Uppskot til broytingar í kunngerð um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara til hoyringar

Heiti
Uppskot til broytingar í kunngerð um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara
Frágreiðing

Viðhefta uppskot til kunngerð verður sent niðanfyri standandi pørtum til hoyringar við hoyringarfreist 4. september 2025.

Frágreiðing

Viðhefta kunngerðauppskot snýr seg um broytingar í kunngerð um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara. Í sambandi við broytingar, gjørdar í kunngerð nr. 88 frá 4. august 2014 (núverandi kunngerð nr. 134 frá 17. desember 2024 um útbúgving til dekkara), var neyðugt at dagføra omanfyri nevndu kunngerð um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara.

Broytingarnar verða millum annað, at heitið á kunngerðini verður broytt til: “Kunngerð um útbúgving til skipsatstøðara”. Eisini verður hugtakið “endaskeið” strikað ígjøgnum kunngerðina. Harumframt hava broytingar í omanfyri nevndu kunngerð við sær, at fylgiskjal 1 fellur burtur, og verður tí víst til námsskipan og námsætlanir á heimasíðu skúlans.

Møguligarr viðmerkingar verða at senda til bumr@bumr.fo .

Ummælisfreist
04.09.2025
Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Dagfesting
07.08.2025
Tak niður
Uppskot Til Broytingar Í Kunngerð Um Endaskeið Í Útbúgving Til Skipsatstøðara