Djóni Nolsøe Joensen (Javnaðarflokkurin) er landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

Djóni Nolsøe Joensen er føddur tann 21. august 1972, er ættaður av Glyvrum og býr í Havn. Hann er námsfrøðingur og er giftur Maritu Andrasardóttir. Tey eiga tríggjar døtur.

Djóni Nolsøe Joensen varð fyrstu ferð valdur á Løgting í 2015, aðru ferð í 2019 og aftur í 2022.