Røður hjá landsstýrismanninum


Góða dagin øll somul – og takk fyri, at eg eri boðin at vera við her saman við tykkum í dag.

Reisigildi er altíð ein serlig gleðilig hending. Eitt høvi, har vit kunnu hyggja upp og staðfesta, at arbeiðið er komið væl áleiðis, og at tað, sum byrjaði sum ein ætlan í hugaheiminum og so á pappírinum, nú er reist sum veruleiki.

Aulan, sum verður bygd her í Tekniska skúla í Klaksvík, er ikki bara ein bygningur. Hon er eitt savningarstað – eitt felags rúm, sum skúlin leingi hevur havt tørv á. Eitt stað, har næmingar, lærarar og starvsfólk kunnu savnast til prógvhandanir, fyrilestrar, felags tiltøk og aðrar løtur, sum eru við til at skapa felagsskap og samanhald í skúlanum.

Við auluni fær Tekniski skúli eitt hjarta, eitt stað, har lívið í skúlanum kann samlast og síggjast. Tað styrkir ikki bara gerandisdagin í skúlanum, men allar útbúgvingarnar, sum eru her. Hetta er ein íløga í næmingarnar, í fakligheit og í framtíðina hjá Klaksvík og øllum Føroyum.

Her í norður- eysturøkinum er hetta tann fjórða stóra skúlabyggiverkætlanin: Húsarhaldsskúlin (Rótin), Rásin, Miðnám á Kambsdali og nú Aulan í Tekniska skúla í Klaksvík. Bæði tíðarætlan og fíggjarætlan hava hildið, hóast tað ofta ikki ger tað. Hetta prógvar, at tit megna væl slíkar byggiverkætlanir, og hava tískil rós uppiborið.

Tað er eisini ein gleði at síggja, at arbeiðið higartil hevur gingið væl. Tað er týðiligt, at nógv dugnalig fakfólk hava lagt nógv arbeiði í hesa verkætlanina, og tað er nakað, sum vit øll kunnu fegnast um.

Eg vil tí fegin takka handverkarunum, ráðgevunum, Landsverki og øllum starvsfólkunum, sum á ein ella annan hátt eru partur av hesum arbeiði. Takk fyri gott samstarv og fyri tað arbeiði, sum longu er gjørt.

At enda vil eg ynskja tykkum bestu eydnu við víðari arbeiðinum, so aulan kann verða liðug sum ætlað og koma til fulla nyttu og gleði fyri skúlan og øll, sum hava sína gongd her.

Við hesum vil eg ynskja okkum øllum eitt gott reisigildi – og takk fyri.