Uppskot til kunngerð innan bilsmið, elektrikara og húsasmið til hoyringar
Frágreiðing
Viðheftu uppskot til kunngerð verða send til hoyringar við hoyringarfreist 30. mai 2025.
Freistin er ásett til 2 vikur í staðin fyri 4 vikur, tí málið hevur skund.
Frágreiðing
Viðheftu kunngerðaruppskot snúgva seg um broytingar í yrkisútbúgvingunum innan bilsmið, eletrikara og húsasmið. Talan er um, at skúlaskeiðini í hesum trimum útbúgvingum nú verða býtt upp í styttri partar, sum eru eins, og eru gjørdir áður innan smiðjuútbúgvingarnar.
Kunngerðirnar hava heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, við seinni broytingum.
Møguligar viðmerkingar verða at senda til bumr@bumr.fo .
Ummælisfreist
30.05.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
15.05.2025Tak niður





