Røður hjá landsstýrismanninum


Røða hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, í sambandi við tiltak, sum Føroyamál skipaði fyri í Skúlanum við Streymin tann 14. januar 2023.

Evnið var "Børnini og mál okkara" 

Góðan dagin øll somul og stóra takk fyri, at eg varð boðin við til hetta tiltakið við evninum ”Børnini og mál okkara”!

Fyrst av øllum vil eg senda eina hjartans tøkk til tykkum í felagnum Føroyamál fyri tykkara áhaldandi arbeiði til tess at varðveita og menna okkara móðurmál. Tað føroyska málið er ment gjøgnum fleiri hundrað ár, málið er livandi og broytiligt, og okkara móðurmál má framhaldandi verjast og mennast, og í hesum sambandi er tykkara arbeiði als ikki til fánýtis. Eg eri vísur í, at tykkara árligu átøk og tiltøk sanniliga eru okkara móðurmáli at gagni.

Longu inni í móðurlívinum hoyra vit ofta móðurmálið hjá okkara móður, og eitt tað fyrsta vit hoyra, tá vit koma út í henda heim, er tað føroyska móðurmálið. Summi vilja verða við, at tað føroyska málið er hótt, og tað hoyrist við hvørt millum manna, at fleiri og fleiri børn og ung brúka ensk orð, og at tað enska málið er so dominerandi/ráðandi á talgildum pallum, har okkara børn og ungu reika.

Tað frættist somuleiðis, at børn í ov stóran mun uppliva, at foreldur teirra sita við snildtelefonum ella øðrum skíggjum, í staðin fyri at tosa við børn síni, og enntá, at børn heilt niðri í vøggustovualdri sita ov nógv frammanfyri skíggja. Skíggjatíðin hjá børnum má avmarkast, og í staðin eigur meira tíð at verða nýtt í samveru og málsligum samskifti við onnur menniskju.

Tó tykist veruleikin soleiðis háttaður, at børn og ung nýta nógva tíð á talgilda netinum, og umráðandi er, at børnini ikki føla seg illa ella skeiv, tá tey hava sínar løtur við talgildum tólum. Men vit mugu stremba eftir, at tey ikki í ov stóran mun bert hoyra fremmandamál, og tískil er tað sera týdningarmikið, at vit í Føroyum raðfesta at framleiða dygdargott talgilt tilfar á okkara móðurmáli.

Í hvussu so er, er tað av alstórum týdningi, at vit so TÍÐLIGA sum møguligt gera okkara ýtasta til tess at menna móðurmálið hjá okkara børnum. Tess vegna eri eg sera glaður og takksamur fyri, at tit, við hesum tiltaki, seta sjóneykuna á tað føroyska málið hjá okkara smáu børnum. Í dag eri eg sera spentur at hoyra, hvussu vit kunnu menna málið hjá smábørnum.

Eg síggi fram til at hoyra Kristu Hvannastein greiða frá, hvussu hon sum námsfrøðingur arbeiðir við menning og upplestri hjá smábørnum á stovni. Sjálvur haldi eg tað verða sera umráðandi, at børn fáa góðar UPPLIVINGAR við at hoyra søgur og upplestur.

Somuleiðis gleði eg meg til at hoyra Sissal Rasmussen, tá hon fer at tosa um orðfeingi og orðtøku hjá smábørnum, sum hon hevur granskað í.

Sum útbúgvin námsfrøðingur, og sum nýggjur landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, fegnist eg serliga um, at Felagið Føroyamál hesu ferð vendir sær til teirra, ið fáast við smábørn.

Í samgonguskjalinum stendur m.a., at “Samgongan vil menna dagstovnaøkið. Meira tíð skal vera til námsfrøðiligt virksemi, trivnaðarskapan og málsliga menning millum børn. Júst við hesum at raðfesta meira tíð og resursir til málsliga menning millum børn, hava vit í samgonguni lagt stóra áherðslu á týdningin av, at okkara børn menna sítt mál, sítt móðurmál og harvið síni evni at samskifta. Tað er sera týdningarmikið, at vit sum samfelag seta inn so tíðliga sum møguligt, soleiðis at okkara framtíðar ættarlig longu frá barnsbeini gerast glað, errin, áhugað og góð við okkara móðurmál.

Henda menning kann ítøkiliga byrjað so tíðliga sum møguligt í okkara dagstovnum, har tey vaksnu starvsfólkini hava meira tíð saman við hvørjum einstøkum barni, har børnini kunnu spegla seg í tí vaksna, soleiðis at børnini kenna seg hoyrd, sædd og skilt av umverðini/umheiminum. Við meira tíð til nærveru, málsliga menning og samskifti vil einstaka barnið samtýðis fáa ment sínar relatiónsførleikar, og hetta vil hava gagnliga ávirkan á barnsins relatión til sín sjálvan, til hini børnini og til tey vaksnu. Barnið vil hervið fáa styrkt sína sjálvsfatan, har tað vil kenna seg trygt í sínum samskifti við onnur menniskju.

Nógvir dagstovnar gera í dag eitt megnararbeiði í sambandi við at menna málið og samskiftisførleikarnar hjá okkara børnum, og við tí avmarkaðu tíð tey hava, nýta bæði námsfrøðingar, hjálparfólk og onnur starvsfólk alskyns professionel amboð, tilfar, háttaløg v.m. til tess at styrkja málsligu førleikarnar hjá okkara børnum. Eitt nú hava nógvir dagstovnar havt sera góð úrslit, har tey hava upplivað stóra málsliga framgongd og menning hjá børnunum á teirra stovni, eftir at tey dúgliga hava arbeitt við TRAS (Tidlig Registrering Af Sprogudvikling).

Tað eru tíbetur nógv, ið veita sítt íkast okkara móðurmálið at frama, men nú vil eg geva orðið til tykkum, og við hesum orðum vil eg ynskja tykkum øllum eitt avbera gott og væleydnað tiltak. Takk fyri!