Røður hjá landsstýrismanninum


Røða hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni -

Aðalfundur Føroya Lærarafelags 29. apríl 2023

Góðu lærarar, skúlaleiðarar og nevnd Føroya Lærarafelags.

Tøkk fyri innbjóðingina, og at eg fái høvi til at bera tykkum eina heilsan á aðalfundi tykkara.

Tykkara arbeiði hevur ein sera týðandi leiklut í okkara samfelagi. Fólkaskúlin er grundarlagið undir útbúgvingarverkinum, og tað er í fólkaskúlanum, at útbúgvingarligu lunnarnir verða lagdir undir framtíðini hjá okkara komandi ættarliði. Fólkaskúlin er eisini øðrvísi enn aðrir útbúgvingarstovnar, tí her snýr tað seg um at menna barnið og tann unga, frá tí tey eru seks til sjey ára gomul og næstu 10 árini. Umleið helvtin av næmingunum heldur fram í tíggjunda flokki og ein slakur triðingur gongur í forskúla.

Fólkaskúlin hevur eina alstóra og fjølbroytta uppgávu, tí talan er umframt um fakligu læringina at búgva næmingarnar til lívið, har teir skulu ogna sær førleikar til sjálvstøðugt og í felagsskapinum at taka støðu til lívsáskoðanir, siðafrøði og fólkaræði og geva teimum áræði og førleikar at megna avbjóðingar, at samstarva og luttaka í einum sosialum felagsskapi.

Tað eru høg mál, sum eru karmur um tykkara arbeiði, og sum ásett eru í fólkaskúlalógini, at skúlin skal skapa umstøður fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, so at næmingarnir kunnu menna sína  sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Samstundis er hetta holl barlast, sum næmingurin hevur við sær víðari í lívinum bæði í útbúgving og arbeiði. Skúlin einsamallur megnar ikki hesa uppgávu, og tí er eins umráðandi, at foreldur og vit sum myndugleikar gera okkara til at arbeiði fólkaskúlans eydnast. At veita børnum og ungum bestu uppvakstrarumstøður og menningarmøguleikar er eisini  ein uppgáva, sum vit sum samfelag eiga at skapa karmar fyri, har tað er rúm fyri ymiskleika, og har hond verður tikin um einstaka barnið.

Vit vita, at skúlarnir hava torførar uppgávur at taka støðu til, og sum fylla nógv í tykkara arbeiði,  m.a. næmingar, ið hava sálarligar avbjóðingar, happing, skúlamøði og mistrivnaður. Hetta eru eisini partar av tykkara virkisøki, og sum nógvar væntanir eru um, at skúlin skal loysa. Her er sera umráðandi, at allir partar gera sítt ítasta,  og at skúlin saman við foreldrum, skúlamyndugleikum og ráðgevandi stovnum, gera fyriskipanir og finna loysnir, so at møguligt er at veita bæði einstøkum næmingum og skúlaflokkum nøktandi hjálp.

Tað tykist, sum at tørvurin á serligum fyriskipanum í fólkaskúlanum økist, ikki bara hjá okkum, men eisini í hinum Norðurlondunum, bæði talið av næmingum, sum fáa viðgerð fyri ADHD, næmingar sum hava ymsar sálarligar avbjóðingar og næmingar, sum eru nógv burtur frá skúla og ikki megna dagligu undirvísingina

Eg fari at vísa á tvey dømi, sum ikki beinleiðis eru úr fólkaskúlanum, men sum hava við børn og ung at gera. Fyrra dømi viðger týdningin, ið spæl hevur í barnaárunum og menningina í uppvøkstrinum. Seinna er um  útbúgvingarskipanina, serliga við atliti at krøvunum í fólkaskúlanum,  sum viðmerkjarin ikki heldur eru tíðarhóskandi og lagað til ein part av næmingunum.

Tað eru nógv, sum hava eina hugsan um, hvussu fólkaskúlin skal vera, men tað eru eisini nógv, sum royna at finna orsøkir, loysnir og skipanir, sum kunnu hjálpa børnum og ungum, sum ikki trívast  ella hava avbjóðingar.

