Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya
Frágreiðing

Kunngerðaruppskotið snýr seg um broytingar í upptøkukunngerðini fyri Fróðskaparsetur Føroya. Endamálið er at gera tað møguligt at søkja inn á ávísar útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya við ávísum útbúgvingum frá Heilsuskúla Føroya, har námsfrøðihjálpari kann geva atgongd til Bachelor í námsfrøði, og heilsurøktari kann geva atgongd til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði. Upptøkan er tó treytað av, at umsøkjarar til námsfrøðiútbúgvingina standa eina upptøkuroynd, og umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina skulu hava eitt miðaltal á 6.

Broytingarnar í kunngerðartekstinum eru tillagingar av galdandi teksti, har treytir sbrt. § 1, stk. 2 verða nevndar í fylgiskjali 1, meðan treytir sbrt. § 1, stk. 4 verða nevndar í fylgiskjali 2.

Harafturat verður eisini lagt upp til, at aðrar útbúgvingar, sum eru hægri enn gymnasial miðnámsútbúgving, skulu geva atgongd til lestur á Fróðskaparsetri Føroya (§ 1, stk. 1).

Møguligar viðmerkingar skulu sendast til bumr@bumr.fo, og er hoyringarfreistin 6. november 2025. 

Ummælisfreist
06.11.2025
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
10.10.2025
Tak niður
Uppskot Til Broytingarkunngerð Um Upptøku Til Lestur Á Fróðskaparsetri Føroya