Uppskot til løgtingslóg um Kervi+ til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um Kervi+
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at áseta yvirskipaðu rammurnar fyri nýtslu av upplýsingum úr Kervi+, og at áseta heimildir til at umsita Kervi+, samstundis sum Kervi+ við lógini verður viðurkent sum almenna talgilda lestrarfyrisitingarskipanin í Føroyum.

Hoyringarfreistin er fríggjadagin 27. oktober.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast til bumr@bumr.fo , við tilskilan « Lóg um Kervi+, málnr. 23/03209»

Eru spurningar til omanfyristandandi, ber til at venda sær til Elsu Østergaard, deildarstjóra,  tlf. 555004

Ummælisfreistin er farin
27.10.2023
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
10.10.2023
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Kervi+ (1)