Fyri einum ári síðani kom bókin, Lek og læring i et nevroperspektiv út í Noregi, har heilagranskarin, Per Brodal og Charlotte Lunde, psykiatari (sálarsjúkralækni) vísa á, hvussu annars góðar samfelagsligar ætlanir kunnu vera orsøk til, at børn ikki í nóg stóran mun fáa ment hugin, forvitnið og strembanina eftir at læra. Teirra grundsjónarmið er, at  børnini verða forðað í hesari menning, tí tað frælsa spælið er so at siga burtur. Bæði í dagstovnum, skúlum og frítíðarlívi, eru tað tey vaksnu, sum skipa spælið hjá børnunum, so tað frælsa spælið, sum er ein so grundleggjandi liður í teirra menningartilgongd, verður tikið frá teimum. Tað er í tí frælsa spælinum, at børnini menna mótstøðuføri, tey fáa mangan snuddin, læra og finna loysnir, og í spælinum saman við øðrum børnum, menna tey samstarv umframt, at frælsa spælið hevur ávirkan á  hugflog og áræði at finna uppá, sum er ein vantandi førleiki hjá nógvum børnum. Vit hoyra børn siga, at tey keða seg, vita ikki, hvat tey skulu gera, um ikki onkur vaksin er, sum leggur teimum lag á, ella tey fara til okkurt barnatiltak.

Per og Charlotte siga m.a. í einari samrøðu í TV2 í Noregi.

Børn spæla ikki bara til stuttleika, sigur Charlotta yvirlækni í psykiatri. Tað er týdningarmesta lærutíðin hjá einum barni. Taka vit spælið frá teimum, so endar tað galið. Hon sigur, at hon er stúrin um at síggja, hvussu nógv barnaárini eru broytt seinastu árini. Foreldur koyra síni børn til alt, sum tey skulu gera, til fótbólt, dans, ríðing og onnur ítriv. Tíðin, sum barnið hevur til sjálvstøðugt spæl, er um at hvørva. At triðja hvørt barn fær staðfest eina sálarliga avbjóðing, tað er ikki í lagi.  Hon vísir eisini á, at tað eru bæði gransking og skjalatilfar, sum vísa, at barnaárini eru broytt seinastu 10 - 15 árini. Børnini spæla minni úti, tey sita meira still og eru á talgildum pallum fleiri tímar um dagin, og hetta ávirkar teirra menning, og fleiri og fleiri børn fáa staðfest sálarligar avbjóðingar.

Heilagranskarin Per Brodal er samdur, at tað er ein stórur missur, at frælsa spælið verður tikið frá børnunum og vísir staðiliga  á, at frælsa spælið er av ómetaligum stórum týdningi fyri at menna evnini hjá børnum at  vera saman við øðrum menniskjum, har tey læra empati gjøgnum spæl. Tey fyrstu barnaárini hava avgerandi týdning fyri, hvussu heilin mennist, og hvussu menniskja lyndið verður myndað sinnisliga. Í  barnaárunum verða  skaptar óteljandi mongdir av bindingum millum nervakyknir, meðan barnið stendur í vøkstri.

Hann heldur eins og Charlotta,  at tað er eingin ivi um, at vantandi møguleikar fyri frælsum spæli kunnu føra til sálarligt órógv, tí at fyrstu barnaárini er spælið tann besti mátin hjá barninum at trívast. Tíbetur eru vit gjørd soleiðis, at spælið er ein drívmegi hjá barninum á sama hátt sum, at vit eta, tá ið vit eru svong.

Í vikuni hevði Jørgen Ravnsbæk Andersen, sum er stjóri fyri FGU í Norður Sælandi eina grein í blaðnum Altinget, har hann er rættiliga atfinningarsamur mótvegis útbúgvingarverkinum. FGU er fyrireikandi grundútbúgving, sum er fyri ung undir 25 ár, sum ikki hava ella eru í holt við eina ungdómsútbúgving, og sum ikki hava arbeiði. Hesi ungu eru ikki komin víðari eftir fólkaskúlan.

Í greinini vísir hann á, at vit eiga at tora at endurhugsa útbúgvingarverkið frá grundini av. Bæði samfelagið, næmingarnir og ungdómurin eru broytt seinastu tíggju ára skeiðini, men vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um útbúgvingarverkið hevur fylt við, og um útbúgvingarverkið er lagað til tey ungu, ella tað í veruleikanum eru tey ungu, sum skulu passa inn í útbúgvingarverkið. Vit eru røsk at seta teimum ungu krøv. Í fólkaskúlanum hava næmingarnir upp til 51 royndir í níggju ár, námsætlanir eru heilt niður til vøggustovualdur og stórar uppgávur verða settar teimum ungu longu tíðliga í skúlaárunum. Harumframt skulu næmingarnir longu í tannáringaárunum velja lívsleið. Men so setur hann spurningin, hvat hendir við teimum, sum ikki passa inn í hesar karmar.

