Røður hjá landsstýrismanninum


Røða í sambandi við handan av Pisa frágreiðingini fyri 2022

Fyrst vil eg takka tykkum frá Námsvísindadeildini og tykkum frá Námi fyri hetta megnararbeiði, tit hava gjørt í samband við hesa frágreiðingina tit hava gjørt, og ikki minst takk fyri tykkara framløgur.

Sum landsstýrismaður á hesum økinum vil eg siga, at eg taki hesi úrslitini í allar størsta álvara.

Vit skulu minnast til, at hetta ikki eru úrslitini frá fráfaringarroynd fólkaskúlans, um so var, so hevði eg verið stúrin. Tey úrslitini plaga nevniliga at verða góð, og tey geva eina heilt aðra jaliga mynd av førleikunum hjá næmingum fólkaskúlans.

Og vit vita, at føroyingar sum heild er eitt vælútbúgvið fólk, og at Føroyar er væl áleiðis at gerast eitt framkomið vitanarsamfelag, har vit áhaldandi menna okkara førleikar og við gransking menna nýggja vitan, og at føroyingar sum arbeiðskraft hava gott umdømi í øðrum londum.

Men hóast okkara úrslit í PISA royndunum kundu verið betri, so meti eg ikki, at vit bert skulu finnast at PISA royndunum og steðga við PISA ’og stinga alt í sekkin’.

Vit eiga heldur at bretta upp ermar og brúka hetta sum eitt av mongum amboðum, har vit kunnu samanbera okkara úrslit við úrslit hjá næmingum í øðrum londum. Vit eiga at verða forvitin um, hvat úrslitini fra PISA royndunum siga um okkara fólkaskúla.

Vit skulu ikki lata PISA royndir og PISA úrslit stýra okkara skúla, har vit eintýðugt tillaga okkara skúla fyri at fáa góð úrslit í PISA. Men PISA er ein roynd millum aðrar, og eitt metingaramboð millum onnur, sum mátar ávísa vitan og førleikar hjá okkara næmingum.

Her er neyðugt at geva ans, hvat tað eru fyri førleikar, sum PISA royndirnar leggja dent á at kanna. Og so saman reflektera og spyrja okkum sjálvi, hvørjar av hesum førleikum vit skulu leggja áherðslu á at menna. Til dømis leggur PISA stóran dent á førleikarnar at BRÚKA sínar lærdu førleikar í dagsins samfelag og til lívið, og ikki bara sum ástøðilig vitan í ávísari lærugrein, men sum vitan og førleikar, ið eisini tørvur verður á frameftir her í 21 øld.

Nú er tað serliga í støddfrøði, at afturgongdin hjá okkum er lutfalsliga stór í mun til seinast, og her er tað vert at kanna og vita, hvørjar orsøkirnar munnu verða til hetta. Í hvønn mun brúka okkara næmingar tøknina skilvíst sum eitt gagnligt amboð í støddfrøði.

Í lesing er eisini lítil afturgongd, men her er afturgongdin minni enn hjá okkara grannalondum.

Í náttúruvísind er eisini afturgongd.

Ofta er PISA heitt kjakevni, beint tá og eftir úrslitini verða kunngjørd, men kanska ov lítið uppmerksemi, áðrenn og meðan PISA royndirnar eru. Men møguliga skulu vit áðrenn royndirnar gera eitt sindur meira burturúr at kunna, upplýsa og greiða frá, hvat endamálið er við PISA, hvat PISA er, og hvørjar ávísar førleikar PISA kannar.

Hetta soleiðis at lærarar og næmingar síggja meining og virði í PISA, og harvið motiverast til at gera sítt allarbesta til royndirnar. Tá høvdu úrslitini ivaleyst verið betri, um hugburðurin og eldhugurin var stórur at gera sær ómak til PISA. Oftast eru úrslit tengd at motivatión, stremban og ídni.

So er spurningurin um vit seta JA ella NEI hattin uppá eftir at hava fingið upplýst hesi úrslit. Her er í hvussu so er nokk at tríva í. Sum skúlaverk og sum skúlamyndugleiki, so eiga vit at fara jaliga og granskandi til verka og kanna nærri hesi úrslitini, og vita hvar innsatsirnir skulu málrættast.

So enn einaferð takk til tykkum, sum hava staðið fyri hesum framløgum, og vit taka hetta við okkum í okkara arbeiði frameftir.

Takk fyri!