Uppskot til ll. um broyting í ll. um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving til hoyringar

Heiti
Uppskot til ll. um broyting í ll. um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving
Frágreiðing

Uppskotið fer at gera tað møguligt at skipa útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya við løn.

Næmingurin fær løn frá góðkendum útbúgvingarstaði, og arbeiðsgevarin fær 60 % av minstulønini endurrindaða ávís tíðarskeið undir útbúgvingini, har næmingurin ikki er á fasta starvsvenjingarstaðnum.

Møguligar viðmerkingar verða at senda Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og er hoyringarfreistin mánadagin 10. februar 2025.

Ummælisfreistin er farin
10.02.2025
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
29.01.2025
Tak niður
Uppskot Til Ll. Um Broyting Í Ll. Um Heilsuútbúgvingar