Røður hjá landsstýrismanninum


Børn og ung handa hoyringarsvar til fyrstu føroysku barnalógina – Norðurlandahúsið, 20. nov. 2025

Góðu øll, góðu børn og góðu ungdómar
Í dag er ein heilt serligur dagur. Tað er nevniliga dagurin, har tit — børn og ung í Føroyum — standa mitt í eini heilt serstakari løtu í føroysku fólkaræðis- og lógarsøgu.

Tit eru tey fyrstu børn og ungu í søgu okkara, sum hava verið beinleiðis við til at skapa eina lóg, sum snýr seg um tykkara lív og rættindi. Og tað hava tit gjørt á ein hátt, sum vit helst eru tey fyrstu í heiminum at hava roynt.

Tit hava bæði verið við at skapa innihaldið, og tit eru eisini tey fyrstu, sum koma við tykkara hoyringarsvari. Tit hava fingið sama fólkaræðisliga leiklut og ávirkan sum tey vaksnu — júst soleiðis sum tað eigur at vera, tá ið týðandi avgerðir um tykkara lív verða tiknar.

Uttan tykkum og tykkara avgerandi íkast, høvdu vit ikki rokkið hesum.

Fyrst í hesum ári spurdu vit tykkum:
Hvat er eitt gott barnalív?

Tit svaraðu við eldhuga og opinleika - ógvuliga beinrakið, hvat skal til fyri at gera Føroyar enn betri. 
Tit tosaðu um vinalag, tryggleika, rættvísi, góðan inkluderandi felagsskap, tørvin á at hava týðilig vaksin kring tykkum, umframt týdningin at verða sædd og hoyrd.

Tit saknaðu, at vit vaksnu lurta eftir tykkum, og royna veruliga at skilja tykkum. Tit vilja hava, at vit vaksnu arbeiða meira og betri saman, tá ið vit skulu hjálpa tykkum. Tit vilja verða tikin meira við upp á ráð og hava møguleikan at siga tykkara hugsan. Tit halda, at vit gagnnýta føroysku náttúruna alt ov lítið – boðini vóru, latið okkum brúka hana meira til gagns fyri trivnað, heilsu og menning.

Øll svarini vóru síðani savnað í eina stórari barnagreining, sum gjørdist fyrsta íkastið til arbeiðið við barnalógini.

Og nú eru vit aftur í Norðurlandahúsinum í dag — tí nú hava tit lisið lógaruppskotið og mett, um tað svarar til tað, tit søgdu okkum frá í byrjanini. Tit hava átikið tykkum hesa ábyrgdarfullu uppgávu við álvara og virðing. Hetta er fólkaræði í verki — og tit útinna tað av sonnum.

Persónliga má eg siga, at eg viðhvørt ivaðist í, um vit fóru at megna hetta stóra mál, sum vit settu okkum:
-    at røkka fyrstu føroysku barnalógini sum grundarlag fyri at skapa tað besta samfelagið fyri øll børn í Føroyum.

Tí eri eg sera fegin og rørdur av at kunna standa her í dag og um eina løtu taka ímóti tykkara hoyringarsvarum — saman við Súsannu Bertholdsen, komandi landsstýriskvinnu í barna- og útbúgvingarmálum. Vil eisini nýta høvið at takka Súsonnu fyri sera gott samstarv sum partur av eigarabólkinum í Barnaverkætlanini og ynskja henni alt tað besta sum komandi landsstýriskvinnu í barna- og útbúgvingarmálum.

Somuleiðis ein hjartans tøkk til Barnaverkætlanarbólkin og øllum teimum mongu, sum hava stuðlað, lagt orku, arbeiði og tíð í at fáa verkætlanina so langt fram á leið. Uttan tykkum hevði hetta ikki borið til. Og tøkk til øll tey starvsfólk í skúlunum, sum hava hjálpt næmingaráðunum í hesi tilgongdini.

Ein serlig tøkk til tykkum í eigarabólkinum (Kommunufelagið og landsstýrisfólk) og stýrisbólkinum fyri gott samstarv – uttan okkara felags lógvatak um eina sera framsøkna visjón, bar hetta ikki til.

Og fram um alt: Takk til tykkum børn og ungu.

Takk fyri tykkara tíð, tykkara orku, tykkara hugsanir og tykkara dirvi. Tit hava lært okkum øllum, hvussu týdningarmikið tað er at lurta eftir tykkum — veruliga lurta.

Tit hava ikki bert verið við at smíða fyrstu føroysku barnalógina.

Tit hava eisini tikið eitt stórt fet inn í føroyska fólkaræðið. Tit hava prógvað, at børn og ung kunnu — og skulu — vera virknir luttakarar, tá ið viðurskifti hjá teimum verða viðgjørd og avgjørd. Hetta fer at seta spor langt út í framtíðina.

Vit fara nú at lurta eftir tykkara hoyringarsvari við opnum sinni og stórari virðing. Tað er júst soleiðis, sum tað eigur at vera — tí hetta er tykkara lóg, tykkara rættur og tykkara framtíð.

Takk fyri.