Røður hjá landsstýrismanninum


Eftirskúlin Brúgvin 5 ár – Skálavík 27. mai 2025

Góðu tit
Fyri okkum, sum eru komin eitt vet upp í árini, tykist 5 ár ikki at vera nógv, meðan tit ungu óivað halda, at 5 ár er eitt rættuliga langt tíðarskeið.

Søguliga er tað kanska eisini soleiðis, at 5 ár ikki er so nógv, men tó kanst tú náa at flyta sera nógv upp á 5 ár.

Eg eri sannførdur um, at hjá einum eftirskúla sum tykkara, so fevna hesi 5 árini um nógv tol, áræði og stríð hjá  tykkum, sum standa fyri og reka henda skúla. Umframt hetta, so veit eg eisini, at hesi 5 árini fyri tykkum øll, bæði leiðslu, starvsfólk og ikki minst næmingar, hava verið merkt av góðum upplivingum, vinabondum og virðismiklum lærdómi.

Vit kunnu seta okkum henda spurning: Hvat hevði skúlin sagt, um hann kundi tala?

Eg hugsi, at skúlin hevði boðað frá nógvum góðum løtum, alt frá andaktum til støddfrøði, frásagnir um at planleggja uttanlandsferðir og jólatiltøk, og óivað eisini frásagnir frá tí dagliga trummerumminum, sum hava elvt til látur og skemt.

Eftirskúlin her í Skálavík við tí sera góða og sigandi navninum “Brúgvin” hevur ta tíðina, skúlin hevur virkað, verið eitt stað, har ung kunnu fáa loyvi at vaksa og mennast, bæði fakliga, menniskjaliga og eisini andaliga. Júst hetta atlit til øll hesi trý umráðini hava sera stóran týdning, ikki minst tá man er tannáringur, og man kanska hevur torført við at “stýra” sjálvur.

Navnið hjá skúlanum “forpliktar” eisini eitt sindur. Tá tú skalt byggja brúgv, so skalt tú ikki bara hava sjóneykuna á at binda nakað saman, sum er skilt sundur, nei tað snýr seg um meir enn bara at skapa samband; tað snýr seg um at skapa virðing og álit og at stuðla hvørjum øðrum at mennast.

Við útgangsstøði í tí kristna lívs- og menniskjaáskoðanini vísa tit her í skúlanum, at tað at vera eitt gott menniskja, ein góður vinur, ikki bara er ein tilvild, men nakað, man velur, og sum man áhaldandi má halda fast í.

Tit velja at byggja brúgv upp á so nógvar mátar, og eru ávegis brúnni frá ungdómslívinum til vaksnamannalívið; og á hesi ferð, og á ferð tykkara víðari í lívinum, veit eg, at júst hesin eftirskúli hevur givið tykkum eina góða barlast.

Tit her í skúlanum skulu vita hetta; tit gera ein mun, og hetta skulu tit vera errin av.

Hjartaliga til lukku við 5 ára degnum, og eg ynski skúlanum Guds ríku signing frameftir.