Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 108 frá 25. juni 2021 til hoyringar
Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 108 frá 25. juni 2021Frágreiðing
Broytingaruppskotið til útbúgvingarkunngerðina er ein nýggj áseting um samstarvsráð, sum ger tað møguligt hjá Setrinum eisini at hava samstarvsráð fyri aðrar útbúgvingar ella útbúgvingarøki. Endamálið er at fremja samstarv við teir partar, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina, bæði teir sum varða av útbúgvingini, útbúgvingarøkinum ella starvsøkinum sum heild. Samstarvsráðini verða sett umboðandi viðkomandi áhugapartar, við atliti at javnstøðu og virka eftir starvsskipan, sum rektarin ger nærri reglur fyri.
Møguligar viðmerkingar verða at senda bumr@bumr.fo, og er hoyringarfreistin 13. januar 2025.
Ummælisfreist
13.01.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
13.12.2024Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Útbúgvingar Á Fróðskaparsetri Føroya, Sum Broytt Við Kunngerð Nr. 108 Frá 25. Juni 2021