Uppskot um løgtingslóg um føroyskan førleikakarm til hoyringar

Heiti
Uppskot um løgtingslóg um føroyskan førleikakarm
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at geva heimild til at kunna skipa ein føroyskan førleikakarm, sum skal fevna um allar próvskyldugar og førleikagevandi útbúgvingar í Føroyum.

Ætlanin um at seta í gildi ein tílíkan førleikakarm kemst av ynskinum um, at Føroyar gerast fevnd av Bolognaavtaluni, og at tær føroysku útbúgvingarnar annars betri skulu kunna samanberast við aðrar útbúgvingar uttanlands.

Endamálið við førleikakarminum er at skapa samanhang millum føroyskar útbúgvingar og útbúgvingar í Evropa, soleiðis at hesar betri kunnu samanberast, umframt at skapa ein betri samanhang millum tær útbúgvingar, sum vit hava í Føroyum.

Endamálið er eisini at tryggja, at næmingar á einari givnari útbúgving ikki skulu taka fak, sum teir longu hava fullført á einum øðrum stigi í útbúgvingarskipanini, og at skapa betri møguleikar fyri lívlangari læru.

Við innførslu av einum førleikakarmi, skulu allar próvskyldugar og førleikagevandi útbúgvingar í Føroyum vísa til tann føroyska førleikakarmin í námsskipanum, námsætlanum og prógvum.

Prógvini skulu eisini vísa til tann evropeiska førleikakarmin fyri lívlanga læru (European Qualifications Framework for Lifelong Learning), og tá tað kemur til hægri útbúgvingar, skal eisini vísast til tann evropeiska førleikakarmin fyri hægri útbúgvingar (Framework of Qualifications for the European Higher Education Area).

Við uppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild at góðkenna ein førleikakarm, umframt at flokka tær føroysku útbúgvingarnar eftir førleikakarminum.

Landsstýrismaðurin fær eisini heimild at gera nærri reglur um flokking av útbúgvingum, um førleikakarmin, harundir um námsskipan og námsætlan, prógv, heitir og Diploma Supplement.

Lógaruppskotið verður rættlisið eftir at hoyringarfreistin er farin.

Møguligar viðmerkingar verða sendar til bumr@bumr.fo í seinasta lagi hósdagin 1. februar 2024, kl. 12.00.

Ummælisfreistin er farin
01.02.2024
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
16.01.2024
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Føroyskan Førleikakarm 160124