Uppskot til kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum í miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum - Til hoyringar
Heiti
Uppskot til kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlumFrágreiðing
Viðhefta kunngerðaruppskot snýr seg um broytingar í núverandi kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving á gymnasialum miðnámi, yrkisnámi og vinnuskúlum. Endamálið við dagføringini er at gera kunngerðina meira yvirskipaða og at tryggja, at hon er í samsvari við nýggju útbúgvingarskipanina, sum nú fevnir um tvey ár. Harafturat verður kunngerðin, við hesum broytingum, løgd til rættis í sama bygnaði sum aðrar útbúgvingarkunngerðir á Fróðskaparsetri Føroya. Somuleiðis verða skeiðslýsingarnar tiknar burtur úr kunngerðini.
Møguligar viðmerkingar verða at senda til bumr@bumr.fo .
Hoyringarfreistin er 2. januar 2026.
Ummælisfreist
27.11.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
02.01.2026Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Námfrøðiliga Útbúgving Av Lærarum Á Miðnámsskúlum, Yrkisskúlum Og Vinnuskúlum (001) 271125