Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul til hoyringar
Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðulFrágreiðing
Broytingaruppskotið er úrslit av tilmæli, ið arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum í juni 2024. Arbeiðið snúði seg um at endurskoða skipsatstøðingsútbúgvingina, og í hesum sambandi tilmældi arbeiðsbólkurin at seta á stovn eina styttri dekkaraútbúgving, ið eisini kann brúkast sum fyrsti partur av skipsatstøðisútbúgvingini. Henda útbúgvingin er ikki nevnd í verandi kunngerð um lestrarstuðul, og er ætlanin at seta útbúgvingina inn í kunngerðina, soleiðis at hon verður stuðulsheimilað.
Møguligar viðmerkingar verða at senda til bumr@bumr.fo, og er hoyringarfreistin fríggjadagin 13. desember 2024.
Ummælisfreist
13.12.2024Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
29.11.2024Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Lestrarstuðul Til Hoyringar