Røður hjá landsstýrismanninum


Kveikingardagur 2026

Góðan morgun og hjartaliga vælkomin øll somul, sum virka innan SSP-arbeiðið.

Tað krevur eina heila bygd at ala eitt barn.

Hetta orðafellið er gamalt, men tað er framvegis sera aktuelt. Tí tað minnir okkum á, at børn og ung vaksa ikki upp í einum tómrúmi. Tey vaksa upp í heimum, í skúlum, í frítíðarlívi, í felagsskapum – og í einum samfelagi, har vit øll, hvør á sín hátt, hava ávirkan.

Og júst tí passar hetta orðafellið so væl til SSP-arbeiðið. Tí SSP snýr seg um felagsskap, samstarv og samanhang. Um at vit í felag taka ábyrgd fyri at skapa eitt umhvørvi, har børn og ung kunnu trívast, mennast og megna lívið.

Evnið, ið er karmur um kveikingardagin í ár, er motivatión í roynd og veru! Her verður spurt, hvussu børn og ung kunnu menna egna drívmegi. Uttan iva eru nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi her, men tvey av teimum eru sjálvstamarhald og mótstøðuføri. Tað eru stór orð – men tey snúgva seg í grundini um heilt vanligar og gerandisligar støður.

Sjálvstamarhald snýr seg um at kunna steðga á, hugsa seg um og velja skilagóðar leiðir. Tað snýr seg um at kunna handfara kenslur, seta mørk og taka ábyrgd fyri egnum gerðum.

Mótstøðuføri snýr seg um at kunna standa í mótgongd. Um at megna og reisa seg aftur, tá ið okkurt miseydnast. Um at tora at royna aftur, eisini tá ið tað er trupult.

Vit vita, at hetta eru førleikar, sum børn og ung hava brúk fyri – bæði í dag og seinni í lívinum. Men vit vita eisini, at hetta eru førleikar, sum ikki koma av sær sjálvum. Teir verða mentir í einum umhvørvi, har børn og ung kenna seg trygg, sædd og tikin í álvara.
--
SSP-samstarvið er eitt gott dømi um, hvussu vit í Føroyum hava valt at arbeiða fyribyrgjandi. Tað er eitt samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi, sum fevnir um børn og ung. Tað er eitt breitt arbeiðsøki, og tað er eitt arbeiði, sum krevur nógv av teimum, sum eru partur av skipanini.
Men tað er eisini eitt arbeiði, sum gevur meining.

Vit vita, at trivnaður er eitt lyklaorð. Eitt barn, sum trívist, hevur nógv størri møguleika at menna sjálvstamarhald og mótstøðuføri. Eitt barn, sum kennir seg part av einum felagsskapi, stendur sterkari, eisini tá ið tað fær mótgongd í lívinum.

Í hesum sambandi kann eg nevna, at barnalógin nú er klár at leggja fyri Løgtingið. Hetta er ein stór og týdningarmikil hending í arbeiðinum við børnum og ungum í Føroyum.

Barnalógin arbeiðir við nógvum av tí sama, sum SSP stendur fyri. Hon setir barnið og tann unga í miðdepilin. Hon leggur dent á fyribyrging, trivnað og at stuðul verður settur inn rættstundis. Og hon hevur eitt greitt fokus á samstarv og samanhang – serliga tá ið børn og ung hava samansettar og víttfevndar tørvir, sum krevja tænastur frá fleiri økjum samstundis.

Vit vita, at tá ið skipanir ikki hanga saman, er vandi fyri, at børn og ung detta millum stovnarnar. Barnalógin skal vera við til at minka um henda vandan. Hon skal styrkja samstarvið millum stovnar og fakøki og tryggja, at barnið og tann ungi upplivir eina samanhangandi hjálp – og ikki eina røð av sundurbýttum átøkum uttan samanhang.

Barnalógin er eitt framhald av Barnaverkætlanini, sum hevur havt eina greiða og hugtakandi visjón: “At Føroyar skulu vera tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.”
Tað er ein stór visjón. Men tað er eisini ein visjón, sum gevur kós.

