Uppskot til kunngerð um ábyrgd, uppgávur og eftirlit í sambandi við, at Undirvísingarstýrið viðger persónsupplýsingar í almennu talgildu umsitingarskipanini Kervi+ vegna dátuábyrgdara til hoyringar
Heiti
Uppskot til kunngerð um ábyrgd, uppgávur og eftirlit í sambandi við, at Undirvísingarstýrið viðger persónsupplýsingar í almennu talgildu umsitingarskipanini Kervi+ vegna dátuábyrgdaraFrágreiðing
Kunngerðin hevur heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 33 frá 10. mai 2024 um Kervi+. Nevnda kunngerð ásetir, hvussu Undirvísingarstýrið skal viðgera persónsupplýsingar í almennu talgildu umsitingarskipanini Kervi+, vegna dátuábyrgdaran. Endamálið við hesari kunngerð er, at hon virkar sum ein dátuviðgerðaravtala, soleiðis at tað ikki er neyðugt hjá Undirvísingarstýrinum at gera eina dátuviðgerðaravtalu við hvønn einstakan stovn, sum brúkar Kervi+.
Hoyringarfreistin er 18. apríl 2025.
Møguligar viðmerkingar verða at senda til bumr@bumr.fo .
Ummælisfreistin er farin
18.04.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
04.04.2025Tak niður

