08.12.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vitjan í Lesihúsinum

Vitjan í Lesihúsinum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, var tann 7. desember á áhugverdari vitjan í Lesihúsinum.

Forkvinnan og leiðarin í Lesihúsinum, Anne Karin Kjeld, vísti landsstýrismanninum rundt í hugnaligu hølunum, og fekk hann eisini høvi at hitta bæði næmingar, foreldur, starvsfólk og nevndarlimir.

Bæði næmingar og foreldur kunnaðu um avbjóðingar, sum tey stríðast við, og um hjálpina, sum bæði foreldur og næmingar fáa frá felagnum.

Djóni Nolsøe Joensen fekk eitt gott og stuttligt prát við næmingarnar William og Jógvan Inga. Teir vístu og greiddi frá, hvussu teir brúka talgildu møguleikarnar, bæði til álvara og gaman.

William og Jógvan Ingi

Ein sera áhugaverd og jalig vitjan.