Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø. - Lønarendurgjald fyri aspirantar - Til hoyringar
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø. - Lønarendurgjald fyri aspirantarFrágreiðing
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø. (Lønarendurgjald fyri aspirantar) verður við hesum sent út til almenna hoyring við hoyringarfreist 26. desember 2025.
Endamálið við uppskotinum er at fáa lógarheimild fyri at veita reiðaríum lutvíst ella fult endurgjald fyri løn, mat og ferðaútreiðslur fyri at hava aspirantar í starvsvenjing. Skipanin kemur ikki at fevna um starvsvenjingar á landi.
Møguligar viðmerkingar verða at senda bumr@bumr.fo
Ummælisfreist
26.12.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
27.11.2025Tak niður
Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Útbúgving Av Manning Á Skipum Til Hoyringar 271125