15.04.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vitjan av lesandi á Námsvísindadeildini

Vitjan av lesandi á Námsvísindadeildini

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevði í síðstu viku samrøðu við Eilin Hansen og Elsu Lydersen, 4. árs lesandi á Námsvísindadeildini, sum eru í gongd við at skriva bachelorritgerð um góðsku á føroyskum dagstovnum. Tær báðar vildu fegnar spyrja landsstýrismannin um hansara hugsanir um góðsku á føroyskum dagstovnum. Her var komið inn á spurningar so sum, hvat eyðkennir ein hágóðskustovn, hvørji viðurskiftir eru av týdningi fyri, at ein stovnur er av høgari góðsku, og hvat kann økja um góðskuna á dagstovnum í Føroyum.

Landsstýrismaðurin ynskir Eilin og Elsu bestu eydnu við ritgerðini!