15.08.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Vitjan á Føroya Fólkaháskúla

Vitjan á Føroya Fólkaháskúla
1 / 3

Landssstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum var í dag og vitjaði Føroya Fólkaháskúla.

Stjórin, Hedvig Westerlund- Kapnas, tók ímóti og greiddi frá virksemi skúlans, harundir eisini søguna handan háskúlan.

Á vitjanini fekk landsstýrismaðurin eisini høvi at heilsa uppá nakrar av lærarunum, sum nú eru í ferð við at gera seg klárar til at taka ímóti næmingum tann 1. september.

Føroya Fólkaháskúli

Stevnan hjá Føroya Fólkaháskúla, er at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum. Við undirvísing ið byggir bæði á tað andaliga, tað handaliga, og tað skapandi, vilja vit upplýsa og menna einstaka menniskja og felagskapin allan.

Nærri kunning sæst á www.haskulin.fo