað so umráðandi, at tann einstaki fær nýtt sínar serligu førleikar, hevur ymiskar lærugreinir og fær roynt ymiskt virksemi í sínari skúlagongd og uppvøkstri. Vit skulu virða hvør annan og tey ymisku evni, vit hava. Tað hevur alstóran týdning at læra at lesa og skriva, men støddfrøðin hevur eisini ein avgerandi týdning, tí hon er eitt amboð í so mongum lívsins viðurskiftum.
Støddfrøði er ein partur av okkara gerandisdegi, og eisini liður í so at siga øllum fyriskipanum bæði við atliti at tíð, fyrireiking og tilfari, antin tað so er eitt arbeiði, ítróttur ella spæl. Hugsi bara um handaligu lærugreinirnar, smíð, handarbeiði og køksarbeiði, so skulu tit máta, viga og rokna bæði nøgd av tilfari, umframt skap og stødd á tí, tit tilevna. Hugsi um ein húsasmiður ikki dugir at nýta Pythagoras, ein kokkur ikki dugir at rokna nøgd av kjøti til eina veitslu ella ein skipasmiður ikki dugir at rokna evnistyngd.
Støddfrøði er amboð í flestu vinnugreinum, og tí eru tað eisini nógv størv, sum krevja, at viðkomandi hava førleika innan støddfrøði sum part av síni útbúgving, innan verkfrøði, teldufrøði, búskaparfrøði, lívfrøði, jarðfrøði, læknafrøði fyri at nevna nøkur øki, men eisini innan matvøruídnað, og at framleiða videospøl og appir. Í hesi vikuni vann føroyski bólkurin NEXUM tann heiður at gerast nr. 1 í íverksetarakapping, sum var hildin í Kolding í Danmark millum næmingar í Danmark, Grønlandi og Føroyum. NEXUM eru næmingar í Runavíkar skúla, sum hava gjørt uppskot til eina app.
Tit hava nú síðani innleiðandi kappingin byrjaði 9. januar savnað tykkum um støddfrøðina. Tað vóru 1460 næmingar, sum vóru tilmeldaðir, og nú eru tit 35, sum eru komin í finaluna, 5 í hvørjum árgangi frá 3. til 9. flokk. Endamálið er at styrkja og vekja áhuga tykkara fyri støddfrøði, og at tit læra at nýta støddfrøðina sum eitt amboð bæði í undirvísingini og í praksis. Vónandi hevur hetta verið ein spennandi tíð, har tit hava roynt tykkara hugflog, funnið loysnir og ment tykkara vitan í støddfrøði, men eisini, at tit hava havt góðar upplivingar í felagsskapi saman við øðrum næmingum. Í Pangea kappingini verður eisini hugsað um felagsskap, har slagorðið er: Rokning sameinir.
Tað mest umráðandi er, at tit gera tykkara besta, og at tit samstundis duga kynstrið at stuðla hvørjum øðrum, læra av hvørjum øðrum og gleðast saman um nádd úrslit. Eg ivist onga løtu í, at tit eru spent at síggja úrslitini, tí at kapping er spennandi. Í kapping er tað eisini ofta onkur, sum verður skuffaður, tí viðkomandi ikki náddi at verða best ella millum tey bestu. Fegnist heldur um, at tit øll hava nátt langt og eru komin í finaluna.
Pangea var allur heimurin, og hjá tykkum ungu bíðar heimurin við sínum møguleikum og avbjóðingum. Einstein helt støddfrøðina vera partur av alheiminum, og at hon var bæði týdningarmikil og spennandi. At duga støddfrøði gevur tykkum nógvar møguleikar bæði at velja útbúgving og arbeiði.
Eg vóni, at tit hava havt ein góðan dag við spennandi avbjóðingum og góðum upplivingum. Eg ynski tykkum alt tað besta og blíðan byr víðari í skúlagongd og læring. Tit eru framtíð okkara, og uttan tykkum var eingin kapping. Takk fyri tykkara luttøku, Eg fari eisini at veita fyriskiparunum eina stóra tøkk fyri teirra arbeiði at varpa ljós á og menna støddfrøðiundirvísingina.
Takk fyri.