Uppskot til ll. um samstarv og samskipan av tænastum til børn og ung - Barnalógin - Til hoyringar
Viðhefta uppskot til ll. um samstarv og samskipan av tænastum til børn og ung (Barnalógin) verður við hesum sent til almenna hoyring við hoyringarfreist 4. februar 2026.
Føroyar skulu vera tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Barnalógin er eitt týðandi stig mótvegis hesi visjón.
Barnalógin hevur til endamáls at tryggja, at øll børn og ung í Føroyum hava góðar karmar fyri trivnaði, fáa rættstundis hjálp, og verða hoyrd og tikin í álvara í málum, sum viðkoma teimum. Nógv bendir á, at alt ov nógv børn og ung í Føroyum ikki fáa hjálp nóg tíðliga, ella at hjálpin, tey fáa, er ov illa samskipað. Í dag eru tænastur og ábyrgdir býttar millum fleiri stovnar og myndugleikar, bæði hjá landi og kommunum, og samstarvið er ikki altíð bindandi. Hetta førir við sær, at summi mál detta niður ímillum skipanir. Barnalógin skal bøta um hetta við at skapa ein felags karm og bindandi leist fyri, hvussu almennir myndugleikar, skipanir og stovnar skulu samstarva og samskipa hjálp og tænastur til børn, ung og familjur teirra.
Møguligar viðmerkingar verða at senda bumr@bumr.fo
GG! Lógaruppskotið er ikki rættlisið
Uppskot Til Ll. Um Samstarv Og Samskipan Av Tænastum Til Børn Og Ung Barnalógin 160125
Samandráttur Av Uppskot Til Barnalóg Bóklingur
Hoyringarsvar Børn Og Ung