Til fjølmiðlar

Barna og útbúgvingarmálaráðið strembar eftir opinleika í sínum virksemi. Ráðið viðurkennir og virðir, at fjølmiðlar hava sum uppgávu at upplýsa og vera á varðhaldi í samfelagnum samsvarandi góðum fjølmiðlasiði. Miðað verður tí móti at svara skjótt og greitt, tá ið spurningar verða settir landsstýrismanninum og Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Fjølmiðlar kunnu seta seg í samband við Poul Geert Hansen á poulgeerth@bumr.fo ella +298 555010.