Uppskot til kunngerð um undirvísingarførleika hjá lærarum í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um undirvísingarførleika hjá lærarum í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin
Frágreiðing

Viðhefta uppskot til kunngerð verður sent til almenna hoyring við hoyringarfreist 4. september 2025.

Frágreiðing

Kunngerðin hevur heimild í § 4, nr. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál. Nevnda kunngerð ásetir krøv til undirvísingarførleika hjá lærarum í føroyskum sum annaðmál, m.a. er ásett, at útbúgvingin skal svara í minsta lagi til 60 ECTS, tann setti skal hava staðið í minsta lagi bachelorútbúgving og hava hollan kunnleika í føroyskum og enskum ella øðrum viðkomandi fremmandamáli.

Møguligar viðmerkingar verða at senda til bumr@bumr.fo .

Ummælisfreist
04.09.2025
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
07.08.2025
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Undirvísingarførleika Hjá Lærarum Í Føroyskum Sum Annaðmál Fyri Vaksin 070825