Barnaverkætlanin hevur lagt dent á at arbeiða heildarligt, tvørfakligt og við barninum í miðdeplinum. Og hon hevur eisini lagt dent á nakað, sum er sera umráðandi: at børnini sjálv skulu hoyrast.

Á barnaráðstevnum hava børn og ung greitt frá, hvat tey halda er týdningarmikið. Tey hava tosað um at kenna seg trygg, at hoyra til, at hava góðar relatiónir til bæði vaksin og javnaldrar. Tey hava víst á, hvussu týdningarmikið tað er at verða tikin í álvara – og at verða hoyrd, eisini tá ið tað er trupult at seta orð á tað, sum kennist.

Hetta eru sterk boð. Og tað eru boð, sum minna okkum á, at nógv av tí, vit arbeiða við, longu er væl kent av teimum, sum tað snýr seg um – børnunum og teimum ungu sjálvum.
--
Sjálvstamarhald og mótstøðuføri verða ment, tá ið børn uppliva, at tey hava vaksin rundan um tey, sum vilja teimum væl. Tað byrjar í heiminum, verður styrkt í dagstovni og skúla og heldur fram í frítíðarlívi og felagsskapum.

Foreldraleikluturin er her avgerandi. Foreldur eru tey týdningarmestu í barnsins lívi. Samstundis vita vit, at tað kann vera krevjandi at vera foreldur í einum samfelagi við stórum krøvum, skjótum broytingum og einum sterkt ávirkandi miðlaumhvørvi. Tí er tað okkara felags ábyrgd at stuðla foreldrum – við ráðgeving, við lággáttartilboðum og við einum greiðum og samanhangandi stuðulskervi.
--
Tað er torført at koma uttanum snildtelefonir og sosialar miðlar í hesum døgum. Í bókini The Anxious Generation vísir Jonathan Haidt á, at vit hava latið børn alt ov tíðliga inn í eitt talgilt umhvørvi, sum teirra heili og kenslulív ikki eru búgvin at handfara. Hann mælir tí til greið aldursmørk – ikki sum revsing, men sum vernd. Sum ein hjálp til børn og foreldur í einum miðlaheimi, har trýstið ofta er stórt og støðugt.

Á Ungdómstinginum, sum júst hevur verið, hava ung sjálv samtykt, at tey ynskja, at tað verður sett eitt aldursmark á 15 ár fyri sosialar miðlar og snildtelefonir. Tað er eitt sterkt signal. Tí tað vísir, at nógv ung sjálvi hava upplivað trýst, samanberingar og ávirkan, sum kann vera tungt at bera. Hetta ynskja tey ikki, at børn frameftir skulu uppliva.

Hetta fara vit politikkarar nú at viðgera nærri og taka støðu til, um vit skulu seta aldursmark og forboð, sum nógv lond hava gjørt.

Men samstundis meldar spurningurin seg: Hvussu handhevja vit eitt aldursmark í verki? Hvussu tryggja vit, at tað ikki bara verður eitt forboð á pappírinum, sum er lætt at koma uttanum?

Her er tað, at sjálvstamarhald og mótstøðuføri eisini er avgerandi. Aldursmørk og forboð kunnu vera eitt gott og neyðugt útgangspunkt. Tey kunnu skapa ein felags karm og stuðla foreldrum. Men tey kunnu ikki standa einsamøll. Tí børn og ung fara framvegis at møta sosialu miðlunum, at royna seg og tey vilja helst snáva onkuntíð – eisini, tá ið forboð eru sett.

