Bygnaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum

Bygnaðurin fyri samlaða virksemið hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum (BUMR) er endurgivin niðanfyri: 

 

Omanfyri standandi mynd vísir samlaðu organiseringina av virkisøkinum hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Myndin skal serliga vísa, at innan undirvísingarøkið vísa skúlarnir ikki longur til ráðið, men til Undirvísingarstýrið og Nám. Harafturat eru Sernám og Yrkisdepilin, sum eisini hava fyrisitingarligar og ráðgevandi uppgávur í mun til skúlarnar.

 

Innanhýsis bygnaðurin

Frá 1. januar 2023 er innanhýsis bygnaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum skipaður soleiðis:

 

 

Innanhýsis bygnaðurin í Barna- og útbúgvarmálaráðnum er tillagaður eftir umskipanina við nýggja málsøkjabýtinum. Aðalskrivstovan og Útbúgvingardeildin, sum hava verið í gamla Uttanríkis- og mentamálaráðnum, halda fyribils áfram. Barnaøkið er flutt frá Almannamálaráðnum, og fyribils vísir hetta øki beinleiðis til aðalstjóran. Farið verður undir at endurskoða bygnaðin soleiðis at hesin passar til uppgávurnar í nýggja ráðnum.