Røður hjá landsstýrismanninum


Røða hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, á aðalfundi hjá Yrkisfelagnum Miðnám 20. januar 2023

Góðu øll somul,

Fyrst og fremst stóra tøkk fyri innbjóðingina, at flyta fram eina stutta røðu til aðalfundin hjá tykkum.

Tykkara lutur liggur ikki eftir, og hava tit ein hin størsta leiklutin at útbúgva okkara ungu og fyrireika tey til hægri og framhaldandi lestur, bæði her heima og uttanlands. Tit eru við til at geva teimum týðandi førleikar til at luttaka og virka í einum alsamt meiri kompleksum heimi, ið setir teimum og okkum øllum alsamt størri krøv.

Sum heild kunnu vit siga, at undir eini miðnámsútbúgving búnast næmingar nógv, og eru tit við til at geva næmingunum ítøkiligar fakligar førleikar, ið teir kunnu brúka víðari. Men ikki bara eru tit við til at geva næmingunum ítøkiligar fakligar førleikar, tit eru eisini við til at geva næmingunum neyðugu amboðini til at hugsavna seg, støðga á og hugsa sjálvstøðugt, kritiskt og reflekterandi í eini tíð, har alt gongur skjótari og skjótari og evnini hjá okkum øllum til hugsavnan eru avbjóðað av eitt nú sosialum miðlum og skjótari, og kanska stundum, yvirfladiskari vitan.

Frá tykkum fáa næmingarnir amboðini til veruligt djúphugsni.

Hvørjar eru ætlanirnar fyri gymnasiala miðnámsskúlaøkið komandi árini?

Hetta er helst átrokandi spurningurin tey flestu, sum starvast á økinum, seta sær, tá ein nýggj samgonga tekur við. Og í hesum førinum er eisini talan um eitt nýtt aðalráð, Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Her verður brotið upp úr nýggjum, og er talan um eina heildarhugsan, har børn og ung veruliga eru í miðdeplinum, tvørturum siðbundnu geirarnar.

Útbúgvingarøkið í síni heild hevur høga raðfesting í samgonguskjalinum. Samstundis má staðfestast, at nógv fyrireikandi arbeiði er gjørt frammanundan, og hevur samgongan sett sær sum mál, at seta í verk gjørd tilmæli.

Seinasta stóra endurskoðanin av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum var sett í verk við lógini um gymnasialar miðnámsútbúgvingar frá 2012, tá skipanin við útbúgvingarbreytum varð sett á stovn. Síðani eru onkrar tillagingar gjørdar, men gymnasiala miðnámsútbúgvingarskipanin virkar enn eftir somu lóg. Ongar ætlanir eru um nakra kollelvelting av skipanini, men í samgonguskjalinum stendur yvirskipað, at:

“Miðnám og yrkismiðnám skulu støðugt eftirmetast og gjørd tilmæli setast í verk”.

Her verður hugsað um bæði gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, eins væl og yrkisútbúgvingarnar.

Nøkur møgulig átøk, ið arbeiðast skal víðari við, eru:

  • Endurskoðan av fyrireikingarbreytini. Hugsanin er, at breytin eisini kemur at virka sum ein ískoytisútbúgving til eitt nú yrkisútbúgvingarnar, heilsuhjálparaútbúgvingina og námshjálparaútbúgvingarnar. Her ber til at gera fakpakkar, ið kunnu takast upp á stutta tíð og eru snikkaðir saman soleiðis, at teir lúka upptøkutreytirnar til viðkomandi framhaldsútbúgvingar. Til dømis ein heilsuhjálparapakka, ein námshjálparapakka og so framvegis. Umframt at fyrireikingarbreytin framvegis verður til sum ein sjálvstøðug útbúgving.
  • Lívlong læring og hugsanin um, at eingir blindvegir eiga at vera í útbúgvingarskipanini eru sjálvt grundarlagið undir áður nevndu endurskoðan.
  • Átøk frá trípartasemjuni millum arbeiðsgevarar, arbeiðstakarar og tað almenna frá 2019 skulu setast í verk sambært samgonguskjalinum. Eitt møguligt átak er EUX, ið er ein sonevnd yrkisgymnasial útbúgving, har næmingurin við útbúgvingarlok bæði fær gymnasialan og yrkisligan førleika. Tað vil siga, góðar møguleikar fyri framhaldandi lestri samstundis sum at hann fær eitt sveinabræv, ið hann kann nýta beinleiðis í arbeiðslívinum. Her er ein møguleiki, at fyrireikingarbreytin kann vera gymnasiali parturin av eini yrkisgymnasialari útbúgving.
  • Støðug eftirmeting av námsfrøðiligu útbúgvingini av miðnámsskúlalærarum, ið bæði fevnir um lærarar og gymnasialu og yrkisligu miðnámsútbúgvingunum.
  • Íverksetan av tilmæli frá 2021 frá arbeiðsbólki um ung við sálarligum og sosialum avbjóðingum og útbúgving. Tilmælið kemur við boðum upp á loysnir til, hvussu ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum megna at fullføra miðnám. Tilmælið tekur útgangsstøði í verandi tilboðum og skipanum, men kemur við boðum uppá, hvussu hesar betri fáast at virka fyri hesum endamálið. Her er talan eitt nú um at nágreina leiklut, uppgávuábyrgd og markamót hjá lestrarvegleiðingini, toymisskipanini, Sernámi og mentorskipan í hesum sambandi. Umframt at gera lívsmeistran til part av lærugreinunum lestrarmenning og ítróttur/heilsa.
  • Sum heild ynskja vit eisini at endurskoða og dagføra verandi regluverk, har tørvur er á tí. Og har hava tit ein týðandi leiklut í at vísa okkum á, hvar tørvurin er størstur.

Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum er ynski mítt, at tit eisini vera hoyrd og tikin við, tá møguligar broytingar eru í umbúnað. Tit sita við virðismiklari vitan, ið vit ikki kunnu vera fyri uttan, tá endurskoðanir skulu gerast og tilmælir setast í verk.

Og við hesum fáu orðum fari eg at takka fyri høvið at hitta tykkum!

Takk fyri.