Røður hjá landsstýrismanninum


Røða – 10-ára føðingardagur hjá Serbreytini á Kambsdali

Góðu næmingar

Góðu lærarar og starvsfólk

Góðu gestir – og serliga tit, núverandi og fyrrverandi næmingar á serbreytini.

Takk fyri, at eg sleppi at vera við til henda serliga dag. Tað er ein stórur heiður at fáa loyvi at halda hesa røðu. Í dag hátíðarhalda vit, at serbreytin á Kambsdali fyllir 10 ár. Hjartaliga tillukku!

Serbreytin byrjaði í 2015 sum tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Tað var eitt stórt stig fyri føroyska skúlaverkið og fyri okkara felagsskap sum heild. Endamálið var greitt - at geva ungum við serligum tørvi møguleika at menna førleikar og skapa sær eitt innihaldsríkt og virkisført lív. Serbreytir eru ikki stovnsettar av tilvild – tær eru ein týðandi og sjálvsagdur partur av okkara útbúgvingarskipan. Ein góður skúli er ein skúli, sum rúmar øllum, og tað er júst tað, serbreytirnar gera.

Síðani byrjanina hava fleiri miðnám fylgt eftir. Tað er millum annað tykkum at takka – tit, sum hava bygt serbreytina upp, og tit, sum dag eftir dag arbeiða við hesum ungu. Tit hava víst vegin og gjørt eitt megnar arbeiði. Og vit mugu vera erlig: - fyri nógv av hesum ungu hevði alternativið verið at sitið heima. Akkurát tí er hetta arbeiðið so ómetaliga týdningarmikið.

Serbreytin er nógv meira enn bara ein breyt. Hon er eitt stað, har næmingar fáa mót, læra at tora, og mennast bæði fakliga og menniskjansliga. Og ikki minst fáa tey ta heilt serligu kensluna av at megna. Mær dámar væl eitt orðafelli, sum hóskar so væl til júst henda dagin:

“Eingin kann alt, men øll kunnu nakað”

Tað er júst hetta, tit á serbreytini vísa í verki hvønn einasta dag. Her verður ikki spurt: “Hví dugir tú ikki hetta?”, men heldur: “Hvat dugir tú – og hvussu kunnu vit hjálpa tær at brúka tað?” Tað er ein av størstu gávunum, ein skúli kann geva einum ungum menniskja.

Latið meg geva tykkum eina rødd úr serbreytini – eina søgu, sum sigur meira enn nógv orð. Ein genta á serbreytini segði soleiðis:

“Á serbreytini havi eg fingið vinir og lært nógv nýtt. Eg dámdi ongantíð at rokna, men við einum so fittum lærara dugi eg tað nú. Eg havi fingið vinir fyri lívið – og eg droymi um at fáa mær eitt arbeiði, tá ið eg eri liðug her.”

Hetta er júst tað, serbreytin snýr seg um: at menna, at læra, at gerast trygg, og at fáa vón og møguleikar fyri framtíðina.

Serbreytin er eisini ein samfelagslig íløga. Hvørja ferð vit geva einum ungum menniskja møguleikar, minkar tørvurin á hjálp seinni. Fleiri gerast sjálvstøðug, fleiri koma í starvsvenjing, og nógv geva aftur til samfelagið bæði í arbeiði og í virðisøking. Tá vit stuðla einum ungum menniskja rætt, so er tað ikki ein útreiðsla – tað er ein íløga.

Serbreytin kann vera lopfjølin, sum ger munin. Her kunnu næmingarnir fáa styrkina, trúnna og áræði, sum skal til fyri at liva eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Tað er júst her, at dreymar fáa røtur.

Og so eri eg noyddur at venda mær til tykkum, allar tykkum umleið 500 næmingar, sum eru her í dag. Tit kunnu eisini vera takksom fyri at ganga í skúla saman við næmingunum á serbreytini. Tað er ein styrki fyri tykkum øll, at tit læra at vera saman í einum felagsskapi, har ymisleiki er ein sjálvsagdur partur av gerandisdegnum. Tað lærir tykkum tolsemi, virðing – og ikki minst at síggja styrkirnar hjá hvørjum øðrum.
Eg gekk sjálvur í einum rúmligum skúla á Glyvrum. Eg sat í flokki saman við børnum, sum høvdu ymiskar avbjóðingar. Tað havi eg verið sera takksamur fyri seinni í lívinum – tað hevur merkt meg sum menniskja, og tað taki eg við mær í øllum lívsins viðurskiftum, eisini í politikki.

Eg hevði ikki viljað verið ta tíðina fyriuttan. Tað hevði verið ein stórur missur fyri meg, um eg ikki hevði havt møguleikan at ganga saman við børnum, sum høvdu ymiskar avbjóðingar og ymiskar fortreytir. Tey lærdu meg tolsemi, tey lærdu meg at síggja styrkirnar hjá øllum, og tey gjørdu meg betri. Tað hevði verið nógv fátækari – bæði skúlagongdin og lívið – um hesi børnini ikki høvdu verið har.

Ein vitugur maður segði einaferð:

“Samfeløg verða mátað eftir, hvussu tey taka sær av teimum, sum hava størstu avbjóðingarnar”

Serbreytin er júst hetta í praksis. Hon ger Føroyar meira rúmligar, meira rættvísar og meira menniskjansligar.
Kæru næmingar á serbreytini – tit kunnu vera errin av tykkum sjálvum. Vit hava brúk fyri tykkum og tykkara styrkjum.

Góðu starvsfólk – takk fyri tykkara trúgva arbeiði og fyri tey lív, tit hava verið við til at menna. Og til Kambsdal sum heild: takk fyri at taka ábyrgd, geva rúm og taka væl ímóti øllum.

Hjartaliga til lukku við 10 ára degnum.

Og latið meg siga tað soleiðis: Í mínum eygum eru tit øll stjørnur.

Takk fyri.