Røður hjá landsstýrismanninum


Tala á Kambsdali 20/10


Góðu tit øll,

Hjartaliga til lukku við nýggju kørmunum um virksemið her á Miðnámi á Kambsdali. Nú er stóra tilbyggingin komin á mál í øllum góðum, og tað fegnast vit øll almikið um.  

Danski professarin, Bent Flyvbjerg, sum er blivin víða kendur fyri at kanna byggiverkætlanir kring allan heimin, sigur, at týdningarmesti spurningurin, sum eigur at verða settur, tá farið verður undir eina nýggja byggingverkætlan, er “Hví?”.  Hvat er grundleggjandi meiningin og málið við ætlanini. Hvat skal byggiætlanin loysa?

Í hesi verkætlanini á Kambsdali hevur hesin spurningurin eisini verið settur. Tað hava verið stór og greið mál fyri hesa  byggingina. Nú vit standa her í dag, kunnu vit fegnast um, at hesi mál eru rokkin. Tit hava fingið ein samanbygdan skúla, sum hevur savnað eindirnar, sum vóru her á Kambsdali frammanundan. Organisatoriskt vóru skúlarnir lagdir saman fyri skjótt 10 árum síðani, men tað er ikki fyrr enn nú, at alt er savnað í eina eind við einum felagsøki, sum rúmar øllum.

Sum landsstýrismaður havi eg lagt stóran dent á at skapa karmar fyri, hvussu børnini og tey ungu kunnu fáa størri møguleika at gera sínar hugsanir og meiningar galdandi. At røddin hjá teimum verður tikin við, tá lagt verður til rættis, tá eitt nú barnalógin verður evnað til, og at næmingaráð verða skipað, har næmingarnir koma til orðanna.

Eitt av svarunum upp á Hví-spurningin í hesi verkætlanini eri eg serstakliga glaður fyri. Tað er, at næmingarnir á Kambsdali nú fáa betri møguleikar at savnast og fjølgast. At tað verður skipað eitt speakers corner, eitt stað, har næmingarnir kunnu tosa og kjakast fólkaræðinum at frama. At næmingarnir  tora at kjakast. At lurta og standa við sítt og verða opin fyri øðrum. Við hesi byggingini hava tit á Kambsdali fingið hesar karmarnar, og tað gleðist eg um. Nú skulu tit fylla teir út.

Harafturat hava tit fingið framúr karmar til náttúruvísindaliga lærugreinarnar lívfrøði, evnafrøði, alisfrøði og lívtøknifrøði. Við hesum kørmunum verða tit í fremsti røð, tá tað ræður um undirvísing innan hesi økini. 
Henda byggingin er komin á mál, og hon er gjørd innan fyri fíggjarligu karmarnar, sum politiska skipanin hevur ásett. Tað er sera óvanligt, sambært Bent Flyvbjerg. Tað er nevniliga soleiðis, at í umleið 99,5% av ferðunum eydnast tað ikki at røkka ætlaða úrslitinum innan fyri ta ætlaðu tíðina, til tann ætlaða kostnaðin. Tað er tað avgjørda undantakið, at hetta eydnast. Men tað hevur í stóran mun eydnast her, og tað fegnist eg um.

Hetta er faktiskt triðja byggiverkætlanin innan fyri ein mánaða, har eg sum landsstýrismaður standi og fegnist um tað sama. At byggingin er gjørd innan fyri ásettu karmarnar. Tað er Húsarhaldskúlin í Klaksvík, sum nú eitur Rótin, og Rásin á Glyvrum. Eisini framúr góðar verkætlanir.

Eg veit ikki, um tað er nakað serligt við norður-eystur økinum í Føroyum? Kanska, er tað ein partur av frágreiðingini.

Men tað er eisini tí hesar tríggjar verkætlanirnar eru sera væl fyrireikaðar frammanundan, áðrenn farið var undir sjálva byggingina. Tað hevur verið ein long tilgongd, og øll ivamál eru loftað og svarað.

Síðani 2017, tá farið varð undir at fyrireika hesa verkætlan, er hon steðgað tvær ferðir, tí fortreytirnar ikki hildu. Neyðugt hevur verið við nýggjari politiskari viðgerð. Ikki fyrr enn í 2023 kundi byggingin byrja (hakin var settur í), og síðani tá hevur gingið skjótt. Hetta er eisini í samsvari við okkara góða Bent Flyvbjerg, sum sigur, at vit hugsa seint og handla skjótt. Tað skal fyrireikast væl og byggjast skjótt.  

At tað hevur gingið so væl í hond, eru tað nógv, sum eiga tøkkina fyri: Byggiharri, ráðgevarar, byggivirki, byggileiðsla, hondverkarar, arbeiðsfólk, bygginevnd, byggieftirlit og fleiri.

Men í hesi byggingini eru tað eisini øll tit, sum dagliga virka á skúlanum: næmingar og starvsfólk. Henda byggingin hevur verið serliga avbjóðandi, tí hon er farin fram inni í hjartanum á bygninginum, og nógvar tillagingar skulu gerast í tí dagliga. Tað hevur kravt gott samstarv og tolsemi fyri at fáa alt at eydnast.  

Takk fyri øll somul og hjartaliga til lukku við úrslitinum.