Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
Frágreiðing

Viðhefta uppskot til kunngerð verður sent út til hoyringar við hoyringarfreist 19. januar 2026, kl.16:00.

Av tí at málið hevur skund er freistin ásett at vera 7 dagar.

Hetta málið hevur verið lagt fram á politiskum landsstýrisfund í september 2025. Broytingarkunngerð varð lýst 17. september 2025. 

Endamálið við broytingini varð at áseta skráseting sambært Landsfólkayvirlitinum sum treyt fyri hægra studningin á miðnámi til lesandi á miðnámsútbúgvingum, pørtum av miðnámsútbúgvingum ella útbúgvingum á framhaldsdeildarstigi, sum búgva til leigu, tó ikki fyri forsyrgjarar ella lesandi, ið búgva á næmingaheimi. Viðmerkjast skal, at ætlaða broytingin ikki fevnir um lesandi á Fróðskaparsetrinum, Hægri Námi, styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar, Vinnuháskúlanum ella øðrum, tí hesi fáa hægra studningin, ið er óheftur av bústaði. 

Tó varð, eftir tilmæli frá Undirvísingarstýrinum / Studna, gjørd ein nýggj orðing í § 3, stk. 7. 

Møguligar viðmerkingar verða at senda bumr@bumr.fo .

Ummælisfreist
19.01.2026
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
12.01.2026
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Lestrastuðul 120126