Hann sigur m.a.: Nógv ung undir 25 ár hava hvørki arbeiði ella eru í holt við eina útbúgving. Tað eru fleiri orsøkir til hetta, sosialar, fakligar og persónligar. Vit skulu hava væntanir til okkara ungu, men vit skulu eisini spyrja okkum sjálvi, um vit við høgum krøvum og fleiri royndum eru í holt við at leggja sovorðið trýst á tey ungu,  at tey føla, at tey ikki røkka til ella megna avbjóðingarnar.

Vit kundu til dømis givið teimum møguleika at roynt ymsar útbúgvingar og arbeiði. Latið tey sloppið undan at skula velja leið langt fram í tíðina í einum tíðarskeiði í teirra lívi, har tey júst hava slept barnaárunum. Hvussu skulu tey kunnu  vita, hvat tey fara at gera restina av lívinum, tá ið vit vaksnu ikki vita, hvussu okkara lív sær út um fimm til tíggju ár?

Útbúgving er ikki bara vitan og førleikar. Útbúgving snýr seg í eins stóran mun um at menna børn og tey ungu til virknar borgarar, at stíla fram ímóti, at okkara ungu í uppvøkstri og útbúgving ogna sær førleikar til lívsins mongu uppgávur.

Hesi dømi eru úr Noregi og Danmark, men tey eru tó ikki so fremmand fyri okkum, hvørki skipanin ella tíðin hjá børnum til tað frælsa spælið og ung, sum onkursvegna ikki passa inn í verandi karmar í fólkaskúlanum, og tí ofta mugu hava serligar fyriskipanir. Nógva virksemi hjá okkum ger eisini, at føroyski undgdómurin hevur havt góðar umstøður at fingið arbeiði.

Flestu foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum, og tí hava vit sum samfelag skipað okkum soleiðis, at børnini eru í tryggum hondum á dagstovni, í skúla og frítíðarskúla. Í dagstovni og frítíðarskúla hevur spæl ein størri leiklut enn í fólkaskúlanum, og eisini ein partur av tí frælsa spælinum, men tað skulu altíð ávíst tal av vaksnum verða um børnini. Hetta eru stovnstreytirnar og tryggleikin.

Vit eiga tó á ongan hátt at undirmeta týdningin, ið tað frælsa spælið hevur fyri menningina hjá børnunum, og eiga tí at lata tey sleppa framat við hugskotum og fyriskipan, alt tað ber til m.a. í fríkorterum og at leggja dent á spæl í forskúla og byrjanarundirvísingini. Alt undir skipaðum viðurskiftum, tí at skúlin hevur ansingarskyldu allan skúladagin. Hetta er eisini eitt evni, sum myndugleikar eiga at hava við í sínum fyriskipanum, sum eigur at vera partur í námsætlanum og viðgjørt saman við foreldrum og skúlastýri. Vit kenna eisini hesar støður, at børn eru nógv á talgildum pallum. Hetta er ein avbjóðing, og her er skúlin eitt frístað, har skermnýtsla ikki er undirhald, men tá ið talgildir miðlar verða nýttir, so er tað sum liður í læringini, har tað er viðkomandi.

Tað er altíð gott at fáa íblástur frá øðrum, men samstundis umráðandi, at tær broytingar, vit gera í fólkaskúlanum, taka støði í okkara egnu viðurskiftum. At fólkaskúlin skal broytast frá grundinini av, eri eg ikki so sannførdur um, men at tillagingar eiga at verða gjørdar í fólkaskúlaskipanini. Hetta er eisini tað, sum landsstýrið hevur sett sær fyri, sum umrøtt er í samgonguskjalinum, m.a. at raðfesta flokslæraraleiklutin og styrkja tvílæraraskipanina í grunddeild, stytta skúladagin, endurskoða lærugreinabýtið og lækka talið av næmingum í hvørjum flokki. Hetta eru umfatandi mál, sum arbeitt fer at verða við í næstum.

Vit vita, at tað eru næmingar, sum hava avbjóðingar av ymsum slagi bæði fakligar og sálarligar, fleiri fáa staðfest ADHD og menningarórógv, at tað eru næmingar, sum ikki megna dagligu skúlagongdina, og at trivnaðurin er ymiskur. Tað er tí alt, ið bendir á, at átøk mugu gerast. Eg havi sett sjøtil á at menna flokslæraraarbeiðið, har játtanin hækkar frá 1. august, og sum skuldi verið ein byrjan til at bøtt um hetta týdningarmikla øki í skúlunum. Eisini havi eg virkað fyri, at játtanin til Bókadeildina hjá Føroya Lærarafelag er hækkað munandi, so at støðið kann haldast og møguleikar verða fyri talgildum tilfari. Tað er sera umráðandi, at okkara børn og ungu hava viðkomandi, kveikjandi og aldurssvarandi bókmentir, so lesiáhugin verður mentur. Vit vita frá lesivanakanningini, at her er støðan ikki nøktandi.

Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini. Tilmælið fer nú til prentingar og verður eftir ætlan handað mær um eina góða viku. Tað verður spennandi at síggja, hvat arbeiðsbólkurin er komin til, og hvørji tilmælini eru. Umboð fyri bæði lærarafelagið og skúlaleiðarafelagið hava verið partar av hesum arbeiði, so eg vænti, at tit hava fingið sagt tykkara hugsan og borið fram tykkara sjónarmið. Eg skal so gera alt tað, eg kann at fáa neyðugar ábøtur settar í verk, tí einki er so umráðandi sum, at okkara børn og ungdómur trívast og hava bestu undirvísingar- og menningarmøguleikar.

Í februar fekk eg handað eitt álit um trivnað í fólkaskúlanum, við átøkum, sum skulu økja um sannlíkindini fyri, at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra, og í vár er eisini gjørd ein trivnaðarkanning, sum fer at verða løgd fram í næstum. Eg fari eisini at raðfesta hesi øki og seta arbeiði í verk sum grundarlag undir  trivnaðararbeiðinum í skúlunum.

Vit eru eisini í holt við at endurskoða námsætlanirnar. Tað er Nám, sum skipar arbeiðið, og fara tær fyrstu námsætlanirnar at verða settar í verk komandi skúlaár. Námsætlanir eru ein týðandi liður í tykkara arbeiði bæði tengt at undirvísingartilgongdini og fakliga læringini, har tann búnandi, trivnaðarliga og persónliga menningin hjá næminginnum eigur at vera ein sameindur partur. Tað er so umráðandi, at námsætlanirnar innihaldsliga fata um fjølbroytt og neyðug faklig evni, men eisini  tryggja, at næmingarnir fáa umstøður at hugsavna seg og fara í dýpdina við evnum, og at teir læra at nýta fleiri arbeiðshættir.

Vit tosa alt ov lítið um tær góðu upplivingarnar, sum eru í skúlunum, næmingar sum trívast og gera framstig, sum leggja fram áhugaverd avrik í verkætlanum og evnisarbeiðum, um seturskúlar og trivnaðarátøk. Vit eiga at leggja størri dent á at lýsa og greiða frá tí stóra og fjølbroytta arbeiði, sum dagliga fer fram á tykkara arbeiðsplássum. Tit kundu til dømis bjóða landsstýrimanninum á vitjan, tá ið serlig tiltøk eru og eisini greiða frá í miðlunum. Har ger tó Barnaløtan í Kringvarpinum eitt gott arbeiði við í jøvnum millumbili at vitja skúlar og eisini eru forvitnisligar frásagnir í  Píka 7 og Strok, sum øll børn og ung nú hava atgongd til.

Eitt tað týdningarmesta í tykkara arbeiði og í øllum arbeiði við børnum og ungum er, at tey uppliva kensluna av at eydnast, og at tey trívast. Hetta hevur stóra ávirkan á teirra sjálvsvirði og menning og røkkur inn í vaksnamannalívið. Fólkaskúlin eigur at leggja dent á eitt trygt og mennandi læruumhvørvi við fjølbroyttum virksemi, har handaligu og listarligu lærugreinirnar eiga at hava ein størri leiklut.

Fólkaskúlin er tykkara arbeiðspláss, og tí er eins avgerandi, at lærarar og leiðsla hava góðar umstøður, so tit virkisfús og við áræði kunnu verða námsfrøðiligi og fakligi kveikjarin, mennarin og vegleiðarin hjá okkara unga ættarliði. Landsstýrið hevur tí eisini sett sær fyri í samgonguskjalinum, at reglulig eftirútbúgving verður skipað fyri starvsbólkar skúlans, at endurskoða lærara- og leiðslutíð, og at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin, umframt tær ábøtur, sum skulu gerast í floksstødd, tvílæraraskipan og at menna flokslæraraarbeiðið.

Eg ynski tykkum ein góðan aðalfund og blíðan byr í arbeiði tykkara við vón um eitt mennandi samstarv partanna millum. Takk fyri.