Hátíðarhald á Rásini – 5. september 2025
Góðu tit
Mikudagin tann 5 juli 2023 settu vit hakan í og byrjaðu vit tá formliga at útbyggja Rásina.
Nú, gott 2 ár aftaná, kunnu vit fegnast um, at tit, næmingar og starvsfólk, sleppa at taka henda nýggja bygning í brúk.
Hesin bygningur skal stuðla upp undir tað sera týdningarmikla arbeiði, sum fer fram á Rásini, sum er at læra tey ungu um lívið sjálvt.
Her lærir tann ungi at rætta eina hond út, tá onkur hevur brúk fyri tí; her lærir næmingurin eisini týdningin at lurta eftir øðrum, og hvussu umráðandi tað er at duga at vera ósamdur, eisini í einum felagsskapi, í einum skúla ella á einum næmingaheimi.
Einhvør skúli skal birta upp undir forvitni og hugflog hjá næminginum við støði í tí einstaka næminginum. Ein skúli skal rúma hugskotum, lívligum práti og – vónandi - eisini nógvum látri, tí lívið er meir enn bara at kenna svarið upp á eina avbjóðing – lívið er eisini at duga at seta spurningar, at duga at taka ábyrgd, og at hava tað gott saman.
Hesin bygningur er stásiligur og rúmar nógvar nýggjar møguleikar fyri næmingar og starvsfólk.
Tit starvsfólk kunnu millum annað fegnast um, at undirvísingarhølini nú eru betur, tí nú skulu tit ikki, eins og áður, nýta tey somu høli til ávikavist undirvísing, matarsal og hugna. Hetta gevur tykkum betri møguleikar fyri at planleggja undirvísingina og arbeiða meir miðvíst.
Tit næmingar fáa eisini góð hølir, og onkur enntá nýtt kamar við góðum útsýni. Hetta kom týðuliga fram í Degi & Viku mánakvøldið, tá Joen Jacob vísti okkum, hvussu hann sær inn á kontórið hjá leiðaranum og starvsfólki.
Hetta, at næmingurin sær leiðaran og starvsfólk, og tað at starvsfólkini síggja næmingin er í yvirførdum týdningi eisini sera umráðandi. Tí tá vit síggja hvønn annan og koma hvørjum øðrum við, tá uppbyggja við eitt samband, sum kann skapa álit og tryggleika, og er tað júst hetta, sum fær okkum at blóma sum menniskju.
Vit hava tey seinastu árini gjørt nógvar íløgur í bygningar, tá tað snýr seg um útbúgving og skúla. Sum dømi upp á hetta kunnu nevnast íløgur í Fróðskaparsetur Føroya, í Húsarhaldsskúlan, Miðnámsskúlan á Kambsdali og harumframt hava kommunurnar eisini gjørt stórar íløgur í skúlar kring landið.
Tá vit byggja og seta nakað í verk, skulu vit hava inklusjóns tankan við, tí øll skulu rúmast. Judy Heumann, sum eisini verður rópt “ móðirin í brekrættarrørsluni” í USA hevur einaferð sagt: “ Inklusjón er ikki vælvild- tað er rættvísi”, og er hetta tað, sum eigur at sermerkja samfelagið sum heild, nevniliga rættvísi fyri øll óansæð evnir og førleikar.
Vit skulu minnast til, at tá vit byggja nýggj hølir sum her, so er ikki einans talan um eina íløgu í ein bygning; tað er talan um eina íløgu í lívsgóðsku, felagsskap og framtíð.
Lokalumhvørvið her og staðbundna skúlaumhvørvi í breiðum týdningi hevur altíð gingið undan, hvat insklusjón viðvíkur, og er hetta nakað, sum eg altíð havi verið takksamur fyri.
Tit næmingar á Rásini. Eg vóni, at tit fara at trívast og mennast ta tíð, tit ganga og búgva her í skúlanum. Tit hava ein góðan skúla, og eitt gott næmingaheim, og eg veit, at hetta er nakað, sum fer at gera tykkara gerandisdag enn betur. Tit eru øll røsk og virkin, ganga bæði til fótbólt, boccia, Ælabogan, svimjing, skótar og mangt annað, og nú kunnu tit eisini, tá tit eru móð eftir ein virknan og spennandi dag, hvíla og hugna tykkum í hesum nýggju hølunum á Rásini.
Eg veit, at tit næmingar eisini duga væl at vera hjálpsom og góð við onnur. Hetta hava arbeiðsmenninir, sum hava arbeitt her, eisini ásannað, tá teir hava fingið kaku og annað gott frá tykkum.
Til tykkum, sum hava staðið fyri arbeiðinum, vil eg bara siga takk fyri tykkara góða avrik, og eisini skal ein tøkk ljóða til grannarnar, sum hava víst tolsemi, meðan arbeiðið hevur staðið á.
Til seinast skal ein heilsan ljóða til leiðaran og starvsfólk her á Rásini. Tit gera eitt megnar arbeiði, sum er sermerkt av stórum eldhuga og orku. Eg vóni at hesi hølir gera tykkara arbeiðsdag enn betur, og at tit eisini framhaldandi fara at trívast í arbeiðinum her á Rásini; íløgan í bygningin er einki uttan tykkara fjálga og smittandi íkast.
Eg ynski Rásini, næmingum og starvsfólkum alt tað besta frameftir.
Takk fyri.