Í vikuni vóru Bára Biskopstø og Sigrún Eyð H. Fossádal á vitjan hjá Djóna Nolsøe Joensen. Tær arbeiða í løtuni við evnisverkætlan um fartelefonnýtslu millum ung, og tað var í hesum sambandi, at tær ynsktu at hava eina samrøðu við landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum.
Tær báðar settu skilagóðar og viðkomandi spurningar og fingu eitt gott prát við landsstýrismannin um, hvat hann heldur um fartelefonnýtslu millum ung.
Vit ynskja teimum báðum bestu eydnu við evnisverkætlanini.