Røður hjá landsstýrismanninum


Innleiðandi røða frá landsstýrismanninum til nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Góðan dag og vælkomin øll somul.

Fyrst og fremst vil eg nýta høvið at takka tykkum fyri, at tit hava játtað at vera partur av nevndini fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hetta er ein sera týðandi álitisuppgáva, og tað eru stór krøv til stýrið, sum hevur ein lyklaleiklut í at stýra og menna okkara universitet. Vit eru sera fegin um, at tit hava tikið hesa avbjóðingina á tykkum, og eg ivist onga løtu í, at tit fara at gera hetta arbeiði til lítar.

Nevndin er mannað sambært seturslógini við sjey limum og sjey varalimum. Starvsfólk á Fróðskaparsetrinum hava valt nøkur av tykkum beinleiðis, tí tey hava mett tykkum at vera best skikkað til at umboða fakligu og akademisku sjónarmiðini í stýrinum. Tveir lesandi hava valt ein lim og ein varalim, soleiðis at sjónarmiðini hjá teimum, sum dagliga brúka universitetið, verða hoyrd.

Samstundis hava vit í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum valt fýra limir og teirra varalimir. Her hevur dentur verið lagdur á fakligar førleikar og drúgvar royndir innan:

  • Universitetspolitikk og akademiskt arbeiði á altjóða støði
  • Evropeiskan útbúgvingarpolitikk
  • Vinnulív og íverksetan
  • Leiðslu innan gransking og hægri útbúgving
  • Námsfrøði og máltøkni

Við hesi samanseting hava vit tryggjað eitt fjølbroytt og sterkt stýri, sum bæði kann lofta teimum fakligu, útbúgvingarligu, vinnuligu og strategisku avbjóðingunum, sum Fróðskaparsetrið í dag hevur, og sum eru fyri framman.

Stýrið er hægsti myndugleiki á universitetinum. Tað hevur ábyrgdina av at tryggja, at Fróðskaparsetrið verður rikið á einum høgum fakligum stigi, og at strategiskar avgerðir verða tiknar við eini greiðari visjón fyri framtíðina.

Tað, at vit hava eitt vælvirkandi stýri, hevur stóran týdning fyri framtíðina hjá Fróðskaparsetrinum. Vit hava tørv á einum stýri, sum torir at seta nýggj mál, men eisini tryggjar, at vit halda altjóða standardir fyri hægri útbúgving og gransking. Tað hevur stóran týdning, at Fróðskaparsetrið er ein sterkur og sjálvstøðugur mentanar- og vitanarstovnur, sum kann lyfta føroyska samfelagið upp á hægsta fakliga stig.

Eitt, sum eg vænti, at tit sum stýri fara at arbeiða nógv við, er strategiætlanin fyri 2025-2030. Henda strategiætlanin leggur dent á:

  • At styrkja granskingina og útbúgvingina við atliti at føroyska samfelagnum og vinnulívinum
  • At menna eitt meira altjóða orienterað universitet
  • At bjóða fleiri og meira fjølbroyttar útbúgvingar, sum kunnu draga fleiri lesandi
  • At skapa eitt framkomið og dynamiskt læruumhvørvi

Við tykkara fjølbroyttu royndum og fakligu bakgrund eru tit væl bjálvað at lyfta hesi mál.

Vit vita, at karmarnir hava týdning. Tí verður stór orka løgd í at skapa betri fysiskar karmar fyri bæði starvsfólk og lesandi. Nú verður arbeitt við at dagføra og betra verandi universitetsbygningar, og fyrireikingarnar til ein stóran felagsbygning eru í gongd. Henda byggiætlan fer at savna allar deildirnar á Setrinum undir somu lon, so lesandi og starvsfólk fáa eina veruliga universitetskenslu – eitt stað har vitan, samstarv og nýhugsan blóma.

Eg eri sannførdur um, at hetta stýrið hevur røttu førleikarnar til at tryggja, at vit fáa eitt universitet, sum øll í Føroyum kunnu vera errin av.
At enda vil eg enn einaferð siga stóra takk fyri at tit vilja taka henda álitisleiklut á tykkum. Eg vóni, at tit fara at hava eitt gott og gevandi samstarv, og at tit fara at taka Fróðskaparsetrið inn í eina nýggja tíð við nýggjum visjónum og hægri málum.

Góða eydnu við arbeiðinum, og eg síggi fram til eitt gott samstarv við tykkum!