Uppskot til løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum til hoyringar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum
Frágreiðing

Við hesum verður uppskot til løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (gamli Venjingarskúlin) sent til almenna hoyring.

Endamálið við uppskotinum er, at landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at skúlabygningarnir á Frælsinum verða høvuðsumvældir og umbygdir, og verður hetta liður í samlaða “kampusætlanini” fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Gjørt verður vart við, at uppskotið er ikki rættlisið.

Møguligar viðmerkingar skulu sendast Barna- og útbúgvingarmálaráðnum á bumr@bumr.fo í seinasta lagi fríggjadagin tann 10. februar 2023, kl. 12.00.

Ummælisfreistin er farin
10.02.2023
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
07.02.2023
Tak niður
Uppskot Til Verklagslóg Høvuðsumvæling Av Skúlanum Á Frælsinum 07.02.23