Tí mugu vit samstundis arbeiða við at styrkja førleikarnar hjá børnum og ungum at taka skilagóðar avgerðir, at tola mótgang, at velja frá, og at handfara talgilda trýstið. Tað snýr seg um at byggja eina innaru støðu – eitt sjálvstamarhald – sum ber, eisini tá ið einki eftirlit er. 
--
Dagstovnarnir eru ofta tann fyrsti felagsskapurin, barnið er partur av uttan fyri heimið. Tað er her, barnið lærir at bíða eftir túri, at deila, at siga frá og at vera saman við øðrum børnum. Tað er her, grundarlagið undir sjálvstamarhaldi verður lagt – í gerandisligum støðum, í leiki, í samveru og í tryggum relatiónum við vaksin.
Skúlin byggir víðari á hetta grundarlagið. Skúlin er ikki bara eitt stað, har vit læra at lesa og rokna. Skúlin er eisini ein sosialur pallur. Tað er her, børn og ung læra at samstarva, loysa ósemjur, handfara mótgang og finna sítt pláss í einum felagsskapi. Tað er eisini her, mótstøðuføri verður roynt – og ment – í verki.

Vit vita, at ein skúli, har børn trívast, er ein skúli, har børn læra betur. Og vit vita, at trivnaður og læring ganga hond í hond. Tá ið børn kenna seg trygg, hoyrd og virðismett, hava tey nógv betri fortreytir fyri at menna bæði fakligar og sosialar førleikar.
--
Í ítróttarfelagsskapum, skótum og øðrum frítíðartilboðum læra børn og ung nógv av tí sama: at samstarva, at venja, at vinna og at tapa. At vera partur av einum liði og felagsskapi. Tað er eisini her, at mótstøðuførið verður styrkt – í praksis og í verki.

Vit vita, hvussu nógv tað merkir, at ein venjari sær barnið – ikki bara sum ein leikari, men sum eitt menniskja. At har eru vaksin, sum standa fast, seta mørk og samstundis vísa umsorgan.

Hyggja vit longur fram, er tað eisini áhugavert at hugsa í meiri víttfevndum loysnum. Í Íslandi hava tey royndir við útbúnum, partvíst løntum venjarum og opnum ítróttarkørmum, har børn og ung hava lætta atgongd til virksemi stóran part av degnum. Slíkar hugsanir – opnar hallir, fleiri tímar til børn og ung og sterkari venjingarumhvørvi – kunnu vera ein týdningarmikil partur av at skapa sunna dagliga samveru.
Somuleiðis er tað vert at hugsa um frítíðarklubbar og frítíðartilboð, har børn og ung kunnu koma og fara gjøgnum dagin. Støð, sum hava opið nógv av degnum, har aldur ikki er ein forðing, og har pláss er fyri bæði samveru, leksiuhjálp ella bara at vera. Slík støð kunnu vera ein  mótvekt móti einsemi – og eitt alternativ til at vera einsamallur við skíggjan.

Tí nógv børn og ung siga tað sama: Tey ynskja at hoyra til. At kenna seg møtt. At vera ein partur av onkrum, har onkur leggur merki til, um tey eru har – ella mangla.

Men vit vita eisini, at ikki øll børn hava lætta atgongd til slíkar felagsskapir. Summi dragast við mistrivnaði, einsemi ella fráveru. Tað er her, at okkara arbeiði gerst serliga týdningarmikið.

Tá ið vit síggja tekin um, at eitt barn ella ein ungur er við at missa takið /fótafestið, er tað avgerandi, at vit seta inn tíðliga. At vit arbeiða saman. At vit brúka tey amboð og ta vitan, sum vit hava – og sum vit eisini fara at fáa meira av í dag.
--
Á kveikingardegnum í dag fara fyrilestrahaldararnir at varpa ljós á júst hesi evni. Tey fara at geva okkum bæði ástøðilig og praktisk perspektiv, sum kunnu styrkja okkara arbeiði. Tað er mín vón, at tit fara heim við nýggjum íblástri – og kanska eisini við nýggjum spurningum.

Tí arbeiðið við børnum og ungum er ongantíð liðugt. Tað krevur støðuga menning, nýggja vitan og eitt sterkt samstarv.

Tað krevur eina heila bygd at ala eitt barn.

Eg vil takka tykkum í SSP fyri at hava fyriskipað hetta tiltakið.

Eg ynski tykkum øllum her ein kveikjandi, læruríkan og gevandi kveikingardag.

Takk fyri