Uppskot til ll. um projektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð til hoyringar

Heiti
Uppskot til ll. um projektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at heimila landsstýrismanninum at nýta upp til 31 mió. kr. til projektering fram til útboð av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetrinum.

Byggingin kann ikki byrja fyrrenn ein samtykt løgtingslóg fyriliggur, ið heimilar landsstýrismanninum at seta gongd á byggingina. Ætlanin er tá fyrst at bjóða út byggibúning og byggiplássið og síðani sjálva byggingina. Ynskiligt er, at byggibúning verður gjørt stundisliga áðrenn útboð av byggingini.

Hoyringarfreistin er mikudagin 3. januar 2024 kl. 12.00.

Møguligar viðmerkingar verða at senda Barna- og útbúgvingarmálaráðnum á bumr@bumr.fo.

Ummælisfreistin er farin
03.01.2024
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
13.12.2023
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Projektering Av Felagsbygningi Til Kampus Hjá Fróðskaparsetri Føroya Fram Til Útboð