Trý uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum og fólkaskúlalærarum til hoyringar
Heiti
Trý uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum og fólkaskúlalærarumFrágreiðing
Broytingaruppskotini fyri námsfrøðiútbúgving, sjúkrarøktarfrøðiútbúgving og fólkaskúlalæraraútbúgving eru tillagingar, ið sýna javnstøðufyrilit.
Heitini á kunngerðunum eru hesi:
- Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av námsfrøðingum
- Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, sum broytt við kunngerð nr. 109 frá 25. juni 2021
- Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum
Uppskotini broyta eisini, hvussu ráðini verða sett og broytingar í leiklutum í ráðnum, umframt tíðaravmarking fyri setanarskeiðið hjá samstarvsráðunum. Hesar broytingarnar eru tær somu fyri tær tríggjar kunngerðirnar, soleiðis at samstarvsráðini fyri hesar útbúgvingarnar verða sett eftir somu treytum og eftir sama leisti.
Møguligar viðmerkingar verða at senda bumr@bumr.fo, og er hoyringarfreistin 13. januar 2025.
Ummælisfreist
13.01.2025Ráð
Barna- og útbúgvingarmálaráðiðDagfesting
13.12.2024Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Útbúgvingum Av Námsfrøðingum Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Útbúgving Av Sjúkrarøktarfrøðingum, Sum Broytt Við Kunngerð Nr. 109 Frá 25. Juni 2021 Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Útbúgving Av Fólkaskúlalærarum