Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar, løgtingslóg um skúladepil í Marknagili til hoyringar
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar, løgtingslóg um skúladepil í MarknagiliFrágreiðing
Endamálið við uppskotinum er at lætta um umsitingina, soleiðis at land og kommunur ikki senda gjøld sínámillum, sum kunnu verða útlíknað ímóti hvørjum øðrum.
Fyri yrkisskúlarnar merkir hetta, at umsitingin verður einfaldari á hesum øki. Skúlarnir skulu ikki longur gera upp, hvørji kommunu lærlingarnir koma frá, ella hvussu stórar rakstrarútreiðslurnar eru fyri hvønn lærling. Frameftir verður tað landskassin, sum rindar allar rakstrarútreiðslur.
Freistin at gera viðmerkingar er ásett at vera 30. september 2025. Møguligar viðmerkingar verða at senda til bumr@bumr.fo .
Vinarliga haldið okkum til góðar, at uppskotið ikki er rættlisið enn.
Ummælisfreist
30.09.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
18.09.2025Tak niður

