Góðu tit
"Ítróttur hevur máttin til at broyta heimin. Hann hevur máttin til at geva íblástur. Hann hevur máttin til at sameina fólk á ein hátt, sum næstan einki annað kann.”
Soleiðis segði Nelson Mandela í einari røðu í Monto Carlo í 2000 í sambandi við at ítróttafólk um allan heim, og innan ymiskar geirar, eitt nú eisini parasport, vóru heiðrað fyri teirra avrik.
Sitatið hjá Nelson Mandela er sera beinrakið, tí tað vísir nevniliga týdningin av tí, sum ein felagsskapur og avrikið hjá tí einkulta kann flyta og skapa, óansæð útgangsstøði hjá tí einstaka, tí ítróttur snýr seg jú ikki um avmarkingar, men um møguleikar.
Eg var so heppin at vera við til Special Olympics World Games í Berlin í 2023, og var hetta ein av teimum mest lívsjáttandi upplivingunum, eg havi havt í lívinum. Luttakararnir, bæði føroyingar og øll hini við, kundu við teirra áræði, dirvi og gleði gera júst tað, sum Nelson Mandela vísti á: tey megnaðu at sameina eina stóra fjøld av menniskjum, uttan mun til avbjóðingar og uppruna, samstundis sum tey góvu og framhaldandi geva stóran íblástur til okkum øll, tá tað kemur til at gera okkara besta. Og á henda hátt vóru tey øll, so ella so, við til at broyta heimin til nakað betri, tí góður íblastur setir jú eina røð av broytingum í gongd.
Boðskapurin frá kappingini í Berlin var, at man ongantíð orduliga er komin á mál við at fáa øll við, men at vit støðugt royna at toyggja hugtakið um luttøku, soleiðis at enn fleiri kunnu vera við.
Parasport Føroyar fer nú undir verkætlanina “ Øll við”, og tit, sum eru samlað her í dag, fara at hoyra og hugsavna tykkum um týdningin av inklusjón av børnum og ungum, sum bera brek, ella hava serligan tørv, í ítrótti.
Sum landsstýrismaður í barnamálum gjørdist eg glaður fyri innbjóðingina til í dag, og ikki minst, tá eg læs um endamálið við sjálvari verkætlanini, og sá tey punkt, sum eru sett á skrá fyri dagin í dag, nevniliga inklusjón og tvørfakligt samstarv. Júst hesi bæði evni er nakað, sum eg eisini havi raðfest høgt innan mítt málsøki, tí eg eri sannførdur um, at inklusjón og tvørfakligt samstarv er ein góð íløga í barnið, í framtíð tess, og harvið eisini samfelagið sum heild.
Inklusjón í ítrótti er so sera týdningarmikið, tí ítróttur er nakað serligt. Her er ikki einans talan um rørslur og kapping, men um gleði og tilknýti, sum er nakað, vit øll tráa eftir og hava brúk fyri. Inklusjón í ítrótti snýr seg tí ikki bara um at luttaka, men um at skapa vinaløg, byggja relatiónir og kenna seg heima í einum felagsskapi, har man kann mennast sum menniskja.
Fyri at hetta skal eydnast væl, er tað neyðugt við góðum tvørfakligum samstarvi, tí tá foreldur, lærarar, venjarar, heilsufólk og onnur fakfólk standa saman, ber til at fáa eina betri heildarmynd av einstaka barninum, soleiðis at man ikki einans sær avrikini, men eisini trivnaðin, menningina og tørvin.
Umframt gleði og felagskap, kann ítróttur geva børnum og ungum ein góðan førning til vaksnamannalívið. Í ítróttinum fáa tey møguleika fyri at læra týdningin av samstarvi við onnur og at menna dirvið til at flyta egin mørk. Samstarv og persónligur vøkstur hanga tætt saman, tí ofta vísir tað seg, at gott samstarv við onnur kann kveikja sjálvsálit og dirvi til at tora at traðka út um egnu forðingar.
Vit í Føroyum eru von við at síggja okkum sum eitt lítið land, har man kennir hvønn annan eitt sindur betri enn í teimum stóru londunum rundan um okkum, og vit eru errin av tí felagsskapi, sum er í okkara samfelag. Men hesin felagsskapur kemur bara, um eingin verður settur uttanfyri.
Fyri børn og ung, ið bera brek, er ítróttur kanska ikki altíð ein sjálvfylgja, tí tað kunnu verða ymiskar forðingar, so sum manglandi atgongd til ta einstøku ítróttagreinina, ella vantandi vitan hjá teimum, sum skulu venja, um hvussu man kann hjálpa fólkum, ið bera brek, at íðka. Um so er, so verður barnið ella tann ungi settur uttanfyri, og tá er ikki talan um ein sannan felagsskap.
Tí mugu vit øll, bæði land og kommunur, einstaklingar og fakbólkar, og ikki minst tit innan ítróttasambondini, áhaldandi stremba eftir at skapa enn betur atgongd til tær einstøku ítrottagreinarnar, og upplýsa teimum, sum venja, um, hvussu tey kunnu virka fyri inklusjóin innan ítróttin.
Í vælkenda sanginum hjá Martini Joensen “ Morgun”, ljóðar tað soleiðis í 2. versi : “Viljin er sterkasta svørðið, bítur á harðasta stál. Vónin er bjartasti brandur, lýsir tær veg fram á mál.”
Fyri mær eru íðkararnir innan Parasport og tey, sum eru um hesi, sermerkt av hesum: einum vilja av svørði, sum ferð eftir ferð hevur víst seg at bíta á harðasta stálið. Hesi menniskju vísa á ein heilt serligan hátt, hvat sannur vilji og dirvi er, og siga hvør sína søgu um, hvussu tað loysir seg at hava eina vón fyri framman, eina vón um, at tað veruliga ber til at náa málinum, óansæð brek ella avbjóðingar.
Vit eiga nógv dømi upp á ung, sum nýliga hava víst júst hetta, eitt nú Oddvu Sedea Nattestad, sum í november 2025 í Íslandi smildraði eitt heimsmet innan 100 metra bringu, samstundis sum Andrias Mellemgaard megnaði at taka eitt ordans hál í 50 m. frí.
At hoyra og lesa um hesi brøgd gevur okkum øllum, eisini komandi íðkarum, áræði til at hvessa viljan, sum er okkara svørð, soleiðis at mørk verða flutt og fleiri mál vera nádd.
Við hesum orðum ynski eg tykkum í Parasport Føroyar alt tað besta frameftir, og bestu eydnu við verkætlanini “ Øll við”.
Takk fyri.