Nevndir og ráð undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum
Fólkaskúlaráðið
Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum.
Dagstovnaráðið
Uppgávan hjá Dagstovnaráðnum er m.a. at geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um dagstovnaøkið, og at lata honum tilráðingar um at seta í verk menningar- og granskingarverkætlanir innan dagstovnaøkið.
Granskingarnevndin
Granskingarnevndin skal ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum, og eisini skal Granskingarnevndin viðgera umsóknir um stuðul. Granskingarnevndin hevur sjey limir, sum eru valdir fyri tíðarskeiðið 2011-2014.
Yrkisútbúgvingarráðið
Uppgáva ráðsins er at viðgera mál viðvíkjandi arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingum og at geva landsstýrismanninum tilmæli hesum viðvíkjandi.
Sí annars slóð til samlaða yvirlitið yvir nevndir og ráð hjá øllum aðalráðunum her.