Aðalskrivstovan, Poul Geert Hansen, aðalstjóri

Aðalskrivstovan er ein stápseind undir aðalstjóranum. Virkisøkið umfatar samskipan, HR, fíggjarstýring, samskifti, almenna kunning, heimasíðu, intranet, taluskriving, løgfrøðiliga ráðgeving og góðskutrygging, kæruviðgerð, viðgerð av almennum innliti, journal v.m.

Aðalskrivstovan skal tryggja eina skynsama gagnnýtslu av øllum tilfeingi innanfyri málsøki hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Stýringarskipanir skulu mennast, sum skunda undir eina effektiva stýring.  Virksemið má ikki setast í gongd uttan at Aðalskrivstovan hevur tryggjað, at fíggjarkarmurin heldur.

Aðalstjórin og Aðalskrivstovan hava hesar uppgávur:

Aðalstjóri

  • Yvirskipaðu ábyrgdina av strategi og menning í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
  • Yvirskipaðu ábyrgdina av “gatekeeperfunktiónini”
  • Samskipa ta politisku ráðgevingina
  • Yvirskipaðu ábyrgdina av umsitingini
  • Yvirskipaðu ábyrgdina av umboðan úteftir í samstarvi við landsstýrismannin
  • Yvirskipað ábyrgd av norðurlendskum og altjóða samstarvi
  • Dagføring og menning av málstýringini i Uttanríkis- og mentamálaráðnum
  • Trupul starvsfólkamál
  • Luttøka í EK-U – møguliga flytast til útbúgvingar- og granskingardeildina.

 Stjórnarsamskipan

  • Skrivarafunksjón hjá landsstýrismanni og aðalstjóra
  • Kalendari og fundarfyrireiking hjá landstýrismanni og aðalstjóra
  • Samskipa samskifti við Løgtingið og landsstýrið
  • Samskipa samskifti við hini stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna
  • Samskipa innan- og uttanlands avtalur og vitjanir hjá landsstýrismanninum (UT tekur sær av vitjanum og protokoll á teirra øki)
  • Samskipa og avgreiða umbønir um alment innlit

 Fíggjarligt

  • Gera uppskot til fíggjarlóg og eykjafíggjarlógir á §7 í tøttum samskifti við deildirnar í ráðnum, Undirvísingarstýrið og Fíggjarmálaráðið
  • Tryggja, at ásetingar í landsins játtanarskipan verða hildnar
  • Gera kostnaðarmetingar av tiltøkum og virksemi, ið ætlanin er at seta í verk
  • Fíggjarlig fyrisiting av mentanarstuðli, sum ráðið umsitur
  • Fyrireika mánaðarligar roknskapargóðkenningar
  • Bókhald hjá ráðnum, sum er lagt uttan fyri sjálvt ráðið – og má eftirhyggjast í sambandi við broytingina.
  • Regluligt fíggjar- og roknskapareftirlit við stovnum og virksemi annars undir ráðnum eftir galdandi reglum.
  • Samskipa og svara Landsgrannskoðanini
  • Stýring av byggimálum í samstarvi við Landsverk. Kontrollari skal setast í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum til tær byggiverkætlanir, sum ráðið fær ábyrgdina av, og skal hetta fíggjast av verkætlanini.
  • Menna eina effektiva fíggjarstýring fyri málsøkið sum heild
  • Skipa fyri, at hagtøl og virksemisyvirlit eru tøk

 Løgfrøðiligt

  • Løgfrøðilig ráðgeving og góðskutrygging
  • Lógarsmíð í samstarvi við fakfulltrúar
  • Avgreiða mál um lógartulkingar
  • Viðgera kærur í samráð við aðrar partar í ráðnum
  • Løgfrøðilig góðska í fyrispurningum frá Løgtinginum

Dátuvernd

  • Yvirskipaða ábyrgd av dátuvernd fyri málsøkið
  • Dátuverndartiltøk í ráðnum

Miðling

  • Røðuskriving hjá landsstýrismanni
  • Fjølmiðlasamskifti, tíðindaskriv o.l. kunning
  • Samskipan av heimasíðu, intranet og innanhýsis kunning annars

 Journal

  • Journal
  • Nýtslan av skjalhaldi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum

Starvsfólk og setanarviðurskifti

  • Stjórasetanir
  • Setanir í ráðnum
  • Flokkingarmál
  • Samskipa og skráseta manning av nevndum

 Annað

  • Tænastur innanhýsis
  • Hølisumsiting
  • KT í ráðnum
  • TotalView
  • Sendinetið
  • Samskipa dygdarhondbókina
  • Skrivarauppgávur í sambandi við mentanarstuðul
  • Aðrar ad-hoc ella varandi uppgávur

Manning:

  • Poul Geert Hansen, aðalstjóri
  • Oystein Sørensen, Jákup Nielsen, Katrin Jacobsen, Sverri Joensen, Hanna D. Andreassen og Noomi K. Rasmussen.