Góðu tit
“Skúlin er eitt stað, har ein lærir at liva, við at læra, hvussu ein ger.”
Henda orðing fangar væl sjónarmiðini hjá Albert Einstein um, at verulig læra hendir í gerningi og sjálvstøðugari hugsan.
Skúlin er jú nógv meira enn bara eitt stað, har barnið ella tann ungi skal læra nakað um fakta, tí skúlin eigur at vera sæddur meira sum eitt lívsrúm, har næmingurin mennist á nógvar ymiskar mátar - og ikki bara sum eitt vitanarrúm.
Men hvat skal til fyri at tryggja, at næmingurin mennist? Og hvat skal hann mennast til?
Vit liva í einum samfelag, sum er sera ólíkt tí samfelagnum, sum bæði vit sjálvi og okkara foreldur livdu í, tá vit gingu í skúla. Børnini í dag og komandi ættarlið uppliva kanska meir enn nakað annað ættarlið broytingar innan allar geirar, sum ávirka teirra gerandisdag, eitt nú menning, læring og trivnað.
Henda broyting í samfelagnum er áhaldandi og hendir sera skjótt, og krøvini til tann einstaka, t.d. til børnini og okkara ungu eru eisini skiftandi.
Ásannandi at samfelagið broytist, kunnu vit kanska seta spurningin, um næmingurin sjálvur er broyttur nakað?
Svarið til hetta er bæði ja og nei.
Næmingurin í dag er í grundini tann sami sum altíð. Tað eru framvegis børn og ung við forvitni, kenslum, dreymum og tørvi á at hoyra til. Men fortreytirnar, møguleikarnir og avbjóðingarnar, sum næmingurin møtir, hava broytt seg munandi. Tí kann man siga, at næmingurin er tann sami – men í einum broyttum lærurúmi.
Henda broyting í fortreytunum hjá næminginum setur onnur krøv enn fyrr, bæði til næmingin sjálvan, men eisini til tykkum, sum eru um næmingarnar, og her er tað, at fakligheitin hevur so sera nógv at siga, tí hon skal jú endurspegla tann tørv, sum er í skúlanum.
Fakligheit í dag snýr seg ikki bara um at duga sítt fak, men at skilja og møta næminginum í einum broyttum heimi. Lærarin skal duga at umseta fakligt innihald til ein veruleika, sum næmingurin kennir. Talan er her um ein samansettan veruleika, har nógv hendir, og júst tí kann lærarin ikki standa einsamallur; neyðugt er at styrkja samstarvið millum øll, sum hava við læringsumhvørvið at gera, bæði leiðslur, gransking og ikki minst tykkum, sum undirvísa í okkara fólkaskúla.
Tit sum møta næminginum í dag, hava krav upp á at fáa áhaldandi og neyðuga menning, soleiðis at tit eisini alla tíðina hava nøktandi amboð at arbeið við, tá tað kemur til at læra næmingin, og at stuðla bæði menning og trivnaði hjá okkara komandi ættarliði.
Hetta krav kann einans verða gingið á møti, um vit, sum varða av skúlaverkinum, lyfta í felag, og er nýggja eftirútbúgvingarskipanin, sum eg vóni nógv av tykkum velja at nýta, eitt dømi uppá, hvussu vit ið varða av skúlaøkinum, nettupp hava lyft í felag, fyri at gera umstøðurnar hjá tykkum fyri eftirútbúgving enn betri.
Harnæst hava NÁM og Námsvísindadeildin nú tikið stig til hesa fakligu rundferð við yvirskriftini “ Tann professionelli í skúlanum í dag”, har tit sum luttaka, millum annað fáa møguleika fyri at velja ímillum 4 verkstovur, sum fevna um ymisk viðurskiftir, so sum inkluderandi sernámsfrøði, co-teaching, relatiónsførleikar, og har tit eisini kunnu hoyra meira um, hvørjar tær størstu avbjóðingarnar eru á fólkaskúlaøkinum í dag.
Sum landsstýrismaður eri eg glaður fyri at síggja, hvussu stovnar og deildir soleiðis í felag taka ábyrgd at flyta førleikarnar hjá tykkum, sum eru um børnini, enn longur fram á leið.
NÁM, Násmvísindadeildin og øll tit, sum luttaka á hesum heildartiltaki, læra tískil tað, sum var í andanum í sjónarmiðinum hjá Albert Einstein: tit læra meir um, hvussu ein ger, fyri at næmingurin kann læra at liva.
Ynski tykkum ein góðan og læruríkan dag.
Takk fyri.