Røður hjá landsstýrismanninum


Ráðstevna fyri skúlastýrum 3. mai 2025


Góðu skúlastýrislimir 

Góðan morgun og vælkomin øll somul til eina styttri ráðstevnu um skúlastýrisarbeiði.

Tað, sum barnið í dag megnar at gera við at fáa hjálp, kann tað megna at gera sjálvt í morgin. Hesi orðini eigur kendi sálarfrøðingurin, Lev Vygotsky. Hann legði í sínum arbeiði dent á, at læring og menning henda í samstarvi við onnur og í sosialum samanhangi. Hansara niðurstøða vísir samstundis á tann týdning, ið samstarv millum barnið og tey vaksnu hevur, og sum eisini er grundarlagið undir samstarvinum  millum skúla og heim.

Mítt ynski í dag er at koma á tal við tykkum og at varpa ljós á tykkara týdningarmikla arbeiði sum skúlastýrislimir. Tit eru saman við kommunustýrinum skúlamyndugleikin á staðnum, har tykkara leiklutur í høvuðsheitum fatar um tann undirvísingarliga partin, trivnaðin og samstarv. Hetta eru sera umráðandi øki í skúlans arbeiði, har tit virka fyri at tryggja bestu umstøður, so at næmingarnir trívast og kunnu menna sínar mongu førleikar. Menna síni fakligu evni, hugflog, forvitni, sjálvsálit og sosialan felagsskap. 

Fólkaskúlin er grundarlagið undir allari útbúgving og læring. Skúlagongdin hjá næmingunum er tí ein ógvuliga týðandi partur av lívinum hjá børnum og ungdómi okkara. Uppgáva fólkaskúlans er í breiðum høpi at fyrireika tey til lívið í dagsins og framtíðarinnar samfelagi, til útbúgving, arbeiði og luttøku í samfelagslívi. 
Læringin kann tó ikki standa einsamøll, tí fortreytirnar fyri læringini hjá næmingunum eru ymiskar og mugu verða til staðar í øllum skúlans arbeiði. Barnið lærir í ymsum samanhangum og ikki minst í samspæli við onnur. Barnið má eisini kenna seg trygt og virðismett. Tí er sera umráðandi hjá skúlunum at hava umstøður at skapa eitt gott læruumhvørvi, har allir næmingar trívast og fáa ment sínar fakligu og kreativu førleikar.

Um skúlan skal náa hesum máli til lítar, er neyðugt, at tað er eitt tætt samstarv við foreldrini. Hetta skuldi verið sjálvsagt, tí tað eru fyrst og fremst foreldrini, ið varða av børnunum. Foreldrini ynskja børnum sínum alt tað besta, og vit mugu ikki gloyma, at tað eru foreldrini, ið hava mestu ávirkan á børnini øll barnaárini. Kanningar vísa, at 70% av tí, sum børn læra í 0 - 12 ára aldri, tað læra tey av foreldrunum. Og kanningar vísa eisini, at tað bæði mennir læring og trivnað, tá ið foreldrini vísa áhuga fyri skúlans arbeiði, fyri tí børnini gera, og at foreldrini taka lut í tiltøkum, sum skúlin skipar fyri. 

Tað nyttar tí ikki nógv, um skúlin einsamallur leggur til rættis, setur mál og krøv sum t.d., at næmingarnir skulu megna at lesa ein tekst, tá ið teir eru í 2.flokki. Ein fortreyt fyri hesum og øllum øðrum málum, ið sett verða, er, at foreldrini taka undir við arbeiði skúlans, verða tikin við upp á ráð og hjálpa til. Samarbeiði og samskifti millum skúla og heim er tí umráðandi fyri allar partar, bæði barn, skúla og heim. 

Trivnaður og læring eiga at ganga hond í hond og stuðla hvørt undir annað, so barnið bæði fær hóskandi avbjóðingar og er í einum góðum sosialum felagsskapi. Hetta hevur nógv at siga í allari floksundirvísing, soleiðis sum skúlin er skipaður. Tað krevur samstundis nógv av okkum øllum, ið varða av fólkaskúlanum, men við felags stevi, har rúm er fyri ymiskleika, har røkka vit langt. Vit mugu duga at samskifta og at virða hugsanir hjá hvørjum øðrum, hóast vit ikki altíð eru samd.

Skúlastýrini hava eina týdningarmikla uppgávu at náa hesum máli og eiga ein stóran leiklut í arbeiðinum at tryggja bestu undirvísingarumstøður í skúlanum á staðnum. Tað eru tit, skúlastýrið í einstaka skúlanum, sum hevur eftirlit við virksemi skúlans, sum gera atferðarreglur skúlans umframt meginreglur fyri skúlans arbeiði m.a. viðvíkjandi trivnaði. Hesi viðurskifti kring arbeiði tykkara eru beinleiðis ásett í fólkaskúlalógini. Eg fari seinni í dag at koma nærri inn á atferðarreglur skúlans og trivnað í sambandi við fartelefonnýtslu í skúlatíð.  
Tykkara leiklutur hevur stóran týdning. Tit eru samstarvspartur hjá skúlastjórunum í teirra arbeiði at leiða og fáa skúlans arbeiði at virka á fullgóðan hátt, at lyfta í felag og skapa góðar umstøður og virðing fyri skúlans arbeiði. 

Tit eru bindilið millum skúla og heim, har tit sum myndugleiki á staðnum skapa undirtøku hjá foreldrum um, at samstarvið millum skúla og heim er ein virðismikil partur í skúlagongdini hjá næmingunum.  

Saman við leiðslu skúlans áseta tit trivnaðarætlan, sum  skal slóða fyri við einum góðum skúlaumhvørvi, sum skapar tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.
Sum Vygotsky vísir á, so megnar barnið ikki uppgávurnar einsamalt. Tað skal hava hjálp og vegleiðing frá lærarum, foreldrum og við stuðli í felagsskapinum. Verður hetta gjørt við umhugsni og nærlagni, so kann tann ungi fara úr fólkaskúlanum við góðum førningi og sjálvur megna uppgávurnar í einum fjøltáttaðum samfelagi. Tað er hesum arbeiði, tit, skúlin og vit sum myndugleiki varða av.