Røður hjá landsstýrismanninum


Kunningartiltak um Rynkeby í SMS – 21. februar 2026

Góðu tit øll,

Takk fyri høvið at siga nøkur orð á Rynkeby-degnum her í SMS.

Fyri stuttari tíð síðan var eg í persónligum ørindum á Ronald McDonald-húsinum á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Tað er eitt stað, har familjur búgva, meðan børn teirra eru innløgd til álvarsliga viðgerð. 
Eitt stað, har gerandisdagurin ikki snýr seg um fundir, røður og arbeiðsætlanir, men um viðgerðir og vón.
Eina slíka vitjan gloymir tú ikki.

Har eru foreldur, sum liva í einari støðugari óvissu.

Har eru børn, sum vísa eina styrki, sum vit onnur bert kunnu undrast á.

Og tú sært, hvussu viðbrekið lívið kann vera – og samstundis hvussu sterkur ein felagsskapur kann vera.
Síðan eg kom heim, havi eg hugsað nógv um hesa uppliving.

Hon fer ongantíð frá mær.

Og fyri meg merkir tað millum annað, at hvørja ferð eg síggi gulu súkklurnar á landsvegnum komandi mánaðirnar – og tær kendu gulu troyggjurnar hjá Team Rynkeby Føroyum – so síggi eg meira enn bert súkklur.

Eg síggi tað, tær savna inn til.
Eg síggi barnið á sjúkrahúsinum.
Eg síggi familjuna, sum í eina tíð býr langt frá heiminum.
Eg síggi granskingina og stuðulin, ið geva vón í eini truplari tíð.  

Eitt er tað hjartagóða endamálið, tit hava í hesum felagsskapinum. Men eitt annað er, at tað sær so ómetaliga stuttligt út at vera við.

Og tí má eg líka siga, at eg einaferð sá meg sjálvan í gulari troyggju, við vindi í hárinum, og sendi eina umsókn inn. 
Tað eydnaðist ikki tá, men hvør veit, hvat framtíðin hevur at bjóða.

Tí eitt er vist: Hetta hevur bæði eitt gott endamál og skapar gleði millum súkklararnar.

Eg sá á Facebook, at í ár hava tit bæði skipað fyri flogbóltskapping og spælt borðspøl sum partur av at samansjóða øll.

Tað er eingin ivi um, at hesin felagsskapurin hevur og fer at skapa nógv góð og varandi vinaløg. 

Góðu tit,
Í Føroyum standa vit saman. Tá ein familja verður rakt av álvarsligari sjúku, merkja vit tað. Vit kenna hvønn annan og hava áhuga í støðuni hjá hvør øðrum.

Og júst tí hevur tað stóran týdning, at vit hava ein felagsskap sum Rynkeby Føroyar.
Tit minna okkum á, at samhaldsfesti ikki bara er eitt orð – tað er handling.

Og í fjør var úrslitið av tykkara handlingum 1,6 milliónir krónur til at granska sjúkur hjá børnum. 
Fyri hvørja krónu, tit savna inn, tættari koma vit eini betri framtíð hjá teimum, sum hava lívshættisligar avbjóðingar at stríðast við.

Nú er startskotið til eina nýggja rundu av Rynkeby byrjað, og vit gleða okkum at fylgja við á síðulinjuni. 
Soleiðis sum eg havi skilt tað, skulu umleið 2.500 kilometrar súkklast áðrenn fráferðina úr Føroyum til París. 
Samstundis koma tit nokk at síggja tað besta av Føroya landi.

Njótið tað og minnist til, at tit gera stóran mun við hesum felagsskapinum.

Við hesum orðunum vil eg ynskja tykkum bestu eydnu við fyrireikingunum til París-túrin í summar. 
Takk fyri.