Uppskot til kunngerð um ráðgevandi nevnd í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin til hoyringar
Heiti
Uppskot til kunngerð um ráðgevandi nevnd í føroyskum sum annaðmál fyri vaksinFrágreiðing
Viðhefta uppskot til kunngerð verður sent til hoyringar við hoyringarfreist fríggjadagin 21. november 2025.
Kunngerðin hevur heimild í § 13, stk.1 og stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál. Nevnda kunngerð ásetir reglur um virkisøkið hjá ráðgevandi nevndini innan føroyskt sum annaðmál (vaksin) umframt leiklutin hjá arbeiðsbólkinum, arbeiðsuppgávur og onnur viðkomandi viðurskifti.
Møguligar viðmerkingar verða at senda til bumr@bumr.fo.
Ummælisfreist
21.11.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
10.11.2025Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Ráðgevandi Nevnd Innan Føroykst Sum Annaðmál Fyri Vaksin (002) 06. Nov 25