Røður hjá landsstýrismanninum


Góðu tit

Skaldið Hesiod, sum livdi í Grikkalandi fleiri hundrað ár áðrenn okkara tíðarrokning, segði einaferð nakað soeiðis: ” Útbúgving hjálpir einum persóni til at vera alt tað, hann er førur fyri at vera”.

Sum børn høvdu nógv okkara dreymar um, hvat vit vildu vera; hjá onkrum gjørdist tað ein beinleiðis leið til ta yrksileið, vit droymdu um, meðan onnur tóku ein umveg, har man upplivdi ymist annað, áðrenn man í dag stendur við próvnum.
Tit, sum standa her í dag, eru komin eitt stig longri á tykkara yrkisleið; nøkur tykkara kunnu bókstaviliga føra eitt skip ta leið, man ynskir skipið skal fara, bæði í góðum so væl sum ringum veðri, og øll hava tit fingið eitt amboð afturat, sum tit kunnu nýta til at føra tykkara egna skip ta leið, tit vilja.

Sagt verður, at vit kunnu ikki broyta hvønn veg vindurin blæsir, men vit kunnu seta seglini soleiðis, at vit koma fram á mál.

Og soleiðis er tað mangan í lívinum; tað er ikki alt vit ráða yvir, men undir flestu umstøðum ber til at seta seglini soleiðis, at vit koma eitt stig longur fram á leiðini, so ella so, hóast tað er eitt sindur torførari, tá hart leikar á.

Tit, sum standa við einum prógvi í dag, hava lagað tykkum eftir vindinum, sum kanska hevur verið skiftandi, meðan tit hava lisið; kanska var lesnaðurin og skúlagongdin serliga torfør onkuntíð, meðan tað til aðrar tíðir føldist lættari; men nú standa tit her í dag, og tit hava nátt eitt av nógvum málum á yrkisleiðs tykkara, tí kanska skulu vit tora at seta spurningin, um tit eru liðug við at læra? Nær er man tað?

Hesiod segði, at vit gjøgnum útbúgving verða hjálpt til at vera tað, vit eru før fyri at vera. 
Hetta førir til spurningin um, hvat vit kunnu verða? Er nakað mark fyri tí, ella sagt á annan hátt, nær eru vit komin á mál, tá útbúgving og menning viðvíkur.

Her hugsi eg, at svarið er, at vit læra og mennast so leingi vit liva. Prógvið, tit í dag hava í hondini, kunnu tit nýta, tá tit nú fara víðari á yrkisleið tykkara, men meðan tit starvast í einum maskinrúmi ella á brúnni á einum skipi, ella hvar tykkara yrkisleið so leiðir tykkum, so hugsi eg, at tað framvegis bíðar tykkum nógvur góður lærdómur, tí vit læra so leingi vit liva.

Vit menniskju eru ikki bara okkurt, vit eru øll nakað; og vit eru sjálvandi øll meir enn bara, hvat eitt prógv sigur. Prógvið í dag sigur eitt sindur, men ikki alt; pógvið sigur kanska eitt sindur um, hvat tú ert, men ikki hvør tú ert, tí vit eru jú so nógv meir enn bert eitt prógv.

Eg vil tí ynskja tykkum blíðan byr á yrkis- og lívsleið tykkara. Tað kann vera, at brotasjógvar koma av og á, og her er tað hvør tú ert, sum telur, og prógvið í dag hjálpir tær eitt stig nærri á ferðini til at vera alt tað tú ert førur fyri.  Hjartaliga til lukku øll somul.