15.11.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vitjan hjá Fosturforeldrafelagnum

Vitjan hjá Fosturforeldrafelagnum

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum luttók leygardagin 11. november á aðalfundi hjá Fosturforeldrafelagnum. Fosturforeldrafelagið er eitt áhugafelag fyri fosturforeldur, sum arbeiðir fyri at stuðla fosturforeldrum í uppgávuni at hava børn til fosturs ella umlættingar.

Fosturforeldur hava ein stóran leiklut í lívinum hjá einum barni. Uppgávan hjá fosturforeldrum er at uppala, skapa tryggleika og hava umsorgan fyri barninum í eitt styttri ella longri tíðarskeið. Hetta er ein stór ábyrgd og krevjandi uppgáva, sum ger stóran mun í lívinum hjá barninum. Umsorganin, nærleikin og kærleikin frá forsturforeldrunum gevur barninum møguleika fyri at mennast og búnast í tryggum umstøðum. Grundað á hetta legði landsstýrismaðurin í røðu síni dent á, at okkara børn eru okkara framtíð og dýrabarasta ogn. Harumframt takkaði landsstýrsimaðurin fosturforeldrumun fyri teirra megnar arbeiði.