Røður hjá landsstýrismanninum


Fosturforeldrafelagið 25 ár – 25. november 2025


Góðu tit.
Tað at føla seg elskaðan er nakað, sum vit øll tráa eftir, tí tað er júst kærleikin, sum vísir okkum okkara egna virði eins væl og virðið hjá øðrum.

Orðið “kærleiki” kann tykjast eitt sindur hugfloygt, men hetta orðið er tó í praksis ein samanrenning av tryggleika og umsorgan; og tað er júst hetta, sum tit í Fosturforeldrafelagnum nú ígjøgnum 25 ár hava víst og útint yvirfyri teimum børnum, sum hava havt brúk fyri hesum á ein serligan hátt.

Sum fosturforeldur stillar tú ikki einans teg sjálvan til taks, nei tað er bæði tú og tíni nærmastu, eitt nú tykkara biologisku børn, sum viðvirka og stuðla upp undir hesa uppgávu, nevniliga at geva øðrum børnum eitt gott og trygt heim at búgva í.

Eitt heim er jú ikki bara veggir og vindeygu; nei eitt heim eru tey menniskju, sum búgva handan veggirnar, og tað eru tit. Heimið, sum tit stilla fram, eru tit sjálvi og tykkara familjur.

Tit gera ikki einans børnum og teimum ungu eina stóra tænastu, nei tit gera av sonnum eina stóru tænastu fyri alt landið, og fyri samfelagið sum heild.

Tit hava tí eisini krav upp á so góðar karmar sum møguligt at virka undir og út frá. Tí er tað eisini týdningarmikið, at vit í politisku skipanini tora at hyggja eftir, hvat møguliga kann broytast til tað betra. Her hugsi eg serliga um at tryggja tykkum, ið ynskja tað, nøktandi umlætting, og harnæst eisini tryggja, at lóggávan, sum nú hevur nøkur ár á baki, verður eftirhugt og broytt í tann mun, sum samfelagið í dag krevur.
Hetta arbeiðið fer í gongd í næstum, og vera tit eisini tikin við í hetta, tí tykkara rødd er sera umráðandi, tí tit eru tey, sum vita, hvørjar ábøtur kunnu gerast og hvussu.

Eg vil ynskja Fosturforeldrafelagnum hjartaliga til lukku við hesum merkisdegi, nú tit runda tey 25 árini sum felag, og ynskja felagnum blíðan byr.

Til seinast vil eg eisini senda eina heilsan til tykkum sum fosturforeldur hvør sær: Takk fyri tykkum og takk fyri, at tit vilja virka fyri, at hvør dagur gerst ein merkisdagur fyri ta barnið, sum tit hava tikið inn í tykkara heim.

- Takk fyri.